Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. mars 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindablaðið sosialurin Nr. 57 - 22. mars 2000 6 tíðindablaðið sosialurin Nr. 57 - 22. mars 2000 Skuldi bara kostað átta milliónir meiri – Lærarafelagið hevur ikki rætt í, at tað er ein treyt, at nýggja fólkaskúlalógin kostar 18-20 millóniur meiri, sigur Bjarni Djurholm, lærari og politikari ÁKI BERTHOLDSEN – Tá ið nýggja fólkaskúla- lógin varð sett í verk fyri trimum árum síðani, fingu vit at vita, at hon fór bara at kosta átta milliónir meiri enn tann gamla lógin. Hetta sigur Bjarni Djur- holm, politikari og lærari. Sum politikari var hann formaður í mentamála- nevndini, sum í viðgjørdi málið um nýggju fólka- skúlalógina, og nú er hann formaður í fíggjarnevndini. Sum lærari er hann vara- stjóri í Eysturskúlanum. So alt í alt skuldi hann havt so gott innlit sum fáur í tað nýggju fólkaskúlalóg- ina, og hvat, hon ber í sær. Vit hava spurt hann, hvat heldur um ósemjuna, ið mestsum hevur lagt fólka- skúlan lamnan. Og Bjarni Djurholm er avgjørt ikki samdur í, at tað er nøkur natúrlóg, at tann nýggja fólkaskúlalógin partú skal kosta 18-20 milli- ónir meiri, soleiðis, sum ført hevur verið fram. Hann sigur, at tá ið lógin varð samtykt í 1997, fekk løgtingið at vita frá Lands- stýrinum, at tann nýggja lógin fór at kosta einar 8-9 milliónir meiri enn lógin, sum var í gildið. – Og tað var enntá aftaná tær stóru sparingarnar, sum vóru gjørdar í kreppuárun- um. Gullrandaður skúli Bjarni Djurholm sigur, at tað er fyri ein stóran part latið upp í hendurnar á landsstýrismanninum í skúlamálum at gera av, hvussu nógv tann nýggja fólkaskúlalógin skal kosta. – Gamla fólkaskúlalógin var ein karmur og vórðu allir karmarnir fyltir, kundi hon fyri tað væl havt kostað 50 milliónir meiri, enn hon gjørdi. – Nýggja fólkaskúlalógin er eisini ein karmur. Men ein aðalmunur á hesari lóg- ini og teirri gomlu, er, at hendan nýggja lógin er í stóran mun stýrd av kunn- gerðum. – Hvussu nógv, skúlin skal kosta, veldst tí alt um, hvussu nógvar kunngerðir verða settar í verk. – Men ikki minst veldst tað um, hvussu umfatandi, ella „gullrandaðar“ hesar kunngerðirnar verða. — Landsstýrismaðurin í skúlamálum hevur tískil heilt og fult tamarhald á, hvussu nógv skúlin skal kosta. – Tað var eisini endamál- ið, at tann nýggja lógin skuldi setast í verk í stigum yvir eitt longri áramál. Bjarni Djurholm sigur, at eftir hesi nýggju lógini ber tað eisini væl til at fáa skúlan at kosta 50 ella 100 milliónir meiri, enn hann ger, tað er bara at seta nógv- ar, umfatandi kunngerðir í gildi. Og hann leggur afturat, at tær kunngerðir, sum eru settar í verk, bera ikki á tað borðið, at ætlanin er at ganga í smáum skóm, tí tær hav verið so víttfevndar, sum tað fakliga hevur verið ynskiligt at tær skulu vera- men tær taka onki fíggjar- ligt atlit. – Og hevur landsstýris- maðurin hildið at skúlin bleiv ov dýrur, hevur hann havt allar møguleikar til at útseta gildiskomuna. Men skulu vit ikki hava ein skúla á sama støði sum hini norðurlondini? – Tað vildi verið burtur- við at sagt nakað annað, men tá ið dentur verður lagdur á tann fíggjarliga partin, hevur landsstýris- maðurin heimild til at av- marka kunngerðirnar, og til at útseta gildiskomuna, utt- an at tað nervar undirvís- ingina, soleiðis, sum hon er nú. Signar og Karsten mugu semjast Bjarni Djurholm sigur, at tað er harmiligt, at ósemjan um viðurskiftini í skúlanum skuldi enda við arbeiðs- steðgi. Fyrsta