Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-23, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. februar 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 38 - 23. februar 2002 Nr. 38 - 23. februar 2002 13 VIÐMERKINGAR Meðan Fólkaflokkur- in er borgarligur sjálvstýrisflokkur, er Tjóðveldisflokkurin sosialistiskur loysing- arflokkur. – Munurin á flokkunum er nógv størri enn eg roknaði við, áðrenn eg fór í samgongu fyri 4 ár- um síðani Jógvan við Keldu løgtingsmaður Fólkafloksins Seinastu fýra árini hava vit sitið í samgongu við Tjóð- veldisflokkinum. Lat tað vera sagt, at nógv er komið av skafti, tíðirnar hava ver- ið góðar, inntøkumøguleik- arnir hava givið okkum rúm fyri íløgum, sum koma at hava stóran týdning fyri samfelag okkara, og vit eru komnir væl á leið við máli- num vit settu okkum á sjálvbjargnisleið. Umframt at rúm hevur verið fyri týdningarmiklum íløgum, er almenni rakstur- in øktur, tíverri helst uttan, at røttu persónarnir hava fingið fullan valuta fyri hesa hækking. Vit skulu minnast til, at tað er aðalmunur á vinstra- venda Tjóðveldisflokkinum – serliga í yngra ættarliði- num – og borgarliga Fólka- flokkinum, sum ikki bert trýr uppá privata fyritaks- semi, men metir, at neyðugt er, at avlopið bæði hjá fyri- tøkum og hjá tí einstaka, varð meiri sjónligt. Fólkaflokkurin – lágskattaflokkur Meðan Fólkaflokkurin er ein lágskattaflokkur, hevur tað víst seg – í øllum førum hesi fýra árini eg havi sitið í samgongu við Tjóðveldis- flokkinum – at teimum dáma ikki, at fyritøkur hava ov stórt avlop, og heldur ikki, at skatturin og óbein- leiðis gjøldini til tann ein- staka skulu lækkast, so meiri verður eftir hjá hon- um at brúka fyri og uppá seg sjálvan. Her er stórur munur á hugsunarháttinum hjá Fólkaflokkinum og Tjóð- veldisflokkinum, ja, so stórur, at onkur tingmaður er ræddur fyri, at “so fer fólkið at vinna ov nógvan pening”. Eg kenni ein færra av vónbroti, at vit eitt nú ikki hava fingið “serskatting av hjúnum, har bert annar hjúnarfelagin hevur inn- tøku”, so, at meiri er eftir hjá báðum, og vit fáa eitt sunnari samfelag. – Her hevur Tjóðveldisflokkurin drýggja málið soleiðis, at hetta helst ikki kemur ígjøgnum í hesi tingsetu. – Hetta harmist eg yvir, og tí vera vit nú noyddir til at leggja harðari trýst á Tjóð- veldisflokkin fyri at fáa teir at skilja støðuna, so at eitt úrslit spyrst burturúr áðr- enn skeiðið endar. Munurin á borgarliga Fólkaflokkinum og sosial- istiska Tjóðveldisflokki- num kemur eisini týðiliga til skjals, at meðan Fólka- flokkurin gevur tí einstaka frælsi til at stýra sínum egna so vítt gjørligt, og at avlopið er so gott sum til- ber, vil Tjóðveldisflokkurin tað øðugta nevnliga, at fyri- tøkur og fólkið hava so lítið eftir av peningi til brúk ella konsolidering, tí veikar fyritøkur og borgarin, ið ikki hevur tað serliga gott búskaparligt, eru lættari hjá tí almenna at stýra. Túra fram við 4-ára skiftistíð Lat meg eisini her skoyta uppí, at meðan Tjóðveldis- flokkurin víðgirdi seg við “øllum ella ongum” á sjálv- stýrisleið, og kom bæði samgonguni og Føroya fólki í eina torføra støðu, bragdaði ikki fyrr enn leið- sla Fólkafloksins við øllum tingfólki floksins einaferð með alla gjørdi støðuna upp. Hagartil eru vit nú kom- in, hóast Tjóðveldisflokk- urin túrar fram