leygardagur 23. februar 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 38 - 23. februar 2002
15
Hóast umhvørvis-
verndarlógin er 14
ára gomul, er enn
eingin kunngerð
gjørd, sum ásetir
markvirði fyri útláti
av dálkandi evnum í
alivinnuni. Heilsu-
frøðiliga Starvsstovan
hevur ásett vegleið-
andi markvirðið fyri
útlátið av zinki, sum
er tvær ferðir so høgt
sum í Skotlandi
UMHVØRVI
Jóanes N. Dalsgaard
Endamálið við umhvørvis-
verndarlógini frá 1988 er
m.a. “at tryggja teir egin-
leikar í ytra umhvørvinum,
ið eru av týdningi fyri ...
varðveiting
av
einum
fjøltáttaðum
djóra-
og
plantulívi.” Eingi formlig
mørk eru tó fyri, hvussu
nógv føroyingar sleppa at
dálka. Máliskan “dálking,
ið ikki verður mett at verða
uttan týdning” verður nýtt í
umhvørvisverndarlógini,
sum avgerandi atlitið fyri,
um dálkingin er ov stór.
Men hvat er so “dálking,
sum ikki er uttan týdning”?
Havandi endamálið við
umhvørvisverndarlógini í
huga, skuldi verið eyðsæð,
at “dálking, sum ikki er
uttan týdning” er dálking,
sum hóttir “teir eginleikar í
ytra umhvørvinum, ið eru
av týdningi fyri ... varð-
veiting av einum fjøltátt-
aðum djóra- og plantulívi.”
Umhvørvis-
góðkenningar
Heilsufrøðiliga Starvsstov-
an (HFS) skal góðkenna alt
dálkandi vinnuvirksemi í
Føroyum. Givnar verða
sonevndar umhvørvisgóð-
kenningar. Í eini umhvørv-
isgóðkenning av einum
alibrúki frá juni í 2000
gongur áðurnevnda málisk-
an aftur. Í umhvørvisgóð-
kenningini eitur tað, at um
kanningar vísa, “at dálking
fer fram, sum ikki er uttan
týdning”, so kann HFS
krevja
ábøtur
framdar.
Eingi formlig markvirðir
eru ásett í umhvørvis-
góðkenningini. Tað er alt
ein spurningur um ítøki-
ligar metingar í hvørjum
einstøkum føri.
Vegleiðandi
markvirðir
Í somáta er “Upprit um
umhvørviseftiransing
av
alistøðum á sjónum”, sum
HFS hevur gjørt, eitt fram-
brot. Í uppritinum, sum er
gjørt í november í fjør, eru
ásett vegleiðandi markvirð-
ir fyri eitt nú útlátið av
zinki frá føroyskum ali-
brúkum. Hesi markvirðið
verða í framtíðini skrivaði í
umhvørvisgóðkenningarna
r, og eru soleiðis formliga
bindandi fyri góðkenda
virki. Vert er tó at hava í
huga, at uppritið ikki er ein
kunngerð, og tí ikki hevur
nakran rættarvirknað, sum
so.
Zink
Zink er eitt tungmetal, sum
verður latið í alifóður fyri
at fyribyrgja ávísum sjúk-
um hjá alifiski. Men zink er
“eitt óbehagiligt evni í
náttúruni, í ov stórum
nøgdum”, sigur ein lívs-
frøðingur, Sosialurin hevur
tosað við. Tí eigur útláti av
zinki at vera avmarkað
mest møguligt.
Zink finst náttúrliga í
jarðarskorpuni, og miðal-
nøgdin av zinki í náttúruni
er uml. 70 mg/kg. Hetta er
tað, sum nevnist bak-
grundavirði. Bakgrunda-
virðið er ikki tað sama
allastaðni á jørðini. T.d. er
bakgrundaavirðið fyri zink
í Skotlandi 110 mg/kg,
meðan tað í Føroyum er 53
mg/kg. Bakgrundavirðið
fyri zink í Skotlandi er
sostatt meira enn tvær
ferðir so høgt sum í Før-
oyum.
Loyvda dálkingin í
Føroyum dupult so
stór
Hóast umhvørvisskaðiligt,
so verður zink, sum nevnt,
nýtt til sjúkufyribyrging hjá
alifiski. Tí verður zink latið
í alifóður. Í Skotlandi er
mark sett fyri, hvussu stórt
útlátið av zinki má vera.
