Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-22, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. mars 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindablaðið sosialurin Nr. 57 - 22. mars 2000 4 tíðindablaðið sosialurin Nr. 57 - 22. mars 2000 Føroyska roknistykkkið ov bjartskygt Danski forsætisráðharrin vísir á, at eingin møguleiki er fyri, at tað fer at eydnast at fáa 650 milliónir at verða trý prosent av bruttotjóðarúrtøkuni innan 15 ár, tí heldur før- oyska modellið fyri skiftistíð ikki JOHN JOHANNESSEN ÚR KEYPMANNAHAVN Í sáttmálauppskotinum til donsku stjórnina sigur landsstýrið seg ynskja eina avtalu um fíggjarliga skift- isskipan, ið sigur, at blokk- stuðulin skal minkast niður á 650 milliónir um árið, og síðani halda fram til blokk- stuðulin er trý prosent av bruttotjóðarúrtøkuni. Men landsstýrið vísir samstundis í sáttmálaupp- skotinum á, at tað skal bera til hjá báðum pørtum at siga sáttmálan upp, tá 12 ár eru liðin. Tí er ikki neyðugt hjá danska statinum at halda fram at veita føroyingum blokkstuðul heilt fram til ta stund, tá 650 milliónir eru vorðnar trý prosent av før- oysku bruttotjóðarúrtøkuni. Kortini heldur heldur danski forsætismálaráðharr- in, Poul Nyrup Rasmussen, lítið um modellið. Á vikuliga tíðindafundi sínum í speglsalinum í for- sætismálaráðnum týsmorg- unin segði hann seg meta roknistykkið sum alt ov bjartskygt, og skuldu føroy- ingar náa málinum innan 15 ár, skuldi ein ógvuliga stór- ur búskaparvøkstur til. Spurninginum, um sjórn- in ikki kann góðtaka mod- ellið, tá tað jú ber til at siga sáttmálanum upp eftir 15 ár- um, bar ikki til at fáa for- sætismálaráðharran at svara. Fara at hyggja upp á tølini Poul Nyrup Rasmussen vildi heldur ikki gera stór- vegis viðmerkingar til tølini hjá danska fíggjarmálaráð- num, ið løgd vórðu fyri landsstýrið undir samráð- ingarfundinum fríggjadag- in. Hóast tølini bert vísa á, hvørjar útreiðslur eru av før- oyingum – eisini teimum, sum búgva fast í Danmark, helt forsætisráðharrin, at roknistykkið ikki kundi metast annað enn rímuligt. – Tað er sjálvsagt best, at vit spæla við opnum kortum undir samráðingunum, og tí haldi eg, at tað var rætt av okkum at leggja hesi tølini, ið fíggjarmálaráðið hevur gjørt, fram, helt Nyrup. Føroysku tíðindafólkini vístu danska forsætisráð- harranum á, at føroyingar halda tølini verða gjørd út frá skeivum fortreytum. Ser- liga tá einki er nevnt um, at føroyingar, sum búgva í Danmark, eru arbeiðsorka í Danmark, somuleiðis sum teir gjalda skatt. Men hesum spurningi- num vísti Pou Nyrup Ras- mussen aftur við at siga seg ganga út frá, at Fíggjarmál- aráðið hevði tikið hædd fyri øllum, tá útrokningarnar vórðu gjørdar. Kortini vísti danski for- sætisráðharrin á, at donsk og føroysk embætisfólk fara at hyggja eftir faktuella grundarlagnum hjá báðum pørtum, áðrenn næsta sam- ráðingarfund. Tó ætla føroyingar sær, sum Sosialurin skilir, ikki at gera nakað serliga nógv við at rokna víðari upp á síni tøl. Føroyingar meta seg hava gjørt eitt so mikið gott forarbeiðið, at tað ikki er neyðugt at rokna umaftur upp á tølini. Breiður meiriluti hevur týdning Poul Nyrup Rasmussen varð av donskum tíðinda- fólki spurdur, um tað