leygardagur 23. februar 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 38 - 23. februar 2002
Nr. 38 - 23. februar 2002
19
UTTAN ÚR HEIMI
Búskapur og vinna:
Toskur
fínur matur
Í Noregi er tað vorðið
fínari at eta tosk enn
laks. Á fiskatorginum í
Tromsø kunnu fólk
keypa laks fyri einar 30
krónur kilo, meðan
toskurin kann kosta
tvær ferðir so nógv.
Norska útflutnings-
ráðið sigur, at norð-
menn ótu 110.000 tons
av fiski í fjør. Av teim-
um settu fólk 90.000
tons á dørurðaborðið
við hús, og hini 20.000
tonsini vórðu etin á
matstovum. Tað merkir,
at hvør norðmaður át
18,7 kilo av fiski í fjør,
og tað er meiri enn
undanfarin ár.
Sambært útflutnings-
ráðnum siga hesi tølini,
at tað er vorðið fínt at
eta tosk, meðan laksur-
in er vorðin gerandis-
matur.
Aftur bót
Skandinaviska flogfe-
lagið SAS hevur aftur
fingið bót fyri sam-
starvið við Maersk Air.
Hesaferð er tað virðis-
brævamarknaðurin
í
Stockholm, sum hevur
givið
SAS
bót,
tí
felagið gav ikki markn-
aðinum
nóg
góða
kunning, tá ES-nevndin
kannaði samstarvið við
Maersk Air.
Bótin, sum SAS nú
hevur
fingið,
er
800.000 krónur, men
hon er lítil samanborin
við tær 290 milliónir
krónurnar, sum ES-
nevndin dømdi felagið
at
gjalda
seinasta
summar.
Størri
nýtsla
Kanningar vísa, at tann
privata nýtslan í USA
er vaksin nógv skjótari,
enn myndugleikarnir
høvdu
roknað
við.
Nýtslan minkaði nógv
eftir tann 11. september
í fjør, men nú vísir tað
seg, at amerikanarar
aftur eru farnir at nýta
pengar.
M. a. vísir kanningin,
at
eftirspurningurin
eftir húsum og íbúðum
er
vaksin
munandi
seinastu mánaðarnar,
og at húsaprísurin er
hækkaður samsvarandi.
Kortini sæst, at eftir-
spurningurin er ym-
iskur, og í New York,
San Fransisco og øðrm
stórbýum er húsaprís-
urin fallin.
Bilasølan verður ofta
nýtt sum barometur í
USA, og seinastu mán-
aðarnar er bilasølan
vaksin.
Úr Norðurlondum:
Uffe
visti alt
Sakførarin hjá fyrr-
verandi varastjóranum í
Royal Greenland, Lars
Emil Johansen, vil nú
vera við, at Uffe Elle-
mann-Jensen visti alt
um sáttmálan, sum teir
báðir fyrrverandi stjór-
arnir í Royal Greenland
høvdu
við
felagið.
Sambært sáttmálunum
fingu Lars Emil Jo-
hansen og fyrrverandi
stjórin, Ole Ramlau
Hansen,
einar
15
milliónir krónur, tá teir
fóru frá í fjør.
Uffe
Ellemann.
Jensen, sum fór úr
nevndini í grønlendska
felagnum mánadagin,
hevur sagt, at hann visti
einki um ta stóru fráfar-
ingarlønina, fyrr enn
hann sum nevndarfor-
maður skuldi góðtaka
útgjaldið.
Men hetta er ikki
rætt, sigur Henrik Nør-
kær, sum umboðaði
Lars Emil Johansen í
samráðingunum,
tá
hesin varð settur í vara-
stjórastarvið í 1997.
Henrik Nørkær sigur, at
hann samráddist við
táverandi stjóran, Ole
Ramlau Hansen, og at
stjórin
alla
tíðina
kunnaði
nevndarfor-
mannin, Ove Rovsing,
og
næstformannin,
Uffe Ellemann-Jensen,
um gongdina og treyt-
irnar í samráðingunum.
Tí visti næstformaðurin
alt, sigur sakførarin,
men hesum vísir Uffe
Ellemann-Jensen aftur.
