mikudagur 12. januar 2011síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. januar 2011 · Nr. 5
32
Sosialurin
Kjak
Annita á Fríðriksmørk
framsøgufólk Tjóðveldis í skúlamálum
”Størri og sterkari eindir”,
”færri og sterkari pedagog
iskar leiðslur” osfr. Hetta er
tað, sum Javnaðarflokkurin,
og nú eisini løgmaður, lova
føroyingum við nýggja fólka
skúlareforminum.
Hyggja vit so nærri at,
hvat tað er, sum skal gera
eindirnar størri og færri og
sterkari, so siga tey, at tað
eru teir 13 bygdaskúlarnir
kring landið, sum hava 20
næmingar ella færri, sum
nú skulu niðurleggjast, og
næmingarnir koyrast í størru
grannaskúlarnar.
Trupulleikin við hesi ætlan
er tó, at teir næmingar, sum
koma inn á størru skúlarnar
eru so fáir í tali, at teir muna
so lítið í í næmingatali.
Vit tosa um at flyta íalt
100 børn av 13 ymiskum
smáplássum til uml 8 størri
skúlar. Tvs at allir hinir uml
30 skúlarnir í landinum, sum
ikki skulu taka móti børnum
av smáplássum koma at
halda fram júst sum nú,
meðan 8 størri skúlar fáa
nakrar heilt fáar næmingar
afturat.
Tað er tað, sum landsstýrið
kallar reform.
Um næmingatalið økist
út tildømis 400 upp í t.d.
408 hevur onki við styrktar
eindir at gera ella effektivari
leiðslur.
So eru tað tey, sum
velja smáplássini
Nógv tey flestu av okkum
vilja hava, at børn okkara
ganga í stórum skúlum, har
nógv børn eru at verða saman
við, og har tey hava eitt
fjølbroytt úrval av lærarum,
við differentieraðari og tvør
fakligari
undirvising,
við
bólkaarbeiði, har lærarar
sparra hvønn annan osfr osfr
osfr. Hesir møguleikar eru
avmarkaðir í einum skúla,
har tað ganga millum 2 og 20
næmingar. Og millum annað
tí, eru tað so fá, sum velja
tann møguleikan.
Men so eru tað tey, sum
velja smáplássini kortini.
Hetta eru tey, sum tryggja
Føroyum eitt ávíst mentanar
ligt fjølbroytni. Sum tryggja,
at vit ikki verða so einstáttað,
sum vit vildu verið, um vit
bara høvdu býarmentan og
stórbygdamentan.
Felagsskapurin í
bygdasamfelagnum
Treytin fyri trivnaði á smá
plássinum er fyrst og fremst,
at tey hava okkurt at verða
felags um. Ikki Rennibreyt,
Norðurlandahús, ella SMS,
men okkurt, sum stendur í
mát við tað bygd, tey hava
valt at búgva í.
Her spælir skúlin ein
sentralan leiklut. Hann er
staðið, tey hava til felags.
Hervið er ikki sagt, at skúlin
bara skal verða har fyri
felagsskapin.
Hann
skal
sjálvandi primert verða har
fyri børnini. Skúlin skal
verða har fyri at tryggja
teimum ein skúla í nærum
hvørvinum, ein skúla har
tey kenna seg heima, har tey
trívast og mennast tey fyrstu
skúlaárini.
Um skúlin fer úr bygdini
er nógv størri møguleiki fyri,
at trivnaðurin í bygdini fer,
enn um skúli er í bygdini. Í
so máta hevur hann stóran
týdning fyri felagsskapin.
Handlarnir, bankarnir,
posthúsini og nú skúlin
Vit tosa um bygdir, har
nærum øll tey, sum róku
privat virksemi góvust fyri
nøkrum árum síðani. Handl
arnir lótu aftur ein og ein,
bankarnir tað sama og nú
eisini posthúsini. Hetta eru
stovnar sum skulu rekast
eftir marknaðartreytum.
Tað
almenna
hevur
onnur atlit at taka. Hevði
tað ikki tað, skuldu øll bara
flutt til Havnar ella kanska
enntá av landinum, tí tað
man loysa seg betri. Men
tað almenna atlitið í hesum
høpi er at síggja skúlan, sum
eitt stað, har børnini trívast
og mennast og læra. Staðið
har tey, tey fyrstu skúlaárini
kenna hitan frá tí heimliga
umhvørvinum. Minnist til,
vit tosa um børnini, ikki tey
hálvvaksnu.
