Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-22, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. mars 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindablaðið sosialurin Nr. 57 - 22. mars 2000 8 tíðindablaðið sosialurin Nr. 57 - 22. mars 2000 Hjálptu danir føroyingum í 1992? Hatta hendi í 80-unum! Soleiðis gekk tað fyri seg í teimum villu 80-unum – tá bar alt til. Henda málburð kenna vit øll Nakað soleiðis verður at kalla dagliga tikið til, tá hugsa verður um peninga- oyðsl, spekulatión, húsa- gangur og endurreisn av somu feløgum, alment veð- hald o.s.fr. Alt hetta fór fram í 80-unum, tá uppgangstíðir vóru her á landi og fólk høvdu nógvan pening. Tað verður bara at brúka. Ábyrgd var eingin, hvørki hjá tí meiniga manninum ella politikarunum, tí hon lá í einum øðrum landi. Hetta er tað sum sambandsmenn í dag kalla fyri eitt trygdar- net. Alt hetta fór fram undir heimastýrislógini, sum ikki er annað enn ein gummilóg, sum varð trýst niður yvir føroyska fólkið, sum ong- antíð fekk loyvi at taka støðu til hesa ódemokrat- isku lóg. Donsk fíggingarfeløg tevjaðu pengar her og buðu seg fram at læna pening og at fíggja stórar bygningar o.a. Tá so kreppan kom, og ikki var orka at rinda rentur og avdrøg til hesar lánveit- arar, sum høvdu verið so fittir og lagaligir, fóru teir at kenna sviðan av hesum. Nú skuldu vanligu spæli- reglarnar ikki longur galda, so fyri at sviðin ella miss- urin ikki skuldi verða ov stórur, fingu hesir fittu »bjargingarmenn«, sum komu higar aftur og koyrstu danskar loysnir niður yvir høvdið á okkum, borið tað so í bandi, at øll henda pri- vata skuld, sum nevndu donsku fíggingarfeløg áttu at tikið á seg, varð koppað inn í føroyska landskassan, við teimum ræðuligu fylgj- um, at tað varð meinigi før- oyingurin, sum nú knapp- liga stóð við allari skuldini – tær syndarligu avleiðing- arnar kenna vit øll. Hetta var helst ein av loysnunum, sum sambandsflokkurin rópti upp um undan síðsta vali. Samstundis tók danska stjórnin alla uttanlanda- skuld okkara uppá seg við okursrentu. Hetta er tað sum formaður sambandsfloksins hálovaði í Fimmaranum 8. mars. Jú, hesin vísmaður hevði eisini funnið útav, at føoyingar høvdueir aat siga í Danmark enn dansir sjálvir – sig so tað. Hann sum fór til Danmarkar á sinni, at fáa teir at taka bankaskuldina uppá seg, tí hetta var danska málsøki, men kom ístaðin heimaftur ongul í reyv við 100 mill. í øktari lánibyrðu til føroya fólk. Hann var bara heilt stuttligur og hevði helst egna seg betur at lut- tikið í sendingini sum plag- ar at koma aftaná, har kundi hann so billa Gísmundi alt møguligt inn. Ikki fyrr enn sitandi sam- gonga tók við, eydnaðist at fáa skil á skuldini, har rent- an m.a. kom niður á eitt marknaðarrættvíst støði. Somuleiðis eydnaðist tað eisini at fáa eina avtalu um markið við bretar undir hesi samgongu. Sjálvandi er tað fyrst og fremst teimum dugnaligu samráðingarfólk- unum (hóast tað ikki vóru danir) at takka fyri. Sostatt beri eg ongan ekka nú sam- gongan fer niður at samráð- ast um framtíðar støðu okk- ara, tí hetta eru dugnalig og seriøs fólk, sum eg havi stóra virðing fyri. Samanumtikið, so hjálptu danir ikki okkum í 1992, men heldur teimum donsku fíggingarfeløgunum, og sín- um egna umdømi uttan- lands. Tað einasta land, sum hevur latið okkum nakað fyri einki er Ísland. Teir hava ikki latið við aðrari hondini fyri at eyðræna fleirfalt aftur við hinari. Vónandi kunnu vit løna teimum tað aftur, um olja verður funnin á okkara leið- um. Eitt svitast