Munnkurv
Teir ovastu leiðararnir í
norsku verjuni eiga ikki
at mótmæla, tá teir eru
ósamdir við politikar-
arnar. Tað heldur í
hvussu er næstformað-
urin í Arbeiðaraflokk-
inum, Hill-Marta Sol-
berg.
Herfyri segði ein
norskur generalur, at
politikararnir
gjørdu
eitt mistak, tá teir feldu
eina ætlan um at flyta
ovastu loftverjuleiðsl-
una úr Bodø til Stavang
er. Men generalurin átti
at tagt, tí teir eiga ikki
at spæla politikarar,
sigur Hill-Marta Sol-
berg. Verjuleiðslan er
sum vera man ikki
samd við henni.
Stjórnin í Sri Lanka
og teir tamilsku
uppreistrarmenninir
samdust í gjár um at
binda frið
SRI LANKA
Árni Joensen
Tað var forsætisráðharrin,
Ranil
Wickremasinghe,
sum boðaði frá vápna-
hvíldaravtaluni, sum er
fingin í lag eftir drúgvar
samráðingar. Noreg hevur
staðið á odda fyri sem-
ingsroyndini, og norski
sendiharrin í Colombo, Jon
Westborg, fekk í gjár vissu
fyri, at srilankiska stjórnin
er til reiðar at halda av-
taluna, sum teir tamilsku
uppreistrarmenninir høvdu
góðtikið frammanundan.
Enn er ov tíðliga at siga,
um avtalan um vápnahvíld
kann fáa enda á borgara-
krígnum í Sri Lanka. Hetta
kríggj hevur vart í 19 ár og
hevur kravt umleið 64.000
mannalív.
Tann nýggja avtalan er
ikki einans ein avtala um, at
partarnir
skulu
leggja
vápnini. Sambært avtaluni
skal stjórnin loyva tamilum
at vitja skyldfólk uttan fyri
tey økini, sum tamilsku
uppreistrarmenninir hava
ræðið á, og avtalan sigur
eisini, at tamilarnir skulu
taka lut í politiskum ar-
beiði, hvør mál er at tryggja
varandi frið.
Í sambandi við undir-
skrivingina vitjaði Wick-
remasinghe, forsætisráð-
harri ein bý tætt við markið
til tað økið, sum tamilsku
uppreistrarmenninir hava
ræðið á, og hetta var fyrstu
ferð í tíggju ár, at ein sri-
lanskiskur stjórnarleiðari
hevur verið á hesum leið-
um.
Avgerðin hjá
ísraelsku stjórnini at
skipa trygdargeirar,
sum skulu avmarka
sambandið millum
ísraelsmenn og
palestinar, møtir
harðari mótstøðu
aðrastaðni
MIÐEYSTUR
Árni Joensen
ST-aðalskrivarin,
Kofi
Annan, var tann fyrsti at
gera viðmerkingar, eftir at
Ariel Sharon, forsætisráð-
harri hevði almannakunn-
gjørt avgerðina hjá ís-
raelsku stjórnini. Annan
segði, at nýggja ísraelska
tiltakið fer ikki at bøta
umviðurskiftini,
og
at
støðan í Miðeystri líkist
meiri og meiri einum
veruligum kríggi.
ST-aðalskrivarin
legði
afturat, at tað er neyðugt
við nýhugsan í Miðeystri,
og hann mælti trygdarráð-
num til at taka upp sam-
band við báðar partar.
Noreg hevur havt ein
serligan lut í Miðeystur-
kreppuni, og norski uttan-
ríkisráðharrin, Jan Peter-
sen, segði í gjár, at hann var
beinleiðis vónsvikin av
avgerðini hjá ísraelsku
stjórnini.
- Eftir mínari uppfatan
kunnu hvørki vápn ella
trygdargeirar fáa enda á
teirri óndu ringrásini í Mið-
eystri, segði Jan Petersen.
Í sjónvarpsrøðuni segði
Sharon, at endamálið við
trygdargeirunum er at fáa
enda á teimum blóðugu
samanbrestunum,
men
palestinski samráðingar-
leiðarin, Saeb Erekat, sigur,
at ísraelski forsætisráð-
harrin hevur bara eitt mál,
og tað er at halda fram við
harðskapinum og at beina
fyri friðartilgongdini.
