mikudagur 22. mars 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 57 - 22. mars 2000
Minnini um 1946 ganga aftur
Á tíðindafundi í Tinganesi í gjár segði løgmaður, at danska stjórnin eftir hansara tykki ikki virðir ynski føroyinga um
at gerast sjálvstøðugir, og at arbeiðshátturin hjá Poul Nyrup Rasmussen og stjórn hansara vekir óhugnalig minnir
frá 1946. Tí útilokar landsstýrið ikki, at teir fara at heita á altjóða samfelagið um at hava eyguni við donsku stjórnini
í sambandi við samráðingarnar
SVEINUR TRÓNDARSON
Um nakar føroyingur held-
ur, at tað er gott vinarlag
millum donsku stjórnina og
føroyska landsstýrið, so fer
hann skeivur. Púra skeivur.
Tí eftir samráðingarnar í
Keypmannahavn fríggja-
dagin í síðstu viku er eftir
øllum at døma vorðið ísa-
kalt millum partarnar.
Hetta er ein niðurstøða,
sum kann gerast eftir tíð-
indafundin, sum landsstýrið
skipaði fyri í Tinganesi fyrr-
apartin í gjár.
Góðtaka ikki
føroyska uppskotið
Á tíðindafundinum greiddi
løgmaður frá tilgongdini
undan samráðingunum og
tí, sum fyrifórst á sjálvum
samráðingarfundinum
fyrsta.
Samstundis legði hann
fram øll skjøl í málium og
m. a. legði hann eisini fram
nógv umtalaða skjalið, sum
danska
fíggjarmálaráðið
hevur gjørt.
Og løgmaður lat ongan
vera í ivi um at hann helt
lítið um framferðina hjá
stjórnini á fyrsta fundinum.
– Vit høvdu eina greiða
avtalu um, at landsstýrið
skuldi gera eitt uppskot til
ein sáttmála og at vit eisini
skuldu gera eitt uppskot um
hvussu restin av samráðing-
unum skuldu ganga fyri seg,
men tað gjørdist greitt, alt
fyri eitt, at danska stjórnin
vildi ikki tosa um okkara
samráðingaruppskot. Og
tað er fullkomiliga burtur úr
vón og viti, sigur løgmaður.
Løgmaður greiðir frá, at
tá føroyingar løgdu fram
uppskotið um »Guidelin-
es«, sum sigur hvussu farast
skal fram í samráðingunum
frameftir, tá vrakaði stjórnin
alt.
– Nyrup feiðaði alt av
borðinum, sum stóð í okk-
ara uppskotið til »Guidelin-
es« og tað er av tí heilt ein-
føldu orsøk, at teir vilja ikki
tosað um føroyska uppskot-
ið, sigur løgmaður.
Tað spøkir
Ístaðin vildi stjórnin fyri alt
í verðini hava samráðing-
arnar at ganga út frá einum
uppskotið sum minnir nógv
um andstøðu uppskotið í
Føroyum.
– Hetta kundu vit als ikki
góðtaka tí tað var ein greið
avtala frammanundan, at
tað var uppskot landsstýr-
isins sum var til viðgerar,
sigur løgmaður.
Eitt annað, sum løgmaður
hevur fest seg við er, at
danski
forsætisráðharrin
alla tíðina vil hava fólka-
tingið við í samráðingarnar.
– Hví vil hann tað, spyr
løgmaður og svarar sjálvur.
– Eg eri stórliga bangin
fyri, at hann vil hava málið
í fólkatingið, sum so niður-
bindur stjórnina til bert at
góðtaka trý til fýra ára skift-
istíð og kanska til at koma
við einum øðrum uppskotið
sum teir eisini vilja hava til
fólkaatkvøðu í Føroyum.
Tað vekir óhugnalig minnir
í mær, sigur Anfinn Kalls-
berg.
Hann leggur við øðrum
orðum upp til, at danska
stjórnin tilvitað, hevur latið
upplýsingar leka til donsku
fjølmiðlarnar fyri at undir-
grava samráðingarnar áðr-
enn tær byrjaðu, og eisini
fyri at fáa donsku andstøð-
una í sín part. Og hetta
seinna eydnaðist í hvussu er
í fyrsta umfarið, tí bæði
Anders Fogh Rasmussen, úr
Vinstra og Bedt Bendtsen
úr Konservativa flokkinum
hava bakka upp um Nyrup.
– Tølini, sum danska
stjórnin leggur fyri dagin,
eru fullkomiliga burtur úr
vón og viti. Harafturat er
útrokningin av føroyingum
í Danmark forkastilig og
eigur ikki at koma fyri nakr-
astaðni. Tað einasta stjórnin
vinnur við hesum er, at øsa
fólk, og tað verður so gjørt
við skeivum upplýsingum,
sigur løgmaður.
