leygardagur 23. februar 2002síða 14
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
C
M
Y
K
26
4
Sosialurin Nr. 38 - 23. februar 2002
MISNÝTSLA
Turið Kjølbro
- Ivaleyst sita tey inni við ymisk-
um, sum nívur tey, uttan tó, at
tey siga nakað. Tey hava verið
mitt í rokinum, øll árini eg havi
drukkið illa, sitið í drykkiskapi
saman við mær, og ikki minst
upplivað meg við ógvusligum
timburmonnum.
Vit sita í íbúðini hjá Onnu,
sum nú býr í Havn. Hon er fødd
og uppvaksin á bygd. Fór árs-
gomul til eina pleygufamilju í
somu bygd, hon er uppvaksin og
búði har, til hon var sjey ára
gomul. Tá kom mamman eftir
henni og hevði hana í nøkur ár,
til hon aftur gav somu pleygu-
familju dóttrina aftur. Í dag er
Anna 30 ára gomul, fyri trimum
árum síðani fór hon í viðgerð og
hevur síðani verið edrú. Hon
hevur gjørt av at siga okkum sína
søgu, men fyri at verja seg og
børn síni, hava vit gjørt av, at
hon verður dulnevnd. Anna kann
kortini vátta, at søga hennara,
sum her verður søgd, er sonn.
Søgan hjá Onnu er tíverri ikki
eindømi. Heldur hinvegin er hon
klassisk. Mamman, sum sjálv
drakk og drekkur enn, kláraði
ikki at hava dóttrina. Pápan hev-
ur hon ongantíð hitt og systkin
hevur hon eingi. Tá hon fór til
pleygufamiljuna sum ársgomul,
var lítið og einki samband mill-
um mammu og dóttir komandi
árini. Ikki so frægt sum á jólum
hoyrdi Anna frá mammuni. Í
pleygufamiljuni hevði hon tað
nøkulunda, sum hon sjálv sigur.
- Eg fekk klæði og mat, men
kærleika fekk eg ongan. Har var
eingin, eg knýtti meg til serliga.
Sum barn var eg ógvuliga einsa-
møll, eisini sum yngri og havi
altíð skulað klárað meg sjálva
við øllum, greiðir Anna frá.
Forsømd
Tað var ikki lukkan at koma
aftur til mammuna sum sjey ára
gomul.
- Mamma segði mær ongantíð,
hví hon lat meg frá sær ella hví
hon kom aftur eftir mær. Tað
hevur hon heldur ikki tann dag í
dag. Vit tosa bara ikki um tað.
Hon drakk illa, og eg havi alt tað
eg veit, roynt at gjørt henni til
vildar, gjørt alt fyri at fáa kær-
leika og gjørt meg góða yvir fyri
Altíð tikið fløskuna fram um
míni børn
- Einki er at ivast í, at míni børn hava tikið skaða av mínum drekkaríi.
Hyggi eg at myndum av teimum, tá ið tey vóru lítil, síggi eg eitt tómt
úttrykk í eygunum. Sum um tey umbera seg fyri at vera til, og tað er
ómetaliga hart hjá mær at síggja, sigur 30 ára gamla Anna, sum hevur
fótað sær aftur í lívinum eftir at hava drukkið í nærum 20 ár
- Eg vóni inniliga, at eg havi bjargað teimum undan tí vandanum, tí eg sjálv gavst at drekka fyri trimum árum síðani. Sjálv dugi eg ikki at siga, um mín uppvøkstur við vantandi kærleika og
nógvum rúsdrekka, er orsøkin til, at eg fór at drekka, ella um tað er arviligt, sigur Anna
Mynd: Jens Kristian Vang
henni, uttan at hava fingið nakað
burturúr. Lagið var øgiliga ofta
ringt, og eg havi altíð skulað lagt
oyra til hennara gremjan um alt.
Hon hevur ongantíð verið ein
rættilig mamma, sitið undir mær,
víst mær kærleika ella umsorgan.
Aldrin. Men tað ringasta er, at eg
ikki sjálv dugi at taka ímóti
kærleika frá mannfólki. Havi so
lítið sjálvsvirði, at eg næstan ikki
tori at trúgva, at nakar er góður
við meg. Í mínum drekkaríi havi
eg verið saman við nógvum
mannfólki, og tað eri eg øgiliga
kedd av í dag. Havi mangan
grátið um tað síðani eg eri
vorðin edrú, tí eg føli tað so
skemmandi og vanvirðandi. Í dag
tori eg næstan ikki at hyggja
mannfólk í eyguni, sigur Anna.
Í dag verður Anna ikki útsligin
av, at mamman hevur avvíst
hana.
- Hon hevur ongantíð verið
nakað fyri meg, ei heldur fyri
míni børn, og eg veit, at tað
ongantíð verður øðrvísi enn tað
sama. Hon hevur meiri verið ein,
eg havi drukkið saman við, enn
ein mamma.
