Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-23, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. februar 2002síða 18

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 38 - 23. februar 2002 Nr. 38 - 23. februar 2002 35 Eftir fýra ár í Kaliforniu, har heimlongsulin ofta hevur gjørt vart við seg, hevur ein uggi altíð verið at lurta eftir før- oyskum tónleiki og sangi. Tá ein býr í Los Angeles, sum jú er heimsins miðstøð fyri allan undirhaldsídnað, átti kanska ikki at verið neyðugt at inn- flutt tónleik heilt úr Føroyum at lurta eftir. Men ikki veit eg — meðan vit dagliga koyra eftir Sunset Boulevard í Beverly Hills, beint framvið húsunum hjá mætum rock- stjørnum sum Bon Jovi og George Michael, er tað ikki amerikonskum rokki ella popptónleiki, vit lurta eftir. Heldur er tað so mergjaður sangur sum t.d. Ringvegurin hjá Kára P. sum tónar (fyri at brúka eina Elis’ska málisku) úr hátalarunum. Og seinasta árið hevur ein yndissangur okkara verið Langt burt frá øðrum londum, sum Eivør Pálsdóttir framførir so vakurt. Sjálvt 4 ára gamla Eva dugir hvørt orð, og syngur sangin á tamb saman við Eivør. Tá so bandið við Hjørdis og Gent- unum verður lagt á, tekur 2 ára gamla Marianna eisini undir, og syngur so fegin um lítlu dukku Fíu og Indianara- børnini. Mangan flenna vit eftir før- oyingum, sum ongantíð eru meira “føroyskir”, enn tá teir eru í útisetri. Tá tykist alt so gott heima, og einki kann met- ast við tað, sum føroyskt er. Nú á døgum er eisini laga- manni at varðveita sambandið heim, uttan mun til, hvar í verðini ein er staddur. Her í stovuni hjá okkum ber til at sita frammanfyri telduni og lurta eftir ÚF og lesa Sosialin ella Dimmalætting samstund- is. Vit eru átta tímar aftanfyri Føroyar, so klokkan hálvgum ellivu fyrrapart siti eg og lurti eftir Helga, Bjørt og øllum hinum, sum lesa tíðindini á nátturða. Júst hesin stóri tíðarmunurin hevur við sær, at tit í Føroyum stundum frætta um altjóða stórhendingar, áðrenn vit í Los Angeles, av teirri einføldu orsøk, at tær fara fram, meðan vit liggja og sova. Kann til stuttleika nevna, at vit eina náttina í oktober vórðu vakt av telefonini. Tað var ein kvikur tíðindamaður í ÚF, sum ringdi at spyrja okkum um eina yvir- gangshóttan um at spreingja fleiri stórar brúgvar í Kali- forniu í luftina. Hann var komin til arbeiðis í Sortudýki tíðliga á morgni og hevði straks fingið hesi tíðindi inn á telduna. Vit frættu tíðindini frá honum, tí tey vóru kunngjørd, eftir at vit høvdu sløkt bæði sjónvarp og teldu og vóru farin at leggja okkum. Í løtuni hava vit vitjan heiman. Tað er fitta guðdótt- irin úr Hoyvik, Lív, sum er komin higar at ganga á mál- skúla. Hon gongur í 10. flokki í Havn, og meðan hon er her, skal hon eisini gera eina upp- gávu at lata inn, tá hon kemur heimaftur. Uppgávuna ger hon saman við einari vinkonu, sum er stødd í Føroyum, og væl ber til at hava dagligt samband um internetið. Seinasta vikuskiftið fóru vit ein sight-seeing túr við før- oyska gestinum. Í miðbýnum, ella Down Town Los Angeles, vitjaðu vit The Natural History Museum. Har er í løtuni ein stór framsýning, ið kallast North Atlantic Vikings. Og ikki sørt errin vóru vit at síggja t.d. ein stein, sum var funnin í Eysturoynni. Men børnini hildu tó, at Føroyar fingu alt ov lítið pláss á fram- sýningini. Eitt sindur firtin fóru tey at spyrja eitt starvs- fólk um hesar Føroyar, sum vórðu teknaðar sum ein lítil prikkur á kortið yvir víkinga- farleiðirnar. Hetta neyðar- dýrið bleiv eitt sindur illa við, vísti teimum til eitt annað starvsfólk, og smeyg sær síðani burtur. So hóast verðin minkar í hvørjum, og gott samband er millum lond, vita ameriku- menn ikki nógv um Føroyar. Teimum dámar væl at hoyra um fjarskotin og eksotisk lond, men at nakar kann ynskja sær at búgva nakra aðra staðni, enn júst her í guds egna landi, er