Børn hava ymisk ynski
Hinvegin, so er tað ógvuliga
ringt at generalisera, tá vit
tosa um børn og um skúla
Og í hesum orðaskiftinum
tosa vit ikki um fjøldina
av skúlabørnum. Vit tosa,
um tey fáu, sum ynskja at
búgva á smáplássinum. Tey,
sum ynskja at ganga í skúla
har. Og møguliga tey, sum
eru potentiell framtíð á
smáplássinum.
Vit tosa sjálvandi eisini
um tey børn, sum búgva á
smáplássum, og sum ynskja
at flyta til størri skúla at
ganga. Tað eru tað ivaleyst
fleiri ella nøkur sum gera.
Er tað so, skal tað almenna
sjálvandi ikki forða teimum í
tí. Men so harfrá og at krevja
tað av teimum, tað kann í
longdini gerast ein dýr søga.
Smábygdirnar eru
við til at ríka okkara
mentanarlív
Vit tosa um børn, sum vaksa
upp úti á einum av smáu
bygdum okkara. Tey sum
hava betri møguleika at
mennast og trívast og læra
har. Í mun til um tey hvønn
morgun verða at fara úr
heimbygdini til ein stóran
skúla til seint seinnapartin,
tá ið skúlabarnaflutningurin
flytur tey heimaftur til heim
bygdina.
Talan er hóast alt um
børn, sum vaksa upp hjá
foreldrum, sum hava valt ta
lítlu bygdina, og tað lív og
mentan, sum har er. Hetta
eru tær fáu familjur, sum
eru við til at ríka okkara
mentanarlív.
Tær
sum
tryggja
ávíst
fjølbroytni
í samfelagnum. Tær, sum
tryggja, at okkurt er, sum
víkir frá býarmentanini og
stórbygdamentanini;
tí
mentan, sum eg og nógv við
mær raðfesta sum okkara
fundament.
Býarmentanin
kemur
”altíð” at verða dominerandi,
og hevur automatiskt tilflyt
arar. Men so er ikki við bygda
mentanini. Hennar yvirliving
er ikki nøkur sjálvfylgja.
Aðrastaðni gevur man
útjaðarastuðul ella skatta
frádrátt til tey fáu, sum vilja
búgva langt burtur frá teim
um sentralu økjunum. Hetta
verður gjørt tí man veit, at
tað fyri heildarsamfelagið
er ríkari, um tað eisini er lív í
økjum kring alt landið.
Vit tosa ikki um at eggja
100 tals fólkum at fara út
á smáplássini. Vit tosa um
at virðismeta tey fáu, sum
hóast alt trívast úti á bygd.
Tey gera Føroyar nógv ríkari
mentanarliga, enn um hesi
øki stóðu fólkatóm.
Fólkaskúlin í tølum
Fólkaskúlin kostar 276 mió
krónur tilsamans. Teir skúlar,
sum hava 20 næmingar ella
færri, eru 16 í tali. Av hesum
eru tríggir skúlar, sum eru á
útoyggj, har ikki er siglandi
aftur og fram dagliga, og
sum samgongan tí neyvan
hevur ætlanir um at flyta av
oyggj. Nú eru 13 skúlar, sum
ætlandi skulu flyta. Hetta eru
skúlarnir í Nólsoy, Sumba,
Oyndarfirði,
Haldarsvík,
á Húsum/Syðradali, Skála
vík, Mikladali/á Trøllanesi,
Funningi, Kunoy, Haralds
sundi, Tjørnuvík, Fámjin og í
Hovi. Hesir hava millum 2 og
20 næmingar í hvørjum skúla
og kosta einar 18 mió kr.
Um
grundgevingin
er,
at spara, so kostar tað at í
hinum endanum í skúlabarna
flutningi, í mistum skatti frá
lærarum, og í skúlagjaldið til
grannakommununa.
Havi skilt, at landsstýrið
heldur seg spara einar 7 mió
kr við reforminum. 7 mió kr
fyri at taka felagsskapin úr
bygdamentanini.