ikki, at tað er einans heimastýrislógini fyri at takka, at støðan gjør- ist sum hon gjørdist, tí vit vóru ómynduggjørd við hesi ódemokratisku lóg, har ábyrgdin lá í einum fremm- andum landi. Kai Vágfjall Viðmerking: Láglønarsamfelag fyrimynd fyri fullveldi Lægri løn, lægri skattur og meira av peningi í Lands- kasan, eru gandaorðini hjá pørtum av sitandi sam- gongu, eins og privatisering og søla av Landsins ognum bæði á sjógvi og landið, tyk- ist verða fullveldisleiðin, samstundis sum størsti sam- gonguflokkurin fullkomu- liga hevur góðtikið grovastu høgrasnaring nakrantíð í føroyskum politikki. Í okkara grannatjóð Ís- landi, sum sitandi sam- gonga brúkar sum fyri- mynd, hevur vanligi løntak- arin eina tímaløn uppá um- leið 40 krónir, skriva fjøruti krónir. Tað gevur eina viku- løn uppá kr. 1.600,- og eina mánaðarløn uppá umleið kr. 6.400,- Hesa upphædd metir stór- ur partur av sitandi sam- gongu, at løntakarin her á landi skal lívbjarga sær við. Um samgongan fær ein bruttoskatt samtyktan og lækkar skattin niður í 30- 35%, tá verða góðar 4.000 krónir eftir hjá føroyska løntakaranum at húsast við. So kann tú spyrja og tað av røttum, um SEV, Statoil og Shell seta prísirnar nið- ur samsvarandi lønarlækk- ingini. Verður tað bíligari at ferð- ast og fara margarinpakkin, mjølið og mjólkin at gerast bíligari. Og hvussu við húsalán- unum, koma bankarnir at lækka tey tilsvarandi lønar- tí høgrasnaringspolitikki, ið Tjóðveldis og Sjálvstýris- flokkurin hava staðið fyri, ein politikkur har hesir báð- ir flokkar hava yvirhála teirra samstarvsfelaga, og tað sigur ikki so lítið. Frank Davidsen niðurskurðinum o.s.v. At billa fólki inn, at jú meira tú lækkar lønirnar, minni verður skatturin, samstundis um landskassin fær upp aftur meira pening orsaka av hesum, tað er so langt úti at tú hevur ikki orð fyri tí. Vit síggja dag og dagliga, at føroyskar fyritøkur standa seg væl í kapingini við útlendskar fyritøkur. Tíverri sær tað soleiðis út, at tað valla vendist aftur av Fíggjarmálaráð- harrin var í iva Máti skal vera við viðráki, nú tá ið effektivu veðhaldini eisini eru farin at renna inn í landskassan. Ein sólskinssøga, sum valla nakar frammanunda hevði megnað at spátt um, sigur Torbjørn Jacobsen m.a. í viðmerkingum til fyrispurning til Jørgen Niclasen arfíggjarlógina undir lá, eff- ektiv veðhald o.t. Torbjørn Jacobsen vil m.a. hava at vita, hvønn goldið verður fyri, og hvør er tað, sum rindar aftur nevnda veðhald, hvussu eitur reiðaríið og somuleiðis skipið? Og løg- tingsmaðurin vil eisini hava at vita, hvør orsøkin er til, at hesi effektivu veðhald verða goldin nú og við júst teimum nevndu upphædd- unum? Eisini vil hann hava at vita, hvussu fíggjarstøðan er hjá viðkomandi reiðaríi? - Landsstýrismaðurin verð- ur biðin um at koma við einari dokumentatión hes- um viðvíkjandi! krevur Tor- bjørn Jacobsen. Spurdi fíggjar- málaráðharran Í viðmerkingunum, sigur Torbjørn Jacobsen, at sein- ast, tá ið ófráboðaðir fyri- spurningar vórðu settir og svaraðir á Løgtingi, spurdi hann fíggjarmálaráðharran, um hann kundi gera greiðu á, hvaðani tølini á stavaðu, og hvussu samanhangurin var í hesum máli. Tað var greitt, at landstýrismaðurin var í iva um hesar upphædd- ir og segði seg bara kunna gita sær til, hvaðani tær stavaðu, eftir teimum frá- greiðingum, hann hevði fingið úr fiskimálastýrinum, sigur Torbjørn Jacobsen. Og víðari sigur hann, at fiskimálaráðharrin gjørdi onga roynd at greiða ting- monnum og harvið Føroya fólki frá málinum, og tí verða spurningarnir