leygardagur 23. februar 2002síða 17
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
C
M
Y
K
32
10
Sosialurin Nr. 38 - 23. februar 2002
MENTAN
Kim Simonsen
Tjóðskaparrørslur og tjóðarbygg-
ing eru í dag, av mest sum allari
gransking, funnar sekar sum
lygnir í einum verðsliggjørdum
heimi við øktari einstaklinga-
gerðing. Eru slíkar hóprørslur
antimodernaðar og mangan
reaktionerar mentanarligar,
fólksligar og politiskar rørslur, ið
ikki loyva rúm fyri einstaklingin-
um.
Skuldi eg sett átta tesur fram
um modernaða føroyska tjóðar-
bygging, so vildi eg sagt, at ein
slímhørð kjarna í hesu konstruk-
tión:
1. Er ein samanvevjingin av
politikki og mentan, og vit fáa
vanligar politiskar misskilj-
ingar sum at mentanar-
politikkur er at politisera
mentanina.
2. Ein tjóðarbyggingin, ið vil
fremja eitt politiskt hugtak,
har tann politiska eindin og
tjóðskaparliga eindin eru eins.
Soleiðis, at tað ikki longur er
gjørligt at skilja ímillum
politik og mentan, ið aftur
skapar hugtøk sum samleika-
politikkur, ið ikki er annað
enn eitt kúgandi valdsamboð
og eitt misskilt hugtak, sum
bert kann brúkast í einum øki,
tjóðum ella londum, har ein
bólkur berjist fyri góðkenn-
ing, so sum t.d. tey samkyntu.
Men um hesin bólkurin situr
við ræðinum, gerst eisini hetta
vandamikið.
3. Ein tjóðarbyggingin vil altíð
royna at siga, at vit eru mein-
lík og liva í einari eindarment-
an, ið er hildin saman av
tjóðarsymbolum, máli og
søgu. Mytan um føroysku
eindarmentanina tekur ikki
hædd fyri, at vit í Føroyum
hava ymiskt bygdarmál, koma
frá býi ella bygd, eru meiri
ella minnið tjóðskaparlig, at
fólk eru meiri ella minni
trúgvandi, sosialistisk, høgra-
vend, eru ósamd um mál og at
nærum øll føroysk søga (og
søgufrøði) minnir alt ov nógv
um mytomani.
4. Er tankin um, at mentan og
samleiki eru samanvavd við
politikki. Somuleiðis tað vit
halda vera okkara mentan
(framum okkurt annað), so
sum føroysk klæði, føroyskur
dansur osfv. ikki er tað sama
sum veruliga mentanin hjá
okkum, t.d. tað at eisini vit
koyra í bilum, brúka teldur,
mobiltelefonir, fara í biograf,
hava video, DVD og senda
mail, fara á diskotek osfv.
5. Tankin hjá tjóðarbyggjarum, at
føroyingar eru líkir, ikki bert
mentunarliga, men eisini reint
sosialt, t.d. sigur løgmaður, at
vit ikki hava stættarmun í
Føroyum. Men hetta er meiri
ein myta um eina egalitera
(javna og einsháttaða) mentan,
at vit eru samhaldsføst og
myndugleikatrúgv og nóg
disiplinerað til at trúgva uppá
hetta. Er eingin munur á t.d.
føroyskum arbeiðarum,
borgarum, fólkapensiónistun-
um, teim avlamnu, teim
kristnu, teim ungu, útlending-
unum, teim lesandi, einligum
mammum og so nýggju olju-
millióningunum, skiparum, ið
fáa eini 4 partar á eina hálva
millión í løn, yvirlæknum og
serfrøðingunum í samfelag-
num?
6. Og hetta, at tjóðarbyggjarar
brúka (og misbrúka) tað trú-
festi fólkið hevur mótvegis
søgu og máli, og so hesin
viljin at brúka hetta politiskt.
Hetta eru eyðkenni, ið bólkar
hava og vilja berjast fyri. Tí
átti á hesum øki ikki tjóðskap-
arligar grundreglur verið
havdar á lofti, men altjóða
universialistiskar reglur.
7. Eitt eyðkenni er, at national-
istiskir og etniskir ideologar
flyta persónliga samleikan hjá
fólkinum inn á politiska økið.
Samleikapolitikkur ger
privatar spurningar politiskar
og setur mark á teim skeivu
støðunum.
