leygardagur 23. februar 2002síða 16
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 38 - 23. februar 2002
9
8
Sosialurin Nr. 38 - 23. februar 2002
Ongastaðni kenni eg deyðan so
nærverandi, burtursæð frá eini
jarðarferð, sjálvsagt, sum á ein-
um ellisheimi. Hann hongur í
luftini, tú luktar hann sum ein
deymur av súrsøtum landi og
forfalli, og hann sæst so týðu-
ligur í øllum teimum, sum búgva
her. Og akkurát nú eri eg staddur
á einum ellisheimi. Tey gomlu
hava júst etið døgurða, tey sita
og hálvsova og tann sum eg vitji,
er eisini fallin í tyngd. Og meðan
eg bara siti og ikki veit rættuliga,
hvat eg skal, um eg skal fara av
stað aftur, um eg skal siga nakað,
um eg skal vekja tann eg vitji,
um eg bara skal tiga, so hoyri eg
klokkuna á vegginum ganga og
hon er tann sum larmar allarmest
her inni akkurát nú.
Klikk klakk, klikk klakk, ikki
tikk takk, tikk takk sum vanligar
klokkur, men klikk klakk og hon
høggur tíðina og tøgnina á
ellisheiminum sundur støðugt
og miskunnarleyst. Hon lutar
tíðina sundur í sekundir, minutt-
ir, tímar, dagar og lívssævi. Hon
er gomul, úr messing av merkin-
um Smith/Enfield og er keypt í
Bretlandi undir krígnum. Hon
kom heilskapað heim til Føroyar.
Fyrst hevur hon hingið í einari
vanligari stovu, síðan er hon
komin her á ellisheimið. Ein
kvinna, sum búði her, hevði hana
við sær, nú er kvinnan farin og
klokkan hongur eftir.
“Hon er akkurát komin aftur
frá urmakaranum, tú skuldi sæð
hana hina náttina, tá hon fór í
knús, tað var eitt verri skil.
Glasið var brotið, vísararnir lógu
á gólvinum, tað var akkurát sum
okkurt var brostið inni í henni,
sigur Símun, ein gamal ívin
knarkur, sum nú brýtur tøgnina.
Eg hvøkki við og hyggi eftir
hesum gamla manni, sum
knappliga hevur fingið málið
millum øll hini livandi deyðu.
Hann situr fattur í einum høgum
stóli við leðursetri. Hann sær út
yvir alla stovuna og sær út til at
hava skil á øllum herinni.
- Og hon gongur forbankað
skeivt, tú kann slett ikki líta á
hana Eg veit ikki, hvat feilar
henni í dag. Klokkan átta í
morgun var hon bein, tá eg hugdi
aftur klokkan níggju, hevði hon
saktað ein heilan minutt og nú
fortar hon. Hygg, tú sær tað
sjálvur, mín er eitt og handan
gamla er tríggjar minuttir yvir.
Mín er í hvussu er bein,” sigur
hann og hyggur niður á urið á
vinstra skøvningi. Eitt stálbleikt
armbandsur við skøvaðum glasi
og urskivan litað gul av fukti og
leka.
“Eg fekk urið í býti við eina
troyggju einaferð niðri í Grimsby
í fimtiárunum, og tað hevur
gingið síðan. Bara einaferð hevur
tað verið hjá urmakara og tað var
ta ferðina eg og konan fóru til
hendurs um skamtunnarkortið, tá
reyk bæði urkrúna og kassi, hvíli
hon í friði, dett skinn hon var,”
sigur Símun, eitt sindur fjarður á
málinum. Minnini kína sinni
hans. Tað tykist sum hann
minnist aftur á forelskilsi og
annað søtt og hann smílist. Nú
vil hann vita, hvør eg eri.
Símin reisist, setist í ein annan
stól nærri mær og sigur við seg
sjálvan. “Eg seti meg her og
ferdigt við tí, á, ja, soleiðis er
lívið, soleiðis er.” Hann hyggur
kring seg, geispar linur av
døgurðanum, hyggur eftir hinum
gomlu í uppihaldsstovuni og
suffar. “Her er ikki nógv lív í,
hjá mongum er drúgt. Vit eru
slett ikki í hesum heimi ordiliga,
vit sita bara og bíða, men vit
sleppa heldur ikki burtur, eg
skilji hetta ikki og tað er nokk
heldur ikki meiningin.”Hann er
lágvaksin, tættur, stuttkliptur og
búkurin spennir seg mansliga frá
flatbrósinum. Buksurnar hanga
uppi av eini reim, sum hann
hevur spent um seg, beint
omanfyri har hann er breiðastur,
eitt sindur yvir nalvanum, og tær
flagga, tá hann reisir seg. Hann
er í ternutari skjúrtu.