púra óskiljandi. Hjá okkum, sum jú vita betri, er gott at kunna leggja eina føroyska fløgu á, tá longsulin vitjar. Tí sum Gulak Jacobsen skrivaði fyri einum hundrað árum síðani, og sum Eivør Pálsdóttir syngur, er einki orð so hugnaligt “... sum føðiland, og okkum er tað Føroyar.” Kári P. og Eivør Pálsdóttir á Sunset Boulevard TELDUBRÆVIÐ Frá: Elin Winther Poulsen, L.A. í USA, winther.nagata@mindspring.com Til: turid@sosialurin.fo Evni: Vikuskifti Málbitin Háfloygt "Skagens Avis" rósar Anniku Hoydal upp um skýggja, visti eitt blað at siga frá. Her eru tvey blandað saman: "upp til skýggja" og "upp um skýggini". Um kann aldri stýra hvørsfalli! Kjak - ikki "tjak" Fleiri bløð stava hetta orð skeivt, skriva "tjak", sum onga grund hevur undir sær, tí ongastaðni verður hetta orð sagt við [tj], sum t.d. tjógv og tjaldur. Rætta stavingin er kjak. Dagrøkt - dagstovnar, avreiða o.tíl. Sigið [dag-] og ikki [dea-] í hesum orðum og øðrum við sama fyrra liði. Sigið eisini avreiða [au-] og ikki [eav-] og kavbátur [kau-], ikki [keav-]. Tjald og hjól Tey, ið bera tíðindi, annaðhvørt tað er í loftmiðlum ella bløðum, ráða fyri, hvønn veg málið hjá almenningi fer. Siga og skriva tey t.d. "telt" og "hjul", ja, so verður tað so hjá fólki flestum. Siga og skriva tey harafturímóti tjald og hjól, munnu hesi orð hava betri møguleika at koma fyri seg, sum frá líður, eisini í talaðum máli. Byggjarí (da. byggeri) er mishátt orð og skuldi verið óneyðugt í føroyskum. Vit hava t.d. orðið bygging, ella eisini húsabygging. Úr Orðafari nr. 3, 1987 MENTAN Turið Kjølbro Bæði álitini eru úrslit av verkætlanini Nordisk Kulturpolitik undir For- andring. Samisk Kulturpolitik i Norden, en perspektiver- ende rapport, lýsir sam- iskan mentanarpolitikk. Í álitinum er eitt stutt søgu ligt yvirlit yvir samiska mentanarsøgu. Eisini er yvirlit yvir stuðulin til samiska mentan frá yms- um keldum, ið er komin umvegis Samatingið, Norðurlendska Ráðharra- ráðið og ES. Í álitinum verður tikið í fráveruna av einum mentanarpolitiskum kjaki millum samar. Har hevur kjakið í bara ein lítla mun snúð seg um mál, innihald og dygd, umframt stuðul til mentan. Høvundirnir vóna, at álitið elvir til kjak og íblástur. Åländsk Kulturpolitik vid millennieskiftet er eitt dømi um, hvussu mentanarliga og politiska menningin í einum landi eru eyðkend av serligu støðuni hjá samfelagnum. Álitið er fyrsta frágreið- ingin og greiningin um álendskan mentapolitikk, síðani oyggjaríkið fekk sjálvstýrið í 1922. Bókin lýsir mentanarpolitikk í søguligum baksýni, álendska mentanarlívið og stovnar, mentanarpolitisk mál umframt tíðarbundin vandamál. Nógvir spurn- ingar verða reistir, eitt nú um mentanarlívið kann endurnýggjast uttan at hetta ávirkar mentanar- arvin og serligu álendsku siðirnar, og hvørja kós skal Áland velja í mun til menningina av altjóða mentan. Nordisk Kulturpolitik undir Forandring er ein felags norðurlendsk verk- ætlan, sum lýsir, greinar og metir um mentanarpoli- tikkin í norðurlondum, sjálvstýrandi økjunum, samiska mentanarøkinum og í norðurlendskum sam- starvi um mentan. Verk- ætlanin hevur til endamáls at finna fram til, hvørji tey mest umráðandi menning- arrákini eru, hvørji felags- eyðkenni eru og hvørji frábrigdi eru landanna millum og í mun til Europa, og hon setur spurningin, um tað er ein mýta at tosa um eitt serligt norðurlendskt mentanar- modell. Mentamálaráðini í ymsu norðurlondunum og Nord- isk Kulturfond fíggja verk- ætlanina. Peter Duelund, mentanarsosiologur, sum arbeiðir á Nordisk Kultur Institut, hevur verkætlan- ina um hendi saman við mentanarpolitiskum granskarum í norðurlond- um. Í fjør komu fleiri útgávur frá Nordisk Kultur Institut, sum liggja til grund fyri samanfatandi álitinum. Eitt nú Færøsk Kulturpolitikk ved indgangen til et nyt århundrede. Nordisk Kultur Institutt er eitt