er rætt, at hann hevur tryggjað sær breiðan meiriluta í donsku andstøðuni fyri støðu síni í føroyska full- veldisspurninginum. Hetta váttaði danski for- sætisráðharrin, og segði hann, at tað sjálvsagt var neyðugt við breiðum meir- iluta í Danmark fyri so álv- arsomum máli. – Eg haldi, at eg hevði svikið fólkið, hevði eg ikki tosað við andstøðuna, segði Poul Nyrup Rasmussen og vísti á, at føroyingar eisini hava ráðført seg við and- støðuna í fullveldismáli- num. – Eg haldi, at eg hevði svikið fólkið, hevði eg ikki tosað við andstøðuna, segði Poul Nyrup Rasmussen og vísti á, at føroyingar eisini hava ráðført seg við andstøðuna í fullveldismálinum Mynd: Jens Kristian Vang Lærarar herða tiltøkini DAGFINN OLSEN Føroya Lærarafelag hevur sent út tvey tíðindaskriv, har boðað verður frá, at felagið herðir tiltøkini. Eisini verð- ur heitt á Signar á Brúnni, landsstýrismann, um at gera greitt, hvat hann ætlar við nýggju fólkaskúlalógini. Herða tiltøkini Eftir at samráðingarnar mill- um Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið slitnaðu á kvøldi 7. mars, hevur samband ikki verið millum partarnar. Síðani hava sáttmálasettu lærararnir verið í arbeiðs- Føroya Lærarafelag heldur, at tað er óhoyrt, at eitt fakfelag skal seta tiltøk í verk, fyri at fáa eina lóg at virka Aftur í 60’árini í Sørvági steðgi. Felagið hevur gjørt av at herða tiltøkini. Galdandi frá 20. mars 2000. Felagið noktar limum sín- um, sáttmálasettum og tæn- astumonnum, at luttaka á verandi og komandi skeið- um í Føroyum, so leingi ar- beiðssteðgur er. Samstundis verður noktað limunum at senda umsóknir til skeið hjá Eftirútbúgvingini hjá UMMS og Landsmiðstøðini fyri Undirvísingaramboð. Felagið metir, at røkt av søvnum, serstovum og am- boðum í fólkaskúlanum er partur í ósemjuni og at hetta ikki er tænastu skylda. Felagið noktar tí limum sín- um at gera hetta arbeiði, so leingi eingin avtala er fingin í lag hesum viðvíkjandi, um løn og tímaniðurskurður ikki verður veittur. Frá 20. mars 2000 er ar- beiðssteðgur settur í verk fyri sáttmálasettar limir felagsins, sum arbeiða hjá Skúlabókagrunninum og Landsmiðstøðini fyri Und- irvísingaramboð. Einki próvtøkutilfar Føroya Lærarafelag noktar limum sínum at gera skrivligt próvtøkutilfar, har tað ikki er tænastuskylda. Hetta er galdandi fyri allar skúlar, eisini teir, sum eru uttanfyri fólkaskúlan. Felagið noktar limum, sáttmálasettum og tænastu- monnum, sum starvast í al- mennu frítíðar-, kvøld- og ungdómsskúlunum at und- irvísa, so leingi arbeiðs- steðgur er. Heita á Signar Føroya Lærarafelag hevur sent skriv til Signar á Brúnni, landsstýrismann í skúlamálum. Felagið krevur, at lands- stýrismaðurin í skúlamálum klárt ger greitt, hvat hann ætlar við nýggju fólkaskúla- lógini. Í dag letur Petur Prent Mikkelsen upp listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík DAGFINN OLSEN Petur Mikkelsen kenna tey flestu sum Petur Prent og tað er eisini tað, ið hann skrivar á málningar sínar. Petur Prent letur í dag upp framsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Við eru eini 60 verk. - Hví ikki mála tað, ið ein gongur á? Eg máli grót, skursl og mosa, hóast tað kanska ikki er so brávakurt, sigur Petur