fríggjadagur 14. januar 2011síða 9
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 14. januar 2011 · Nr. 6
Sosialurin
Góðu kundar í føroysku peningastovnunum
Komandi tíðina fara peningastovnarnir í Føroyum at senda tær ymisk skjøl. Hetta kemst av, at ES
fyriskipanir (MiFID) viðvíkjandi handli við virðisbrøvum verða settar í gildi í Føroyum 1. februar 2011.
Í hesum sambandi verður nýggj kunngerð um íleggjaraverju sett í gildi.
Endamálið við reglunum er m.a. at:
s Økja gjøgnumskygnið hjá íleggjarum
s Geva íleggjarum grundarlag at taka støðu út frá
s Fáa samsvar í handilstreytir tvørtur um landamørk
s Útgreina rættindi hjá íleggjarum og skyldur og ábyrgd hjá virðisbrævahandlarum
Nýggju reglurnar um íleggjaraverju merkja, at goymslutreytir og handilstreytir hjá peningastovn-
inum fyri virðisbrøv verða dagførdar. Somuleiðis er ordrafremjingarpolitikkur og politikkur um
áhugamálsósemjur dagførdur.
Hesar nýggju treytir og politikkir skulu tú og peningastovnurin undirskriva. Avtalan, ið ásetur rætt-
indi og skyldur, skal undirskrivast áðrenn 1. februar 2011, ella áðrenn tú fyrstu ferð ætlar at handla
virðisbrøv eftir hetta.
Í hesum sambandi verður netbankin latin aftur fyri handli við virðisbrøvum tann 27. januar og ikki
1. februar, sum fráboðað í brævi frá tínum peningastovni.
Um tú higartil hevur nýtt Netbankan til virðisbrævahandil, kanst tú undirskriva avtaluna og góðkenna
treytir og politikkir í Netbankanum.
Um tú ikki brúkar Netbankan, er møguligt at senda undirskrivaðu avtaluna ella at koma inn í tín
peningastovn við avtaluni.
Nýggju reglurnar áseta somuleiðis, at peningastovnurin hevur skyldu at savna inn upplýsingar um teg
í sambandi við m.a. íløguráðgeving. Um tú ynskir íløguráðgeving eftir 1. februar 2011, skal peninga-
stovnurin hava gjørt ein íløguprofil av tær. Hetta kann gerast við at venda sær til sín kundaráðgeva.
Reglurnar hava onga ávirkan á innihaldið í tínari goymslu. Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin
at seta teg í samband við tín peningastovn.
Vinarligar heilsanir
Felagið Peningastovnar
Íleggjaraverja í sambandi
við virðisbrævahandil