settir fram. Ein súla – Veðhaldini, ið seinni gjørdust effektiv, vóru ein súla undir tí serliga slagnum av sosialdemokratiskum koloni-búskapi, sum Føroy- ar í eitt longri tíðarskeið vóru vælsignaðar við. Onk- ur kallaði henda avanseraða blandingsbúskapin fyri pri- vat-kommunismu, og av- leiðingarnar gjørdust líka Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður Tjóðveldisfloksins svárar sum allastaðni har, ið mørkini í millum alment og privat gerast ógreið og at enda hvørva. – Ongin hevði væntað, at effektivu veðhaldini ein dag fóru at gerast ein lukrativ forrætning fyri hin føroyska landskassin. Soleiðis, sum ein í fyrsta umfari og eygn- abragdi lesur eykafíggjar- løgtingslógina við nærum ongum viðmerkingum, ber illa til at koma til aðra nið- urstøðu enn hana, at her er ein rættilig kúvending farin fram. Máti skal vera við viðráki, nú tá ið effektivu veðhaldini eisini eru farin at renna inn í landskassan. Ein sólskinssøga, sum valla nakar frammanunda hevði megnað at spátt um. – Tað er yvirhøvur semja í samgonguni um, at gerast skal upp við hin gamla vinnulívspolitikkin, sum nærum gjørdi enda á sam- felagnum. Skottast skal upp í millum alment og privat, og vinnan skal hava greiðar karmar og góð kor at virka undir. Tað er í tí ljósini, at spurningarnir verða settir fram, leggur Torbjørn Jac- obsen herðslu á. 12,2 mió. – Viðvíkjandi veðhaldunum fæst bara at vita, at útreiðsl- ujáttanin umfatar tær veð- haldsskyldur, sum lands- kassin hevur mótvegis fiski- skipum, og harafturat verð- ur upplýst, at inntøkujáttan- in er afturgjald av goldnum borganum. Talan er um eina játtan á útreiðslusíðuni fyri veðhald, áljóðandi 1 millión krónur, í meðan inntøku- síðan er uppgjørd til 3,0 millónir krónur. – Eykajáttanin er upp- gjørd til 9,2 milliónir krónur og harvið koma játtan og eykajáttan tilsamans upp á 12,2 milliónir krónur. Siga lítið – Viðmerkingarnar til hesa konto siga lítið og einki um, hvat ið málið í heila takið snýr seg um. Sigast má, at landsstýrið av eini ella aðr- ari orsøk er sera afturhald- andi fyri ikki at siga pírið við upplýsingum og grein- ingum í hesum máli. Ann- aðhvørt við vilja ella vón- andi av berum gáloysni verður m.a. einki orð nevnt um, hvør ið skuldarin er, ella hvussu tað ber til, at júst hesi tølini eru komin at standa á játtanini og annars, hvørjar ið orsøkirnar eru til, at henda játtanin er komin at standa á eykafíggjarløg- tingslógini og er vorðin so serliga aktuel beint í hesum tíðarskeiði. Og Torbjørn Jacobsen vónar, at málið við hesum fyrispurningi verður meiri nágreiniliga lýst, soleiðis at vanligi skattaborgarin fær eitt betri innlit í, hvussu hansara peningur verður umsitin, og at hann harum- framt eisini kann fáa eina haldgóða trygd fyri, at hitt neyðuga fyrilitið og skyn- semið er leisturin frá al- mennari síðu, tá ið stuðul av slíkum slagi verður veitt- ur. ÓLAVUR Í BEITI Torbjørn Jacobsen hevur sett Jørgen Niclasen, fiski- málaráðharra, fyrispurning í sambandi við eykajáttan- Búskaparvøksturin er næstan tað dupulta Tølini, sum danska fíggjarmálaráðið legði á borðið undir samráðingunum eru fullkomiliga burturvið, tí tey taka útgansstøði í nøkrum sum ikki er veru- ligt. – Búskaparvøksturin er tað dupulta og kann uttan hóvasták gerast nógv hægri, eitt nú tá leitingarskeiðið eftir olju byrjar, sigur løgamður SVEINUR TRÓNDARSON Føroyingar og danir hava mangan brattan fari, men sum støðan er í løtuni, so er tað nakað, sum minnir á »krígsstemning« í Tinga- nesi. Har føla tey, at danir hava