Samlaða nøgdin av zinki
við alibrúkini má ikki fara
uppum 410 mg/kg. Hetta
merkir, at dálkingin ikki má
vera meira enn 4 ferðir
bakgrundavirðið.
Í Føroyum er vegleiðandi
markvirðiðeisini 410 mg
/kg. Men sum longu nevnt,
er bakgrundavirðið fyri
zink í Føroyum bert helvtin
av tí í Skotlandi. Hetta
merkir, at dálkingin í
Føroyum kann vera upp til
8 ferðir bakgrundavirðið.
Hetta er tvær ferðir so
nógv, sum í Skotlandi.
Væntandi vísundaligt
grundarlag
Sosialurin
hevur
spurt
HFS, hví markvirðið er so
nógv hægri í Føroyum enn í
Skotlandi. HFS upplýsir, at
man hevur valt at brúka tey
skotsku virðini, tí at við-
urskiftini í báðum londun-
um eru lík. Men HFS upp-
lýsir samstundis, at ongar
vísundaligar kanningar eru
gjørdar til tess at staðfesta,
um viðurskiftini eru lík.
HFS veit sostatt ikki, um
tað yvirhøvur ber til at
samanbera viðurskiftini í
Føroyum og í Skotlandi.
Ymisku bakgrundavirðini í
báðum londunum kundu
enntá verið ein ábending
um, at viðurskiftini netupp
ikki eru lík. Kortini eru
skotsku virðini nýtt, sum
tey eru. Uppá spurningin
um, hví vísundaligar kann-
ingar ikki eru gjørdar í
Føroyum upplýsir HFS, at
hesar eru so umfatandi og
kostnaðarmiklar, at fíggj-
arlig orka er ikki til at gera
tær.
Verður umhvørvis-
verndarlógin fylgd?
So er spurningurin, hví
HFS hevur avgjørt, ikki at
vera meira varin í ásetanini
av markvirðinum fyri zink.
Endamálið við umhvørvis-
verndarlógini er jú, at
“tryggja teir eginleikar í
ytra umhvørvinum, ið eru
av týdningi fyri ... varðveit-
ing av einum fjøltáttaðum
djóra-
og
plantulívi.”
Hvørji eru atlitini, sum tala
fyri, at føroyskir alarar
skulu sleppa at dálka
lutfalsliga
meira
enn
skotskir? Hví kunnu før-
oyskir alarar ikki klára seg
við sama útláti av zinki og
tískil einum lægri mark-
virði enn skotar? Svarið
uppá hesar spurningar er
møguliga at finna í upp-
ritinum frá HFS. Sambært
uppritinum er endamálið
við eftiransingini av um-
hvørvinum, “at árinini frá
vinnuni ongantíð verða so
stór, at møguleikarnir fyri
einari sunnari vinnu verða
skerdir.” Og tað er kanska
ikki heilt tað sama, sum
stendur í umhvørvisvernd-
arlógini.
Føroyskir alarar sleppa
at dálka tvær ferðir so illa
Sosialurin hevur spurt á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, hví markvirðið er so nógv hægri í
Føroyum enn í Skotlandi. Starvsstovan upplýsir, at man hevur valt at brúka tey skotsku virðini,
tí at viðurskiftini í báðum londunum eru lík. Men samstundis upplýsa tey, at ongar
vísundaligar kanningar eru gjørdar til tess at staðfesta, um viðurskiftini eru lík
savnsmynd
15
14
Nr. 38 - 23. februar 2002
- Sum heild, eru vit
nøgdir við gongdina,
og væntandi stendur
bygningurin innilok-
aður um hálvan apríl.
Um eina viku fáa vit
vindeyguni, og tá
hava vit alt tilfarið á
byggiplássinum, sum
skal til fyri, at vit
kunnu gera inni-
lokingararbeiðið
liðugt, sigur Helgi
Johannesen hjá
byggifelagnum, KBH.
BYGGING
Vilmund Jacobsen
Nýtt apotek verður bygt í
Runavík. Hetta arbeiðið er
nú komið so væl áleiðis, at
bygningurin stóð reistur
fríggjadagin. Mikudagin,
hósdagin og fríggjadagin
stríddust teir, sum arbeiða
hjá Sp/F KBH, við at reisa
sperrurnar, og fríggjadagin
kundu væl nøgdu arbeiðs-
menninir vinda flaggið á
stong. Hetta er eitt stórt
arbeiði, so hetta var eisini
ein stórur dagur hjá KBH
og teimum, sum arbeiða hjá
byggifelagnum.
