leygardagur 23. februar 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
C
M
Y
K
24
2
Sosialurin Nr. 38 - 23. februar 2002
Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720,
teldupostur: turid@sosialurin.fo
Blaðstjórn: Turið Kjølbro
EG MEINI TAÐ
14. februar var ein hó-
dagur, ein heilt vanligur
hósdagur, helt eg. Men so
var ikki. Frá morgninum
av, tá eg kom oman á
universitetið og allan dag-
in á tamb, var eg konfron-
terað við kommersial-
ismuna íklædda tann mest
sleiska búnan, eg kann
hugsa mær. Kommersial-
isman var grýluklødd sum
kærleikin, men tað ring-
asta av øllum var, at fólk
sóu ikki út til at varnast,
at hetta bara var ein grýla,
ein úlvur í seyðabúna -
tey hildu seg veruliga
síggja kærleikan.
Hvat er tað eg øsi meg
soleiðis um? Jú, 14.
februar var Valentines
dagur. Vónandi eru tað
nógv, sum ikki vita, hvat
hetta sipar til, tí hetta er
bara enn ein vánalig
uppfinning úr USA - og
sum ein farsótt hevur hon
spjatt seg og er nú enntá
komin til Noregs.
Valentines dag skal man
vísa tí, man er góður við
sín kærleika. Hetta skal
ikki gerast við orðum ella
gerningum. Tað skal ikki
vera nakað platoniskt yvir
tí. Nei, kærleikans prógv
skal keypast. Hevði tað so
av øllum illum veri tann
útvalda ella útvaldi, ið
fingu ágóðan, men so er
ikki. Tær hundratals
milliónirnar, ið vanlig
fólk í dag lata seg lumpa
at brúka í kærleikans
heilaga navni, fara beint í
teir grommu lummanar
hjá keypssentrunum, sum
her í Noregi hava brúkt
ikki minni enn 200
milliónir krónur uppá
sølulýsingar.
Summi verja slík tiltøk.
Tey siga, at alt sum kann
fremja kærleikan, er gott,
og at tað er betri, at
lýsingarpengar verða
nýttir til kærleikans
endamál enn so nógv
annað. Tað er júst her, eg
haldi, at tey fara skeiv.
Fyri tað fyrsta eru
lýsingarpengarnir ikki
ætlaðir at fremja kær-
leikan, men bara sær
sjálvum,
kommersialismuni. Fyri
tað næsta haldi eg, at eitt
slíkt kærleikstekin sprott-
in úr lýsingum, er eitt
heldur vánaligt og óektað
tekin uppá kærleikan. Eg
haldi faktisk, at eg hevði
blivið hálvavegna for-
nermað um eg fekk eina
gávu ella eitt valentines-
kort júst hendan dagin. Eg
hevði hugsað, at tað í
øllum førum ikki var ein
spontan kensla av kær-
leika, sum lá aftan fyri,
men meira at kalla ein
skylda. Slíkan kærleika
leggi eg einki í.
Kommersialisman er
komin fyri at vera, men
vit mugu ansa eftir, at hon
ikki sleppur inn um allar
skansar. Tað er ikki lætt, tí
hon er ein ótamdur máttur
í sær sjálvum, sum ikki
skýggjar nakað sum
heilagt. Vandin er, at hon
spakuliga krípur inn í
høvdini og hjørtuni á
okkum, og at vit at enda
ikki longur kunnu virka á
nøkrum lívsøkjum uttan
at hava hana við. Ringast
er tað sjálvandi, tá hon er
vorðin ein ótilvitaður
partur av okkum. Tann
dagin, tá vit ikki longur
duga at vísa kærleikan
uttan at hava eina slíka
orsøk bæði sum legitimer-
ing og fyri ikki at tykjast
til láturs.
Kanska er vandin
ógrundaður, men okkum
nýtist bara at hyggja eitt
sindur gjølla at norður-
amerikanarum, sjálvandi
uttan at skera allar um ein
kamb. Tað er lítil ivi um,
at grunnskygni hinumegin
Atlantshavið er ein reali-
tetur. Har er "keyp og
blaka burtur" sinnalagið
vorðin ideologi og við
sviðusoð verða hugleiðing
og integritetur.
Eg kann ikki hugsa
mær, at tað er tann vegin,
vit ynskja at fara! "God
bless Amerika".
Kommersialisman
sum farsótt
Durita Holm skrivar:
GAMLAR HAVNARMYNDIR
Lagt til rættis:
Birgar Johannessen
Hendan myndin er tikin í 60’unum. Tað eru gentur hjá B36 og HB, sum skulu leika dyst. Nógv kend nøvn eru á myndini, men
nøkur nøvn vanta tó.
Er tað onkur, ið kennir genturnar á myndini, so skrivið til Sosialin, sigið okkum vinarliga, nær myndin er tikin og í hvørjum
sambandi.
Myndaeigari: Guðbjørg Christiansen
Fyrst í 20. øld stovnaðu
havnarmenn eitt felag,
sum teir nevndu Urta-
garðsfelagið. Tað er
teimum monnum, ið hetta
felag stovnaðu, fyri at
takka, at miðbýurin í Havn
einaferð var eitt reint
paradís, hvat trøum við-
víkur.
Men útbygging skuldi
til, og blivu so gott sum
øll trøini burturbeind.
Tá ið man sær myndir
frá hesi tíðini, kann ikki
sigast annað enn, at tað
var spell at ikki kundi
arbeiðast øðrvísi frá bý-
ráðsins síðu.
Eitt nú trøini framman
fyri standmyndina av
Rasmusi Effersøe og trøini
millum Sparikassan og
Telefonverkið: Var tað nú
neyðugt, at tey blivu
burturbeind?
Eftirtíðin hevur víst
okkum, at tað kundi verið
arbeitt øðrvísi.
Trævøkstur í Havn og Urtagarðsfelagið
Havnargentur spæla fótbólt
Sosialurin Nr. 38 - 23. februar 2002
3
SJÓNLEIKUR
Heri á Rógvi
Í hesum døgum er lív í Sjón-
leikarhúsinum í Havn. Tað eru
Spírar, sum fylla húsið og hava
fylt húsið teir tann seinasta
mánaðin. Á skránni er sjónleikur.
ÍÌ hesum førinum leikurin “Renn
fyri vívinum” eftir enska rithøv-
undan Ray Cooney. Leikurin er
upprunaliga á enskum og eitur
Run for your wife. Leikurin er
skrivaður í 1984, og hann er sera
nógv spældur m.a. í Onglandi og
í Danmark. Ray Cooney er sjón-
leikari, leikstjóri og rithøvundur,
og talan er um ein ordiligan
enskan skemtileik. Leikararnir
eru átta í tali.
Í stuttum ber til at siga, at leik-
urin snýr seg um ein ógvuliga
óhepnan hýruvognsførara, sum
hevur tvær konur, og hann gerst
fløktur ímillum tær, tá hann
endar á sjúkrahúsinum. Hann
verður kallaður fyri ein ósekur
bigamistur av leikarunum.
Byrjaðu tíðliga
Tað hevur tikið sína tíð at fáa alt
alt upp á pláss, soleiðis at hurð-
arnar kunnu lætast upp, og
áskoðararnir sleppa innum til
fyrstu sýningina. Tað var væl
áðrenn, tú kundi skriva 2002, at
leikararnir so smátt byrjaðu at
savnast. Tað var tíðliga í no-
vember seinasta ár, at sjálvar
venjingarnar fóru í gongd, og tað
tók ikki langa tíð, áðrenn tey
leikandi dugdu handritið. Síðani
er eisini Jákup Veyhe komin uppí
sum leikstjóri, men hann skuldi
líka gerast leysur úr Klakvík.
Hesa seinasta tíðina hevur verið
vant tað mesta av degnum. Øll
segl eru sett til, og tá arbeiðs-
dagurin er liðugur streymar tað
við áhugaðum fólki í Sjónleikar-
húsinum.
Tað eru Spírar, sum seta leikin
upp og spæla. Rætta navnið er
áhugaleikbólkurin Spírar, men
hetta heitið er ein farin tíð,
verður sagt, tí nú eru tey bara
Spírar. Talan er um bólk av
leikarunum, har tey flestu kunnu
bólkast undir at vera ung. Spírar
pallsettu seinasta vár leikin
Músafellan, ið víðagitna Agatha
Christie hevur skrivað. Undir-
tøkan tá var eitt sindur misjøvn,
men Spírar halda seg ikki aftur
av hesari orsøk, og tey siga seg
hava ein góðan lærdóm við sær
til arbeiðið við hesum leikinum.
- Í seinasta leikinum komu vit
eitt sindur illa frá byrjan, og
arbeiðsuppgávurnar vórðu býttar
út sum best bar til. Hesaferð
hava vit skilt millum leikfólkið
og hini, ið hjálpa á ymsan hátt,
soleiðis at vit sum leikarar hava
nóg mikið av rásarúmi til at
leggja alla orku í leikin, sigur
Hallur Hjalgrímsson, ið er ein av
berandi kreftunum í Spírum.
Og hjálparum tykist tað eisini
at vera nógvir av. Henda dagin
vit vóru á gátt gekk hurðin
rættiliga, og hjálparar eins og
vinfólk stukku inn á gólvið. Tað
skulu nógvar góðar kreftir til at
frá eina tílíka sjónleikaverkætlan
at hanga saman, og leikararnir
eru eisini so hjartaliga takksamir
fyri hjálpina, ið teir siga seg ikki
kunnu hava verið fyri uttan.
Nógvu og longu dagarnir við
eitt sindur og hvørjum, og nógva
stríðið og trýstið við tíð og
pengum, er ikki nakað, ið fær
Spírararnar at setast aftur.
-Tað er hetta, ið Spírar eru,
sigur Hallur Hjalgrímsson.
Fobi
Sum áður nevnt hava Spírar
fingið hendur á Jákup Veyhe til
at vera leikstjóri. Hann leik-
stjórnaði eisini Músafelluna, og
hann var so mikið væl dámdur,
at hann varð spurdur aftur. Jákup
Veyhe, sum telist millum tey
meira kendu innanfyri leik og
serliga skemt í Føroyum, hevur
valt at leggja arbeiðið til rættis
upp á gamla máta, sum hann
tekur til.
-Tað fyrsta hjá leikarunum var
at læra handritið uttanat. Síðani
tóku vit tað harfrá. Leikritið er
eisini so ótrúliga stuttligt, at vit
flenna hvørja einastu ferð, ið vit
lesa tað, sigur Jákup Veyhe.
Hann letur væl at umstøðun-
um, sum hann heldur hava givið
rættan karmin fyri at venja og
spæla sjónleik. Tað mesta av
pallinum varð klárt í góðari tíð,
og hetta hevur hjálpt nógv.
Pallurin, ið verður nýttur, er ein
av teimum kendu skrápallunum.
Sjálv pallmyndin er rættiliga
einføld, har tað eru tvey rúm í
einum, so at siga.
Jákup Veyhe heldur, at tað
hevur verið spennandi at leik-
stjórna “Renn fyri vívinum”, og
hann letur væl at leikarunum,
sum hann kallar fyri royndar við
tí rætta hugburðinum, og teir eru
við uppá tað, sum hann tekur til.
Teir átta leikararnir hava eina
strævna uppgávu í “Renn fyri
vívinum”, tí tað er nógv ferð á,
og áskoðarin verður mestsum
blástur aftur í stólin, ljóðar tað
frá Jákupi.
- Eg haldi, tú skalt koma at
hyggja at leikinum fyri moralin.
Leikurin er øgiliga enskur við
enskum humori, og hetta er ótrú-
liga stuttlig, har fleiri modernað
tema eru við sum bøssafobi og
annað gott. Leikurin er ein rein
komedia, sigur Jákup Veyhe.
Jákup veit at siga, at skemti-
leikir eru vorðnir ein góð sølu-
vøra í Føroyum, og hann hevur
eisini góðar vónir um henda
leikin.
“Renn fyri vívinum” verður
frumframførdur í kvøld, leygar-
kvøldið, og verður spældur eina
tíð fram.
Rein komedia
Leikbólkurin Spírar er nú klárur við enn einum sjónleiki. Hesaferð er
talan um reinan skemtileik — eina reina komediu, sum hóvar kræsnu
áskoðarafjøldini. “Renn fyri vívinum” hevur seinastu mánaðirnar verið
miðpunktið í sjónleikatilveruni hjá unga leikbólkinum
Leikararnir í leikinum “Renn fyri vívinum”