Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-23, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. februar 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 22 Nr. 38 - 23. februar 2002 Greiða oddastøðan hjá TB-kvinnunum ger, at tær longu í dag kunnu avgera meistaradeildina. So er kappingin harðari longri niðri á stigatalvuni, har liðini royna at fáa eina so góða endastøðu sum gjørligt FLOGBÓLTUR Emil Lisberg Jacobsen Tað hevur staðið TB á øllum kappingarárinum hjá kvinnunum í ár, og í dag kunnu tær seta krúnuna á verkið og tryggja sær sítt fyrsta føroyameistaraheiti nakrantíð. Tað gera tær, um tær vinna í Havn móti Fleyr, og hevði tað borið til at vedda pengar um úrslitið, høvdu tey neyvan verið nógv sum høvdu torað at vedda ímóti at TB vinnur tann dystin. Tað er oddaliðið móti botnliðnum, og sjálvt um Mjølnir kann koma upp á sama stigatal, hóast TB vinnur í dag, so skal sera nógv til hjá klaksvíks- kvinnunum at koppa TB av fremsta plássinum. Til tað krevst ikki bert, at TB tapir sínar írestandi dystir — og tað er lítið hugsandi — og at Mjølnir vinnur allar sínar, men úrslitini skulu vera greið, tí sum nú er hevur TB eisini nógv betri settmun. Tað líkist altso einum greiðum føroyameistara, sum fer á vøllin í Gunda- dalshøllini í dag, og tað er eisini ríkiliga uppiborið, tí Tvøroyri hevur átt tað besta liðið í vetur — síðst prógv- að í steypafinaluni síðsta leygardag. Við hesum í huga síggja hinir dystirnir í kappingini kanska ikki so áhugaverdir út, men teir verða avger- andi fyri raðfylgjuna longri niðri á stigatalvuni. Dráttur hevur tveir dystir hetta vikuskiftið. Tann fyrri er í dag móti Mjølni í Klaksvík, og hin er í morgin á heima- vølli móti Fleyr, sum so- statt eisini hevur tvær uppgávur hetta vikuskiftið. Dráttur liggur enn væl fyri í kappingini um bronsuna, og tað verður ivaleyst henni, sum vágakvinnurnar nú fara at stíla eftir. Ein heimasigur móti Fleyr skuldi ikki verið ógjørligt, men útidysturin móti Mjølni sær nakað truplari út. Drátturkvinnurnar kunnu vóna, at Mjølnir hevur mist hugin eftir taptu steypafinaluna (og lands- kappingina). Silvurplássið hjá mjølnirkvinnunum er heldur ikki í vanda, so tær hava ikki so nógv annað enn æruna eftir at spæla um. Men munnu tær ikki fara at gloyma alt um tað, so skjótt dysturin byrjar? SÍ og Fram mugu vinna Hjá monnunum hava Fram og SÍ enn ein møguleika fyri at taka Fleyr aftur, men tað sær ikki lætt út. Sør- vingar vunnu steypafinal- una, og hon er eitt gott plástur á sárið, nú teir mest- sum hava mist FM-møgu- leikan. SÍ hevur enn ein heimadyst eftir móti Fleyr, og vinna teir hann umframt dystin í morgin móti ÍF og útsetta dystin móti Mjølni, fara teir framum havnar- liðið. Men so mugu teir líta á, at Mjølnir í tí allarsíðsta dystinum koppar Fleyr í Havn, og við allari virðing fyri Mjølni, so er tað ikki serliga sannlíkt, at so verð- ur. Fuglfirðingar hava ikki tað stóra eftir at stríðast um, og síðstu dystirnir kunnu hóskandi brúkast sum eitt slag av fyrireiking til næsta ár. Teir kunnu sjálvandi satsa uppá at fáa hevnd fyri steypafinalu- tapið síðsta leygardag, men meir enn tað fáa teir so ikki. Fram hevur eins og SÍ framvegis ein lítlan FM- møguleika at spæla fyri, men eins og sørvingar skulu teir hava góða hjálp frá øðrum liðum, um gullið skal enda í Eysturskúlanum í ár. Útidysturin móti Mjølni ber væl til at vinna, men spurningurin er hvussu stóra trúgv teir í Fram enn hava uppá FM. Fyri Mjølnir ræður um at vinna, um teir skulu sleppa undan at enda niðast í kappingini. Tað ger kanska, at teir eru meira tendraðir enn Fram, og tað kann sjálvandi fáa stóran týdn- ing. Fleyr spælir ikki hetta vikuskiftið, og tí er setn- ingurin hjá SÍ og Fram púra greiður: Dystirnir í morgin skulu vinnast, ella er før- oyameistaraheitið