við 4-ára skiftistíð, sum Fólkaflokk- urin ongantíð hevur góðtik- ið. Henda greinin skal takast sum hon er, nevniliga, at eg hevði ikki roknað við í roynd og veru, at so stórur munur var á sosilistiska Tjóðveldisflokkinum sum kann gerast ein vandi fyri landið, og so Fólkaflokki- num, sum er borgarligur við álitisvekjandi sjálv- stýrismáli. Jú, munurin á sosialist- iska Tjóðveldisflokkinum – serliga yngra ættarliðinum – borgarliga sjálvstýris- flokkinum er veruliga nógv størri, enn eg hevði roknað við áðrenn eg fór í sam- gongu við teir fyri fýra ár- um síðani. Víðfevndur grundleggjandi munur á Tjóðveldis- og Fólkaflokkinum Tað kom ógvuliga dátt við, at Randi kom á gátt 30/12–2001 at bera okkum boðini, at Heðin var deyð- ur. Vit arbeiddu saman hvønn dag, men hann nevndi ongantíð nakað um, at heilsan kanska var farin at bila. Eg kom at kenna Heðin fyri 47 árum síðani, tá hann 17 ára gamal júst lið- ugur við Realskúlan kom at arbeiða hjá trolarafelag- num P/F Kimbil. Skriv- stovan hjá Kimbili var tá (heima) á Bryggjubakka, men flutti út á Vestaru Bryggju, tá Bacalao gjørdi 2. bygningin í 1956. Í nøk- ur av seksti- og sjetiáru- num kom Heðin at taka sær av bókhaldinum hjá Bacalao. Tá skrivstovan hjá Kimbil varð løgd sam- an við Bacalao kom Heðin aftur at taka sær av skipu- num og tað er eingin loyna, at best dámdi hon- um arbeiðið við skipu- num. Tá Bacalao í 1993 fór í Fiskavirking, kom Heðin at halda fram sum bókhaldari fyri tey 4 skip- ini, ið eru eftir og hetta starvið røkti hann til fulnar til deyðadag sín. Hann var óvanliga nær- lagdur í arbeiði sínum og tá hann var liðugur við ar- beiði sítt, var stórt sæð einki hjá nøkrum grann- skoðara at koma eftir aftaná. Eg kendi ikki bert Heðin frá samstarvi okkara. Í nógv ár serstakliga í seks- ti- og sjeytiárunum ferð- aðust vit nógv saman á rossabaki á Streymoyar- og Vágafjøllum. Hesi árini plagdi hann eisini at skógva rossini og tað var altíð so vælgjørt, at eg hvørki fyrr ella seinni havi sæð so væl og vakurt skødd ross. Sama var við hond- skriftini hjá Heðini, sum var so tiltikin vøkur, at eg enn ongantíð havi sæð eina hondskrift, sum á nakran hátt kann saman- berast við hana. Tað fellur tungt at skriva hesi orð, tí tað var so óvæntað, at tú skuldi fara so tíðliga. Vit arbeiddu saman í 47 ár. Vit vóru saman í stóru sorgarløtuni, tá Stella Argus fórst og tá Nólsoyar Páll misti 4 mans. Vit vóru saman í gleðisdøgunum, tá ný- bygningarnir Brandur Sig- mundarson, 2x Brestir, 2x Beinir, Kallsevni, Grímur Kamban og fleiri aðrir komu til landið og gledd- ust um at samstarva í feløgum í framburði. Tann tíðin er nú farin og livir bert í minnunum á gomlum monnum. Tað var gott at kenna teg. Tað var svárt at missa teg. Skula nøkur troystar- orð vera at siga, so eru tey, at fáar dagar áðrenn deyðadag tín, segði tú tína vón vera, at tá tú skuldi hiðani, skuldi tað vera “uppá eingang og ikki aftaná langa, óvirkna sjúkralegu”. Í so máta fekst tú ynski títt uppfylt. Hvíl í friði, góði vinur. Aksel Til minnis um Heðin Wardum 21/10–1937 – 30/12–2001 Helgi Abrahamsen “Einki ósatt”, kallast yvir- skriftin á eini grein, sum Høgni Hoydal og Karsten Hansen høvdu í bløðunum mikudagin. Í greinini siga teir, at Lisbeth L. Petersen hevur lagt teir undir at siga ósatt, og at hetta er grovt persónsálop