Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. januar 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 14. januar 2011 · Nr. 6 10 Sosialurin Leo Poulsen Í gjár gjørdist greitt, at nýggi eigarin av Eik Banka í Før­ oyum, eitur TF Holding. Stjórin í TF Holding boð­ aði á tíðindafundi í gjár frá, at felagið hevði goldið 450 milliónir krónur kontant fyri 70% av bankanum, og umframt tað fella hundrað milliónir krónur aftrat til gjaldingar, um úrslitið hjá bankanum gerst betri enn mett. Odd Bjellvåg gjørdist nevndarformaður í Eik Banka í september, tá tað gjørd ist greitt, at Fíggja­ r eftir litið kravdi nýggja milliardaupphædd sprænda í bankan, orsakað av mill um annað lækkaðu ognar virð­ unum, serliga í Danmark. Nýggi nevndarformaðurin gjørdist við eitt eitt kent andlit, og hann stríddist eisini dag og nátt í stutta skotbránum fyri at útvega ta milliardina, sum kravd varð, men hetta vísti seg at vera ein ómøguligt uppgáva, sum av donsku mynduleikunum var steðga við tí grundgeving at tað handilsliga loysti seg best fyri Statin at lata Eik Banka farin inn undir Fíggjarligt Støðufesti. Tí undrar tað ikki minst, at bankin tá avtornaði, fór fyri so lítlan penga. – Vit mugu í hvussu er siga, at TF Holding hevur gjørt ein fantastiskan handil. Hinvegin er tað óskiljandi, at Fíggjarligt Støðufesti kann selja so bíliga, serliga tá hugsað verður um, at hetta eru nýggir pengar, ið stovnurin selur, sigur Odd Bjellvåg. 450 milliónir er stak bíligt fyri 70% av bankanum, og gerast búskaparútlitini betri, so umgangst næstan ikki, at Eik Banki fer at standa seg væl. Einki til gomlu eigararnar Og tað kann næstan ikki ganga galið. – Úrslitið kann illa ger­ ast annað enn serliga gott. Vinnutól og fastognir fara at økjast í virði aftur, og so skulu avsetingar og niðurskrivingar afturflytast, og tað fer so aftur at ávirka úrslitið hjá bankanum rætta vegin, sigur Odd Bjellvåg. Hann heldur eisini, at virðirmetingin á 900 milliónir krónur fyri ein solventan Eik Banka er ógvuliga lítið. Og bíligi søluprísurin ávirkar eisini gomlu parta­ eigararnar. – Tað var framman undan lítil møguleiki fyri, at gomlu partaeigararnir fingu nakað aftur fyri síni partabrøv, og tá so bankin verður seldur so bíliga, er tað útilokað. Og tað er eisini ógvuliga ivasamt, um ábyrgdarpeningurin verður honoreraður, sigur Odd Bjellvåg. Ábyrgdarpeningurin eru tey ábyhrgdarlán, sum stat­ ur og onnur hava latið bank­ anum. – Talan var ein eina milliard í ábyrgdarláni, sum danski staturin og ymsir grunnar høvdu hava veitt Eik Banka, og tað er ógvuliga lítið sannlíkt, at nakrir av hesum peningunum fáast til vega aftur, sigur Odd Bjellvåg. Ræðukampagna Hann heldur tí, at sølan av Eik Banka er størsta brandútsøla í Føroyum nakrantíð. – Framferðin hjá Fíggjar­ lig um Støðufesti í hesum máli hevur tí mest av øllum verið ein sjónleikur ella ein ræðukampagna fyri at trýsta Føroya landsstýri at spýta pening í bankan, sigur Odd Bjellvåg. Hann metir tí, at tað var rætt av landsstýrinum ikki at lata seg trýsta til at verða við til at keypa Eik Banka eftir at bankin far farin undir kong. – Tá partapeningurin er burtur, er hetta besta loysnin, sum kann fáast fyri føroyska samfelagið, sigur Odd Bjellvåg. Hinvegin dugir hann ikki at síggja logisku strategiina hjá danska statinum og hjá Fíggjarligum Støðufesti. – Við hesum framferðar­ hátti hevur staturin minst eina ógvuliga stóra upphædd í mun til tað, teir høvdu mist, um teir lótu okkum bjarga bankanum í heyst, sigur Odd Bjellvåg. Trimma og geara til Vit høvdu framman undan í Føroyum ein banka, sum átti eitt tryggingarfelag. Nú hava vit eisini eitt tryggingarfelag, sum eigur ein banka. – Tað merkir, at vit fáa eitt duopol á tryggingar­ og fíggjarøkinum. Hetta kan koma at merkja, at trygg­ ingar­ og fíggjarøkið fer at liggja í dýrara endanum, sigur Odd Bjellvåg. – Regin Hammer boðar frá, at Eik Banki skal føra ein varligan kreditt­ og váða politikk, og at bankin skal virka í Føroyum. Hetta merkir eitt munandi minni serviceringsøki enn framman undan, og tað krevur tí at orkan á starvsfólkaøkinum verður trimmað, sigur Odd Bjellvåg. Hann sær eisini aðrar grundir til, at bankin skal trimmast og gearast til. – Bæði Eik Banki og Trygg ingarfelagið Føroyar hava sítt deildarnet, og tað er bara náttúrligt at útnytta synergieffektina av deildarnetinum og øðrum tænastum sum yvirlappað, og tað merkir skerjingar. Men at trimma og geara bankan til hevði verið neyðugt, uttan mun til um nýggi eigarin eitur TF Holding ella okkurt annað, sigur Odd Bjellvåg. Fyribils avtalan millum TF Holding og Fíggjarligt Støðufesti, sum varð undir­ skrivað gjáramorgunin, skal setast í gildi endaliga 31. Januar. Størsta útsøla í Føroyum nakrantíð Nevndarformaðurin í Eik Banka sum var, Odd Bjellvåg, er púra ovfarin av prísskeltinum, sum Fíggjarligt Støðufesti setti á føroyska partin av Eik samtakinum. – Avslátturin hevur verið risastórur, og TF Holding hevur gjørt eina framúr góða forrætning, sigur Odd Bjellvåg Odd Bjellvåg royndi í nøkur hektisk døgn at bjarga Eik Banka, men skotbráið gjørdist ov stutt, og nú er bankin sambært fyrrverandi nevndarformanninum seldur á brandútsølu við tí úrsliti at Danski Staturin hevur mist meira fyri minni.