Altjóða eygleiðarar
Sambært løgmanni hevur
samráðingartilgongdin hig-
artil verið sera skelkandi og
tí avvísir hann ikki møgu-
leikanum fyri, at fáa altjóða
samfelagið at hava eyguni
við framferðini hjá donsku
stjórnini.
Í kunningarritið til fjøl-
miðlarnar sigur løgmaður:
– Í øðrum pørtum av
heiminum er vanligt at heita
á altjóða samfelagið um at
hava eyguni við tilgongdini
um útlendska ríkisvaldið
leggur seg ov hart útí til-
gongdina.
– Vónandi verður ikki
neyðugt hjá okkum føroy-
ingum at heita á altjóða
samfelagið um at hava eyg-
leiðara við á teim samráð-
ingarfundum, ið fara at
koma.
Spurdur, svarar løgmað-
ur, at hann vónar ikki at tað
verður neyðugt og tí kunnu
vit gita okkum, at løgmaður
ætlar sær at brúka henda
møguleika um tað verður
neyðugt.
Í hesum sambandi er vert
at nevna, at íslendski for-
sætisráðharrin David Odds-
son hevur boðið sær til at
verða millumgongumaður í
samráðingunum
millum
Danmark og Føroyar.
Løgmaður var spurdur
um hetta var eitt hugskot og
svarið hann gav bar á tað
borið, at uppskotið var ikki
av leið.
– Hann kennir íslendsku
søguna, segði løgmaður
stutt.
– Danska stjórnin hevur borið sera ófantaliga at í hesum máli. Teir hava við vilja latið skeivar upplýsingar leka til donsku fjølmiðlarnar. Teir hava
fingið andstøðuflokkarnar at taka undir við sínum ætlanum við at seta føroyingum harðar treytir, og tí eri eg sera spentur upp á hvat fer at henda
tann 6. apríl, sigur Anfinn Kalsberg og leggur afturat, at tað vekir óhugnalig minnir um 1946, sum stjórnin ber seg at
Lesið meira á síðu 9
Byrjað verður fríggjakvøldið kl. 20.30 (ella tá Smyril er komin). Skrá sambært viðtøkunum.
Leygardagin verður hildið fram við hesi skrá:
Kl. 10.00 leggur formaður landsfelagsins upp til
politiskt orðaskifti
Kl. 12.00 verður døgurðasteðgur
Kl. 13.00 heldur orðaskiftið fram
Gestarøðari frá Vinstra verður við á fundinum. (Nærri verður lýst um hetta seinni).
Leygarkvøldið kl. 19.30 verður veitsla, har øll Sambandsfólk eru vælkomin.
Tekning til veitsluna og til gisting á tel. 318870 ella fax 318910.
Teldupostur: samband@post.olivant.fo Seinasta freist at tekna seg til veitsluna er hósdagin
23. mars. Kostnaður fyri veitsluna kr. 120,-
Øll sambandsfólk eru vælkomin
LANDSFUNDUR SAMBANDSFLOKSINS 2000
verður á Hotel Øravík fríggjadagin 24.- og leygardagin 25. mars
LANDSNEVNDIN
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Høgni Mohr
Yngd: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Sosialurin
Oddagrein
Rætt hevur landsstýrið í, at samráðingar-
tilgongdin hevur verið skelkandi higartil, sum
sagt verður í Kunningarritinum, sum lands-
stýrið handaði á tíðindafundinum í Tinganesi
í gjár.
Somuleiðis skal á hesum stað verða tikið
undir við, at tað skuldi verið óneyðugt at
tilnevnt ein altjóða eygleiðara at fylgja við
samráðingunum millum donsku stjórnina og
Føroya Landsstýri.
Tað hevði verið stór skomm. Talan skuldi verið
um tvey siviliserað lond, sum hava havt søg-
uligt samband í 600 ár. Hóast Føroyar vóru
eitt hjáland ein stóran part av hesi tíð, hava
vit ikki hildið okkum vera hjáland seinastu
mongu árini.
Heldur ikki skuldi verið neyðugt við Dáviði
Oddson, íslendska forsætisráðharranum,
sum semingsmanni í uppgerðini millum Dan-
mark og Føroyar. Nú verður sagt uppgerðini
millum Føroyar og Danmark. Tað skuldi ikki
verða ein uppgerð, sum tilgongdin hevur
verið, kunnu vit næstan staðfesta, at í dag er
talan um eina uppgerð.
