Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. januar 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 14. januar 2011 · Nr. 6 8 Sosialurin Í 2008 kom fløgan Haré Haré á føroyska marknaðin. Um mælarar tóku hana bein an vegin til sín, og er hon kosin at teljast millum bestu føroysku fløgurnar nakran tíð. Nú, stívliga tvey ár seinni, fáa fólk í USA og Kana da møguleikan at ogna sær fløguna, tá hon verður verð ur útgivin gav. - Jú, tað er eitt sindur undar ligt, at hon verður giv- in út í USA nú tað er so lang tíð liðin síðani hon kom út av fyrstan tíð. Men hetta er ikki fyrsta dømi um, at tað er so, tí tað kemur meiri enn so fyri, at tónleikur verður giv in út og lítið og einki hend ir fyrstu tíðina, greiðir Høgni Lisberg frá. Talan er um eina so- kall aða licensavtalu, har Spectra Records í roynd og veru leigar fløguna hjá Høgni Lisberg í trý ár. Plátu felag ið stendur so fyri øll um kring fløguna, alt frá at prenta fløguna til rekla- mu a rbeiði og at fáa um mæli og greinar. Við øðrum orðum er tað ikki nógv ítøkiligt ar- beiði hjá Høgna Lisberg, nú fløgan verður givin út í USA og Kanada í næst- um, hóast talan er um heim sins størsta tón- leika markna, sum før- oy ing urin nú flytir seg inná. Fylgir Teitur og Týr Høgni Lisberg er ikki fyrsti føroyingurin, sum verð ur útgivin í USA. Fyri nøkr- um árum síðani hevði Teitur Lassen sáttmála við Universal Records og fløgan Poetry & Airplanes kom á amerikanska marknaðin í 2003. Somuleiðis hevur Týr, sum hev- ur plátusáttmála við eitt týskt felag, onkra avtalu um, at teirra fløgur eisini røk ka til amerikumenn. Rólant Waag Dam Um ikki so langa tíð, kem- ur fløgan Haré Haré at standa á hyllunum í fløgu- hand lunum í New York, Los Ange les, Washington, ja, øll um amerikanskum – og kanad iskum – býum. Høgni Lis berg hevur nevniliga gjørt sáttmála við Spectra Records. - Hetta er ordiliga stórt. Tað er fyrsta ferðin, at eg fái nak að í gjøgnum í USA og Kana da, og tað eru tvey øki, sum eru næstan ógjørlig at koma inn á. Eg taki kortini ein dag í senn, men tað er øgi- liga spennandi, sigur Høgni Lis berg. Hann viðgongur, at tað kann fáa sera stóran týdning fyri hansara yrkisleið sum tón leikari, at fløgan verður út giv in ‘over there’. - Fyri meg er tað eitt nýtt og spennandi øki. Tað er eisi- ni eitt ótrúliga stórt øki við sera nógvum fólkum. So um bara nøkur fá fólk, lutfalsliga, hop pa upp á mín vogn, so er tað longu talan um rættiliga nógv fólk, um vit samanbera tað við her. Í so máta skal kanska ikki so nógv til, flenn- i r Høgni Lisberg. Kurvabóltsspæl hjálpti til Sambært Høgna Lisberg var tað Spectra Records, sum setti seg í samband við hann. - Eg fekk ein fyrispurning fyri stuttari tíð síðani, um hetta var nakað fyri meg. Eg merk ti beinanvegin, at teir høvdu bestemmað seg so eg skuldi næstan bara siga ja, greið ir Høgni frá. Í oktober í fjør var sang- urin Bow Down útgivin á soundtrackinum til kurva- bólts spælið NBA 2K 11. Eitt spæl, sum mett er at selja um eina millión eintøk. Hetta hev ur heilt víst havt týdning fyri sáttmálan, Høgni Lisberg nú hevur fingið. - Síðani lagið kom við at spælið hevur Bow Down ver- ið vístur 1500 ferðir dagliga á YouTube. Tað er øgiliga nógv fyri meg. Í Spectra Records søgdu tey, at tey vistu um sang in, áðrenn hann kom á spælið, men sáttmálin er heilt víst ringar í vatninum eftir lagið kom við á NBA- spæl ið, sigur Høgni Lisberg. Arbeiðir við nýggjum tilfari Tað eru tvey ár síðani, at Haré Haré kom á føroyska mark naðin. Í 2005 gav hann fløgu na Morning Dew út og í 2003 kom Høgni við fyrstu fløgu ni Most Beautiful Things. - Tíðin flýgur avstað. Tey bæði seinastu árini havi eg spælt nógv trummur aftur. Tað er stuttligt og gevandi at gera ymisk ting. Eg havi spælt nógv saman við Eivør og verið við at innspælt fløgu henn ara og eisini tað hjá Knút Háberg Eysturstein. Men eg skrivi eisini altíð sjálv ur. At geva eina plátu út krev ur tó meira enn bara at skriva, sigur Høgni Lisberg, sum møguliga er farin at hug sa um eina uppfylgjandi fløgu til amerikanska mark- naðin longu nú. rolant@sosialurin.fo Høgni útgivin um alt Amerika TÓNLEIKUR Høgni Lisberg hevur gjørt plátusáttmála við amerikanskt plátufelag, sum tryggjar honum, at nýggjasta útgáva hansara verður útgivin í USA og Kanada. – Hetta er nógv tað størsta, sum er hent fyri meg, tí tað er næstan ógjørligt at fáa nakað útgivið har, sigur Høgni Lisberg Tvey ára gamalt tilfar til amerikumenn Høgni Lisberg viðgongur, at tað er heldur undarligt, at tvey ára gamla fløga hansara Haré Haré skal útgevast í USA og Kanada í ár FAKTA: Høgni Lisberg hevur gjørt sáttmála við plátufelagið Spectra Records Spectra Records var stovnað í 1997 og hevur vunnið fleiri virðislønir, millum annað Best Reggea Album of the Year við Taj Weekes. Talan er fyribils um ein licenssáttmála á trý ár Høgni Lisberg hevur givið út fløgurnar Most Beautiful Thing (2003), Morning Dew (2005) og Haré Haré (2008). Høgni Lisberg spælir annars nógv trummur, eitt nú við Eivør og Orka