og manipula- sjón við sannleikanum. Er trúvirðið við at fara ? Helst hevur Karsten Han- sen havt ein ringan dag í tinginum tann 9. oktober, tí ikki færri enn tvey álvar- som ósannindi av hansara munnu henda dagin eru seinni avdúkaði. Og fyri at vaska hendur, brúkar hann nú tað triðja. Ósannindi nr. 1 Tað fyrsta, sum Karsten Hansen gjørdi seg sekan í henda dagin, var at siga, at allur tann danski blokkurin stóð í Landsbankanum. Hetta vísti seg seinni at vera (fyri trý tey seinastu árini) 1,6 mia. krónur við síðuna av veruleikanum. Ósannindi nr. 2 Tey næstu ósannindini hjá Karsteni Hansen henda dagin vóru, at hann segði (og eg endurgevi orðarætt, fyri at eingin misskiljing skal vera): “...Tað sum fór fram millum annað í sam- bandi við fíggingina, tað var jú at danir teir umfíggj- aðu skuldina hjá okkum, og sjálvir høvdu teir fíggjað frá grundini av aðrastaðir frá, fyri millum 5 og 5,5 prosent. Og teir vóru so beinasamir, at teir lántu tað víðari til tað niðurpínda føroyska samfelagið fyri 7 prosent...” (endurgeving endað). At siga, at lánið varð tik- ið við eini renta uppá mill- um 5 og 5,5 prosent, og at tað varð latið víðari fyri 7 prosent, tað er tað sama sum at siga, at danir høvdu rentuvinning ! Ósannindi nr. 3 Nú eru Høgni Hoydal og Karsten Hansen í øðini, tí at Lisbeth L. Petersen hev- ur avdúka hesa villeiðing. Teir kalla hetta fyri lægstu vápn í politikki og ósann- indi. Teir skriva millum annað soleiðis: “Lisbeth L. Petersen leggur okkum undir at hava sagt, at danski staturin hevur “tjent sær eyka rentu” uppá lánini til Føroya undir kreppuni. Hetta er síðani endurtikið í fjølmiðlunum. Men hetta eru orðini hjá Lisbeth – ikki okkara.” - Jú víst eigur - í hvussu so er annar av tykkum - hasi orðini! Heimasíða Løgtingsins Fyri at vaska hendurnar snjóhvítar, siga Høgni Hoy- dal og Karsten Hansen, at ein og hvør kann fara inn á heimasíðu Løgtingsins og hoyra við egnum oyrum, hvat sag varð í tinginum. – Og hví siga teir nú tað? - Jú teir vita sum er, at heima- síðan hjá løgtinginum er sera umfatandi, og at tað verða tey fækstu – helst eingin – sum fer at leita eftir orðaskiftinum har. Men fyri at lætta um hjá lesaranum, kann eg her upplýsa, at ein skjótari veg- ur, er at fara inn á heima- síðuna hjá Sambands- flokkinum (www.sam- band.fo), har orðini nú eru løgd út. Landsstýrismálanevndin Høgni Hoydal og Karsten Hansen enda greinina við at siga, at fyri at fáa allan sannleikan fram í hesum máli, hava teir gjørt av at heita á landsstýrismála- nevndina hjá Løgtinginum um at kanna málið og gera sína niðurstøðu. Høgni og Karsten vita, at landsstýrismálanevndin einans heldur eyguni eftir, um starv landsstýrisins verður útint á lógligan hátt. Eisini vita teir, at nevndin ger ikki niðurstøður. – Og tá er lætt at biðja um at verða kannaður. Hvussu langt ætla Høgni Hoydal og Karsten Hansen at fara við ósannindum ? Álvur Kirke Vit minnast enn tey glaðu 80-árini, og vit minnast enn betur fyrrapartin av 90-ár- unum. Men vit gloyma tí- betur skjótt tað illa, og nú gleðast vit aftur um, at tað gongur so væl. Menniskju eru so ymisk. Summi stúra fyri hvørjum degi, og summi bara gleð- ast í dag, og hugsa ikki um morgindagin. Men, tað er ein sann- roynd, at vit hava góðar tíð- ir, og vit hava vánaligar tíð- ir. Tíðirnar skifta, og vit fáa næstan einki gjørt við tað! Í 80-árunum var einki óført, vit hildu, at vit kundu alt. Vit kláraðu okkum væl uttan at blanda Gud uppí. Og, hví skuldu vit tað? Tað gekk jú so væl? So kom 1992, og veitslan var liðug. Vit vóru fleiri, sum sóu, at einaferð fór veitslan at enda, men helst roknaði eingin við, at endin fór at verða soleiðis, sum hann varð. Nú verður tosað um ein búskapargrunn, og tað er ein góð, vís og bíbilsk hugsan. Men, hvussu ber tað til, at búskapargrunnur- in ikki er stovnaður fyri fleiri árum síðani? Tá Jósef var í Egypta- landi, sat hann í fangahúsi. Sum vit vita, var hann ein droymari. Hann ikki bert droymdi, men Gud opin- beraði týðandi ting fyri honum, - í dreymi. Og fangarnir fingu hetta at vita, og teir vitstu, at Jósef kundi týða dreymar. Men, so droymi Farao ein dreym um sjey góðar kýr og sjey rak og ljótar kýr, - og um sjey góð øks og um sjey tóm øks. Boð vóru send eftir Josefi, og hann segði, hvat dreymurin hevði at týða: “Tær sjey góðu kýrnar eru sjey ár, og tey sjey góðu øksini eru sjey ár – hetta er ein og sami dreymur. Og hinar sjey kýrnar, ið vóru so rak og ljótar, og sum komu upp aftan á teimum, tær eru sjey ár, somuleiðis tey sjey tómu øksini, ið vóru svidnað av eystanvindi; tí tað koma sjey hungursár. – Tað er, sum eg segði við Farao: Tað, ið Gud ætlar at gera, hevur Hann latið Farao síggja. Tað koma sjey ár við stórari yvirflóð um alt Egyptaland. Men aftan á tey koma sjey hungursár, so at øll tann yvirflóð skal verða gloymd í Egyptalandi, og hungurin skal arma landið út. Eingin skal minnast yvir- flóðina, ið var í landinum, fyri hungrinum aftaná; tí hann skal verða ógvuliga svárur. Og at Farao hevur havt dreymin tvær ferðir, tað vil siga, at hetta er fast avgjørt av Gudi, og at Gud fer at lata tað henda skjótt. Nú skuldi Farao valt sær ein skilagóðan og vísan mann og sett hann yvir Egyptaland. Tað skuldi Farao gjørt, og so sett umsjónarmenn yvir landið og tikið fimtingin av grøðini í Egyptalandi, tey sjey árini ið yvirflóðin verður. Teir skulu, hesi góðu ár- ini ið koma, savna alt, ið kann duga til føði, og dunga saman korn til føði í býunum – sum ogn Faraos – og ansa eftir tí. Kornið skal so vera til at taka hjá landinum tey sjey hungursárini, ið koma skulu á Egyptaland, so at landið skal ikki ganga til grundar av hungrinum.“ – Hesi orð dámdi bæði Farao og øllum tænarum hansara væl; Farao segði við tænarar sínar: „Hvar finna vit ein mann, sum Andi Guds er í sum í honum!“ So segði Farao við Jósef: „Táið Gud hevur opinberað tær alt hetta, so er eingin líki tín í viti og vísdómi! Tú skalt standa fyri húsi mínum, og eftir orði tínum skal alt fólk mítt rætta seg; bert hásætið skal eg hava fram um teg.“ Framvegis segði Farao við Jósef: „So seti eg teg nú yvir alt Egyptaland!“ 1. Mós. 41, 26-41 Hetta er tað, sum vit eiga at gera. Vit skulu stovna ein búskapargrunn, seta pening í grunnin í góðum árum, og hava henda pen- ing at hava til at taka í “hungursárunum”, ið koma, so at landið ikki skal ganga til grundar. Løgtingsval verður í apríl, og tá er umráðandi, at tey røttu verða set til at standa fyri “húsi” okkara, Føroyum. Búskapargrunnur 7 góð ár, og hvat so? VIÐMERKINGAR Eli Hentze Leygardagin hevur Fót- bóltssamband Føroya árs- aðalfund. Nýggjur for- maður skal veljast. Fót- bóltsbossurin, ið