tvørvísindaligt insi- tutt fyri mentanarpolitiska gransking. Á stovninum verða granskingaruppgáv- ur gjørdar við stuðli frá mentanarmyndugleikum, stovnum og granskingar- ráðum í Danmark, norður- londum og Europa. Dentur verður lagdur á at greina og meta um nýtímans mentanarpolitikk í einum samanberandi og altjóða sjónarhorni. Samisk og álendsk mentan Nordisk Kultur Institut hevur givið út tvey nýggj álit, Samisk Kulturpolitik i Norden eftir Harald Gaski og Lena Kappfjell og Åländsk Kulturpolitik eftir Jan-Ole Lönnblad Móttttøtøt ka ka Í sam sambandi vi s ð ÐURIN , at FSF-FORMAÐURIN RIN fer frá sum formaður, ver sum form ðrð ð fyri f móttø tø t ku øku ø í Fótbóltsamband mb Føroya Arkitektur Søkt verður eftir arkitekti til arkitektadeildina á stovninum. Arkitektadeildin er ein partur av almennu byggiumsitingini á Landsverkfrøðings- stovninum. Í løtuni starvast 4 fólk á arkitektadeildini. Arbeiðsøkið er vítt og fevnir um nýbygging, umbygging og viðlíkahald av almennum bygningum. Harafturat er arkitektadeildin ráðgevi hjá hinum deildunum á stovninum í sambandi við bygging av havnum og vegum. Deildin er nýstovnað, og tann ið settur verður, fer at luttaka í framhaldandi menning av deildini. Arbeiðsuppgávur Uppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna um bygningssýn og fyriskipan av umvælingar- og viðlíkahaldsarbeiðum, gerð av fíggjarætlanum, byggiharraráðgeving og byggiharravirki í sambandi við nýggjar byggiætlanir. Arbeiðið ber í sær samskifti við stovnsleiðarar og brúkarabólkar, arbeiðstakarar, privatar ráðgevarar og við embætisfólk í aðalstýrunum. Umsøkjarar skulu tí hava evni at samstarva viá fólk, sum umboða ymisk arbeiðs- og áhugaøki. Stovnurin fer undir at seta í verk skrásetingar- og viðlíkahaldsskipan fyri almennum bygningum, og fer tann, ið sett/ur verður, at hava týðandi lut í hesum arbeiði. Førleikakrøv Sóknast verður eftir royndum bygningsarkitekti við áhuga fyri fjølbroyttum uppgávum í samstarvi við onnur. Vit nýta Microsoft Office forrit. Kunnleiki til CAD er ein fyrimunur. Setanarviðurskifti Løn og setanartreytir annars vera sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og Arkitektafelag Føroya. Umsóknir Umsókn við lívsgongdarlýsing (cv), prógvum og møguligum ummælum verður at senda til Landsverkfrøðingsstovnin, postboks 78, 110 Tórshavn og skal vera skrivstovuni í hendi í seinasta lagi 11. mars 2002. Merkið brævbjálvan "Arkitektur". Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast hjá Ole Jensen, á tlf. 311333, e-postur olj@lv.fo LANDSVERKFRØÐINGURIN Salong Bylgjan Billugøta 2 • 160 Argir • Tel. 31 54 94 Sosialurin - 311820 Frisørur søkist. CUP 2002 B36 bjóðar øllum dreingjum og gentum at gera lið til innandurakapping í fótbólti í høllini á Hálsi í døgunum Aldursbólkarnir eru hesir: Nr. Aldursbólkur Føðiár 1. Pinkur 1992-1993 2. Gentur 10-12 1990-1991 3. Smágentur 12-14 1988-1989 4. Gentur 1985-1987 5. Pinkulingar 1994-1995 6. Smápiltar 1992-1993 7. Piltar 1990-1991 8. Smádreingir 1988-1989 9. Dreingir 1986-1987 Spælt verður við stórum málum og málmanni. Á hvørjum liði eru 5 leikarar (málmaður íroknaður). Loyvt er at hava ein skiftileikara. Liðini skulu hava fótbóltsnøvn (Juventus, B36 osfr.). Luttøkugjaldið er kr. 200,- fyri hvørt liðið. Føroya Banki, ið stuðlar kappingini, letur heiðursmerki til trý tey fremstu liðini í hvørjum aldursbólki. Seinasta freist at boða frá luttøku er Tilmeldingin fer fram hjá umboðsmonnunum við hesar skúlar, ella við at ringja: Skúli Umboð Tel Tórsh. Kommunsk. Jacob Thomsen 31 62 29 Venjingarskúlin Tórður Hentze (9b) 31 61 79 Eysturskúlin Jónas Næs (9a) 31 42 40 Hoyvíkar skúli Rúnar í L. Jacobsen (6d)31 80 15 Santa Frans skúli Carl H. Olsen (7a) 31 78 62 Argja skúli Petur Mortensen (9a) 31 04 10 2. - 3. mars 2002. mikudagin 27. februar 2002. Team85 • 316511 C M Y K 35 34