mikudagur 12. januar 2011síða 33
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Mikudagur 12. januar 2011 · Nr. 5
Sosialurin
Kjak
Sjúrður Skaale
Mikudagin
29.
desember
skrivaði Sosialurin SJÚRÐUR
SKULKAR MEST á bæði
forsíðu og spísiseðli.
Hetta var síðsta blað
fyri nýggjár, so orðini lógu í
handlum, á køksborðum og
hingu á spísiseðlum kring
landið í seks dagar, áðrenn
ein onnur yvirskrift fekk
teirra pláss.
Tað er helst rætt, at eg
síðani ólavsøku ellivu ferðir
ikki havi siti í tingsalinum,
tá fundur hevur verið. Og
alt kemst ikki av tí nógv
umrødda marathon-túrinum
í New York.
Men eg havi ikki verið
burturi, tá mál, ið eg varði
av, hava verið á skrá. Eg
havi aldrin forsømt mínar
uppgávur. Eg havi passað
mítt jobb. Tað vita tey, sum
fylgja við í politikki.
Eg ivist heldur ikki í, at
tey 10 tingfólkini, sum hava
forsømt 7, 8, 9 og 10 fundir,
hava passað sítt jobb. Tí tað
er ikki (ið hvussu er ikki
bara) við at sita í tingsalinum,
at ein politikari ger tað,
sum hann skal. Listin hjá
løgtingsskrivstovuni
um
uppmøting fortelur ikki alla
søguna um innsatsin hjá
einum løgtingslimi.
Hinvegin hevur Sosialurin
sjálvsagt fullan rætt til at
brúka henda listan til gera
eina fangandi, persónliga og
eitt sindur argandi forsíðu.
Tað má mann finna seg í. Og
eg hevði heldur ikki ætlað
mær at svarað uppá tað.
"Pamparin"
Men tá orðini um tann stóra
"skulkaran" verða rópt út um
landið í seks dagar, brenna tey
seg føst, og fatanin verður, at
maðurin er eitt dovið beist.
Onkur, sum hevur ser-
ligan áhuga í tí, hevur eisini
granskað meira í viðurskift-
unum hjá skulkaranum.
Tað førdi hósdagin til
eina stórt uppsetta grein í
Oyggjatíðindum undir yvir-
skriftini: "Sjúrður Skaale, løg-
tingsmaður: Ein væl betaltur
pampari".
Dan Klein vísir til søguna
í Sosialinum, men gevur
henni eina sexuta krúllu
afturat: Tá Sjúrður sat á
fólkatingi í 2008 og hevði
farloyvi
frá
løgtinginum,
fekk hann kortini fulla løn
frá løgtinginum!
Dan vísir til lógina, sum
sigur, at løgtingsmaður, sum
tekur farloyvi orsaka av
"fólkatingsørindum",
varð-
veitir rættin til løn.
Fullkomin mynd
Nú bleiv myndin líkasum
fullkomin: Fyri tað fyrsta
røkir Sjúrður Skaale ikki tað
starv, hann er valdur til at
røkja. Hann skulkar!
Fyri tað næsta mjólkar
hann eisini pengar úr skip-
anini, uttan at rætta hond
frá síðu! Dan Klein kon-
kluderar elegant, at skulk-
arin er "av teimum stóru
oportunistunum, og ein væl
betaltur pampari".
Og so koyrir tað, sum tað
skal: Mótstøðufólk hjá mær
og mínum flokki verða ill.
Tey, sum hava stuðlað mær,
verða vónbrotin. - Og onkur
smílist í skeggið, tí hann fær
júst tað, sum hann vil hava...
Eg giti, at greinin eisini
hevur samband við, at eg
í míni nýggju bók sigi, at
endamálið við skrivingini
hjá Dan Klein hvørki er
rættvísið ella sannleikin, men
avdúkingin sjálv. Skandalan.
"Hatta skal Sjúrður hava
ein uppá kjaftin fyri", hevur
Dan helst hugsað.
Problemið er bara, at Dan
staðfestir júst tað, sum eg
sigi í bókini.
Endamálið er skandalan
- og fyri at fáa skandaluna,
offrar hann sannleikan.
Sannleikin
Tí
sannleikin
um
hasar
pengarnar er hesin:
Tá eg í februar 2008 fekk
til uppgávu at røkja fólka-
tingssessin fyri Tjóðveldi,
segði eg beinanvegin løgtings-
sessin frá mær. Eg helt meg
ikki til lítar kunna røkja bæði
størvini í senn.
Løgtingsskrivstovan upp-
lýsti tá fyri mær - júst sum
Dan Klein skrivar - at eg
varðveitti rættin til fulla ting-
mannaløn.
Men hevði Dan havt ringt
til mín - ella til løgtingið - so
hevði hann fingið at vita, at
eg straks skrivaði til stjóran
á løgtingsskrivstovuni, og
bað hana um IKKI at flyta
mær pengarnar.
Súsanna Danielsen, stjóri,
svaraði soleiðis: "Í fólka-
tinginum
kunnu
limirnir
ikki siga lønina frá sær, men
hesa reglu hava vit ikki, so eg
haldi hetta er í lagi."
Síðani varð lønarflytingin
steðgað.
