leygardagur 23. februar 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
C
M
Y
K
20
Nr. 38 - 23. februar 2002
21
Neistakvinnurnar,
sum skipaðu fyri
uppvísingardysti í
hondbólti hós-
kvøldið, tóktust
sjálvar ovfarnar av
risa undirtøkuni, sum
tiltakið fekk, og
áskoðararnir fingu so
sanniliga eisini nakað
fyri pengarnar
HONDBÓLTS-
UPPVÍSING
Jákup Mørk
Nógv mál, tveir javnir dyst-
ir og fram um alt undirhald
á einum rættiliga høgum
støði. Hetta var tað, sum
leikararnir høvdu at bjóða
áskoðarunum, tá kvinnu-
liðið hjá Neistanum hós-
kvøldið skipaði fyri upp-
vísingardysti, har innkomni
peningurin varð latin bein-
leiðis til vælgerandi enda-
mál.
Og at nógvir føroyingar
hava hug at stuðla væl-
gerandi endamálum, var
enn eina ferð sjón fyri søgn
í Høllini á Hálsi. Tá farið
varð undir kvinnudystin,
var høllin gott og væl hálv-
sett, og so við og við komu
alt fleiri. Tá farast skuldi í
holt við mannfólkadystin
var at kalla ógjørligt at
finna sær sitipláss, og
ivaleyst kom góða undir-
tøkan eitt sindur óvart á
fyrireikararnar. Í øllum
førum var heilt skjótt, at
mongu køkurnar í køku-
tombolainum vóru uppi, og
hartil vórðu heilt nógvir
lutaseðlar seldir til teir
báðar dráttirnar, sum vórðu
fyriskipaðir.
Fingu nakað afturfyri
At mongu áskoðararnir so
eisini fingu tveir fínar
hondbóltsdystir, mundi so
ikki gera kvøldið verri.
Í báðum var talan um
bestu liðini hjá VÍF, sum
royndu seg móti liðum,
sum
Dimmalætting
og
Sosialurin høvdu sett sam-
an. Sonevnd pressulið.
Hjá kvinnuliðnum var tað
eisini
pressuliðið,
sum
pressaði mest fyrsta hálva
tíman. Málini skolaðu inn
aftan fyri VÍF-málverjan,
og í mongum førum sá
hetta somiki lætt út, at
áskoðarin fór at ivast í, hví
VÍF er so einaráðandi í
kappingini. Eisini hóast
hesin dysturin var móti
bestu leikarunum hjá øllum
hinum liðunum.
Í seinna hálvleiki kom tó
vend í. VÍF tók seg saman,
og í longum løtum vóru tað
nú tær, sum stóðu fyri
hondbóltsuppvísingini. 21-
12 varð broytt til 23-23, og
restina av dystinum leikaði
javnt á, fram til Gunnleyg
Berg í seinastu sekundun-
um gjørdi munin til tvey
mál og harvið avgjørdi
dystin.
Málríkt
Hjá monnunum gjørdist
endaliga støðan somuleiðis
tann, at úrvalsliðið vann við
tveimum málum. Sjálv
dystargongdin her var tó
munandi javnari, men hóast
hetta, so høvdu flestu leik-
ararnir bæði hug og dirvi til
at royna ymsar snildir, tá
fríspælingar og skotroyndir
skuldu togast fram.
At úrvalsliðið var sett
saman av nøkrum av størstu
profilunum í landinum – í
øllum førum hvat álops-
spæli viðvíkur – viðførdi
sjálvandi eisini, at málini
gjørdust heilt nógv í tali,
meðan denturin á verju-
spælið hinvegin var heldur
minni. Hetta gav tó mál-
verjunum høvið at fremja
nakrar
framúrskarandi
bjargingar, og ikki minst
vóru tað hesar, sum eisini
borgaðu fyri undirhaldin-
um.
Alt í alt var talan soleiðis
um eitt sera gott hondbólts-
kvøld hjá mongu áskoð-
arunum, og vónandi kann
hetta skapa íblástur til, at
slíkir dystir eisini verða
skipaðir framyvir. Hetta var
veruliga toppurin í føroysk-
um hondbólti, og úrslitið av
hesum lat seg heldur ikki
fornokta.
Hondbóltur í uppvísingarstíli
Hjá monnunum sýndi Bjarni
Wardum, hví hann er
ovastur á føroyska
máltindinum. Her er hann
enn einaferð í skotroynd
Lotte Sørensen og hinar úr pressuliðnum gjørdust fyrsta føroyska liðið í tvey ár, sum hevur
vunnið dyst móti VÍF
Høgra ella vinstra. Hjá teimum bestu í landinum tykist hetta í summum førum at vera tað
sama
Í báðum førum gjørdist talan um sera tættar dystir, har allir leikararnir offraðu seg væl meira,
enn talan vanliga er um í slíkum stuttleikadystum
21
Nr. 38 • leygardagur • 23. februar 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
VÍF kann leygardagin
taka enn eitt stórt fet
móti FM-heitinum, tá
tær vitja í Vági,
meðan Kyndil og
Sóljan bæði royna
eftir stigum í niður-
flytingarstríðnum
HONDBÓLTUR –
KVINNUR
Jákup Mørk
Tríggir dystir eru á skránni
í bestu kvinnudeildini um
vikuskiftið, og felags fyri
allar er, at ein møgulig
úrtøka úr hesum hevur
avgerandi týdning. Antin í
heiðursmerkjastríðnum ella
í stríðnum um at halda lív í
fyrstudeildartilveruni.
Trupult í Vági
Í Vági er VÍF uttan iva fa-
vorittur at vinna triðja
dystin móti VB í ár. Tó at
tær hvørja ferð eru favo-
rittar, tá tær spæla, so skerst
ikki burtur, at júst í úti-
dystinum móti VB, so vildu
tær úr VÍF helst verið heitið
fyri uttan hesaferð.
Eitt er, at tað altíð er tor-
ført hjá øllum liðum at
koma til Vágs, men júst hjá
VÍF hevur hesin dysturin
verið truplari enn allir aðrir
seinnu árini. Ikki minst
munnu tær minnast fyrsta
dystin í inniverandi kapp-
ingarári, tá tað akkurát
eydnaðist teimum at bjarga
tveimum stigum, og har til
skal eisini leggjast, at fyri
VB kann ein møguligur
sigur hava risa stóran týdn-
ing í stríðum um tey heið-
ursmerkini, sum eru nið-
anfyri gullið. Og so skal
minnast til, at VÍF eisini
spældi ein uppvísingardyst
hóskvøldið.
Lív og silvur
Hinir báðir dystirnir hava
til felags, at meðan annar
parturin stríðist um silvur,
stríðist hin fyri lívinum.
Á Giljanesi tekur Sóljan
ímóti Stjørnuni, og tó at
Stjørnan er stórfavorittur,
so skal ein sigur als ikki
takast fyri givið her. Sóljan
ætlar sær uttan iva at gera
Kyndli kynstrið eftir og
taka stig frá Stjørnuni, sum
tó er betri mannað hesa-
ferð, enn tær vóru móti
Kyndli. Eisini er talan um
gamla
heimavøllin
hjá
Simonu Dziugyte, sum nú
skjýtur síni mongu mál fyri
Stjørnuna, og so er bara
spurningurin, um nýggi
stórskjúttin hjá Sóljuni,
Asta Petrauskiene og lið-
felagar hennara fáa pilkað
við favorittarnar úr Klaks-
vík.
Í Havn er Neistin – sum
stríðist við Stjørnuna um
silvurið - favorittur, tá tær í
grannauppgerðini
taka
ímóti Kyndli. Eftir at Kynd-
il í gullárunum hevði takið
á sigursvandu grannunum,
so er alt aftur við tað gamla
í Havnini nú, har Neistin
aftur er best. Tað skerst tó
ikki burtur, at í Kyndli er
vanliga fatanin, at fólkið er
nógv betri, enn stigatalvan
sigur, og skal liðið eisini
spæla í bestu deildini kom-
andi ár, er skjótt neyðugt
við stigum. Og tað verður
neyvan betri enn tað sama,
um okkurt av hesum kann
koma við at taka eitt petti
av silvurinum frá Neist-
anum.
Manskappingin tykist
í mangar mátar
avgjørd, og tí verður
tað helst viljin hjá
ymsu liðunum, sum
fer at verða avgerandi
í komandi dystunum
HONDBÓLTUR –
MENN
Jákup Mørk
Eins og hjá kvinnunum, so
spæla menninir fult umfar
um vikuskiftið.
Ein av hesum dystum
verður leygardagin, tá StÍF
kemur á vitjan hjá H71, og
einki er at ivast í, at strand-
ingarnir eru favorittar móti
hoyvíkingunum, sum tykj-
ast fullkomuliga uppsteðg-
aðir.
Tað er tó soleiðis við
strandingum, at tú ongan
tíð veitst, hvar tú hevur teir.
Tað tóktist tó so, at teir
veruliga høvdu fingið glið
á seinastu vikurnar, men so
sýndu teir aftur vanliga
mangulin upp á stabilitet, tá
teir á heimavølli taptu móti
KÍF, sum annars ikki hevði
vunnið dyst í endaspælin-
um. Tað eru hoyvíkingarnir
nú einsamallir um, og so er
spurningurin, um teir fáa
gjørt nakað við hetta, ella
um stranindingar aftur fara
at vísa seg frá síni bestu
síðu.
Kyndil koyrir á
Sunnudagin
verður
so
grannauppgerð í Havn, tá
Kyndil og Neistin hittast.
Tó at Neistin er stórfavo-
rittur at vinna dystin, so
bendir nógv á, at hesin
dysturin verður javnari enn
teir báðir seinastu, tá Kynd-
il hevur verið greitt við
undirlutan.
Seinastu vikurnar hava
nevnliga víst eitt kyndilslið,
sum veruliga er á veg fram.
Moralurin er eftir øllum at
døma í topp, og tó at liðið
einki annað enn æruna
hevur at spæla við, so hevur
stríðsviljin ikki ligið eftir.
Tað kann hugast, at tað
sama ikki verður galdandi
fyri Neistan, nú gullið er
fokið, og silvurið tykist
tryggjað.
Seinasti dysturin verður
tann millum Tjaldur og
KÍF. Orsakað av, at eingin
niðurflyting er úr bestu
mansdeildini, er hetta ein
dystur, har hvørgin parturin
hevur nakað at spæla fyri,
og óstuðugu avrikini hjá
báðum liðunum hava helst
eisini borið boð um hetta.
Hetta líkist tí einum full-
komuliga opnum dysti, har
vinnarin verður tann, sum
ígjøgnum teir 60 minutt-
irnar sýnir besta viljan til
sigur.
Nógv stendur
upp á spæl
Í grannauppgerðini er Neistin greiður favorittur, men nú er skjótt lívsneyðugt
hjá Kyndli at vinna sær stig
Veldst um
striðsviljan
Strandingar koma á vitjan í
Havn leygardagin, og so er
spurningurin, frá hvørjari síðu
teir vísa seg hesaferð