leygardagur 23. februar 2002síða 15
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
C
M
Y
K
28
29
6
Sosialurin Nr. 38 - 23. februar 2002
LAGNUTÚRUR
Turið Kjølbro
Myndir: Rógvi Johansen
16. februar 1982 stendur rimmar
fastur í minninum hjá Rógva
Johansen úr Vági. Hann var 17
ára gamal og á sínum næsta túri
við línuskipinum Sigurfarinum
úr Klaksvík undir New Found-
landi, tá ið skipið í ódnarveðri og
nógvum ísi miðskeiðis á nátt
rakti við eitt russiskt bingjuskip,
Mekanic Tarasov, sum var í
havsneyð.
- Skipið lá bakk, so stilt sum
tað nú eina ferð ber til at liggja í
ódnarveðri. Mikkjal Olsen, sum
var skipari á Sigurfarinum, varn-
aðist eitt stórt útslag á radaran-
um. Hann sigldi nærri fyri at
finna út av, hvat tað var. Á
radaranum sá hann, at útslagið
stóð í stað, og tað er jú rættiliga
óvanligt, at stór skip liggja still.
Komin nærri sá skiparin, at talan
var um stórt russiskt bingjuskip,
sum hevði fingið slagsíðu,
greiðir Rógvi Johansen frá.
Manningin á Sigurfarinum,
sum taldi 26 mans, varð útpurr-
að, og skjótt varð sjón fyri søgn
fyri allar, at rættiliga illa stóð til
umborð á russiska skipinum.
- Vit sóu beinanvegin, at skipið
fór ikki at klára ódnarveðrið. Av
og á sóu vit fólk á dekkinum og
brúgvarveinginum. So við og við
duttu bingjur av skipinum í
havið. Skiparin rópti á skipið,
fyri at vita, hvussu vorðið var og
um teir høvdu brúk fyri hjálp,
men boðini vóru greið. Teir vildu
hava hjálp frá teirra egnu.
Russiski skiparin segði, at teir
høvdu samband við russiskan
trolara. Men hesin var fleiri
tímar burtur. Hetta var jú tíðin, tá
ið Bresjnev sat við valdinum og
landið var væl meiri afturlatið
enn nú.
Vónleys støða
Umborð á Sigurfarinum kundi
manningin einki gera. Skiparin
hevði sett seg í samband við
kanadisku bjargingartænastuna,
sum setti kósina ímóti skipinum
beinanvegin, og tyrla var eisini á
veg út.
- Vit hildu okkum so tætt at
russiska skipinum, sum til bar, tí
vit sóu í hvussu stórari neyð tað
var, og eina ferð komu vit so
nær, at vit vóru við at koma í
trupulleikar. Tað var líkasum, at
skipið varð sogið inn at bingju-
skipinum, men tíbetur eydnaðist
okkum at sleppa burtur aftur.
Sum fráleið duttu fleiri bingjur
av skipinum.
- Saman við bingjunum fóru
bjargingarbátarnir í havið. Hví
teir valdu at sleppa bátunum í
havið, veit eg ikki. Skipið kopp-
aði meir og meir, og tað byrjaði
at søkka í gronini. Tá sóu vit, at
lív kom í fólk umborð og fleiri
lupu á sjógv. Øll uttan skiparin,
sum vit framvegis hoyrdu tosa í
radionum á russiskum. Hvønn
hann tosaði við, veit eg ikki.
Hann brúkti sína síðstu orku til
at tosa í radio, til skipið fór
undir.
Rógvi minnist týðiliga, tá ið
skipið fór undir.
- Fyrst fór tað við gronini heilt
undir, so knappliga kom tað und-
an aftur, akkurát sum ein propp-
ur, ella sum eg ímyndi mær, at
Titanic fór.
Manningin umborð á
bingjuskipinum var farin í
bjargingarvestar, sum høvdu ljós
fest á økslini.
- Veðrið var framvegis ógvu-
liga ringt. Men tað var bara eitt
at gera og tað var at fáa neyðars
russisku manningina umborð.
Sigurfarið var als ikki útgjørt til
at bjarga fólki. Einasti møgu-
leiki, vit høvdu, var dragiholið,
har vit tóku línuna inn. Tað var
eisini avmarkað, hvussu nógvir
av manningini hjá okkum kundu
standa í dragiholinum. Vit sigldu
so tætt at monnunum í sjónum,
sum til bar. Ringt er at hála vátar
menn innanborða, ikki minst, tá
ið panikkur er í, men eitt sum
gjørdi tað enn verri, var, at
russarnir høvdu bundið seg
saman, fimm og fimm. Tí høvdu
vit eitt bunti av fólki og máttu tí
skera hvønn einstakan leysan
fyri at hála teir inn.