fjølmið- larnir seinastu tíðina hava yndað at kalla mannin, leggur frá sær eftir drúgva tænastu. Undirritaði takkar Torleifi fyri gott og drúgt arbeiði. Nógv er hent í før- oyska fótbóltsheiminum hesi árini klaksvíkingurin hevur sitið á ovastu trúnu Fótbóltssambandsins. Á út- búgvingarøkinum er nógv hent! Fótbóltsskúlarnir hava góða undirtøku, bert fyri at nevna nøkur jalig viðurskifti. Stórstu avgerð- irnar hava verið, at Føroyar fingu limaskap bæði í evropeisku og alheims fót- bóltssamgonguni. Føroy- sku litirnir veittrað yvir stórar fótbóltsleikpallir runt um í Evropa, og tey føroy- sku feløgini hava síðani 1992 tikið lut í evropeisku liðkappingunum. Hesi risa- fet hava skapt eina minni kollvelting á føroyska fót- bóltspallinum. Torleif hev- ur víst vegin, og saman við øðrum havt dirvið og áræði at lata føroyskan fótbólt í aðrar skógvar. Hansara ró- ligi og diplomatiski fram- burður hevur verið hansara aðalmerki. Treyðugt so, onkutíð hevur hann traðkað eitt sindur við síðuna av, men tað gera væl tey flestu. Takk fyri drúgva tænastu!! Nýggi formaðurin í Fót- bóltssambandinum Dánjal Andreassen, ið er einasta valevni til fundin, hevur boðað frá, at samskifti við føroysku feløgini skal rætt- ast uppaftur. Við øðrum orðum, okkurt er galið við samskiftinum millum feløgini og Fótbóltssam- bandið! Men, hvat er gal- ið?? Løgin síðstu orð at geva fráfarandi formanni sínum. Tí er samskifti ikki í lagið, so má Torleif hava høvuðsábyrgdina, ella..!? Og so í veruleikanum onki meira frá komandi for- manninum í relativt risa- stóra felagsskapinum FSF. Hvar eru ætlanirnar? For- maðurin í Fótbóltssam- bandi Føroya má og skal hava nakar hugsjónir um, hvør kósin er! Hvar eru ”visiónirnar”? Hvar er fót- bóltspolitikkurin? Ikki eitt orð! Jú, Tórsvøllur skal vera eldrasambýli fyri 150 mil- liónir krónur, sigur Poul Michelsen, Tórsvallar- ovastin, og føroyskur fót- bóltur hevur brúk fyri um- leið 100 milliónum krónur til sokallaðu ”minstu krøv” frá evropeisku fótbóltssam- gonguni UEFA, sigur aðal- skrivarin í FSF Ísak Mikla- dal. Beint nú havi eg hug at koyra pennin í lumman ella stoyta blekkið í ruskspann- una! Tit sum koma at manna nevnd Fótbóltssambandins mugu og skulu stinga út í kortið! Tit mugu og skulu vera undangongumenn! Okkurt er sum bendir á, at nevndararbeiðið í Fótbólts- sambandinum má betrast munandi. So allarhelst skal nýggji formaðurin hyggja nærri eftir arbeiðslagnum innanveggja, áðrenn hann leitar út um garðarnar. Á síðsta og á næstsíðsta eftir- metingarfundi við feløgini hevði kappingarnevndin snøkt sagt onki at bjóða. Eg spæli bóltin yvir til tykk- um, segði formaðurin í kappingarnevndini á síðsta fundi, og so sótu vit øll har og bitu negl og fóru at kjak- ast um smálutir, ið hoyra heima á spæliplássinum í barnagarðinum, har børnini royna at finna sítt pláss á lívsins trappu. Út av lagi óprofessionelt!! Tit í kapp- ingarnevndini gera ikki tykkara heimaarbeiði nóg væl og langt í frá!! Og tað er ikki tí, at tit mangla viðurskifti, ið áttu at verið tikin upp til viðgerðar. Dómaranevndin hevur ikki verið fullmannað síð- ani Óli Holm varð valdur formaður í VB fyri meira enn einum ári síðani. Hví? ”..men kósin hon er enn ikki sett..” sigur fólkasang- arin Kári p í sanginum Hálvgum Mestsum Ov. Jú, orðini eru