Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. januar 2011síða 3

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Fríggjadagur 14. januar 2011 · Nr. 6 Sosialurin -O^QTORIZVI^MZI ^QLj\QTI\[SIXI VǽOORIZJMQLj[XTn[[ >QT\\ƒ' Tað kanst tú gera við at seta pening í eitt nýtt fiskavirki! Nú hava allir føroyingar møguleika fyri at gerast eigarar í einum nýggjum fiskavirki. Virkið, ið eftir ætlan verður í bygning inum hjá Bacalao í Havn, skal rekast á handilsligum grundarlagi. Skulu fiskavirkir ikki vera í Føroyum? Fiskaarbeiði hevur verið í Havn í meira enn 150 ár og vit ynskja at tað framhaldandi verður so! Um fiskavirkið í Havn hvørvur, ávirkar tað framtíð okkara. Talan verður um ein so stóran lønarmiss í lokalsamfelagnum, at hetta fer at fáa stóra ávirkan á vinnulívið og privatu nýtsluna. Vit vita væl, at Føroyar skulu hava aðrar vinnur enn fiskin, men hetta tekur langa tíð at byggja upp, og fiskurin kemur í nógv ár aftrat at vera álit føroyinga. Fáa vit 100 nýggj arbeiðspláss, skapar tað meira virksemi, og tað er við til at gera vinnulívið og privatu heimini sterkari. Tí heita vit á teg um at verða við til at skapa arbeiðspláss í Havn. Vegna stigtakararnar Havnar Arbeiðskvinnufelag og Havnar Arbeiðsmannafelag Soleiðis gerst tú: 1. Send ein teldupost til havnin@olivant.fo við upplýsing um um navn, bústað og upphædd. 2. Tá vit hava fingið teldupostin, venda vit okkum aftur til tín. 3. Ynskir tú meira kunning, kanst tú ringja til Vigdis 213995, Hans 517103 ella Bjarta 588418. Telefonirnar svara allar dagar frá 10-14. ANNIJANNI