Tólv ára gomul flutti Anna til
eina pleygufamilju í Havn, og tá
byrjaði hon so smátt at drekka.
- Eg og nøkur eg kom saman
við, drukku alt tað vit fingu
hendur á, eisini finspritt. Eg
bleiv eitt við rúsin og brúkti eitt
hvørt høvi at flýggja inn í rúsin,
uttan mun til um tað var gleði
ella sorg. Í rúsinum varð eg
framlig og tordi alt tað, eg
annars ikki tordi, greiðir Anna
frá.
Kynsliga misnýtt
Um hetta sama mundið, varð
Anna kynsliga misnýtt av einum
manni, sum kom og fór í húsið,
har Anna búði. Seinni hevur
Anna funnið út av, at hesin
maðurin misnýtti onnur børn
eisini, millum annað sín egna
son. Hvussu leingi misnýtslan
stóð uppá, veit Anna ikki. Í
grundini hevur hon fortrongt alt,
sum hevur við misnýtsluna at
gera. Ikki fyrr enn hon átti sítt
fyrsta barn, kom alt fram fyri
hana aftur. Maðurin er ongantíð
meldaður.
- Drekkaríið gjørdi, at eg for-
sømdi skúla og annað. Eg bleiv
til eitt ordiligt problembarn og
varð tí send til Danmarkar á
ungdómsskúla. Har fekk eg eitt
annað innihald í lívið, fekk góð-
ar vinir, sum eg havi samband
við enn, men tá eg kom heim-
aftur sum seytjan ára gomul,
kom eg aftur til somu vinirnar,
eg hevði frammanundan, og
drekkaríið helt fram. Eg byrjaði
at roykja hasj eisini, og tey næstu
árini livdi eg eitt ordiligt rukku-
lív. Kláraði ikki at halda uppá
eitt arbeiði, møtti ikki upp og
bleiv søgd upp í heilum.
Anna helt saman við einum
ungum manni í nøkur ár, og
gjørdist við barn. Hon sá ongan
útveg enn at fara til Danmarkar á
Mødrehjælpen. Har átt hon ein
son og búði á heiminum í eitt
lítið ár.
- Eg visti ikki, hvat tað var at
hava eitt barn, yvirhøvur at verða
mamma. Har lærdi eg frá pro-
fessiónellum fólki, hvat eg skuldi
gera, sigur Anna.
Komin í egna íbúð, byrjaði
drekkaríið aftur.
- Eg drakk hvønn dag, men
eingin visti av tí. Eg sá ikki, hvat
eg útsetti sonin hjá mær fyri. Ein
vinkona úr Føroyum kom á
vitjan og hon royndi at tosa meg
til sættis, men eg bleiv so ill við
hana, tí hvat bilti hon sær at
blanda seg uppí. Eg bað hana
sleppa sær avstað, stoytti hana
frá mær og bað hana ongantíð
vísa seg aftur.
Í nógva drekkarínum hevði
Anna mangan teir tankar, at
sonurin bara var til fortreð.
- Eg havi elskað hann síðani
hann varð føddur, men í mis-
brúkinum hugsaði eg bara, at eg
fekk ikki frið at drekka fyri
honum. Hugsaði bara um meg
sjálva, og var als ikki før fyri at
vera mamma.
Sonurin gekk í vøggustovu,
var reinur og snøgt ílatin hvønn
dag, og starvsfólkini fingu ong-
antíð illgruna um, hvussu skilið
var heima.
- Eg var edrú, tá ið eg kom í
vøggustovuna um morgunin og
seinnapartin, men tað vóru
nógvir dagar eg ikki fór við hon-
um í vøggustovu, tí eg var so
ring í timburmonnum.
Komin heimaftur til Føroya,
vant drekkaríið rættiliga uppá
seg, og nú hevði Anna fingið eitt
barn afturat, eina dóttur.
- Tað er ógvuliga strævið at
vera í eini slíkari støðu, drekka
hvønn dag og samstundis einsa-
møll hava ábyrgdina av børnun-
um. Fløskan var altíð tað fyrsta
eg hugsaði um um morgunin,
børnini komu í aðru røð. Eina tíð
búði eg hjá eini vinkonu, sum
var í somu støðu sum eg, og í
teirri íbúðini var ræðuligt rukku-
lív. Rúsevni, so sum speed, var
líka vanligt sum alkohol. Og
børnini hjá mær og vinkonuni
vóru mitt í rokinum. Sum um-
bering fyri at rúsa meg segði eg
við børnini, at hevði brúk fyri tí,
eins nógv og tey høvdu brúk fyri
at koma í barnagarð. Eg gjørdi
alt fyri at sleppa at drekka, bøn-
aði og bað tilvildarligar barna-
gentur um at ansa børnunum.