Reisigildi var fríggja-
kvøldið á loftinum í høl-
unum, har apotekið húsast í
dag. Hesi hølini eigur
Mattias Davidsen
Arbeiðið gingið væl
Høvuðsentreprenørur
er
byggifelagið, KBH, sum
hevur heimstað á Toftum.
Fyritøkan hevur staðið fyri
øllum
arbeiðnum,
sum
higartil er gjørt. Teir fingu
Jóhan Berg í Saltnesi, sum
eigur felagið Falkon, at
gera
jørð-og
planer-
ingsarbeiði, og síðan hevur
KBH stoypt og smíðað. Og
hetta er ikki smávegis
arbeiði, tí ein stórur partur
av betongarbeiðinum er
undir jørð. Á ovaru síðu á
bygninginum eru upp til
fýra metrar av betongi og
jarni undir jørð.
Helgi Johannesen, sum
leiðir arbeiði fyri KBH,
sigur, at arbeiði hevur
gingið væl, tá ið havt verð-
ur í huga, at hetta er
háveturstíð, og at teir hava
verið nógv tarnaðir av
skiftandi
veðurlagnum,
sum verið hevur í vetur.
- Jørð- og planerings-
arbeiði
byrjaði
byrjaði
beint fyri ólavsøku, og vit
byrjaðu so spakuliga í
september
at
stoypa.
Hægstu betong veggirnir
eru 11 metrar høgir, og tað
krevst líkinda veður, tá ið
arbeitt verður í slíkum
hæddum.
Ólagaligt veður
Helgi sigur, at teir hava
mist fleiri arbeiðsdagar, tí
tað hevur verið nógvur
vindur, vátakavi og annars
ófantaligt veður. Aðrar
dagar hevur veðrið verið
gott, og tá hevur kanska
verið frost. So, tá ber
heldur ikki til at stoypa.
- Men, sum heild, eru vit
nøgdir við gongdina, og
væntandi stendur bygning-
urin innilokaður um hálvan
apríl. Um eina viku fáa vit
vindeyguni, og tá hava vit
alt tilfarið á byggipláss-
inum, sum skal til fyri, at
vit kunnu gera inni-
lokingararbeiðið liðugt.
KBH hevur eisini átikið
sær at gera økið uttan um
bygningin liðugt. Tað er
felagið hjá Alberti Isfeld og
Gudmundi Hansen, sum
hevur teknað nýggja
apotekið í Runavík, og
ráðgevandi verkfrøðingur
er Preben Hansen.
Nýggja apotekið í Runavík reist
Hetta eru menninir hjá KBH, sum seinastu dagarnar hava stríðst við at reist sperrurnar til nýggja apotepið í Runavík
TÍÐINDASKRIV
Nú verður fari uttanlands
við leikinum.
Norðurlendski sjónleik-
arbólkurin
hevur
sýnt
”Macbeth” eftir Shake-
speare á Gamla Meiaríi átta
ferðir,
og
hóast
góða
móttøku, verða bert fimm
sýningar afturat í Føroyum,
seinastu ferð mikudagin kl.
20.00.
Men tey gevast ikki so:
Leikurin verður nú pakk-
aður niður til leikferð í
Norðurlondum.
Teir seks sjónleikararnir
úr Føroyum, Noregi, Svø-
ríki og Finnlandi, og litav-
iski
leikstjórin
Cezaris
kunnu gleðast um stóra
áhugan
uttanlanda
fyri
teirra tulking av Macbeth.
18 sýningar eru fyribils
umbidnar:
Farið verður fyrst til
Oslo, har sýningar verða
15. og 16. marts umborð á
Teaterbåten Innvik. 18. og
19. marts verður spælt í
Stange, og síðan gongur
leiðin til Stockholm, har
sýningar verða 23. og 24.
marts á Teater Replica.
Í apríl gongur leiðin til
Norðursvøríkis, har leik-
urin verður sýndur á Teater
Västernorrland í Sundsvall
16., 17. og 18. apríl, í
Sollefteå 20. apríl, og í
Umeå 23. og 24. apríl. So
verður farið til Finnlands,
har spælt verður í Wasa á
Wasa Teater 27., 28. og 29.
apríl, og í Helsinki á
Teaterhögskolan 6., 7. og 8.
mai.
Fleiri
sjónleikarafesti-
valir í Íslandi, Noregi, og
Svøríki hava eisini víst
áhuga fyri hesum serliga
leikverkið.
