Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-12, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. januar 2011síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 12. januar 2011 · Nr. 5 Sosialurin Ein elektrisk hitapumpa, sum fær el-orku úr einum oljutanga á Sundi, er í roynd og veru eitt annað slag av oljufýring. Seinastu tíðina hevur nógv kjak verið um prísirnar hjá SEV. Eingin vil hava hægri streymprís, og tað er væl skiljandi. Av tí at eg kenni lítið til fíggjarliga partin av SEV, skal eg ikki taka støðu til, hvør prísur er tann rætti, men eg kenni meg sannførdan um, at um vit einki gera á orkuøkinum, so fara streym- prísirnir at fylgja olju- prísunum, sum tíverri altíð eru á veg upp eftir (sæð yvir eitt longri tíðarskeið). Tí er umráðandi, at SEV sleppur at halda fram við arbeiðinum at leggja um til varandi orku. Vit mugu gera okkum so leys av oljuni sum til ber. Undir samgongusamráð- ingunum á heysti í 2008, løgdu vit í Sambandsflokki- num stóran dent á, at tiltøk skuldu setast í verk, fyri at menna varandi orkukeldur. Hesum tóku hinir sam- gonguflokkarnir undir við. Í samgonguskjalinum stendur: ”Varandi orkukeldur skulu mennast, eitt nú sjóvarfals- orka, vindorka, sólorka, aldu- orka, vatnorka og jarðhiti.” Bert 29 prosent av før- oysku el-framleiðsluni í 2010 var grundað á varandi orku. Tí sigur tað seg sjálvt, at tað eru oljuprísirnir, sum avgera, hvussu nógv tað kostar at framleiða el-orku. Tað nyttar lítið, at fólk seta elektriskar hitapumpur upp á húsaveggirnar, fyri at spara olju, um el-orkan, sum rekur hesar hitapumpurnar kemur úr einum oljutanga á Sundi. Orkupolitiskt svarar tað stórtsæð til at flyta olju- tangan. Kemur el-orkan har- afturímóti frá varandi orku- keldum, so er nógv vunnið. Hvussu nógv SEV kann gera við at menna varandi orkukeldur, uttan at hækka prísirnar, veit eg ikki, men tað er sera umráðandi, at arbeiðið við hesi menning sleppur at halda fram. Annars verður tað bara ein spurningur um tíð, til vit fáa eina nógv størri el-rokning við postinum. Helgi Abrahamsen løgtingsmaður Strendur Vit spara einki við at flyta oljutangan Lützenstrøð 4, Tórshavn att: Magnus Tausen, cc: Niels Petersen og Birgir Kruse Eg havi verið á trimum fundum við tykkum um málið. Fyrsti fundur var 1. oktober, FS umboðað av Niels Petersen (NP) og Birgir Kruse (BK). Annar fundur var 29. oktober við Magnus Tausen (MT), NP og BK. Triðji 8. december við MT, NP og BK. Sakin, fyrri partur: FS bjóðaði mær á fund at sam- ráðast um mína møguligu medvirkan sum sakkønur í útgávuni av nýggjum føroyskum atlassi. Á fyrsta fundi løgdu NP og BK atlas- ætlanina fram. Modellið er Collins: World Student Atlas, har ætlanin er at umdisponera ein part og skoyta ein føroyskan part uppí. BK gekk ígjøgnum ein langan lista, vísandi hvussu føroyska útgávan var ætlað at vera disponerað, síðu fyri síðu. Eg gjørdi beinanvegin vart við eitt, sum eg helt vera eitt stórt fakligt og sakligt mistak. Aftaná føroyska partin, kemur Ísland sum fyrsta útland við tveimum heilum opnum, so kemur Grønland við tveimum heilsíðukortum. Harnæst koma tríggjar opnur við Skandinavia (Norra, Svøríki, Finnland og Danmark), sum verður býtt í 3, ein norðara part, ein miðpart og ein sunnara part. Her kemur Danmark, sum ein lítil deild av sunnara parti. Tað vil siga, at Danmark fær einki sjálvstøðugt kort. Tær 4 síðurnar við Íslandi eru í lutfallinum 1:1.400.000, meðan sunnara Skandinavia við Danmark er nógv minni: 1:3.000.000. Leysliga mett fær Danmark eina fjórðings síðu, meðan Ísland fær 16 ferðir so nógv pláss og stendur fremri. Eg fekk á fundinum einki ordiligt