Í øllum førum løgdu føroyingar út við at seta
upp roknistykki um hervaldið, og hvat Dan-
mark hevði spart við at hava herstøðir í
Føroyum og Grønlandi, og danska stjórnin
svaraði aftur við at seta tøl á útreiðslur, sum
danir hava av føroyingum og føroyskum av-
talum, viðurskiftum o. ø.
Men vónandi kann hugtakið »uppgerð« skift-
ast út við eina samráðingarstøðu, nú luftin
vónandi verður reinskað, sum Høgni Hoydal,
landsstýrismaður, segði á tíðindafundi í Keyp-
mannahavn í gjár.
Tað er tvingandi neyðugt, um vit ikki skulu
enda aftur í somu støðu, sum í 1946, sum
Anfinn Kallsberg, løgmaður, nevndi á tíðind-
afundinum í Tinganesi í gjár. Tað má ikki
henda, at føroyingar aftur hesaferð skulu velja
millum eitt føroyskt uppskot og eitt danskt
uppskot.
Avleiðingin av tí kann gerast, at tjóðskapar-
spurningurin aftur verður eitt politiskt evni,
sum trokar onnur átrokandi samfelagsmál
alt ov langt aftur. Henda støða, sum vit hava
havt seinastu hálvthundrað árini, hevur darv-
að eini samfelagsligari menning í Føroyum í
so nógv.
At vit komu í hesa støðuna er óheppið, og
vit kunnu tí einaferð afturat spyrja, um lands-
stýrið hevur mýkt støðuna í Føroyum nóg
mikið undan samráðingunum.
Neyvan, tá landsstýrið nústani nú í sjálvum
sáttmálauppskotinum tekur tann »frælsa fel-
agsskapin«, sum varð umrøddur í Hvítubók,
framaftur. Hví hevur hann ikki verið meira
umrøddur og viðgjørdur á fundinum millum
landsstýrið og andstøðuflokkarnar.
Ikki aftur 1946…
Framferðin hjá Nyrup var brutal
Fyrrverandi leiðarin hjá teimum Konservativu, Per Stig Møller, finnist harðliga
at framferðini hjá danska forsætisráðharranum undir samráðingunum landsstýrið
EYÐUN KLAKSTEIN
Danski forsætisráðharrin
skaddi samráðingarnar mill-
um donsku stjórnina og
landsstýrið, tá hann kom við
sínum ultimativa útspæli
fríggjadagin.
Tað heldur fyrrverandi
leiðarin í danska Konserva-
tiva Fólkaflokkinum, Per
Stig Møller, sum framvegis
er fólkatingsmaður fyri
flokkin.
– Framferðin hjá Nyrup
var brutal og óstortlig. Hann
mátti havt lært av banka-
málinum, at soleiðis ber tað
ikki til at fara við føroying-
um. Harðarenda útspælið
hjá honum fríggjadagin
skaddi samráðingarnar, sig-
ur hann við Sosialin.
– Føroyar eiga eina fram-
tíð innan fyri ríkisfelags-
Pegasus fer at senda á Rás 2
Studio Pegasus í Klaksvík og Rás hava gjørt avtalu um, at klaksvíkingar fara
at senda fimm tímar um vikuna á Rás 2
EYÐUN KLAKSTEIN
Seinasta dagin í apríl fer
Studio Pegasus í Klaksvík
fyrstu ferð at senda útvarp.
Hetta er avgjørt, eftir at
Rás 2 og Studio Pegasus
gjørdu eina samstarvsavtalu
mánadagin. Hon hevur við
sær, at í fyrstu atløgu fara
klaksvíkingar
at
senda
fimm timar við útvarpi á
Rás 2 hvørja viku.
– Síðani Pegasus fór at
virka, hevur tað alla tíðina
ligið í kortunum, at vit
skuldu fara at senda útvarp
eisini. Nú gera vit eina var-
isliga byrjan saman við Rás
2, sigur Steintór Rasmus-
skapin, men harða útspælið
hjá Nyrup kann geva teim-
um, sum vilja taka loysing,
enn størri undirtøku, heldur
Per Stig Møller.
Neyðugt at samráðast
Per Stig Møller vil ikki gera
viðmerkingar til innihaldið
í útspælinum hjá Nyrup,
men hann hevur at fram-
ferðini hjá danska forsætis-
ráðharranum.
– Føroyingar komu við
einum útspæli, og eg eri
púra samdur við løgmanni
í, at samráðingar síðani
skulu vísa, hvat úrslit part-
arnir koma til. At Nyrup
tekur eina avgjørda støðu,
áðrenn samráðingarnar eru
byrjaðar, er púra burtur við,
heldur Per Stig Møller.
