Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. januar 2011síða 2

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 6 · 14. januar 2011 2 VIKUSKIFTI VETUR Inna Törnroos inna@sosialurin.fo »Oksavikurnar« vóru komandi 15 vikurnar nevndar í gamla bóndasam­ felagnum. Navnið komst av, at tað er ein strævin tíð, ið er fyri framman. Men tíbetur eru vit komin nakað longri nú á døgum og kunnu unna okkum at taka okkum av lættum við jøvnum millumbilum. Men at tað er ein myrk tíð slepst ikki undan. Tí er gott at fara út at ganga ein túr, meðan dagsljós er. Tá fær kroppurin týdningarmiklu D­vitaminirnar, og vit gerast glaðari av at røra okkum. Hini, tey óndu, og vit, tey góðu Redaktørur: Eyðun Klakstein Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen Forsíðumynd: Annika Olsen / Jens Kristian Vang 2 KlummA: Hini, tey óndu, og vit, tey góðu 4 VAngAmynd: AnnikA olsen 8 IntErVIEw: lArs oHly 10 tIPS: HvAt sigA litirnir um teg 11 90 SEKund: tHurid kjærbo 12 BAKgrund: ven við tøkni 14 tIl ArBEIðIS: jAnA ejdesgAArd tHomsen 15 umAfturAfturum: Høgni djurHuus 16 SøgulIg hEndIng: CHArles lindberg í Føroyum 22 mIðlAmJArr: tAð sigA tey á FACebook og í miðlunum 23 tAð hEndIr: konsertir, tiltøk, bøkur og AnnAð 24 VIKumyndIn: Frost Í Føroyum er tryggingarprísurin so sera lágur, frætti eg ein dagin, tí her er óvanliga lítið av kriminaliteti. Fá innbrot, fá álop, fáir tjóvar, ja, vit eru sum heild friðalig, fryntlig og fitt. Men uttanlands, uha, har er støðan ein heilt onnur. Uttanlands mást tú ansa tær, ikki líta á nakran og goyma alt virðismikið inni at kroppiskinninum, tí annars endar tað sum tjóvagóðs. Garanterað! Tá eg sum yngri fór einsamøll at ferðast, var eg lívsforskrekt av øllum ræðusøgunum, eg fekk við mær úr Føroyum, um álopsmenn, neyðtøkumenn og tjóvar úti í heimi. Knúgvarnir vóru hvítir konstant, tí eg helt so fast um taskuna. Men eg møtti bara vinarligum fólkum. Tá eg fyri trimum árum síðani flutti niður, teknaði eg mær innbúgvstrygging sum tað allarfyrsta, tí "í Danmark eru so nógv innbrot". Men enn er einki stolið frá mær har. Og tað er annars ikki tann størsta avbjóðingin, skal eg heilsa og siga. Bara í heyst havi eg t.d. mist pengamappuna (har ALT er í), fartelefonina og pengamappuna (har ALT framvegis er í). Men hvørjaferð, eg sjálv havi sløsað mær ting burtur á alfaravegi, hava erligar sálir tikið tað til forvaring og stríðst við at fáa mær tað aftur. Ikki ein króna hevur manglað í mappuni, og ikki ein króna av talutíð er brúkt. Men: herfyri var mítt góða og kæra myndatól stolið. Tað var tó ikki rænt av barbarisku bakbeistunum úti í heimi. Nei ­ tað var stolið her. Í Havn. Tað var tikið frá mær, og eg havi nú mist alla vón um at fáa tað (og allar myndirnar) aftur. Moralur? Ja, kanska tað fremmanda ikki er so vandamikið, sum vit ganga og halda. Og kanska vit als ikki eru so góð og meinaleys, sum vit billa okkum sjálvum inn. Var tað ikki einaferð okkurt við eini flís í einum eyga? INNIHALD klumman Eydna Skaale myND: istock JóLINI eru farin fram við, og páskIrNAr eru seinar í ár. Hetta merkIr, at tað er LANgT til næstu fríTíð. Heilar 104 dagar Hava vit TALT okkum til. Her eru nøkur TIpp um, Hvussu tú kLárAr Hesa myrku og ArbeIðssomu tíð Puha – 104 dagar til páskir Annað, sum tú kanst gera fyri at klára hesa tíð, er til dømis: • Lesa eina góða bók • Fáa tær eitt fótabað • Smílast meira • Baka breyð Og um tú hevur ráð: • Far til frisør • Keyp eina ljóslampu • Byrja at venja á venjingarmiðstøð • Ger negl á salong Og um tú er desperat: • Far ein túr suðureftir • Far á skíðferiu Oksavikurnar eru fyri framman