Tvíbýtti føroyingurin
-Tjóðarbygging anno 2000
Taka vit eitt aktuelt dømi, og
skera vit, í fyrstu atløgu, alt frá í
bókini hjá Høgna Hoydal ’Myten
om rigsfællesskabet’ um tað
politiska (um tað letur seg gera?)
og líta at hugsjónunum um
samleika og tjóðskaparkenslur,
so sigur hann, at ’veruligi’ før-
oyingurin, í brotinum í bókini, ið
sigandi eitur ’Den Tvedelte
færing’, arbeiðir á skrivstovum
t.d., men hetta bert er arbeiði, ið
skal geva honum ráð til at liva
sum ’føroyingur’. Og tað er sam-
bært Høgna Hoydal at ganga á
fjall, passa seyð, rógva út og at
fylla fristiboksina við fiski,
grind, fugli og seyðakjøti. Høgni
sigur, at føroyingurin, sum onnur
fólk í heiminum, hava ment ein
nærum skitzofrenan samleika, tí
tað sosiala lívið ikki passar
saman við tí økonomiska og
politiska. Hetta at tvinna saman
tað politiska og mentunarliga,
hevur altíð verið málið í einari
og hvørjari tjóðskaparligari kós,
men eg vil seta ein stóran spurn-
ing við, um føroyingar longur
finna so stórt virði í seyði og í
útiróðri. Tað er ikki rætt, at
føroyingurin droymir um at
ganga fjøllini. Sum bygdar-
drongur, uppvaksin á Strondum,
veit eg søgur frá teimum gomlu,
at í gomlum døgum droymdu
teir, ið veruliga gingu fjøllini um
at sleppa av við stríðið og knoss-
ið, ið tað var at bera torv og
hoyggja alt summarið til eini
tvey neyt. Tiltikið var jú, at eitt
kúfóður var sera nógv gras at
sláa, klúkar at venda, killingar at
gera og byrður at bera á bakinum
heim í hoyløguna.
Eldri fólk vita at siga frá, at á
Strondum bert fyri eini 30-35
árum síðani, var kúgv í øðrum
hvørjum húsi. Kúgvin hvarv og í
dag keypa vit ein pakka av mjólk
frá MBM við gleði. Eg tori at
siga, at eg eri vísur í, at tey eru
fá, ið droyma um at hoyra kúgv
standa í kjallaranum og belja og
noyðast upp at mjólka egnari
kúgv hvønn morgum um seks
tíðina. Í dag eru tað lærarar og
stjórar úr Havn, ið tvær ferðir
um árið koma út á bygd at heinta
slakt og royna seg við at ganga
fjøll. Hetta er ítrótt og ikki nógv
annað. Hetta passar við tankar-
nar hjá Thomas Hylland Eriksen,
at siðir broytast og endurskapast
og gerast traditionalisma, tí hetta
krevur fólk við einum ávísum
yvirskoti og refleksiviteti at
finna uppá slíkt, sum tað er at
vilja renna á fjall, tá ein annars
forvinnur eini 3-400.000 krónur
um árið á eini skrivstovu, og tí
kundi keypt sær nøkur krov.
Henda mentan, sum Høgni Hoy-
dal heldur hana vera, er ikki tað
sama sum veruligi samleiki
okkara, ið er nógv meiri fjøl-
broyttur.
Tað er sum um tjóðveldis-
menn, og t.d. aðrir traditional-
istiskir føroyingar, herundir
eisini sambandsmenn, hava eina
sentimentala mynd av Føroyum
og ein kanska hálvavegna farnan
ynskidreym um veruliga føroy-
ingin. Tað er henda mynd hjá
nationalromantikarum av ein
farnari lívsverð á bygd, ið er ein
hvørvisjón og ikki er føroying-
urin skitzofrenur — hann er bert
við at byrja at siga við seg
sjálvan, at hann ikki noyðist at
skammast yvir at hann ikki livur
hálvur í feudalu bóndasamfelags-
tíðini, og at stóru húsini, mið-
støðuhitin, bilurin og allar hent-
leikarnar eru hentir. Hugsjónir-
nar um føroyskan samleika hjá
Høgna Hoydal eru sum sjáld-
sama føroyska kotið, hann altíð
gongur í, tikið úr fortíðini og
kanska er tað tí, at hesir tankar
eru so ótíðarhóskandi og skitzo-
frenir.
Føroyingar hava brúk fyri
einum sethúsa-, toyotabila-,
húsaláns-, uppvaskimaskinu-,
nútímans fiskivinnutjóðar-, KT-
vinnu-, alivinnu- og oljuvinnu-
tjóðarsamleika, har vit hýsa og
æðra seyðahald, fortíðini og at
drepa grind og fara eftir náta.
Føroyska samfelags- og mentanarlívið er politiserað í dag. Bert tí onkur
nevnir gransking innan tjóðskap, so halda nógv, at hetta er politiskt, men
hetta er ikki so. Líka so lítið sum hann, ið skrivar um vald ella
fundamentalismu er ein valdsjúkur fundamentalistur ella tað øvugta.