bjóðað av, við at leggja tøl á borðið, sum eftir teirra meting, stutt og greitt, ikki hava hald í veruleikanum. Útrokningin hjá Fíggjar- málastýrinum byggir á tøl frá 1995 og tí hava føroy- ingar illgruna um, at tølini eru gjørd fyri langari tíð síð- ani. Og umframt tað, so eru tey í fleiri førum beinleiðis skeiv. – Tí halda vit, at hetta er gjørt við einum fyri eyga, og tað er at niðurgera før- oyingar og føroysk ynski um sjálvstýri, sigur Anfinn Kallsberg við Sosialin. Skeiv tøl Karsten Hansen, landsstýr- ismaður við fíggjarmálum, segði á tíðindafundinum í gjár, at fleiri av tølunum, sum standa í útrokningini eru skeiv. – Millum annað stendur BTÚ at vera 6,5 mia. krón- ur, men verunleikin er, at talið fyri 1999 var 7,4 mia. krónur. Brúka danir hetta talið at rokna skiftistíð, so verður shon nógv styttri. Eitt annað er, at veruligi bú- skaparvøksturin í tíðar- skeiðnum 1962 til 1999 var 3,5 prosent og tá eru krepp- uárini eisini innroknað. Í sínum útrokningum brúka danir úr einum hálvum til 2,5 prosent, greiddi Karsten Hansen frá. Hesi tøl hava við sær, at skiftistíðin, sum danir rokna hana út, verður longri enn tað, sum føroyingar hava lagt upp til. – Og so er tað eitt afturat, sigur Anfinn Kalsberg, løg- maður, – Tað er, at tá leiti- skeiðið eftir olju á føroyska landgrunninum fer í gongd, er ikki óhugsandi, at bú- skaparvøksturin verður tvey ella trýfalt tað, sum hann er í dag. Tí er tað beinleiðis øseriøst av dønum at roknað við so látum tølum, sum teir gera, sigur løgmaður. Tað er millum annað hetta, sum fær hann til at hava mistanka til danir, um at hava ein skjúldan dags- ordan. Føroyingar øðrvísi enn onnur fólkasløg Eru andstøðan og samgong- an ósamd um fullveldismál- ið, so hevur tað eydnast fíggjarmálaráðnum at fáa partarnar at semjast um, at roknistykki hjá dønum upp á hvussu nógv føroyingar í Danmark kosta, er heilt burturvið. – Eg havi ongantíð hoyrt um slíkt, sigur Karsten Han- sen, – Roknistykki sigur í fyrsta umfari, at føroyingar í Danmark kosta eina rúgvu av peningi, uttan at teir geva nakrar inntøkur, og tað er kolasvørt lygn. – Eitt annað er, at nú fáa vit at vita, at føroyingar í Danmark ikki hava sama rætt, sum onnur fólkasløg í Danmark og fyri tað danir sjálvir. Vit fáa nevniliga at vita, hvussu nógv danski staturin hevur goldið í kont- anthjálp, sjúkradagpening, barnaansing og mangt ann- að og tað er fyrstu ferð nakr- antíð, at eg havi sæð nakað, sum er so niðarlaga, sigur Karsten Hansen og hann fær undirtøku frá øllum starvsfeløgunum í lands- stýrinum og løgmanni eis- ini. Karsten leggur afturat, at hann heldur mátan vera løgnan, tí tær tænastur, sum standa í skrivinum eru vanl- igar tænastur í Danmark og spyr hví føroyingar nú skulu revasst fyri tað, tá einki ann- að fólkaslag verður tað. Einki at fjala Anfinn Kallsberg, sum gjørdist sera bilsin av fram- ferðini hjá Nyrup bæði í hesum málinum og í heila tikið segði annars á tíðinda- fundinum, at landsstýrið nú ætlar, at samráðingarnar skulu verða sum ein opna- hjallur so almennar. – Tað var ikki tí, at vit hava nakað at fjala, at vit vildu hava samráðingarnar loyniligar, men av tí ein- føldu orsøk, at tað er lættari at arbeiða, tá fjølmiðlarnir ikki sita við kring borðið, men soleiðis verður tað ikki nú, sigur løgmaður. Hann hevur sent Poul – Tølini um føroyska búskaparvøksturin og um brutto- tjóðarúrtøkuna eru tikin úr bláari luft, sigur løgmaður um útrokningina hjá Mogensi Lykketoft og hansara monnum Mynd: Álvur Haraldsen Nyrup Rasmussen bræv við