fríggjadagur 14. januar 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 6 · 14. januar 2011
12
VIKUSKIFTI
Ein persónligur vEnjari Er dreymurin hjá nógvum, nú nýggja árið Er byrjað og jóladellurnar
skulu vEkk. mEn teir Eru torførir at fáa fatur á - og dýrir. Ístaðin kann Ein nýta nýmótans
tøkni, og á tann hátt gEra telduna, sjónvarpið og telefonina til dreymavenjaran.
IPhone og tær sokallaðu Android-telefonirnar hava hundraðtals
"applikatiónir", sum tú kanst taka niður av netinum og nýta at venja
við.
200 situps
Forritið "200 Situps" í iPhone er venjing fyri
búkvøddarnar. Applikatiónin er gjørd so, at ein
skal klára 200 situps eftir seks vikum. Forritið
heldur skil á døgum og vikum fyri teg.
Klárar tú ikki at fylgja skemainum
ber til at bakka. Les meira á www.
twohundredsitups.com
tai Chi
Applikatiónin "Tai Chi"
í iPhone lærir brúkaran kinesku
venjingina Tai Chi. Við myndum og video av
venjingunum er lætt at fylgja kinesiska læraranum.
Telefon
venjarin
At hyggja eftir sjónvarpi er vanliga
nakað, sum vit seta í samband við at sita
í sofuni. Soleiðis nýtist tað ikki at vera.
Nýmótans sjónvarpsspøl eru útmerkað
at fáa pulsin upp við. Og hevur tú ikki
hug at keypa tær eitt slíkt, eru nógvir
góðir venjifilmar at fáa.
Wii Fitness og
Wii aCtive
Telduspælið Wii kom fyri nøkrum
árum síðani og kollvelti heimin fyri
sjónvarpsspøl. Nú skuldi brúkarin úr
sofuni og nýta kroppin at spæla við.
Stutt eftir komu venjiforritini, har
ein hevur ein persónligan venjara, ið
heldur skil á vekt, hvussu balansin
er, og hvat fyri úrslit ein fær av
venjingini. Wii Fitness eitur eitt av
hesum, og
Wii Active er
eitt annað.
RunkeepeR
Applikatiónin "Runkeeper" er til bæði iPhone og Android-
telefonir. Runkeeper er til tey, ið dáma at renna. Forritið sigur
tær, hvar tú hevur runnið, hvussu skjótt, hvussu nógvar kaloriir,
tú hevur brent, og vilt tú reypa eitt sindur, ber til at leggja úrslitið
á Facebook ella Twitter. Tað eru nógvar líknandi applikatiónir at
finna, men nógv halda, at Runkeeper er best í sínum slag.
Sjónvarps
venjarin
DvD
Marknaðurin fyri
venjifilmar er sera
stórur. Flestu
fotomodellir og
sjónleikarar hava
egnar filmar, og
tey kendu, ið
starvast innan
heilsu, hava eisini
egnar filmar. Rákið
nú eru filmar
fyri ein serligan
venjingarhátt,
td Pilates og
Yoga ella filmar,
ið eru um ein
ávísan kropspart
- til dømis
ryggvenjingar.
kom í form
lagt tIl rættIs: Inna T