treytin fyri at loysa hesa ósemjuna, er, at Lands- stýrismaðurin í fíggjarmál- um og í skúlamálum finna saman og draga somu línu mótvegis lærarunum. – Í løtuni tosar Signar á Brúnni í eyst um, at nýggja skúlin áleggur lærarum meiri arbeiði og at tað eiga teir samsýning fyri. – Samstundis tosar karsen Hansen í vest um, at hann vil ikki gjalda. – Sostatt hevur Lærara- felagið tveir mótpartar. Og undir slíkum umstøðum er tað ómøguligt at loysa ó- semjuna. Bjarni Djurholm sigur, at tað tí er neyðugt at lands- stýrismenninir seta seg saman og finna eitt felags stev mótvegis landsstýrin- um. – Tað er neyðugt, at teir finna útav í felag, hvussu nógv skúlin skal kosta. – Og tá ið teir hava funnið útav tí, skulu teir geva Lær- arafelagnum eitt eitt ítøki- ligt útspæl, sigur Bjarni Djurholm. Tað hvílur ein tung ábyrgd á landsstýrismonnunum Signari á Brúnni og Karsten Hansen. Tí fyrsta treyt fyri at loysa ósemjuna, er, at teir báðir semjast, sigur BjarniDjurholm ÁKI BERTHOLDSEN –Nú er tíðin komin, at løg- maður má leggja upp í og fáa ein enda á arbeiðssteðg- inum í fólkaskúlanum. Tað heldur Thordur Thor- steinsson, formaður í for- eldrafelagnum í Hoyvík. Hoyvíkar Skúli er so hart raktur sum nakar av ar- beiðssteðginum, tí har eru heilir 14 av teimum 24 lær- arunum í arbeiðssteðgi. Foreldrafelagið í Hoyvík er eisini tann foreldrabólk- urin, sum hevur gjørt mest vart seg í hesi ósemjuni. Og nú ætlar felagið at kalla saman til fundar, har ið umboð fyri Lærarafel- agið skal greiða teimum frá støðuni og, hví hendan ó- Nú má løgmaður leggja uppí – Støðan sær vónleys út, heldur formað- urin í foreldrafelagnum í Hoyvík semjan tók seg upp. Thordur Thorsteinsson sigur, at enn er ikki greitt, nær hesin fundurin verður, og um tað ber til at fáa Lær- arafelagið at greiða frá støð- uni, men hann sigur, at tað verður umhugsað at halda fundin fyri øllum foreldr- unum. Løgmaður má leggja upp í Annars harmast formaðurin í foreldrafelagnum um, at tað tykist ikki, sum um nak- ar sum helst røringur er í málinum og at allar samráð- ingar fullkomiliga liggja í dvala. – Tað tykist sum um mál- ið liggur fullkomiliga stilt. – Men tað kann ikki ovastu ábyrgdina av fólka- skúlanum. – Tí er tað neyðugt, at løgmaður nú áleggur lands- stýrismanninum í skúlamál- um og í fíggjarmálum at bera so í bandi, at samráð- ingarnar verða tiknar upp- aftur. – Samstundis eigur løg- maður at gera teimum báð- um teirra ábyrgd greiða. – Tí nú tykist tað, sum um fíggjarliga ábyrgdin og und- irvísingarliga ábyrgdin nú eru samanvavd, so at ongin finnur útav nøkrum. Thordur Thosteinsson heldur, at støðan er so ó- greið í løtuni, at løgtingið eigur bara at taka nýggju fólkaskúlalógina av fyribils og at seta tað gomlu lógina í gildi í eini tvey, trý ár, inntil landsstýrið hevði gjørt sær púra greitt, hv at ætlanin er við teirri nýggju lógini. – At leggja alt lamið tænir ongum endamálið, sigur Thordur Thorsteinsson. ganga í longdini og tí er tað neyðugt, at løgmaður nú traðkar til og átekur sær sína ábyrgd sum ovasti leiðari landsstýrisins. Thordur Thorsteinssin fýlist serliga á, at Signar Á Brúnni týðiliga hevur boðað frá, at hann fær onki gjørt, hóast lógin áleggur honum – Nú má løgmaður traðka til og fáa ein enda á ósemjuni í fólkaskúlanum so at børnini sleppa aftur í skúla, heldur formaðurin í foreldrafelagnum í Hoyvík. Samstundis eigur nýggja skúlalógin at verða sett úr gildi í eini tvey, trý ár EDVARD JOENSEN Uppgávan er at bera Guðs orð út um landið, samstund- is