Ein ávaring
Knappliga ein dagin bankar á
dyrnar, og inn kemur umboð fyri
barnaverndina í Havn. Viðkom-
andi sigur við Onnu, at tekur hon
seg ikki saman, missur hon
børnini.
- Eg varð púra frá mær sjálv-
ari, og sá í ondini, at eg misti
børnini. Lovaði bót og bata, fór í
viðgerð, men helt, at eg skuldi
læra at drekka. Datt út í aftur, og
fór aftur í viðgerð, men heldur
ikki ta ferðina riggaði tað.
- Mamma mín av øllum stuðl-
aði mær ikki, tá eg fór í viðgerð.
Spurdi meg um tað yvirhøvur var
neyðugt.
Barnaverndin vísti seg ikki
aftur. Eingin kannaði eftir, um
Anna veruliga tók seg saman,
um hon helt uppat at drekka, ella
um hon yvirhøvur kláraði at taka
sær av børnunum. Og tað undrast
Anna yvir í dag.
- Nú kann eg siga, at tað er
ógvuliga vánaligt av barnavernd-
ini ikki at kanna eftir, hvussu
børnini hava tað. Tað er jú tey,
tað gongur út yvir. Eitt er, at tey
sleptu mær, men at sleppa
børnunum er ræðuligt, sigur
Anna, sum veit um fleiri dømi,
ið eru verri enn hennara egna.
- Mítt dømi er ikki tað ring-
asta. Fleiri av teimum, eg havi
drukkið saman við, eiga børn og
eru einsamøll við teimum. Tey
eru langt úti, drekka framvegis
øgiliga illa, og klára ikki at taka
sær av børnunum, men eingin
ger nakað við tað. Tað er syndar-
ligt at siga, men eg veit um
nógvar mammur. Sjálv havi eg
meldað fleiri mammur til
barnaverndina, ikki fyri at spæla
moralsk, men tí eg stúri fyri
børnunum. Men einki hendir.
Óskilið heldur fram, veit eg við
vissu. Barnaverndin eigur og má
taka seg saman, áðrenn børnini,
sum liva mitt í drekkarínum hjá
foreldrunum, taka skaða. Tey
gera ikki sína skyldu, og vit
kunnu spyrja, um tað er foreldra-
vernd ella barnavernd, vit hava.
Einki lív
Tvey-trý ár gingu afturat við rús-
drekka og rúsevnum.
- Eg havi aldri havt nakað lív í
misbrúkinum. Eg havi bara yvir-
livað og flýggjað undan øllum,
lívinum, sum eg helt vera mein-
ingsleyst, og tað vóru dagar, tá
eg ikki ynskti at vakna. Aldri
havi eg kunnað gingið í skúla
ella havt nakað arbeiði.
- Eftir eitt drúgt tørn, hevði
drukkið út í eitt í meiri enn ein
mánaða, raknaði eg knappliga
við ein dagin. Eg var so illa fyri
bæði sálarliga og likamliga, at eg
orkaði ikki at vera til. So tók eg
avgerðina um at fara í viðgerð og
tað er tann besta avgerðin, eg
nakrantíð havi tikið. Framman-
undan ræddist eg eitt sindur fyri
at fara í viðgerð, tí eg hevði
hoyrt, hvussu hart tað er, sigur
Anna.
Og viðgerðin var hørð. Eftir
tvær vikur raknaði Anna við.
Hon skammaðist so yvir, hvat
hon hevði útsett børnini fyri.
- Eg græt í fleiri dagar ella
vikur. Eg mátti ordiliga síggja í
eyguni, hvat eg hevði gjørt.
Tíðina eftir, at viðgerðin var
av, fekk Anna javnan niðurtúrar.
- Fyrsta árið var ómetaliga
hart, kanska mest av skommini,
eg føldi. Og tað var onkur dagur,
har eg mundi tikið eitt glas.
Niðurtúrarnir í dag eru sjáldnari
og er lagið ringt onkuntíð, hugsi
eg bara, at alt loysir seg.
- Í byrjanini høvdu børnini als
ikki álit á mær. Tá ið eg skuldi
eini ørindi, trúu tey mær ikki.
Tey hildu, at eg fór út at drekka.
Upp ígjøgnum uppvøksturin havi
eg havt nógva vreiði innan í
mær, og tað hevur verið ringt at
klára. Tí visti eg ikki altíð í
fyrstuni eftir, at eg varð vorðin
edrú, hvussu eg skuldi taka ímóti
kenslunum hjá børnunum, tá ið
tey ikki stólaðu uppá meg.
Samvitskan
Vit royna spakuliga at nærkast
kjarnuni í søguni, nevniliga
hvørjar avleiðingar lívið hjá
Onnu hevur havt á børnini, tvey
børn, sum í dag eru 10 og 7 ár,
men sum hava upplivað meiri
enn væl er av lívsins skuggasíðu.