tikin úr saman- hanginum og flutt yvir í annan heim, men tey kunnu væl brúkast. Tí enn letur ikki í ovastu sovjettuni um, hvør siglingarleiðin er best at halda. Eg fari at ynskja Dánjali Andreassen góða eydnu í nýggja starvinum við vón- um og ynskjum um gott samstarv komandi árini. Hesi fáu orðini eru míni persónligu! Við ítróttarkvøðu PS: nýggi landsliðsvenj- arin er vónandi ikki ein ”kapasitetur”, sum nærum bert sæst millum kava- flykrurnar norðuri í Klaks- vík, tá ið Klaksvíkskapp- ingin er og í sólbrillum ella við regnskjóli til Ólavssøkufinaluna!!! ”.. men kósin hon er enn ikki sett..” Fyrsti upplýsingar- fundurin hjá Grindamannafelag- num verður í Sør- vági mánakvøldið GRIND Eirikur Lindenskov Aftur í ár skipar Grinda- mannafelagið fyri kunn- andi og upplýsandi fund- um kring landið. Í ár verður farið til Vágarnar, Norðstreym og Eystur- oynna, sigur Ólavur Sjúrðarberg, formaður í Grindamannafelagnum. Fundurin í Vágum verður í skúlahøllini í Sørvági mánakvøldið komandi kl 19. Skráin er fjøllbroytt. Fólk frá Nátt- úrugripasavninum fara at greiða meira frá fylgi- sveinagrindini, um merk- ing av stórhvali og um hvørjar granskingarverk- ætlanir, tey í løtuni eru í holt við í samband við grind, hval og kóp. Jústines Olsen, djóra- lækni fer at greiða frá av- líving av grindahvali v.m. Hann hevur gjøgnum ár- ini fylgt gjølla við og kannað avlíving av hvali. – Vit eiga altíð at gera okkara arbeiði í grind ábyrgdarfult og lýtaleyst. Tað verður ongantíð tos- að nóg nógv um avlív- ingina, tí hana síggja øll í einum grindadrápi, og hana er tað hugsað verð- ur um, tá ið spurt verður um, hvussu gekst í grind- ini. Hesin týdningarmikli parturin av arbeiðinum í grind eigur at ganga fyri- myndarliga, og eitt av aðalmálinum hjá ”Grinda- mannafelagnum” er júst at kunna um avlívingina og greiða frá, soleiðis at føroyingar læra at skera á háls – skjótt og ruddiligt, sigur Ólavur Sjúrðar- berg. Aftan á hesa ástøðiligu kunnan er bara at halda seg framat, tá ið grind er – í fyrstani við vegleið- ing frá einum royndum grindamanni. Maria Dam arbeiðir á Heilsufrøðiligu Starvs- stovuni. Hon hevur í mong ár kannað føroysk- an mat – eisini grind og spik. Hon fer á fund- unum í stuttum at greiða frá, hvørji evni eru í hvalaúrdrátti. Men vit eiga at ganga út frá, at grind og spik er góður matur, tí grindahvalurin livir í heimsins reinasta umhvørvi, siga vit – hav- inum kring Føroyar. Høvuðstrupulleikin, mannaættin í løtuni hev- ur at stríðast við, er dálk- ing. Verður einki gjørt við hana, fer mannaættin at doyggja í sínum egna skarni, verður sagt. Men er tað nú so illa statt kort- ini? Sjálvandi er tað ikki tað. Tað hevur verið og verður framvegis veru- liga nógv gjørt fyri at minka dálkingina – eisini her á landi. Vit kunnu altíð spyrja, um tað verð- ur gjørt nokk, tí dálking- in er ein heimsumfatandi trupulleiki. Latið okkum liva í einum reinum landi í reinum havumhvørvi. Landsins grøði, fólksins føði. Vónandi fáa vit eisini á fundunum kring landið eitt gott og uppbyggjandi prát um lokal grinda- viðurskiftir. Fundirnir í Norð- streymi og Eysturoynni verða nærri lýstir seinri. Aðalfundurin hjá ”Grinda- mannafelagnum” verður leygardagin tann 6. apríl í Norðurlandahúsinum. Hetta verður lýst nærri í bløðunum. Grindamenn á grindafund C M Y K 13 12