sum sagt verður frá til- tøkum og kirkjuligum ar- beiði, sigur Tom Skaale, ábyrgdarblaðstjóri á Trú- boðanum. Í niðastu hædd í norðara enda í Leguhúsinum í Nes- vík heldur blaðið Trúboðin til. Blaðrúmið er útgjørt, sum eitthvørt tilsvarandi rúm er í dag við teldum og skannarum. Ein blaðmaður starvast fast á blaðnum. Umframt er samstarv við fólk, sum javnan senda til- far til blaðið, sigur Tom Skaale. Trúboðin er eitt áhuga- blað, sum er málgagn hjá Heimamissiónini. Tó eru tað ikki bara tiltøk hjá sjálv- ari missiónini, sum viðgjørd verða í blaðnum. Men tað er eingin loyna, at tað er missiónin, sum gevur blað- ið út. Tom Skaale, blaðstjóri, sigur, at tað kemur væl av innsendum tilfari til blaðið. Men tað kemur av og á til- far, sum ikki verður mett av slíkum slag, at tað verður prentað. Slíkt verður stutt og greitt burturbeint. Tilfarið, sum kemur í blaðið er mest um missións- og kirkjuligt arbeiði. Tom Skaale sigur, at tey plaga at gera nakað væl burtur úr Ytri Missiónsarbeiði. Til dømis við greinum um og reportagum frá trúboðarum í fremmandum londum. Serliga egnum trúboðarum, men eisini fremmandum, sum hava við missiónina at gera. Men tað er ikki so, at bara verður sagt frá tí, sum hend- ir úti í heimi. Sjálvandi verður skrivað um tað, sum hendir heima hjá okkum sjálvum. Sagt verður frá til- tøkum og hendingum, sum fara fram í kirkjuligum og missiónsarbeiði í Føroyum. Tvørkirkjulig tiltøk. Men vanliga ikki um aðrar sam- komur ella trúargreinar enn ta, sum stendur aftan fyri blaðið, sigur Tom Skaale, blaðstjóri á Trúboðanum. Trúboðin kemur út aðru- hvørja viku. Eitt fólk ar- beiðir fast á blaðnum. Tað hevur skift eitt sindur hesi seinnu árini, og verandi blaðmaðurin, Derhard Ol- sen, sum hevur verið blað- maður seinastu tvey árini, fer væntandi í summar und- ir lestur í Danmark, so tá skal aftur skiftast, sigur Tom Skaale. Blaðmaðurin ger alt van- ligt blaðarbeiði. Hann savn- ar tilfar, skrivar og setir upp, umframt at hann skal savna lýsingar til blaðið. Tá blaðið er skrivað og sett, verður tað rættlisið. Tað eru eini fýra fólk, sum plaga at gera tað, sigur Tom Skaale. Hetta eru fólk, sum Boðan og vitnisburður Blaðið verður sett upp í Nesvík og prentað á Dimmalætting (Mynd Edvard Joensen) Trúboðin hevur til endamáls at bera Guðs orð um landið. Tað verður gjørt sum reportagur frá tiltøkum, vanligar blaðgreinar ella skrivligir vitnisburðir frá fólki annars hava tilknýti til missiónina. Alt hetta arbeiðið verður gjørt í Nesvík, áðrenn blað- ið verður prentað á Dimma- lætting. Blaðið hevur sein- astu tvey árini verið prentað í litum. Tað er eingin trupulleiki at fylla blaðið, sigur ábyrgd- arblaðstjórin, Tom Skaale. Tað verður heldur skilt frá, enn at tað manglar í, sigur hann. Blaðið hevur verið í støð- ugari menning upp gjøgn- um nítiárini. Og tað veksur alsamt í vavi. Í 1995 kom blaðið út við 8 til 12 síðum. Í dag er tað regluliga blaðið 16 til 24 síður, meðan tað fýra ferðir árliga liggja inn- legg við serbløðum í. Hesi serbløðini eru vanliga fýra síður. Tey eru til dømis eitt Sjómansmissiónsblað, eitt Ytrimissiónsblað, eitt úti- setablað, sum føroysk missiónsfólk í Danmark standa fyri og Shalom blað- ið, sum Ísraelsmissiónin gevur út. Umframt er ein útgáva av Trúboðanum, sum nevnd verður Árs- møtisblaðið. Hetta er ser- útgáva av Trúboðanum, sum verður borin í hvørt hús beint fyri ársmøtini. Trúboðin er ikki nakað stórt blað. Upplagið er 1600-1700 eintøk. Haldara- gjaldið er kr. 270,- um árið. Vil hava