fríggjadagur 14. januar 2011síða 8
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 6 · 14. januar 2011
8
VIKUSKIFTI
SAMRØÐA
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Seinnapartin 11. desember í fjør gekk
29 ára Taimour Abdulwahab al-Abdaly
á Bryggargatan í svenska høv uðs stað-
num Stockholm. Taimour Ab dul wa hab
al-Abdaly varð føddur í Irak og gjørdist
svensk ur ríkisborgari fyrst í níti áru-
num. Hann hevði lisið fysio terapi á
lærda háskúlanum í Lu ton í Ong landi,
giftist í 2004 og fekk trý børn.
Tað var seint seinnapartin, at Tai-
mour Abdulwahab al-Abdaly var
áveg is móti miðdeplinum í svenska
høvuðs staðnum. Sentrum. Har
nógv fólk vóru savnað. Men svenski
irakin hevði ikki somu ætlanir, sum
hini fólk ini høvdu henda dagin í
Stockholm. Hann vildi drepa og særa
so nógv sum gjørligt. Børn, kvinnur
og menn. Øll.
Tí bar hann ein ryggsekk við við
sjey rørbumbum í, umframt eina
rúgvu av sey mi. Men, sum svenski
krimi høv und ur in Henning Mankell
skrivar í einum blog gi í Politikken,
gekk okkurt galið hjá Taimour
Abdulwahab al-Abdaly. Ella var
hann reinur amatørur. Bara ein bum-
ba brast í ryggsekkinum. Eitt fólk lat
lív. Taimour Taimour Abdulwahab
al-Abdaly sjálvur. Men tað kundi
end að verri, í einum vanlukkuligum
sorgar leiki.
Óttast fremmandahatur
- Eitt slíkt álop ræðir okkum. Eg varð
bang in. Míni børn kundu verið á gøtuni
tá. Tað sama kundi eg. Vit gjørdust øll
bangin.
Orðini eigur Lars Ohly, formaður
í svenska Vänstrepartiet. Hann var
skjót ur úti og fordømdi álopið. Nú,
ein mánað eftir yvirgangsatsóknina,
hitti Sosialurin hann uttan fyri Fundar-
høli 1 í løgtinginum. Ein samrøða,
sum varð avtalað í sambandi við, at
norðurlendsku brøðraflokkarnir møtt-
ust í Føroyum.
- Vandin er, at ræðslan endar sum
fremm anda hatur, sum kann raka nógv
mein ari enn yvirgangsatsóknin. At vit
fáa eitt samfelag, har vit hyggja skeivt
at hvør øðrum og óttast grannan. Eitt
samfelag, sum ikki er merkt av demo-
krati, opinleika og tolsemi, men er
aftur lat ið og avbyrgt. Men tað ynski
eg ikki. Okkara uppgáva er tí at møta
yvir gangs atsóknum sum hes um, við at
verja tað opna og tað demo krat iska. Og
tá er tað meiri enn nakrantíð umráðandi
og avgerandi, at vit ikki skera øll yvir
ein kamb. At við ásanna, at tað ikki
eru muslimar sum eru hóttanin í Svø-
ríki. Fólk, sum hava eina ávísa útsjónd
ella koma frá einum ávísum landi ella
hava eina ávísa bakgrund, eru ikki ein
størri hóttan enn onnur. Soleiðis er tað
ikki. Trupulleikin eru tey, sum ynskja,
at samfelagið skal vera afturlatið og
ó demo kratiskt. Og her finnast nakrir
víð gongd ir bólkar og einstaklingar,
muslimsk ir eins væl og aðrir, sum kun-
nu vera vandamiklir, tí teir eru fanat-
isk ir og sum ikki kenna nøkur mørk.
Rasis man er ein nógv størri hóttan í
Svø ríki enn terrorisman. Rasisman
skap ar trupulleikar og ger tað truplari
at liva saman, sigur Lars Ohly.
Hetta hendir í okkara heimi
Hann dugir hinvegin ikki at svara, hví
yvir gangsatsóknin hendi júst í Svøríki
og júst tá.
- Men bumban var ikki partur
av einari gjølla planlagdari ak tión.
Tað tóktist rættiliga tilvildarligt. At-
sókn in miseydnaðist eisini. Nú skulu
vit ikki vera ov skrásikkur, men eg
haldi, at nógv bendir á, at tað var eitt
einsamalt menniskja, sum var kom-
ið ógvuliga skeivt fyri í lívinum. Tí
haldi eg ikki, at Svøríki er meiri hótt
eftir hetta. Og tí skulu vit heldur ikki
leggja ov nógv í tilburðin og óttast, at
tað verður gerandiskostur hjá okkum.
Hin vegin mugu vit eisini minnast til,
at slíkt hendir í einum heimi, sum er
merkt ur av stórum mótsetningum, ger
Lars Ohly greitt.
Ein flokkur, sum hevur gagnnýtt
øktu mótsetningarnar í svenska sam-
felag num, er Sverigedemokratarna. Í
fjør fekk flokkurin fyri fyrstu ferð um-
boð í svenska tingið, Riksdagen. Tað var
eitt stórt vónbrot fyri Lars Ohly, sum
heldur ikki hóvar politikkin, norska
stjórn in við Frederik Reinfeldt á odda,
førir.