- Bæði vit og tað ís-
raelska fólkið vilja hava
frið og trygg viðurskifti,
men nýggju ætlanirnar hjá
Sharon fara ikki at geva
ísraelsmonnum
frið
og
trygd, segði Saeb Erekat í
gjár.
Heldur ikki allir ísraels-
menn taka undir við ætl-
anini hjá Sharon og stjórn
hansara. Nógvir av teimum
umleið 200.000 jødunum,
sum
búgva
í
teimum
palestinsku økjunum, hava
greitt tíðindafólki frá, at
vænta ikki, at trygdargeirar
fara at forða víðgongdum
palestinum í at leypa á.
Leiðarin í vinstrasinnaðu
andstøðuni í Ísrael, Youri
Sarid, segði stutt, at einki
nýtt var í røðuni hjá
Sharon.
Vápnahvíld í Sri Lanka
Sharon fyri hvøssum
atfinningum
Mynd: Reuters
Sosialurin hevur
spurt nøkur fólk, ið
hava tilknýti til
føroyska tónleika-
heimin, hvat teirra
meting er av føroysku
luttøkuni í Grand
Prix kappingini og
um, hvussu tey meta
avrikið hjá Pæturi við
Keldu
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
Føroysk luttøka í Grand
Prix kappingini, tí donsku,
er sum lundi á jólanátt og
kann teljast á einari hond,
ella rættari, tveimum fingr-
um. Í 1979 luttók Annika
Hoydal og harkalið við
sanginum Aldan. Talan var
tá um alernativa kapping,
har Grønland eisini luttók. Í
ár luttók Pætur við Keldu
við sangi sínum "Som en
drøm". Hann luttók á jøvn-
um føti við hinar luttakar-
arnar. Hevði sent inn, eins
og fleiri enn 600 onnur í
Danmark. Pætur endaði á
einum flottum 5. plássi.
Nógv er sagt og skrivað
um føroysku luttøkuna,
men nú eini 14 dagar eru
síðani kappingina, og prix-
aldan er við at leggja seg,
hava vit vent okkum til
nøkur fólk, fyri at biða tey
hyggja í bakspeglið og
meta um. Vit hava vent
okkum til nøkur fólk, ið
hava eitthvørt við føroyska
tónleikaheimin at gera og
sum tískil mugu metast at
hava
eina
viðkomandi
meining og meting. Vit
hava biðið tey meta um før-
oysku luttøkuna og avrikið
hjá Pæturi við Keldu.
Teitur Lassen
Eg haldi, at sangurin hjá
Pæturi var sera góður -
hann var mín persónligi
favorittur. Men eg haldi tó
ikki, at sangurin kundi
vinna Dansk Melodi Grand
Prix 2002. "Som en drøm"
er sera væl komponeraður
og framførdur, men hann
var tó ov stillur og fittur til
at vinna. Eri tó sera glaður
fyri Pætursa luttøku, og at
hann kom so langt við tí
hann stendur fyri. Eg hevði
atkvøtt hann sum nr. 1
vegna mín smak og eg gitti,
at hann samanumtikið bleiv
nr. 3, eftir at eg hoyrdi øll
løgini.
Rúna á Heygum
Ikki sørt, at eitt tár vann sær
fram í eygnakrókinum, tá
eg rúnarbundin og við
andakt sat og hugdi at
Pæturi við Keldu, ið saman
við systir síni framføra
prix-lag sítt. Eitt avbera
gott lag, og orð, ið góvu
framførsluni hjá Pæturi ta
heild, ið sjáldan er saman-
sjóvað. Tað vil siga, at per-
sónurin, lag, orð og fram-
førsla vóru beinleiðis í trá
við hvørt annað, og ikki er
altíð, at hetta hongur sam-
an. Pætur framsetti her eitt
vakurt lag - væl sungið -
við orðum sum fløva. Har-
umframt dugdi hann at bera
øllum á pallinum, soleiðis
at hetta bergtók áhoyraran
frá byrjan til enda.
Uttan at blanda politikk
millum Danmark og Før-
oyar saman við tónleiki,
burdu vit í Føroyum og
Grønlandi sjálvandi havt
okkara egnu luttøku í al-
tjóða Prix- tiltakinum, líka-
sum vit kunnu luttaka í
ítrótti á altjóða støði. Men
luttøkan hjá Pæturi er ein
varði á vegnum.
Niels Uni Dam
Eg haldi, at Pætur kláraði
seg framúr væl, hann sang
betur enn teir flestu, um
ikki allir hinir luttakararnir.
Sangurin var stak penur,
mær dámdi hann væl. Hann
hevði ótrúliga dámliga og
friðsæla útstráling á pallin-
um. Eg bleiv satt at siga eitt
sindur heitur um hjartað.
Tó haldi eg ikki, at ein før-
oyingur hevur nakað at gera
í hasi kappingini. Eg haldi
veruliga ikki, at tað ber til
at umboða føroyingar undir
donskum flaggi. Høvdu
føroyingar havt møguleika
at atkvøtt, og hevði Pætur
kunna sungið undir før-
oyskum flaggi í einari
møguligari finalu, so hevði
talan verið um virðing fyri
tjóðini Føroyar. Sum nú er,
lat Pætur danir snúlta uppá
føroyska mentanarskattin.
Gunhild Andreasen
Leygarkvøldið 9. februar
2002 fekk eg endaliga
staðfest fyri mær sjálvari, at
danir eru eitt av teimum
mest ómusikalsku fólka-
slagnum í heiminum. Eg
minnist í fjør, júst um hetta
leitið, tá eg og vinkona mín
sótu úti á Nørrebrúgv, og
hugdu at danska Grand
Prixnum. Ja, til eitt satt
vónbrot, tí øll tey upp-
skotini, vit høvdu frammi,
vóru als ikki tikin við í
metingarnar. Tó kom eitt av
okkara uppskotum víðari,
men gjørdist bert nummar
fimm, júst sum Pætur við
Keldu. Men lat tað fara, tað
var ikki uttan orsøk, at
Sasha Dupont, ið var ein av
dómarinum, gav Malenu
við sanginum " Vis mig
hvem du er ", eitt vánaligt
skoðsmál. Men Malena
sjálv er ein fragd fyri oyrað
at hoyra, hon er ein av
teimum bestu jazzsanga-
rinnunum, ið danir eiga - eg
havi hoyrt tað sjálv. Men
sjálvandi,
ja
sjálvandi,
leggur tað núverandi al-
tjóða Grand Prixið ikki upp
til jazztónar, men í staðin til
lættisoppa popptónleik, eg
veit ikki ein gang, um ein
kann kallað tað popp, men
sjangran er ræðulig. Vit
eiga at verða stolt av Pæturi
og hansara dygdum, bæði
sum sangskrivara, tónleik-
ara, sangara og hansara hátt
at framføra sangin uppá.
Tað er eitt kynstur. Fram-
ferðarhátturin var livandi,
dynamiskur og sannførandi
og sangurin var yndisligur
og forteljandi og bar brá av
jazztónum, sum ikki er
serliga " in ", tá vit tosa um
Grand Prix í nýggjari tíð, tí
fekk hann slíka lagnu.Vit
mugu heldur ikki gloyma
systur hansara, ið við sín-
um sangevnum gav sangin-
um meira fyllu.
Tað er bara at vóna, at
aðrar tónleikagreinar fáa
innivist í altjóða Grand
Prixnum, tí nú er tað á ein-
um alt ov vánaligum støði,
at man nærum situr á nál-
um og rodnar og spyr seg
sjálvan, brúkti eg aftur í ár
tíð uppá hetta her?. Men vit
vóna jú øll, at tað gerst
betur, og tí hyggja vit og
lurta spent hvørja ferð, ja ár
eftir ár - men enn havi eg
ikki fingið eitt "aha upp-
livilsi" síðan ABBA tók
heimin við stormi.
Ólavur Hátún
Eg sá bert leysliga í sjón-
varpinum. Men eg fekk eitt
dámligt intrykk og fegn-
aðist um úrslitið. Pætur
kláraði seg væl og tað
kendist inniligt. Tað er
einki at taka seg aftur í, at
hann hevur evnir. Nú er
hatta ikki júst tað slag av
tónleiki, eg fáist við, men
eg meti, at hatta var gott og
hevði ongar bíligar effektir.
Ektað og hjartaligt og sum
føroyingur eri eg glaður.
Metingar eftir føroysku prix-luttøkuna
C
M
Y
K
19
18