Hetta er tað tey kalla
skúlareform…
Helt, at hesin vinkulin var
neyðugur í støðutakanini hjá
samgonguni, sum eg haldi
hevur selt ein reform, sum
ikki hevur tað innihald , tey
hava reklamerað við.
Styrktur fólkaskúli
ella ein hóttan
Hákun Djurhuus
Stjóri í SEV
Viðmerkingar til oddagrein
í
Dimmalætting
undir
heitinum “Sev stríð”.
Í oddagrein í Dimmalætt
ing 6. januar 2011 verður
sóknast eftir, at SEV kemur
“meira alment fram við,
hvørjar
ætlanir
felags
skapurin hevur”.
“Liggja aðrar ætlanir í
kortunum enn bara vatn
orkuútbyggingin?” verður
m.a. spurt, og víst verður í
hesum sambandi á, at “fleiri
eru farin at ivast í, um vatn
orkuútbyggingin er einasti
vegurin at ganga”.
Til hetta er at siga, at
SEV ongantíð hevur sagt, at
vatnorka er “einasti vegurin
at
ganga”.
Tvørturímóti
verður og hevur eisini verið
arbeitt við vindorku, sjóvar
fallsorku og alduorku, sum tó
nú er steðgað, tí landsstýrið
ikki tók undir við ætlanini.
Vindorka
SEV hevur síðani byrjanina
av 2009 verið til reiðar at
fara undir munandi vind
orkuútbygging í Neshaga.
Sum kunnugt fer útbygging
av vindorku í dag fram eftir
nýggju
elveitingarlógini
og verður stýrd av Elveit
ingareftirlitinum
smbrt.
útdelegering frá Vinnu
málaráðnum.
Í sambandi við útbjóð
ingina hjá Elveitingareftir
litinum av vindorku, har
tilboðini skulu vera inni 11.
februar, verður SEV millum
tilboðsgevararnar.
SEV arbeiðir eisini seri
øst við øðrum vindorku
loysnum.
Oljuprísurin
Umráðandi er tó í øllum
orðaskiftinum
um
prís
hækking v.m. at gera sær
greitt, at raksturin hjá felag
num fyrst og fremst má
hanga saman, og her eru
tað hækkaðu oljuprísirnir,
sum hava skapt størstu
trupulleikarnar.
Hvørt tær ymisku orku
loysnirnar úr vatni, vindi,
sjóvarfalli o.ø. eru dýrari
í mun til hvør aðra ella
ikki, er torført at meta um.
Ymiskt er, hvussu íkastið
ávirkar veitingartrygdina,
eins og loysnirnar eisini
hava ymiska livitíð.
Viðvíkjandi opinleikan
um mótvegis almenningin
um er at siga, at SEV reglu
liga kunnar um virksemi sítt
t.d. á aðalfundum (sum eru
almennir), í árs og fundar
frágreiðingum, á heimasíð
uni og í sambandi við fyri
spurningar frá fjølmiðlum
og almenninginum annars.
Elprísir her og har
At halda uppá – so sum
gjørt verður í oddagreinini
– at elprísirnir í granna
londunum eru nógv lægri
enn í Føroyum, vilja vit
fegin síggja skjalprógvað.
Hagtøl, vit kenna til, vísa
hesum aftur.
Prísirnir í grannalond
unum eru ein samanseting
av framleiðslu og net
kostnaði og avgjøldum v.m.
Almennur stuðul til fram
leiðararnar
framgongur
ikki av prísinum.
Nevnt kann í hesum
sambandi vera, at t.d. danska
orkufelagið Dong Energy
fær almennan stuðul uppá
væl omanfyri 1 kr/kWh
fyri vindorkuútbyggingar
í Danmørk, Týsklandi og
Bretlandi smbrt. grein í
Børsen 13. september 2010.
Annars er tað misvísandi
at samanbera framleiðslu
kostnað og elprísir í einum
lítlum
fjarskotnum
og
isoleraðum oyggjasamfelag
við prísir í stóru granna
londunum, sum eru saman
bundin í felags net og hava
stórrakstrarfyrimunir
í
framleiðsluni.
At enda skal verða sagt,
at SEV heilsar orðaskifti
um elorkuútbygging væl
komnum og luttekur fram
haldandi fegið í kjakinum.
Við nýggjárskvøðu og
vinaligari heilsan
Um orkukeldur
og elprísir