Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. januar 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 6 · 14. januar 2011 10 VIKUSKIFTI VIKUSKIFTI 10 Hvítt Sendir tekin um reinleika og tað hátthevjaða. Hvítt er liturin, sum í størstan mun gevur virðing. Í vesturheiminum er tað litur reinleikans, men í fjareystri er tað liturin fyri sorg. Hvítt kann setast saman við øllum litum, og letur tú teg í hvítt, er tað víst, at tú verður sædd. Reytt Sendir tekin um sterkar kenslur. Reytt sendir tey sterkastu boðini av øllum litunum. Reytt verður oftast tvinnað saman við kærleika, men kann eisini merkja gleði. Liturin er bestur, um hann ikki verður settur saman við øðrum litum, tí á tann hátt kemur boðskapurin klárast fram. Reytt kann tó setast saman við svørtum fyri at fáa ein greiðan seksuellan undirtóna. Svart Sendir tekin um fjarstøðu og vænleika. Inntil 1930'ini varð svart einans nýtt til sorg, men tað megnaði Coco Chanel at broyta. Í dag er svart tann mest nýtti mótaliturin. Svart gevur virðing - men einans um tú hevur nóg stóran reystleika at bera henda stolta litin. Jørðlitir Senda tekin um nøring, hvíld og trivnað. Brúnt leiðir tankarnar til hita og alt tað, sum er livandi. Til at lýsa ymsu jørðlitirnar verða ofta nýtt heiti úr náttúruni. Liturin er ele- gantur og róligur, serliga um tað ikki er brúnt við ov nógvum gulum undir tónum. Letur tú vera við at seta jørðlitir saman við skríggjandi litum, klæða brúnir litir teimum flestu. Violett Sendir tekin um tað kenslu borna og tað ókenda. Violett er tann djúpasti liturin á litkringinum, og liturin leiðir tankarnar til tað andaliga og upphevjaða. Violett kann við fyrimuni setast saman við grønum og gulum litum, fyri at skapa ungdómsligan frískleika. Blátt Sendir tekin um álvara og ábyrgdar- kenslu. Tað er litur himmalsins og gevur eina kenslu av ró, tryggleika, tí klassiska og blídni. Blátt kann nýtast til næstan alt, men tú skalt kanska vara teg fyri at seta blátt saman við gulum. Tað kann tykjast áleypandi. Grønt Sendir tekin um javnvág og endur- nýggjan. Grønt er liturin á tí unga og óspilta, sum leiðir tankarnar til várið. Tí geva grøn klæði ofta eina kenslu av frískleika. Ansa eftir at blanda gult og blátt við grønum. TIPS FRÁ eydnu eydna@sosialurin.fo Hvat siga litirnir um teg? 2011 VeRðuR ÁRIð, HAR alt AV ÁLVARA er loyvt. VIT SÍGGjA sterkari LITIR, enn VIT HAVA sæð leingi, SAmSTundIS, Sum BæðI hvítt oG svart eISInI eRu toppmodernað. men HVøRjI tekin SendIR Tú VIð TeImum litunum, Tú LeTuR TeG Í? Chanel vár/summar 2011 Gucci vár/summar 2011 Forsíðan á Elle januar 2011 Tracy Reese vár/summar 2011 Yves Saint Laurent vár/summar 2011 Zac Posen Vár /Summar 2011 Gucci vár/summar 2011