Nú rópar hann meg yvir til sín
og lýður mær huldisliga í oyrað
meðan hann peikar á ein mann,
sum situr og dúrar. “Ansa eftir
hasum manninum, trúgv ikki
einum orði, hann sigur við teg.
Hann er fullur av lygn.” Maðurin
hevur ikki sagt eitt orð síðan eg
kom inn á stovuna, so mær hevur
hann einki logið fyri og eg skilji
ikki heilt. Eg hyggi upp á Símum
og hann sigur: “Bíða bara,
gamli!”
Klikk klakk, klikk klakk, tað
er ankarið í klokkuni frá Smith
Enfield, sum hevur eina fortíð í
krígsherjaða Bretlandi, ið gongur
aftur og fram og pettar tíðina
sundur í sekund, minuttir, tímar,
dagar og ár.
“Klokkan stendur fyri niður-
teljingini her á deildini, og
hvørja ferð eg hoyri hana sláa,
faktiskt áðrenn, tá viftan inni í
henni fer at mala, áðrenn hon
slær, so verði eg mintur á, at nú
er ein tími minni eftir. Og
niðurteljingin gongur so nógv
skjótari, tá tú bara hevur eini
tvey til trý ár ella minni eftir at
liva. Sær tú, deyðin er her alla
tíðina og eg venjist ikki við
hann, her spøkir eisini.” Hann
gerst hulin á málinum og setur
knyklar í brýr.
Meðan Símun prátar, kemur
eitt sindur av lívi í hini. Tey
ressast og døgurðin tyngir ikki
so nógv meira. Fleiri sita í koyri-
stóli, lamin, gomul og eru ikki
før fyri at tosa ella siga frá rættu-
liga. Onkur grætur, onkur rópar,
onkur brølar og ein sigur bara:
“Vu, vu, vu, vuvuu, vvuvuvu”.
Minnir um eina mýrusnípu á
hásumri, fyrst spakuliga og síðan
harðari. Ein situr og suffar: “Á,
ja,” og endurtekur aftur “Á ja,”
og løtu seinni “Á ja.” Hon hjálpir
klokkuni at minna okkum á, at
tíðin gongur uttanfyri og her
inni. “Á ja,” sigur hon veik á
málinum og ger seg til eitt nýtt
“Á ja”.
“Hon, sum átti klokkuna, var
stein í ørviti í fleiri ár. Tað fekst
ikki eitt líkinda orð burturúr
henni. Onkuntíð illtonkti eg hana
bara fyri at spæla býtt við vilja,
og vitjan fekk hon hvørja nátt, eg
havi sjálvur sæð tað,” sigur
Símun.
“Hon sá fitt út um dagin, men
tú skuldi sæð hana um náttina.
Tá var hon vill skal eg siga tær,
tá var hon glað og tá hevði hon
ikki topp, tá lá hárið niður á
akslarnar, útsligið og grátt, og tá
hevði hon vitjan. Tað var mað-
urin sum vitjaði hana. Hann
gekk burtur undir krígnum. Hann
sigldi vandasjógv leingi, hevði
klokkuna við eina túrin, men so
gekk hann burtur. Ongin veit
hvussu, skipið bara hvarv,” sigur
Símin og vitar um eg gerist
spentur av søguni. Hyggur upp á
meg, tegir, eins og hann vil hava
meg at biða seg um at fortelja
meira.
“Hann vitjaði hana, eg sá hann
sjálvur, onkuntíð bara sum ein
andi, tú sá hann ikki týðuliga,
hann var támutur á at líta,
onkuntíð sá tú hann ordiliga og
onkuntíð slett ikki. Men tað var
ongin ivi um, at hann var har og
at konan sá hann eisini, hóast
hann viðhvørt var ósjónligur fyri
mær. Eg sá hvussu hann gav
henni at drekka og glasið hekk
bara í leysari luft og hon drakk,
uttan at nerta við tað. Eg sá
eisini, hvussu ósjónligu hend-
urnar kíndu enninum og hárin-
um, og hvussu tey fevndust. Tá
var hon glað.”