endaliga fokið. Nakað annað er so, at um tað óvæntaða skuldi hent, at bæði SÍ og Fram tapa í morgin, ja so er Fleyr við 100% vissu føroya- meistari, sjálvt um teir ikki sjálvir skulu í dyst fyrr enn um eina viku. Bæði FM-heitini kunnu avgerast Dystirnir hetta vikuskiftið Hondbóltur 1. deild kvinnur 23.02 13.30 VB-VÍF 23.02 15.50 Sóljan-Stjørnan 24.02 14.30 Kyndil-Neistin 1. deild menn 23.02 16.00 H71-StÍF 24.02 16.00 Kyndil-Neistin 24.02 16.00 Tjaldur-KÍF Flogbóltur Meistaradeild kvinnur 23.02 13.00 Mjølnir-Dráttur 23.02 15.00 Fleyr-TB 24.02 14.00 Dráttur-Fleyr Meistaradeild menn 24.02 14.00 SÍ-ÍF 24.02 15.00 Mjølnir-Fram Hondbóltsstøður 1. Deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 6 6 - 0 - 0 536 312 224 24 2 Stjørnan 7 4 - 1 - 2 474 393 81 18 3 Neistin 7 4 - 1 - 2 421 371 50 17 4 VB 6 4 - 1 - 1 417 416 1 15 5 StÍF 6 2 - 0 - 4 339 422 -83 5 6 Kyndil 7 0 - 1 - 6 426 508 -82 4 7 Sóljan 7 1 - 0 - 6 345 536 -191 4 1. Deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 7 7 - 0 - 0 571 472 99 25 2 Neistin 6 4 - 0 - 2 559 473 86 18 3 StÍF 6 4 - 0 - 2 494 482 12 14 4 Kyndil 7 3 - 1 - 3 448 492 -44 9 5 H71 7 0 - 2 - 5 527 573 -46 8 6 Tjaldur 6 2 - 0 - 4 455 511 -56 8 7 KÍF 7 1 - 1 - 5 497 548 -51 7 Flogbóltsstøður Meistaradeild, kvinnur v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 TB 13 12 - 1 37 10 27 17 2 Mjølnir 13 9 - 4 31 18 13 13 3 ÍF 14 5 - 9 23 32 -9 7 4 Dráttur 13 5 - 8 24 28 -4 6 5 Fleyr 13 2 - 11 9 36 -27 3 Meistaradeild, menn v v +/- d v - t sett sett sett stig 1 Fleyr 14 10 - 4 35 22 13 15 2 Fram 14 9 - 5 33 24 9 12 3 SÍ 13 8 - 5 31 20 11 10 4 ÍF 13 3 - 10 16 35 -19 6 5 Mjølnir 12 3 - 9 16 30 -14 3 Kvinnur Asta Petrauskiene Sóljan 162 (25) Simona Dziugyte Stjørnan 155 (46) Lotte Sørensen Kyndil 136 (58) Ioana Rápa VÍF 134 (31) Gabriella Fekete VB 109 (27) Ileana Manulescu StÍF 99 (17) Regina Radó VB 98 (24) Annika Ljósstein Kyndil 97 (14) Katrin á Neystabø Neistin 92 (37) Joan M. Joensen Stjørnan 89 (7) Sóley Mikkelsen VÍF 87 (16) Anna K. Samson Stjørnan 83 (1) Jacklin Durhuus VÍF 76 (4) Andrijana Milodanovic Stjørnan 73 (9) Alina Olaru StÍF 72 (9) Menn: Bjarni Wardum H71 135 (32) Heini Joensen Neistin 127 (38) Høgni Klein Kyndil 117 (10) Jacob Jónsson Neistin 115 (15) Finnur Hansson H71 110 (22) Costin Dumitrescu StÍF 109 (32) Halgir Dahl Olesen H71 107 (12) Sámal Joensen VÍF 104 (14) Ingi Olsen VÍF 103 (11) Dragisa Stojovic Tjaldur 102 Sverri Justinussen Tjaldur 97 (14) Iljan Topic KÍF 93 Durica Tomic KÍF 93 (24) Artur Johansen StÍF 91 (11) Áki Olsen VÍF 83 (11) Máltindarnir Vinnur TB dystin móti Fleyr um vikuskiftið, er FM-heitið - og harvið næsta gullmerkið innan níggju dagar - heima C M Y K 22 Nr. 38 • leygardagur • 23. februar 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Rein komedia Lesið á síðu 3 Altíð tikið fløskuna fram um míni børn - Einki er at ivast í, at míni børn hava tikið skaða av mínum drekkaríi. Hyggi eg at myndum av teimum, tá ið tey vóru lítil, síggi eg eitt tómt úttrykk í eygunum. Sum um tey umbera seg fyri at vera til, og tað er ómetaliga hart hjá mær at síggja, sigur 30 ára gamla Anna, sum hevur fótað sær aftur í lívinum eftir at hava drukkið í nærum 20 ár Lesið síðu 4 og 5 Rógvi Johansen, sum flest okkara kenna sum súkklara í serflokki, var við minniliga túrin fyri júst 20 árum síðani, tá ið Sigurfarið úr Klaksvík royndi at bjarga russum í havsneyð Lesið síðu 6 og 7 Politikarar og fjølmiðlar hava vant føroyska fólkið við, at alt er politikkur, somuleiðis, at tjóðskapur og politikur eru tað sama. Men so er ikki, tað er bráðneyðugt at kunna tosa frítt um hesi viðurskifti, uttan at skula uppliva henda ógvusliga misskilta sensur, skrivar Kim Simonsen Lesið síðu 9 og 10 Tjóðskaparkenslur og tjóðarbygging Sýtti fyri hjálp og fekk váta grøv