Politikarar og fjølmiðlar hava vant føroyska fólkið við, at alt er politikkur,
somuleiðis, at tjóðskapur og politikur eru tað sama. Men so er ikki, tað er
bráðneyðugt at kunna tosa frítt um hesi viðurskifti, uttan at skula uppliva
henda ógvusliga misskilta sensur
Tjóðskaparkenslur og tjóðarbygging
- Átta tesur
Tað er sum um tjóðveldismenn, og aðrir traditionalistiskir føroyingar, herundir eisini sambandsmenn, hava eina
sentimentala mynd av Føroyum og ein kanska hálvavegna farnan ynskidreym um veruliga føroyingin
Sosialurin Nr. 38 - 23. februar 2002
11
Ein rúmligan og tolsaman sam-
leika, ið kann rúma tað heila,
sum torir at taka støði í tí
modernaða, ið við gleði opnar
seg fyri altjóðagerðingini og fyri
einstaklinginum.
Modernaður politikkur snýr
seg ikki longur um pening og at
broyta lógir, men um finna fram
til fólksins virði, dreymar og
vónir framyvir. Varð alt um
pening, so hevði ongin t.d. tosað
um loysing, tí tað helst peninga-
liga loysir seg betur at vera í
Ríkisfelagsskapinum. Tí er tað,
at ein modernaður føroyskur
ungur politikkari sum Høgni
Hoydal skrivar um samleika,
søgu og føroyska mentan í
donsku bókini hjá sær, serliga
brotið um Den tvedelte færing. Á
henda hátt liggur tað eitt óført
vald í at kunna tala til føroyingin
og at kunna útleggja søguna.
Vanligt var, at hann, ið kundi
draga og venda søguni, eisini
kundi fáa vald á hugaheimi
okkara, siðum og sjálvum
samleika okkara — men hetta
riggaði bert í einum siðbundnum
samfelag. Høgni heldur, at
samfelagsbroytingarnar í Føroy-
um frá bóndasamfelagnum til
peningaøkonomi hava gingið so
nøkunlunda lætt (burtursæð frá,
at vit nú eru skitzofren), men
hetta er ikki so. Hetta er alt ein
myta, ið skuggar fyri sólini og
sannleikans ljósi, og fær meg at
hugsa um søgufrøðingin og
serfrøðingin í nationalismu,
Ernest Gellner, ið greiðir frá, at
nationalisman er ein rørsla, ið er
skaptar kenslur, sum vit kenna
aftur um onkur slítur við hesar
grundreglur og kenslur. Tá kenna
vit t.d. øði. Og vit kenna nøgd, tá
onkur staðfestir og játtar hesar
felags grundfestu nationalistisku
kenslur. Gellner hevur eina
funktionalistiska frágreiðing av
nationalismu, ið hann meinar er
ein rørsla, sum er knýtt at
ídnaðarsamfelagnum, og ein
ideologi, ið passar til valdsins
menn. Tí samstundis sum henda
rørsla gevur ørkymlaðum fólki
eina kenslu av rótfesti og áhaldni
við fortíðina, í eini tíð, ið er
merkt av broytingum og upploys-
ing, so ger nationalisman fólk
trúgv yvir fyri skaptum kenslu-
bornum virðum, ið tey halda
gevur teim tryggleika og tey
tryggu seta ikki kritiskar spurn-
ingar, ella gera kollveltingar (tí
áttu sosialistar sum Jóanes
Nielsen ikki kalla seg ein før-
oyskan nationalist). Tá europe-
isku londini fóru frá at vera
landbúnaðarlond og gjørdust
ídnaðarlond, kendi stórur partur
av fólkinum, at tey mistu tilknýti
til eitt stað ella eina slekt. Slekt-
skap, lensmannaskipanin og
trúgvin kláraðu ikki longur at
áseta eina virkna skipan av
fólkinum. Fólk gjørdust býar-
proletarar, lønmóttakarar og í
fyrstani rótleys og heimleys í
ævigari rørslu frá land til bý, frá
bygd til keypsstað. Nationalism-
an kundi sissa hesa fjøld. Henda
rørsla stóð við opnum ørmum.
Tjóðskaparliga Geimeinschaft
lokkaði við kærleika og nær-
leika, men fyrst skuldi fólkið
læra (vekjast) at senda eymar
kenslur og til at hava ein loyalitet
mótvegis tjóðini. Tað tjóðskapar-
liga gjørdist ein sekulariserað
(ofta borgarlig) ideologi, ið
gjørdist eitt slag av afturbót fyri
mist fótafesti og eitt endurgjald
fyri mistu trúnna. Sera trúgvandi
føroyingar eru sjáldan national-
istiskir, eins og kommunistar og
sosialistar upprunaliga heldur
einki gott vildu siga um tjóð-
skaparkenslur! Hvørki national-
isma, tjóðskaparkenslur ella
tjóðskaparrørslur eru tengdar at
høgra ella vinstravendum poli-
tikki longur. Tað er meiri rætt at
líta á tjóðskaparkensur sum eitt
slag av mytu um slektsskap ella
religión, enn sum eina
modernaða ideologi.