- Tað er einki at ivast í, at tey
hava tikið skaða av mínum
drekkaríi, og at tað eru løtur, har
tey kenna seg ótrygg ella øðrvísi
enn onnur børn. Hyggi eg at
myndum av teimum hjá mær, tá
ið tey vóru lítil, síggi eg eitt tómt
úttrykk í eygunum. Sum um tey
umbera seg fyri at vera til, og tað
er ómetaliga hart hjá mær at
síggja. Spyrji eg í dag sonin,
hvat hann minnist frá teirri tíðini
tá eg drakk øgiliga illa, sigur
hann, at hann var ógvuliga
bangin um meg. Eg trúgvi, at tey
eru so loyal yvir fyri mær, at tey
bera yvir við øllum. Tey hava
aldri konfronterað meg við
nøkrum, hóast eg í drekkarínum
havi verið øgiliga illsint og havt
lítið tol við tey. Fari ongantíð at
fyrigeva mær sjálvari fyri, hvat
eg havi útsett tey fyri og tað eru
løtur, har eg hugsi nógv um tað.
Men eg eri komin hartil nú, at eg
má hyggja frameftir.
Anna hevur valt at vera ógvu-
liga opin yvir fyri børnunum um
drekkaríið. Hon hevur sagt teim-
um, at tey hava ikki skyldina av,
at hon hevur verið so langt úti,
og at hon altíð hevur elskað tey.
- Eg havi eftir førimuni sagt
teimum, hvussu illa fyri eg havi
verið, at eg havi verið sjúk og tí
ikki verið før fyri at taka mær av
teimum. At eg eri øgiliga kedd
av øllum. Tað er ringt at greiða
børnum frá slíkum, eg havi
ógvuliga ringa samvitsku, ikki
minst beint eftir eg var vorðin
edrú. Tá visti eg ikki, hvussu væl
eg vildi gera teimum. Dugdi ikki
at seta mørk fyri nøkrum ella
siga nei, av berari ringari sam-
vitsku. Føldi onkusvegna, at eg
kundi ikki siga nei, tí eg hevði
bjóðað teimum so nógv ár, har
fløskan var tikin framum tey. Tað
er eisini ringt at vita, hvat er rætt
og hvat er skeivt, tá eg sjálv ikki
kann brúka mammu mína sum
fyrimynd. Eg havi aldrin fingið
nakað gott orð á vegnum frá
mammu míni ella míni pleygu-
mammu.
Hvørja viku gongur Anna hjá
alkoholráðgeva.
- Fyri meg er tað so ómetaliga
umráðandi at ganga javnan til
viðtalu, tí eg havi verið úti fyri
so nógvum. Forsømi eg viðtal-
una, byrji eg at hugsa sum ein
alkoholikari, verði illsint og
negativ. Alkoholráðgevin hjálpir
mær at finna sjálvsvirði aftur og
lærir meg at siga frá. Eg vóni
inniliga, at eg aldri fari at drekka
aftur.
Spurd um, um hon er bangin
fyri, at børn hennara endurtaka
hennara søgu, sigur Anna.
- Eg vóni inniliga, at eg havi
bjargað teimum undan tí vandan-
um, tí eg sjálv gavst at drekka
fyri trimum árum síðani. Sjálv
dugi eg ikki at siga, um mín upp-
vøkstur við vantandi kærleika og
nógvum rúsdrekka, er orsøkin til,
at eg fór at drekka, ella um tað er
arviligt. Eg kann ikki gera annað
enn vera ein góð mamma. Tey
síggja, at eg havi ein sterkan
vilja, sigur Anna, sum eisini
hevur lagt sigarettirnar á hillina.
Anna hevur hesi árini síðani
hon gjørdist edrú roynt at fóta
sær aftur í lívinum. Hon er farin
undir útbúgving, sum hon er
ógvuliga glað fyri, hevur funnið
sær nýggjar vinir, og børnini
støðast væl í sínum.
- Eg njóti lívið. Jú longri eg
havi verið edrú, jú betri verður
lívið. Í dag føli eg meg heila,
elski at vera ein vanligur borgari,
og at vera mamma. Meðan alt
fyrr snúði seg um fløskuna og
rúsin, snýr lívið í dag seg um
heim og børn, sigur Anna.
Samrøðan er liðug. Sonurin er
akkurát komin heim úr skúla, og
um eina løtu skal Anna eftir
dóttrini í barnagarði.
Sosialurin Nr. 38 - 23. februar 2002
5
“Eg havi elskað sonin síðani hann varð
føddur, men í misbrúkinum hugsaði eg bara,
at eg fekk ikki frið at drekka fyri honum.
Hugsaði bara um meg sjálva, og var als ikki
før fyri at vera mamma”