Altso: Eg hevði lógarkrav
uppá pengarnar, men helt
meg ikki hava moralskan
rætt til teir, og tók tí ikki
ímóti
teimum.
(Lønirnar
umskaraðust kortini nakað
tá eg tók við og tá eg gavst á
fólkatingi.)
Hetta var ikki annað en
rímiligt. Tað eru onnur enn
eg, sum hava sagt nei takk til
órímiligar, dupultar lønir, og
eg havi aldrin ætlað at taka
hetta gamla málið fram.
Hinvegin haldi eg, at lógin
eigur at verða broytt.
Má tá nú Dan Klein,
grundað á lygnir, sigur at
eg eri "ein av teimum stóru
oportunistunum og ein væl
betaltur pampari", so má eg
vísa til fakta.
Til endans
Til endans skal eg bara siga,
at eg havi góða samvitsku.
Eg havi ikki annað starv enn
tingstarvið. Mín tíð fer til
at røkja tað so væl, sum eg
dugi. Tað skal eg eisini gera
framyvir. Bæði tá eg siti í
tingsalinum - og tá eg ikki
siti har.
Tann sexuta krúllan hjá Dan Klein
Tá eg sat á fólkatingi í 2008, hevði eg lógarkrav uppá eisini at fáa løn frá Løgtinginum.
Dan Klein kallar meg "væl betaltan pampara" fyri at hava fingið hesar pengar. Men eg
fekk teir aldrin. Eg segði nei takk, tí eg helt tað vera órímiligt at fáa dupulta løn
Seinasti hurluvasin í Føroya Javnaðarflokki
er bert enn eitt dømi um, at tey, ið standa í
fremstu røð í flokkinum, ikki ynskja ella eru
ikki før fyri at leiða flokkin inn aftur á beint.
Rúm tíð er liðin, síðan farið var undir at leita
eftir javnaðarhugsjónunum og rótunum.
Sigast má, at illa hevur gingist. Ístaðin fyri
at taka í egnan barm, so verður nú alment
lagt eftir einum persóni, sum um hesin er
orsøkin til tær mongu "frustratiónirnar,"
flokkurin er komin sær í. Ótrúliga óheppið
og vánaligt.
Løgið, at út av lagi vánaligu veljara-
kanningarnar og útsagnirnar frá trúgvum
javnaðarstuðlum ikki rína við. Umberingar,
so sum at flokkurin er í samgongu við tveir
borgarligar flokkar, kunna ikki brúkast til
nakað sum helst. Tí hvør hevur valt at vera í
hesi samgongu? Óivað høvdu vit verið fleiri,
íð høvdu stuðlað flokkinum í hesi samgongu,
um vit sóu og merktu, at stríðst var bara fyri
onkrum, íð bar brá av javnaðarhugsjónum.
Men so er ikki, og tað er so væl skiljandi.
Síðan núverandi formaður tók við, er einki
mál komið í stevnuskránna, sum kann gera
bata fyri tey, sum eru láglønt og tey, íð ikki
klára dagligdagin. Og hvussu kundu vit
væntað tað, tá mál sum stættarstríð og
samhaldsfesti verða seld Fólkaflokkinum
fyri at sleppa at vera stuðulsflokkur hjá
hesum sama??
So komið ikki og sigið, at tit ikki duga at
selja politikkin!!!
Tað er í tøkum tíma, at Javnaðarflokkurin
fær nýggjan leiðslu.
Má hava nýggja leiðslu
Sigfríður Olsen
Eg má siga, at eg havi fingið
sera nógvar positivar reak-
tiónir upp á skriv míni um,
hvussu vit byrja við at fáa
gongd á effektiviseringar
og betringar av almennu
tænastunum við at byrja á
ovastu rókunum í almennu
fyrisitingini.
Tað hava verið reaktiónir
bæði frá vanligum borgar-
um, um man kann siga tað
so, umframt frá fyrrverandi
týðandi politikarum.
Hvussu koma vit so
víðari.
Vit skulu, soleiðis sum tað
liggur í kortunum, longu um
tveir mánaðir verða samd
um, hvussu vit minka um
undirskotið á fíggjarlógini við
einum 200-300 mió kr, skulu
vit fáa javnvág á fíggjarlógini
innan tíðarskeiðið samgong-
an hevur sett sær fyri.
Eg haldi, at vit skulu
halda fast í, at vit byrja á
ovastu rók, alt annað er ótrú-
verdugt og lítið virðiligt.
Vit eiga longu í verandi
samgonguskeiði at minka
ráðini niður í 6, og vit
skulu leggja undirliggjandi
stovnar saman og annars
fáa teir at samstarva og
samvirka fyri at fáa eina líka
góða og effektiva tænastu.
Er tað ein trupulleiki at
landsstýrisfólk
fara
úr
starvi, so kunnu tey í eini
yvirgangstíð vera tvey í onkr-
um ráðum til eftir eitt val, tá
talið av landsstýrisfólkum
fara at passa betur til talið
av aðalráðum.
Fara vit soleiðis til verka
kunnu vit spara, effek-
tivisera og flyta resssoursir
til at taka hond um tey veiku
í okkara samfelag og til
annað mennandi virksemi.
Lat okkum fara í gongd
nú, tí hvussu hvussu veljarar
annars trúgva okkum.
Frá hugskoti til handling
Kitty May Ellefsen