uppskotið um, at samráð- ingarnar vera almennar og hesum hevur Nyrup tikið undir við. – Hetta merkir bara, at tað verður truplari at arbeiða, tí nú verða fjølmiðlarnir við alla tíðina, sigur Anfinn Kallsberg. – Tað klára vit at liva við, tí har er einki at fjala. Vánaligt samskifti Danski búskaparfrøðingurin Lise Lyck sigur við Sosialin, at hon heldur gongd- ina undir samráðingunum fríggjadagin vera tekin um vánaligt samskifti millum landsstýrið og stjórnina, og hon heldur eisini, at landsstýrið hevur verið ov ván- aligt til at marknaðarføra sína »vøru« SVEINUR TRÓNDARSON Ein av donsku serfrøðing- unum sum ongantíð hevur verið bangin at gera við- merkingar til tað, sum fer fram í Føroyum í løtuni er Lise Lyck. Hon hevur ar- beitt nokkso nógv við Før- oyum seinastu árini, og tað seinasta hon hevur gjørt er ein kanning fyri Ferðaráðið. Sosialurin ringdi til henn- ara og bað um hennara viðmerkingar til tað sum er hent í samráðingunum mill- um Føroyar og Danmark. Hennara meting er, at tal- an er um vánaligt samskifti og vánaliga marknaðarfør- ing. Marknaðarføringin stóran týdning Lise Lyck sigur, at markn- aðarføringin av eini »vøru« hevur stóran týdning, og í hesum føri hevur landsstýr- ið ikki dugað nóg væl, at selja sína vøru til danir. – Tað er stórur munur á hugburðinum hjá føroysk- um og donskum politikar- um og tí hevur tað stóran týdning, at uppskotið hjá føroyingum verður lagt ord- iliga fram, sigur hon. Men er tað ikki ov einfalt, at siga at tað er vánaligt samskifti og vánalig markn- aðarføring? – Kanska tað, men so mikið størri týdning hevur tað, at kunningin og markn- aðarføringin av uppskotin- um hjá føroyingum verður gjørd rætt, sigur Lise Lyck. Hon heldur tað vera eina sera keðiliga og óhepna støðu, sum føroyingar eru komnir í, tí teir hava gjørt eitt stórt fyrireikingarar- beiði. Illa viðfarnir Annars heldur Lise Lyck sera lítið um viðferðina, sum føroyingar fingu í donsku fjølmiðlunum í sambandi við fundin. – Tað hoyrir ongastaðni heima, at gera slíkar útrokn- ingar, sum Fíggjarmálaráð- ið hava gjørt, tí tað sum tað snýr seg um er framtíðin hjá føroyingum. Hon hevur stóran týdning fyri føroy- ingar, men tað er bara ikki soleiðis tað er lagt fram í Danmark. Háost danskir miðlar, sum oftast hava víst Føroy- um áhuga, tá gølurnar hava verið uppi, so heldur Lise Lyck, at henda mynd er við at broytast. – Serliga TV2 hevur víst seriøs brot úr Føroyum og har eru føroyingar ikki gjørdir fyri skommum. Tað var ørðsívi fyrr, og ein part- ur av tí myndini liggur nokk eftir enn. Og tí heldur Lise Lyck, at marknaðarføringin av fullveldismálinum hveur so sera stóran týdning. Sosiala trygdin – Til dømis er komið fram, at føroyingar vilja varðveita sama vælferðarstøði, sum áður, men í Danmark er hetta lagt út sum, at tit bara vilja hava meira pening úr Danmark. Og tað kann fella beint aftur á tað, sum vit tosaðu um marknaðarfør- ingina, sigur Lise Lyck. Lise Lyck leggur afturat, at tað, tá tað er komin knútur í, altíð er torført at koma afturumaftur, tí tá hava partarnir læst seg fæstar. – Hesum kundu partarnir verið slopnir undan. Men tað krevur eina málrættaða marknaðarføring av teimum málum ein hevur og tað kann vera líkamikið, um talan er um eina fyritøku ella um politikk. – Tað skal vera saman- hangur millum »form og indhold«, sum hon tekur til, og tí er frágreiðingin hjá Lise Lyck, at føroyingar nú skulu leggja doyðin á, at marknaðarføra ætlanina so- leiðis, at málið ikki verður misskilt. – Tað hevði verið synd, sigur hon.