Høgni Hoydal, sum aðrir tjóð-
veldismenn, skilir ikki ímillum
politikk, loysing og føroyska
lívsformin. Eg eri bert áhugaður
í tí seinasta. Tað er neyðugt at
kunna royna at skriva um før-
oyska mentan, samleika og mál,
sjálvt (og mest tí ) hesi øki eru
endað sum politiskt valagn hjá
føroyskum politikarum. Tað er
óheppið, at tjóðarbyggjarar sum
Høgni Hoydal vilja berja eitt
kjakstøði og ein veruleika inn í
nútíðina, ið vil samanvevja
politikk og mentan í síni roynd at
fremja eina tjóðarbygging, har
mentanin er politiserað og ávísir
persónar skulu sita á samleik-
anum og fremja ein ávísan
samleikapolitikk. Vit liva ikki í
eini eindarmentan, men við
einum skaptum hugtaki um eina
endarmentan, ið ikki tekur hædd
fyri einstaklinginum, einstak-
lingagerðingini, moderniser-
ingini, altjóðagerðingini, og at
ikki øll vilja fylkjast í einum
ávísum bólki. Serliga syrgiligt og
óverdugt er tað, at Høgni Hoy-
dal, ið annars skal eitast at vera
ein vælútbúgvin maður, setur seg
at, einaferð enn sí Winther,
Patursson, at skriva eina myto-
maniska versión av føroysku
søguni, ið hann eins og við
mentanini vil brúka til egnan
politiskan vinning. At Høgni
Hoydal eisini vil misbrúka tað
trúfesti fólkið hevur mótvegis
einari ávísari tjóðskaparligari,
søguligari og sosialari tulking av
nútíðini, og somuleiðis hetta, at
hann vil fremja ein ávísan
samleikapolitik, ið vil gera
privatar samleikaspurningar
politiskar.
Ein av skaptu hugsjónunum
hjá Høgna Hoydal er hendan, at
føroyingar eiga eina eksotiska
kollektiva fólksliga mentan, ið
livir í einum tryggum rúmi, ið
helst er bygdin, har vit kunnu
gerast heilir persónar í pakt við
gomlu siðbundnu mentanina og
føroyska trúarlendi. Hóttanin
ímóti hesum, sum ger okkum
sinnisklovin, er modernaða
lønarbeiði, og ein fremmanda-
gerandi einstaklingamentan, ið er
frælsiselskandi, vinarlig mót-
vegis framburði, altjóðagjørd og
tí ein hóttan. Nútíðin ger fólkið
rótleyst og heimleyst í ævigari
rørslu frá land til bý, frá bygd til
keypsstað. Og her er tað, at
Høgni Hoydal, sum í tulkingini
hjá Gellner, vil brúka national-
ismuna til at sissa hesa fjøld.
Hann stendur við opnum ørmum
og koti og lokkar við einum
tjóðskaparligum Geimeinschaft,
ið hann heldur kann lokka við
kærleika og nærleika, men fyrst
skulu fólk læra (vekjast) til at
senda eymar kenslur, og til at
hava ein loyalitet mótvegis
tjóðini. Henda mentunarliga
afturbót fyri mist fótafesti er eitt
vána endurgjald, tí tað Høgni
bjóðar, er ein einvegis ferðaseðil
aftur til 1890´ini, tað vil siga til
hvørvisjónina um Føroyar í
1890´inum.
Keldur m.a.
Ernest Gellner: Nations and
Nationalism. Oxford, 1993.
Benedict Anderson: Imagined
Communities. London, 1983.
Anthony Giddens: En Løbsk verden —
Hvordan globaliseringen forandrer
vores tilværelse. København, 2001.
Thomas Hylland Eriksen:
Kulturterrorismen — Et oppgjør med
tanken om kulturel renhed. Oslo,
1999.
Høgni Hoydal: Myten om
rigsfællesskabet —vejen til en
selvstændig færøsk stat. Kbenhavn,
2000.
Hugsjónirnar um føroyskan
samleika hjá Høgna Hoydal eru
sum sjáldsama føroyska kotið, hann
altíð gongur í, tikið úr fortíðini og
kanska er tað tí, at hesir tankar eru
so ótíðarhóskandi og skitzofrenir
Tað er ikki rætt, at føroyingurin droymir um at ganga fjøllini. Í gomlum døgum droymdu teir, ið veruliga gingu
fjøllini, um at sleppa av við stríðið og knossið, ið tað var at bera torv og hoyggja alt summarið til eini tvey neyt