- Hansara politikkur økir um órætt-
vísi í samfelagnum. Hansara politikkur
ger tey ríku ríkari og fátøku fátækari.
Mót setn ing arnir økjast alsamt. Og í
slík um politiskum umhvørvi kunnu
rasist ar nir vinna atkvøður. Tí er høgra-
vendi politikkurin ein trupulleiki hjá
okkum, sum stríðast móti rasismu.
Sverige demo kratarna royna at gera
sær dælt av yvirgangsatsóknini og
fram pro vo kera mótsetningar, og
tað er møguligt, at teir í eitt stutt
tíðarskeið kunnu vinna eitt sindur
upp á atsóknina. Óttin er jú har og
tað spæla Sverigedemokratarna upp
á. Men óttin er altíð tað seinasta, sum
skal brúkast, tá skila gó ð ar politiskar
avgerðir skulu tak ast. Tí er tað meiri
umráðandi enn nakran tíð, at vit standa
saman og siga nei. Vit ynskja opinleika
og tolsemi, ong ar generaliseringar og
ongan fremm anda hatur. Tað er ikki
pláss fyri rasismu í okkara samfelag,
sigur Lars Ohly.
Mugu ikki avbyrgjast
Sambært honum hevur yvir gangs at-
sókn in ikki ávirkað gerandisdagin í
svenska samfelagnum stórvegis.
- Tað er tíverri soleiðis, at Svørríki
hev ur upplivað atsóknir, sum vóru verri
enn hesar. Her hugsi eg fyrst og fremst
um morðið á forsætisráðharran Olof
Palme og morð ið á uttanríkisráðharran
Annu Lind. Tá øktiskt trygdin og eftiliti
mun andi kring politikkarar. Eg haldi
ikki, at vit skulu vera naiv og siga,
at tað ongantíð fer at henda okkum
nakað, um vit avtaka øll trygdarkrøv.
Men eg haldi, at øll trygdin og tað,
sum fylgir við, skapar eina fjarstøðu
millum po lit ik k ar ar og fólki. Eg varð
ógvuliga fegin, tá trygd ar løgreglan
gjørdi av, at mær ikki nýttist lívverjar.
Tí eg vil sleppa út, eg vil koyra buss
og eg vil práta við vanlig fólk. Við
hóttanunum og atsóknunum er vandi
fyri, at vit avbyrgja politikkarar og
skapa eina stætt, har politikkararnir eru
avbyrgdir frá teimum, sum teir í roynd
og veru skulu umboða. Tað vil eg ikki.
Vit skulu ikki vera naiv og seta okk-
um í óneyðugan vanda, men vit mugu
heldur ikki yvirdríva. Vit mugu líta á,
at løgreglan og trygdarløgreglan gera
sítt arbeiði til lítar, og vit mugu sleppa
at møta fólki andlit til andlit, sig ur Lars
Ohly, sum á ongan hátt ynskir at lata
hóttanir stýra sínum hansara gerandis-
degi.
- Vit vita ikki hvørjir persónar og
hvørj ir bólkar leggja slík álop til rættis.
Eingin, ikki eingongd trygdarløgreglan,
roknaði við hesum álopinum. Eingin
hevði roknað við hesum. Tí kann eg
ikki vísa aftur, at har eru hóttanir,
men vit kunnu ikki ganga runt og
vera bangin. Tá er tað, at vit handla
skeivt. Óttin stýrir okkum skeivan veg.
Tí eiga vit at spyrja okkum sjálvi, hvat
vit vinna við at minka um opin leik-
an? Tað er opinleikan, vit skulu verja.
Demokratiska samfelagið skal verj ast
móti ódemokratiskum gerðum. Spurn-
ing ur in er, um vit verja tað best við
at minka um demokratiið, ella við at
stan da saman um tað.
- Hetta er ikki bara idelogi. Tað er
eisini po litikk ur sum kann og skal førast
út í verki. Bukka vit undir og minka um
opin leik an, tí kríggið í móti terrorismu
krev ur tað, so hava vit longu tapt eitt
slag og terroristar hava vunnið ein
sigur. Og tann sigurin ynski eg hvør ki
at geva terroristum ella øðrum fana t ik-
ar um nakrastaðni, ger Lars Ohly greitt.
Rasisman er ein nógv størri hóttan móti svenska samfelagnum
enn teRRoRisman. Álopið í desember loypir ótta Á sviar. vandin er,
at ræðslan verður fRemmanDahatuR, sum rakar nógv meinari enn
yvirgangsatsóknin. at svensku boRgaRaRniR hyggja skeivt at hvør
øðrum og óttast gRannan. at vit fÁa eitt samfelag, sum ikki er merkt
av DemokRati, opinleika og tolsemi, men er afturlatið og avbyRgt.
hesum stríðist laRs ohly, formaður í svenska vänstRepaRtiet, ímóti.
Rasisman