Dragiholið umborð á línuskip-
um er í høgru síðu, og tí bar bara
til at fáa fólk innanborða teirri
megin.
- Í bakborðssíðu lógu fleiri av
sjófólkunum og róptu um hjálp.
Men har var einki at gera, tí tað
var so høgt av bátadekkinum
niður í havið. Tá gjørdu nakrir av
manningini, Jónsvein Borgardal
úr Sandvík var ein, ikki mætari
enn at krøkja seg í lúnningina
uttanborða í stýriborðssíðu. Teir
settu sítt egna lív í vanda, og
fingu bjargað einum.
Flestu bjargað
Tað eydnaðist manningini á
Sigurfarinum at bjarga 24
sjófólkum umborð. Á Mekanic
Tarasov taldi manningin 37,
harav tvær kvinnur. Av teimum,
ið vórðu bjargað, doyðu 19.
Báðar kvinnurnar lótu lív, onnur
teirra varð ongantíð funnin.
- Ein teirra, sum kom umborð
á lívi, men doyði løtu seinni á
messugólvinum, var ein ungur
maður, sum fylti 21 ár hendan
dagin. Tað hevur verið so mikið
kalt í sjónum, fleiri kuldastig
vóru, at teir ikki høvdu nakran
møguleika fyri at yvirliva.
Hvussu leingi teir lógu í sjónum,
minnist eg ikki, men tað føldist
ógvuliga leingi. Hini trettan sóu
Sýtti fyri hjálp
og fekk váta grøv
- Hevði skiparin á russiska skipinum ikki sýtt fyri at taka ímóti hjálp, høvdu
vit klárað at bjargað nógv fleiri av manningini á lívi, sigur Rógvi Johansen.
Rógvi Johansen, sum flest okkara kenna sum súkklara í serflokki, var
við minniliga túrin fyri júst 20 árum síðani, tá ið Sigurfarið úr Klaksvík
royndi at bjarga russum í havsneyð
Kanadiska bjargingarskipið, sum kom út eftir russiska sjófólkinum. Lík og tey fimm, ið
yvirlivdu, vórðu flutt ímillum í gummibáti. Her er báturin á veg yvir til Sigurfarið eftir fyrstu
líkunum
Her er fyrsta líkið, sum skal niður í gummibátin. Líkini vórðu løgd á børu, sum vóru gjørd av
jarnneti
Sosialurin Nr. 38 - 23. februar 2002
7
vit ongantíð, men vit frættu, at
russiski trolarin, sum Mekanic
Tarasov hevði samband við, kom
fram á fimm lík. Skiparin fór jú
niður við skipinum.
Umborð á Sigurfarinum lógu
lík alla staðni.
- Teir, sum yvirlivdu, høvdu
tað jú heilt ræðuligt. Vóru
ræðuliga kaldir og skelkaðir. Vit
gjørdu alt fyri at fáa lív í teir
aftur, fingu teir í turr klæðir,
gníggjaðu hita í teir og góvu
teimum heita súpan. Tað hevur jú
verið ræðuligt hjá teimum at sæð
vinir og starvsfelagar liggja lík
alla staðni, men vit royndu at
spara teir fyri tað, og máttu tí
goyma líkini ymsa staðni.
Minnist eina ferðina messu-
drongurin skuldi eftir eplum har
frammi í skipinum. Eg hevði
verið messudrongur á fyrsta
túrinum, og tí bað hann meg
koma við sær eftir eplunum. Vit
máttu gleiva upp um fleiri lík
fyri at sleppa framat eplunum.
Hálvt annað døgn eftir, at
russiska bingjuskipið sakk, kom
kanadiska bjargingartænastan
fram. Tá var ódnin avhæsað, og
tey 19 líkini og teir fimm, sum
høvdu yvirlivað, vórðu flutt yvir
á kanadiska skipið í gummibáti.
- Fínt veður var í tríggjar tímar
og tá ið tann seinasti var fluttur
umborð á kanadiska skipið,
herjaði illveðrið á aftur.
Heiðrað
Gerandisdagurin byrjaði so aftur
umborð á Sigurfarinum, sum helt
fram við fiskiskapinum.
- Tað var hart hjá okkum øll-
um. Í dag høvdu vit allir fingið
tilboð um kreppuhjálp, men so
var ikki tá. Hinvegin tosaðu vit
nógv umborð um, hvat var hent
og allir høvdu tamarhald á
støðuni. Ræðuliga hendingin
varð als ikki tagd burtur.
Á Norðoyastevnu í 1982 legði
Sigurfarið at bryggju í Klaksvík.
Á kajini var stúgvandi fult av
fólki, hornorkestrið spældi og
røður vórðu hildnar. Frá Klaks-
víkar kommunu fekk manningin
heiðursbræv. Seinni kom heið-
ursbræv frá russisku
sendistovuni í Danmark.
- Heiðursbrævið og heiðurs-
merki til hvønn einstakan kom
frá ovastu sovjettini. Hetta er ein
viðurkenning fyri bjargingina,
sum russar lata uttanlands og
innanlands.
At uppliva ein slíkan lagnutúr
seytjan ára gamal, festir seg fast
og varandi í minnið.
- Tað var ein ógvuliga óhugna-
ligur og ræðuligur túrur fyri
okkum umborð á Sigurfarinum,
men nógv ræðuligari fyri russ-
arnar. Eg hugsi ikki hvønn dag
um hendan túrin, men av og á,
og hvørja ferð, eg hitti onkran av
manningini, sum var við, kemur
prátið inn á hendingina. Tað er
syrgiligt, hvørja ferð at hugsa
um, men eg meini ikki, at eg
havi fingið mein av honum.
Heldur hinvegin haldi eg, at eg
eri vorðin sálarliga sterkari.
Nakað sum eg havi havt gagn av
sum súkklari. Tað krevur nógv
sálarliga at vera í oddinum innan
eina ítróttargrein.
Eftir minniliga túrin á vetri í
1982, var Rógvi Johansen fleiri
túrar við Sigurfarinum. Í 1984
fór hann av og umborð á trolara.
Millum skiparan á
Sigurfarinum og menninar, sum
bjargaðust, hevur verið samband.
Skiparin hevur vitjað russarnar,
sum bjargaðust.
- Hevði skiparin á russiska
skipinum ikki sýtt fyri at taka
ímóti hjálp, rokni eg við, at vit
høvdu klárað at bjargað nógv
fleiri av manningini á lívi.
Russiska samfelagið var jú
ógvuliga afturlatið tá. Í dag
kunnu vit ikki ímynda okkum, at
tað sama hevði hent, men
hinvegin er ein feril eftir frá
teirri tíðini. Vit minnast jú, tá
kavbáturin Kursk fór og russar
sýttu fyri at taka ímóti hjálp.
Myndaframsýning
Á túrinum við Sigurfarinum
hevði Rógvi Johansen myndatól
við.
- Eg var ógvuliga nógv í iva
um eg skuldi taka myndir av
hendingini. Tók nakrar kortini,
hetta var jú ein serstøk hending,
sum eg vóni, at eg ongantíð
komi at uppliva aftur. Royndi at
taka mynd, tá ið skipið sakk,
men tær eru ikki so væl eydn-
aðar, sigur Rógvi Johansen, sum
er undir útbúgving sum mynda-
maður í Århus.
Í gjár læt framsýning upp í
hølunum Photo Av í Viby í
Århus, har myndirnar hjá Rógva
frá túrinum fyri júst 20 árum
síðani verða sýndar fram. Við á
framsýningini eru umleið 20
myndir, har frágreiðing er til
hvørja. Framsýningin er býtt í
tvey. Ein partur hevur við
fiskiskap at gera, og ein um
russarnar. Framsýningin verður
opin í tríggjar mánaðir. Um
framsýningin eisini kemur til
Føroya, sigur Rógvi.
- Tað kundi væl hent, um áhugi
er fyri tí. Myndirnar kundu
hóskandi verðið sýndar fram í
Klaksvík, har Sigurfarið hoyrdi
heima og har fólk minnast hend-
ingina, sigur Rógvi Johansen at
enda í viðtali.
Enn ein druknaður russi, á veg niður í gummibátin
Manningin á Sigurfarinum royndu at goyma líkini so væl sum til bar fyri teimum, sum
yvirlivdu. Á hesi myndini síggjast lík liggja, har fiskur verður goymdur fyribils. Tómir sekkir og
annað varð lagt oman yvir tey, soleiðis at vinir og starvsfelagar ikki skuldu síggja tey
Einasta myndin av russum, sum yvirlivdu. Ein russi hevur forbinding um høvdið. Tað komst av,
at manningin umborð á Sigurfarinum varð noydd at brúka ein bátshaka fyri at fáa fatur á
monnunum, sum lógu í ísakalda havinum
Heiðursmerkið. Í heiðursbrævinum stendur, at "Fyri at hava bjargað druknaðum verða
bjargingarfólk og aðrir USSR-borgarar heiðraðir, umframt útlendingar, sum hava víst dirvi,
áræði og sjálvsofran, tá ið fólk á sjónum eru bjargað, fyri stórt snarræði og sketni har
ólukkuligar hendingar við fólki á sjónum eru fyribyrgdar, umframt fyri fyrimyndir fyri
skipanina hjá bjargingartænastuni"