Símun tivar og er uppøstur.
Óttin sæst í bláreyða andlitinum
og smáar sveittaperlur glitra eins
og gimsteinar á enninum.
“Og so dansaðu tey eisini, tey
dansaðu, meðan hon var sitandi í
koyristólinum. Tey dansaðu og
svingaðu eftir gongini og
gleddust og upplivdu størstu
sælu og mær dámdi tað einki.
Tað er so óhugnaligt at liggja her
hálvdeyður og síggja deyð dansa
og hoyra deyð tosa.”
Hann hyggur yvir at einum
manni tætt við okkum og sigur:
“Ja, meiri stiril var í Peturi fyrr,
tiltikin egnari og flekjari. Hann
situr allan dagin langan og
svevur. Rópar tú á hann, so
svarar hann, men hann er sovn-
aður aftur, áðrenn tú hevur
svarað aftur. Hann er bara vakin,
tá hann etur og matarlysturin er
góður. Tjóvskur er hann eisini.
Tey mugu ansa eftir ikki at seta
hann ov nær okkum, so etur
hann tað sum er á okkara tallerki
eisini. Løjirligt. Hann kann
akkurát einki, men eta, so skuldi
tú sæð hann. Tað gav at bíta nú
ein dagin hjá mær. Vit fingu
deiliga saltgrind og so kom tað
so knappliga á meg, at eg mátti á
vesið. Tá eg kom aftur, var ikki
spikbitin eftir á tallerkinum hjá
mær og tann góði rørdi søti
sinnoppurin var eisini burtur.
Hann hevði sopið hann. Sjálvur
sat hann við einum snikutum
grini og blunkaði til mín, tann
idiotur hann er”, sigur Símun
harmur.
Petur situr og nikkar og tekur
undir við tí sum Símun sigur um
hann og nú fer hann yvirum
aftur. Hendurnar liggja oman á
hvørjari aðrari í føvninginum.
Húðin er gulbleik eins og deyðin
sjálvur. Hon minnir um oljumett-
að pappír trekt út yvir kropnu
fingrabeinini og innanfyri
síggjast bláu æðrarnar og inni í
teimum streymar blóðið
spakuliga og pulsurin slær takt
við klokkuna á vegginum.
Og klokkan sigur klikk klakk,
ankarið hoyrist inni í henni,
viðhvørt harðari, viðhvørt eitt
pinkulítið sindur spakuligari, hon
pettar tíðina sundur í smábitar og
nartlar burtur av ævini hjá
teimum á ellisheiminum.
“Hon uppførir seg also ikki
sum vanligar klokkur. Gud viti,
hvar hasin deyði jassurin hevur
keypt hana. Og tá hann var á
vitjan, gekk hon heilt berserkar-
gongd. Pinnarnir mólu og
dansaðu saman við teimum
gomlu og hon slerdi allan
sólarringin eftir eini løtu. Tá
hann var farin, sissaðist hon og
gekk nøkulunda røtt aftur. Men
hon sissast ongantíð heilt, tí
viðhvørt fortar hon og so saktar
hon aftur, hygg sjálvur, nú er hon
frammanfyri, sigur Símun.
“Eg vaknaði um náttina
herfyri. klokkan var farin av trý
og fór upp at kasta mær á
vatninum. Tá hoyrdi eg sovorðn-
an gang úti á gongini. Eg hugdi
út og sá koyristólin holvdan.
Annað hjólið mól framvegis.
Hon var ikki heilt dottin úr
stólinum og lá smílandi við
brostnum eygum niðri á gólv-
inum. Ein fín blóðrípa rann úr
eina næsaglugganum niður á
gólvið í ein lítlan reyðan hyl á
gráa linoleuminum. Spor av
dekkunum høvdu svingað og
teknað eina valsatakt eftir
gólvinum á gongini.
“Glasið á klokkuni á veggin-
um lá knúst niðri á gólvinum, og
pinnarnir krosskastaðir oman á
tí, ankarið, sum segði klikk
klakk var tagnað.”
Klokkan
Stuttsøga eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard