Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. februar 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 38 - 23. februar 2002 Nr. 38 - 23. februar 2002 17 Í vikuni fór Sjónvarp Føroya undir at fram- leiða tíggju útgávur av undirhaldssend- ingini "Botnurin" afturat teimum tólv, sum longu eru klárar at senda út. Sosialur- in hugdi afturum leiktjøldini, meðan nýggju liðformenni- nir James og Lena kappaðust um stigini, og eftir senindinga royndu vit at koma á botn saman við vertunum BOTNURIN Orð:Ingrid Bjarnastein & Rúnar Reistrup Myndir: Jens K. Vang – Buuuhhh, Åååhhh, Haha- haha! – Hatta er gott, men royn- ið og flennið eitt lítið sind- ur harðari. Roynið aftur. Rúni Kjær hevur eina umráðandi uppgávu undir framleiðsluni av nýggju føroysku undirhaldssend- ingini, sum verður send hvørt leygarkvøld komandi tíðina undir heitinum "Botnurin". Á borðinum framman fyri sær hevur hann skeltir við nøkrum sagnorðum í boðshátti. "Flenn!", "Klappa!" og "Jubla!" stendur á teimum skeltunum, sum oftast verða hildin upp í loft, nú Rúni Kjær roynir at hita áskoðarafjøldina upp, fimm minuttir áðrenn myndatólini verða tendrað og teir báðir Tróndur og Jens Tummas seta ferð á spurnarkappingina. Ígjøgnum alla sendingina er Rúni tann, sum ræður fyri hvussu áskoðararnir ljóða.10. flokkurin, sum hesuferð situr á áskoðara- plássunum, er rættiliga dugnaligur til at akta skelt- ini, men Rúni Kjær fílist á desibelstøðið hjá ungu røddunum, sum sýnist at lækka sum sendingin líður. Uppgearaðir vertir Tað gera røddirnar hjá vert- unum hinvegin ikki. Eftir eina heldur stirvna byrjan, har teir seks luttakararnir í spurnarkappingi virka eitt sindur fjálturstungnir, kem- ur rættilig gongd á í seinnu helvt av sendingini, ikki minst takkað verið James Olsen og hansara lætta lyndi. James og Lena Andersen eru nýggju lið- skipararnir í sendingini, eftir at Jenny Petersen og John Petersen hava staðið á odda fyri hvør sínum liði í teimum fyrstu tólv send- ingunum. At hetta er 18. ferðin sendingin verður tikin upp, sæst ikki aftur á vertunum. Teir eru fullir av orku og geara hvønn annan og lut- takararnar upp. Onkuntíð hava teir hug at siga okkurt minni borðbart, men tað eydnast sum oftast prod- usaranum, Ingibjørg Jacob- sen, at halda í oyruni á teimum, áðrenn teir fara út- um mark. – Tað er ringt at vita nær man skal tiga. Onkuntíð byrja vit uppá eina joke, men so verður rópt í oyra- sniglinum, at vit skulu steðga. Hesaferð var tað til dømis hin um blondinuna, sum.... nei, lat meg einki siga, sum varð stegðað áðr- enn Tróndur fekk fortalt hana lidna, hugleiðir annar av vertunum, Jens Tummas, eftir at sendingin er liðugt upptikin, og vit hava fingið teir undir átta eygu. – Ja, tá tað koyrir væl og adrenalinið pumpar er tað skjótt at siga okkurt, sum man ikki burdi sagt, sigur hin uniformklæddi vertur- in, Tróndur Vatnhamar. Botnfiskar svara Hvør hevur tað stuttlig- ari? Hyggjararnir ella tit? – Vit. Tað er sera stuttligt at gera sendingina, serliga tá tað gongur væl, og lut- takararnir eru lívligir. Men eg vænti at hyggjararnir eisini hava tað stuttligt onkuntíð. Grundtankin við allari sendingini er faktiskt, at tá vit hava tað stuttligt, so hava hyggjararnir tað eisini stuttligt. Hvønn vendir sendingin seg til? – Hetta má sigast at vera ein sending fyri ung, ung fólk og annars øll við ung- um sinni. Hetta er ikki humor á høgum intellek- tuellum stigi, og tað skal tað heldur ikki vera, og tí eru tað sjálvandi nøkur, ið kanska halda tað vera eitt sindur býtt. Hví er sendingin bygd upp sum ein spurnarkapp- ing? – Tí fólk vilja hava kappingar. Nærum allar undirhaldssendingar eru kappingar av einum ella øðrum slag. Tað vísir seg at vera væl dámt at síggja fólk kappast um eitthvørt. – Spurnarkappingin er okkara reyði tráður, sum vit fara frá við jøvnum millumbilum, men altíð kunnu venda aftur til. Men hyggur man eftir sendingini sum heild, so er spurnarkappingin bara ein lítil partur av henni. Hvat er tann torførasta avbjóðingin tit hava sett hvørjum øðrum? – Fyri mítt viðkomandi var tað tá Tróndur bað meg ringja til løgmansskriv- stovuna við einari bumbu- hóttan, og tá eg varð biðin um at strippa á Ellisheiminum kom eg eisini í eina svára støðu, sigur Jens Tummas. – Eg fekk at vita at eg skuldi leypa á sjógv eftir einum hundraðkrónuseðli, sum Jens Tummas blakaði út. Hvat hava fólk sagt um sendingina? – Vit hava fingið verbal- an bank frá onkrum, og onnur hava róst okkum nógv, so tað hevur verið ógvuliga ymiskt – Ja, vit hava fingið onkran destruktivan kritik og nógvan konstruktivan kritik. James Olsen, liðskipari, við manning Upptøkuhølini ímynda ein kavbát. Edward Fuglø hevur staðið fyri pallsmíðinum Rúni Kjær fær fólk at jubla Botnvarp Sosialurin hevur verið og loddað dýpið við- víkjandi nýggju undirhaldssendingini "Botnurin", sum fór av bakkastokki í Sjón- varpi Føroya seinasta leygarkvøld, og sum verður send fyri aðru ferð í kvøld Botnkanning Maria Michelsen, 16 ár, praktikantur í Deres, Argir –Eg haldi, at sendingin var góð og undirhaldandi. Tað kundu verið fleiri av- bjóðingar og liðskipararnir kundu eisini verið betri. Vertirnir vóru fínir, teir duga væl. Avbjóðingarnar vóru góðar, tí tað er eins og sjónvarp í útlondum. Óli Viðoy, 29 ár, kokkur, Hoyvík –Eg rokni við, at hon verður frægari, tá vertirnir hava sæð seg sjálvar. Sendingin var ov illa skipað. Spurn- ingarnir vóru á eini leið, men nú er tað soleiðis, at tá tú sært eina send- ing fyrstu ferð, so hevur tú ofta hug at leita eftir feilum. Eg vóni ikki, at teir hava tikið allar sendingarnar upp, tí tann fyrsta var ikki nóg góð. Onkur av liðskiparunum var tó eitt sindur keðiligur, men eg fari heilt vist at hyggja í kvøld, tí eg vænti hon verður frægari. Jórun Dánialsdóttir, 52 ár, bókhandlari, Tórshavn –Sendingin var ikki so galin. Gott at okkurt er fyri ungdómin. Hon er kanska ikki fyri blaðung, men eitt stað millum 20-40 ár. Tað, at teir báðir eru við, bend- ir á, at sendingin er fyri ungdóm. Tó var eitt sindur ov nógvur orðavavstur, og mátin tosað var uppá var eitt sindur óbeinleiðis. Tað var mestsum undirfor- staðið millum ung, og tí giti eg, at nógv vaksin hava ikki skilt alt. Mær dámar serliga væl føroyskar sendingar og tí ætli eg mær at hyggja næstu ferð. Pallsmíðið var ógvuliga vakurt, og teir báðir vertir- nir eru stak sjarmerandi. Bárður Tindskarð, 22 ár, maskinsmiðjulærlingur, Tórshavn –Óluksáliga góð sending. Áhugaverd. Spurningarnir kundu verið eitt sindur betri. Vertirnir vóru fínir, og teir skulu heilt vist halda áfram soleiðis. Niels Mortensen, stjóri, Tórshavn –Eg haldi, at sendingin var góð og undirhaldandi. Spurningarnir vóru kanska eitt sindur ov tápuligir. Tað var týðuligt tá eina liðið bara fekk 0 stig í fyrsta umfari. Men generelt er hatta gott undirhald, lætt. Hatta er nakað nýtt og sendingin fer helst at koma fyri seg. John Petersen, 29 ár, lærari og vertur í Botninum, Tórshavn –Tann fyrsta sendingin var ikki tann besta. Har koma nógvar betri.Tað var stuttligt at gera sendingina, men ógvuliga strævið. 5 - 6 tímar hvønn dag í eina viku. Man hevur jú eisini nógvar nervar í byrjanini, og tann fyrsta sendingin er merkt av tí. Eg havi ikki merkt so nógv til at eg havi verið við, uttan tað, at næmingarnir ganga og rópa botnurin eftir mær. Eg taki tað ikki so tungt, um sendingin ikki verður so væl móttikin - eg kann altíð venda aftur til fótbóltin. C M Y K 17 16