greiðar linjur Býtið av sildakvotuni hevur verið held- ur flótandi við ymsum tonsatali ár um ár. Nú hevur landsstýrismaðurin skorið ígjøgnum og álagt eina fasta kvotu, og tað hóvar ikki øllum. Vinnan varð biðin um at hjálpa til við at býta kvotuna, men kom ikki til nakað úrslit, og tí mátti landsstýrismaðurin áseta eitt tonsatal Jørgen Niclasen sigur, at málið um býtið av sildakvotuni fekk aðra vend, enn lagt varð upp til, tá býtt varð EDVARD JOENSEN Sildakvotan hjá føroysku skipunum hevur verið býtt ymiskt í nøkur ár. Tað bar ikki til, helt Jørgen Nicla- sen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sum vildi hava greiðar linjur at ganga eftir. Nú er skorið ígjøgn- um, og Fram II og Pelagos hava fingið tillutað eina kvotu, sum er størri, enn hon var í fjør, men sam- svarar við partin, teir høvdu, tá býtt varð fyrstu ferð. Í viðmerking til málið um søluna av Fram II og Pela- gos, sum umrøtt varð í blað- num i gjár, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, at kvotabýtið fleyt, og hann tí vildi hava fastlagt ein býtis- lykil. Í verandi býti hava Fram II og Pelagos hvør fingið tillutað eitt sindur minni enn helvtina av tí, nótaskipini hava fingið í part. Á fundi, Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fiski- vinnumálum, hevði við vinnuna, bað hann Reiðara- felagið royna semju um kvotabýtið. Men hann fekk tað svar, at vinnan kláraði ikki at koma til eina semju. So hann varð noyddur sjálv- ur at skera ígjøgnum og leggja eina linju. Eftir at hetta býtið er gjørt, hava eigararnir av Fram II og Pelagos so selt skipini við fiskiloyvunum til JFK Trol í Klaksvík, sum ætlar at brúka tey til at út- vega Nærabergi betri møgu- leikar at fiska svartkjaft. At JFK Trol so møguliga selur partar av loyvunum víðari, er nakað, sum landsstýris- maðurin ikki fær gjørt so nógv við, sigur hann. Hann hevur bara lógina at halda seg til, sigur Jørgen Nicla- sen. Og hon forðar ikki slík- um handli. Hinvegin sigur Jørgen Niclasen, at tá hann hevði fund við gomlu eigararnar av Fram II og Pelagos, var einki, sum bendi á, at málið fór at útviklað seg, sum tað nú hevur gjørt. Jørgen Niclasen sigur, at eigararnir av Pelagos hava søkt um innflutningsloyvi til eitt nýtt svartkjaftaskip. Men tann umsóknin er enn ikki liðugt viðgjørd í Fiski- málastýrinum. Har er ann- ars bæði tekning og tilsøgn um fígging og tað heila, sig- ur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum. Men nú hava menninir selt skipið, sum hevur fiski- loyvini, so ikki kann vænt- ast, at hendan umsóknin nú verður viðgjørd víðari, skilst á landsstýrismanni- num. Í greinini í gjár varð sagt, at skipini í fjør áttu 1.100 tons hvørt. Her er misskilj- ing komin í, sum blaðmað- urin skal taka á sín kropp. Heildarkvotan hjá hvørjum skipinum var 1.667 tons av norðhavssild. Av hesum kundu tey 1.100 tonsini fiskast í norskum sjógvi. Umberi misskiljingina. DESK TOP PUBLISHING DESK TOP PUBLISHING SKOTARÓK 14 100 TÓRSHAVN TLF. 211861 og 311414 FAX 317534 Nýggj skeið- tænasta frá Farodane TILMELDING frá heimasíðu okkara - ella ringið tlf. 211861 ella 311414. e-mail: kvasir@farodane.fo : kvasir.farodane.fo SKEIÐ F A R O D A N E S K E I Ð S T O VA N KVAS R fd-3c-00 Fyrsta skeiðið byrjar 12. apríl Acrobat og PDF verða sera nógv umtalað í løtuni. PDF verður góðkent á støðugt fleiri støðum sum skjalaviðgerðarformát. Hetta ger seg galdandi innan skjalaviðgerð/skjalaflutning um internetið, eins væl og innan elektroniskar ”prentlutur” v. m. ACROBAT/PDF