svar upp á mín spurning um hendan misjavna. Eg gjørdi tykkum eisini vart við hetta lýti í mail fáar dagar seinni (5. oktober 2010), men fekk einki svar. Eg havi spurt konkret aftur í mail sent til BK tann 13. december 2010, men heldur einki svar fingið hesaferð. Sakin, annar partur: Eg var biðin um at týða allan tann eingilska tekstin í atlassinum til føroyskt. Hetta umfataði millum annað eisini øll staðanøvnini. Eg gjørdi beinanvegin vart við, at eg í skrift og talu hevði hevði framlagt og undirbygt við fakligum og sakligum, geografiskum argumentum mína støðu á hesum øki. Tí skuldi tað sera góð og nýggj argument til, at eg kundi broyta mína støðu í hesum spurningi. NP segði klárt, at tá FS hevði fingið og goldið fyri mítt handrit (týðingina úr enskum), so átti FS ráðarættin yvir tað, og tað skuldi tá til málsliga, námsfrøðiliga og yrkisliga viðgerð. Eg bað tykkum nærri at lýsa, hvørja ’vøru’ teir vildu hava, ella um tað arbeiði, sum eg helt meg til at gera, svaraði til tykkara ynskir. Tað kundi eg einki svar fáa uppá. Haraftrat bað eg tykkum spyrja nýggju Staða- navnanevndina um teirra sjónarmið um leiðreglur fyri skriving av fremmandum staðanøvnum. Tit svaraðu, at Staðanavnanevndin bert var ráðgevandi, og at tit ikki vildu spyrja hana um nakað fyrr enn seinni. Upp til tann seinasta fundin sendi eg tykkum pr. mail ein samandrátt í 11 punktum av mínum sjónarmiðum á hesum øki. Skjalið nevnist: Eintýdd og praktisk staða­ nøvn. Á fundinum segði eg so, at hetta verða tey princippir, sum eg fari at arbeiða eftir. Tey eru ikki míni uppfinnilsir, men eru ein samandráttur av tí, sum fakbøkur á økinum skriva um hetta evni, og ikki minst, sum eru í samsvar við tær høvuðs- reglur, sum millumtjóða stovnar, til dømis United Nations Group of Experts on Geographical Names, UNGEGN, (har Føroyar eru limir í Norðurlanda arbeiðs- bólkinum) hava uppstillað og viðmælt. Eg spurdi, um tit kundu góðtaka hesi prin- cipp? BK svaraði: ”So leingi ST ikki hevur nakra sendi­ stovu í Havn, so er eingin grund hjá okkum at fylgja teirra ráðum.” Eg var skakað- ur av hesum svari, og segði greitt frá, at eg ikki kundi góðtaka svarið sum eitt haldgott fakligt ella sakligt argument. Tit tóku upp aftur, at mítt handrit fór til viðgerðar á teim røttu støðu- num, og so vildu tit tá taka endaliga støðu. Og tá legði NP aftrat, at hetta atlas fór, sum við øllum tí sum Skúla- bókagrunnurin gjørdi, at byggja á tey verk, sum Grunn- urin longu hevði givið út. Aftan á hetta orðaskifti varð mær greitt, at eingin trygd var fyri, at tey fakligu principp, sum eg fór at arbeiða eftir á hesum øki, fóru at síggjast aftur í tí endaliga verkinum. Úrslitið kundi hugsast at verða, at atlassið fór - við mínum navni á forsíðu og í kolofon - at innihalda landanøvn, sum eru stavaði soleiðis, sum eg við fakligum argumentum havi sagt og skrivað, at tey ikki skulu skrivast. Tí var eg noyddur at siga nei takk til hetta samarbeiðið. Eg loyvi mær at spyrja Føroya Skúlabókagrunn: Fasthalda tit dispositiónina í nýggja atlassinum, har Ísland kemur í stórum málistokki á 4 síðum fremst, meðan Dan- mark einki sjálvstøðugt kort fær, men kemur í minni máli- stokki, sum ein partur av skandinavisku londunum á umleið eini fjórðingssíðu? Hvørjar høvuðsleiðreglur fara tit at brúka, tá landanøvn og onnur staðanøvn í nýggja atlassinum skula skrivast? Rolf Guttesen Opið bræv til Føroya Skúlabókagrunn Eg skrivi hetta opna bræv til tykkara, fyri at fáa svarað tveimum álvarsligum spurningum í samband við, at eitt nýtt atlas er í umbúnað. Spurningarnar seti eg seinast í hesum brævi. Fyrst loyvi eg mær stutt at lýsa sakina