Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-14, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. januar 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 14. januar 2011 · Nr. 6 12 Sosialurin Leo Poulsen Tað var eitt vælmannað miðla lið, sum møtti til tíð­ inda fund hjá TF Hold ing á Kongabrúnni gjára morg un­ in. Flestu høvdu vælsaktans gitt, hvat tíðindafundurin snúði seg um, og tí kom tað ikki óvart á, tá Regin Hammer, stjóri í TF Holding, boðaði frá, at íløgufelagið hevði keypt Eik Banka. Fyribils avtala er undir­ skrivað, og sambært henni skal TF Holding yvirtaka Eik Banka 1. Februar. Keyps­ prísurin er 450 milliónir krónur umframt hundrað milliónur krónur um bankin fer at geva eitt serliga gott úrslit. TF Holding keypir í fyrsta lagi 70% av bankanum við for keypsrætti til eftirverandi 30%. Regin Hammer upp­ lýsir, at bankin ikkki verðu rbørsskrásettur, tí TF Holding vil eiga bankan einsamalt. Bankin er virðismettur til 900 milliónir krónur, og tí má sigast, at tað er rættiliga bíligt at fáa 70% av bankanum fyri 450 milliónir krónur – eisini um eitt serstakliga gott úr­ slit merkir, at TF Holding skal leggja hundrað milliónir krónur á borðið aftrat. Stjórin í TF Holding vil ikki upplýsa nakað um, hvør fer at sita í nevdini, ella hvør nýggi stjórin er. Hann avsannar tó, at nýggi stjórin verður Gunnar í Liða. Tað er hinvegin lítið sann­ líkt, at TF Holding keypir ein stóran banka uttan at hava eina rættiliga góða hóming av, hvør leiðslan í bankanum skal vera. Stjórin sigur við fjølmiðlar, at Jørn Astrup Hansen helst fer at sita sum stjóri í skiftistíðini fram til TF Holding yvirtekur Eik 1. Februar. Hann vísir eisini á, at Fíggjarligt Støðufesti framvegis eigur 30% av bankanum, og tí eisini eigur rætt til nevndarlimir, og tí kann hann ikki avvísa, at Jørn Astrup Hansen fær ein sett í nevndini. Regin Hammer sigur, at tað verður upp til nýggju nevndina at finna nýggjan stjóra, og at tað síðani verður upp til leiðsluna at skipa bank an frameftir. TF Holding keypt Eik Tað kom helst ikki óvart á nakran, at tað gjørdist TF Hoding, sum gjørist nýggi eigarin av Eik Banka, men bíligi prísurin undrar Tað vóru Regin Hammer, stjóri, og Birgir Mohr, nevndarformaður, sum boðaðu vælmannaða miðlaflokkinum frá keypinum av Eik Banka Tað var stórur áhugi í fjølmiðlunum fyri tíðindafundinum hjá TF Holding gjáramorgunin