Prent. Tað er mest umhvørvið við Boðanes og Hoydalar – Hví ikki mála tað, ið ein gongur á? Eg máli grót, skursl og mosa, hóast tað kanska ikki er so brá- vakurt, sigur Petur Prent Mynd: Jens Kristian Vang Leygarkvøldið verður stórt dansitiltak í Sørvági til frama fyri SÍ-húsið DAGFINN OLSEN Leygarkvøldið 25. mars fara vágabólkar, sum leiktu í 60’árunum, aftur á pall í Sørvágs Bio. Skip- að verður tá fyri stórum 60’ara dansi. Líknandi til- tak var í fjør og var tað sera væl eydnað, hóast fleiri av tónleikarunum ikki høvdu hildið á guitara í fleri ártíggju. Bólkarnir, sum verða endurreistir leygarkvøld- ið, eru Teenagers, The Faroes, No no Beats, New Beats, Faroe Star og Blue Diamonds. Atgongumerkini fáast í forsølu í Vágunum og í Havn hjá Deres og á Kunningarstovuni. Prís- urin í forsølu er 100 krónur og við dyrnar 130 krónur. Byrjað verður klokkan 24 leygarkvøldið og pen- ingurin, ið kemur inn, fer til SÍ-húsið. Felagið vísir á, at arbeiðs- steðgurin nú hevur vart í nærum tvær vikur og at støðan gerst meira og meira kaotisk. Føroya Lærarafelag sigur seg ikki kunna góðtaka, at tann, sum hevur ábyrgdina av fólkaskúlanum, bara sit- ur upp afturá og kastar ábyrgdina á onnur. Felagið metir verða ó- hoyrt, at eitt fakfelag skal seta tiltøk í verk, fyri at fáa eina lóg at virka. Føroya Lærarafelag sigur, at kemur nakað ítøkiligt frá landsstýrismanninum í skúlamálum, so er felagið til reiðar at viðgera hetta. og Hoyvík, ið hann hevur málað, umframt, Gásadal, Gøtu og Rock All. Eisini hevur prentarin ella grafikarin nøkur lino-prent við, ið eru hondprentað og eisini er ein træskurður við. Sýningin er í døgunum frá 22. til 26. mars og er opin frá klokkan 15 til 19. Eivør Pálsdóttir quartett við Paul Zauner & John Purcell Havnar Jazzfelag og Norðurlandahúsið hava í ár saman fyrireikað 6 konsertferðir í Føroy- um við útlendskum sol- istum í samanspæli við føroyskar bólkar. Sam- starv er við feløg kring landið, so sum Grót í Gøtu og Høganes í Runavík og bygdahús ymsastaðni. Í mars verða 4 kon- sertir við vitjan úr Eyst- uríki. Tað er ein trom- bonspælari og ein saxofonspælari, sum vitja. Samstarvið er komið í lag í sambandi við luttøku hjá Tutl á MIDEM í januar. Talan er um eitt slag av sam- arbeiði, har føroyskar jazzbólkar eisini kunnu fáa samband við konsertstøð í Eysturríki í framtíðini. Móttøkubólkurin hesaferð er Eivør Páls- dóttir Kvartett, sum hevur ment seg serstak- liga væl í seinastuni - bólkurin spælir alment fleiri ferðir um vikuna: Eivør Pállsdóttir, sang, Búi Dam, gittar, Mikael Blak, kontra- bass, Brandur Jacob- sen, trummur. Vitjandi: Paul Zau- ner, trombon og John Purcell, saxofon SKRÁ: Hóskvøldið 23/3 kl 21:00 Cleopatra (Havn) Fríggjakvøldið 24/3 kl 21:00 Nólsoy Leygarkvøldið 25/3 kl 21:00 Grót (Losjan í Gøtu) Sunnudagin 26/3 kl 16:00 í Norður- landahúsinum Seinni í ár koma sol- istar úr Sámalandi, Finnlandi, Danmark og Svøríki at vitja í Før- oyum. - do - Konsertir við út- lendskari vitjan Eivør Pálsdóttir Kvar- tet fer á konsertferð Mynd: D.Olsen Petur Prent í Lítluvík Blandað manning í gomlu dansistovuni í Sørvági umleið 1964. Erling Simonsen, Eivind Simonsen, Jóan Jacob Guttesen og Hans Jacob Ronny Hansen