Men enn er ikki heilt
yvirstaðið
í
Føroyum.
Áhugin hevur verði stórur,
og ummælararnir eru á
einum máli um, at hetta
eigur ein og hvør sjón-
leikaráhugaður at síggja:
“...leikur á høgum støði
(...) ...ein góður leikur, ein
spennandi leikur og fremst
av øllum ein dramatiskur
leikur, sum verdur er at
síggja.
Beate L. Samuelsen,
Dimmalætting.
“... áskoðararnir fáa eina
serstaka sýning at síggja
(...)... stuttligt og gott spæl
við tí gamla leikinum, har
nýggjar rútmur og tónar
sleppa til sín rætt.
Heri á Rógvi, Sosialurin
Lýsingin av tveimum fólk-
um, ið missa hvørt annað
burtur í lagnunnar spælið,
er sterk og rørandi. (...)
Hesin mátin at framføra
sjónleik, er ein uppliving, tí
hann er so heilt øðrvísi enn
tann vanlligi mátin.(...)
Bíðið ikki við at fara. Slíkt
høvi kemur kanska ikki
aftur í bræði.
Høgni Djurhuus, Útvarp
Føroya
Tær seinastu fimm sýn-
ingarnar verða komandi
vikuna: Í kvøld klokkan
18.00, sunnukvøldið klokk-
an 18.00, Mánakvøldið
klokkan 20.00, týskvøldið
klokkan 20.00 og seinastu
ferð mikukvøldið klokkan
20.00.
Tað er bert pláss fyri 80
fólkum á Meiarínum, so tey
sum vilja hava pláss skulu
skunda
sær!
Atgongu-
merkið à 100 kr. fáast á
Kunningarstovuni og við
dyrnar ein tíma undan
sýning.
Macbeth takkar fyri seg
C
M
Y
K
14
BERG MOTORS
Staravegur 1-3 • Tel. 31 35 35 • Fax 31 77 35
BERG MOTORS
Mazda 323 S 2,0 Diesel LX
Gráur, 4 hurðar, 5 gear,
Km.84.000, árg. 06/98
Mazda 323 S 2,0 Diesel LX
Grønur, 4 hurðar, 5 gear,
Km.84.000, árg. 01/98
Renault Megane 1,4e
Grønur, 5 hurðar, 5 gear,
Km.34.000, árg. 08/98
94.000,-
Renault Megane 1,6e
Reyður, 5 hurðar, 5 gear,
Km.60.000, árg. 12/96
80.000,-
Renault Megane 1,6e Sedan
beige, 4 hurðar, 5 gear,
Km.38.000, árg. 06/98
105.000,-
Renault Twingo
reyður, 3 hurðar, 5 gear,
Km.48.000, árg. 04/99
64.000,-
Suzuki Baleno 1,3 GL Plus
gráur, 4 hurðar, 5 gear,
Km.69.000, árg. 10/96
58.000,-
90.000,-
Mazda 323 S 1,5i LX
Reyður, 4 hurðar, 5 gear,
Km.68.000, árg. 05/97
Sleipikrók
Fiat Multipla 1,6
Gráur, 5 hurðar, 5 gear,
km 35.000, árg. 01/00
138.000,-
Ford Escort 1,8 Diesel Sedan
Bláur, 4 hurðar, 5 gear,
Km.126.000, árg. 09/95
66.000,-
Ford Escort 1,8TD St.Car
reyður, 5 hurðar, 5 gear,
Km.50.000, árg. 08/97
110.000,-
Mazda 929 S 2,2i GLX
Bláur, 4 hurðar, 5 gear,
Km.145.000, árg. 03/89
28.000,-
Sóltak
Sýnaður
05/01
Sýnaður
02/00
Sýnaður
02/00
Ford Escort 1,6 Zetec
grønur, 5 hurðar, 5 gear,
Km.33.000, árg. 06/98
107.000,-
Honda Civic S 1,4 IS
Hvítur, 4 hurðar, 5 gear,
Km.76.000, árg. 12/98
112.000,-
Sýnaður
04/02
Peugeot 306 D Diesel
bláur, 4 hurðar, 5 gear,
Km.144.000, árg. 95
66.000,-
Sýnaður
05/01
Sýnaður
09/00
105.000,-
90.000,-
Volvo 440 GLT
Reyður, 5 hurðar, 5 gear, Km.84.000, árg. 06/00
2 sett av dekkum á orginal felgum
SERTILBOÐ 48.000,-
Sýnaður
02/00