– Nyrup við í fyrsta lagi
gjarna vísa seg sum ein
sterkan mann, og í øðrum
lagi vil hann helst hjálpa
føroyska javnaðarflokki-
num. Men mín meting er,
at hann hevur gjørt støðuna
verri, tí tað er einki at siga
til, um enn fleiri føroyingar
fara at ynskja at sleppa burt-
ur úr ríkisfelagsskapinum
við Danmark eftir slíka við-
ferð.
Vánalig byrjan
Per Stig Møller heldur, at
stjórnin hjá Nyrup skal meta
føroyingar sum frændur
heldur enn fíggindar, og at
samráðingar skulu vísa, um
framtíðin hjá Føroyum er
innanfyri ella uttanfyri
ríkisfelagsskapin.
– Hesar loysnir hava
ymiskar treytir við sær, men
tað er týdningarmikið, at tað
verður gjøgnum samráðing-
ar, at partarnir koma til eitt
úrslit. Og at partarnir nú
stríðast í fjølmiðlunum er
prógv um, at samráðingar-
nar fingu eina sera vánaliga
byrjan.
Og sambært Per Stig
Møller er tað danski forsæt-
isráðharrin, sum skal last-
ast fyri støðuna.
sen, sum rekur Studio Pega-
sus.
Pegasus ger sjálvt íløgur
í tekniska útgerð, sum fer
at gera tað gjørligt at senda
beinleiðis úr studionum.
Hetta hevur við sær, at Peg-
asus ikki bindir seg meira
til Rás 2 enn við teimum
fimm tímunum um vikuna,
og tí er samstarv við onnur
eisini gjørligt í framtíðini.
Ætla at gera
gott útvarpstilfar
Næstu 40 dagarnar fara
Steintór Rasmussen og
fólkini, sum skulu gera
sendingarnar úr Klaksvík, at
fyrireika seg væl.
– Vit ætla at gera gott út-
varpstilfar, og vit fara at seta
høg krøv til bæði innihald
og tekniska góðsku. Tí ælta
vit at fyrireika okkum væl
til 30. apríl, sigur Steintór
Rasmussen.
Tað verða fólk úr Klaks-
vík, sum fara at standa fyri
sendingunum, men enn vil
Pegasus ikki út við, hvat
tilfar talan er um. Vit hava
tó skilt, at talan verður um
onkra undirhaldssending
umframt aðrar sendingar.
– Fólk vænta, at okkurt
verður sent úr Klaksvík, nú
Rás 2 fer at senda her, og
vit hava tikið væl ímóti Rás
2, tá teir hava vent sær til
okkum. Vit fegnast eisini
um, at teir eru hugaðir í
samstarvi, sigur Steintór
Rasmussen.
Útbyggja studio
Studio Pegasus, sum skjótt
hevur tvey ár á baki, hevur
higartil bara virkað sum
upptøkustudio. Nógvar av
best umtóktu føroysku fløg-
unum í fjør vórðu upptiknar
í studionum.
Men framyvir fer Pegasus
eisini at verða útvarpsstud-
io. Tvey upptøkuhøli eru í
Pegasus, og annað av hes-
um verður framyvir sett av
til útvarpssendingar. Hetta
studio verður út- og umbygt
næstu vikurnar, so tað lýkur
øll krøv, sum verða sett til
eitt nýmótans útvarpsstud-
io.
– Vit gera sjálvir hesar
íløgur, so vit eru fríttstill-
aðir, um onnur eru áhugað í
at lata okkum gera útvarps-
tilfar úr Norðoyggjum, sig-
ur Steintór Rasmussen.
Umframt tøkniliga út-
bygging, ætlar Pegasus eis-
ini at innrætta høli til eina
redaktión, har fyrireiking og
annað arbeiði kann fara
fram.
– Tað fer helst at merkja
sendigarnar, at tær verða
gjørdar í Klaksvík, men tal-
an verður ikki um beinleiðis
lokaltilfar. Tað skal vera líka
stuttligt hjá øllum før-
oyingum at lurta eftir okk-
um, sigur Steintór Rasmus-
sen.
– Vit ætla at gera gott útvarpstilfar, og vit fara at seta høg krøv til bæði innihald og
tekniska góðsku, sigur Steintór Rasmussen, sum er ein teirra, ið fer at gera útvarpstilfar
í Klaksvík. Á myndini Sonne Smith, tíðindastjóri og Petur Jacobsen, stjóri á Rás 2
– Framferðin hjá Nyrup
var brutal og óstortlig,
heldur konservativi Per
Stig Møller