Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-14, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. januar 2011síða 13

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 14. januar 2011 · Nr. 6 Sosialurin Starvið Høvuðsuppgávan hjá fíggjardeildini er at fyriskipa og samskipa fíggjarligu viðurskiftini á stovninum og at hava eftirlit við, at innan- og uttanhýsis játtanirnar halda. Sum kontrollari kemur tú sertakliga at varða av: . eftirliti við byggiroknskapum . váðameting av verkætlanum . eftirliti við avtalugrundarlagi . eftirliti við faktureringsætlanum . eftirliti við, at játtanir verða hildnar . og øðrum fyrifallandi uppgávum á fíggjardeildini Førleikakrøv Tú hevur viðkomandi hægri útbúgving innan roknskap. Til dømis HD, HA ella cand.merc. Ert tú verkfrøðingur ella líknandi við eftirútbúgving og drúgvum royndum innan roknskap, eru vit eisini áhugað at hoyra frá tær. Royndir innan oman fyri nevndu uppgávum og/ ella innan grannskoðan er ein fyrimunur. Haraftur- at er tað fyrimunur at hava innlit í byggivinnuna, byggiløgfrøði og gongdina í byggiverkætlanum. Tú dugir at varðveita yvirlitið, men evnar eisini at fara niður í smálutir. Tú ert førur fyri at seta kritiskar spurningar umframt at eftirkanna og meta um roknskaparligu mannagongdirnar. Sum persónur ert tú diplomatiskur og samstarvandi. Tú dugir væl at lurta eftir fólki, men tú ert eisini áhaldandi og megnar at skera ígjøgnum, tá tað er neyðugt. Setanarviðurskifti Løn og setanartreytir annars verða sambært sátt- málanum millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Arbeitt verður skiftitíð. Umsóknir Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) verður at senda til lv@lv.fo og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 31. januar 2010, kl. 08.00. Merk umsóknina „Kontrollari“. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Árant Andriasson, fíggjarleiðara, á telefon 290 821 ella við at senda ein teldupost til arant@lv.fo STARVSLÝSING Kontrollari til fíggjardeildina á Landsverki Søkt verður eftir kontrollara til Landsverk at byrja 1. mars ella skjótast til ber. Landsverk, Tinghúsvegur 5, Postsmoga 78, 110 Tórshavn Tel. 340 800, Faks 340 801, lv@lv.fo, www.landsverk.fo Landsverk er undir Innlendismálaráðnum og hevur um hendi vega- og havnamyndugleikauppgávur og byggiharrauppgávur. Stovnurin ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og flogvallamál, herundir tyrlupallar. Við umleið 140 starvsfólkum er Landsverk ikki bert ein av størstu almennu stovnunum í Føroyum, men eisini millum teirra, sum hevur størstu serfrøðina savnaða undir sama taki. er ein av heimsins fremstu trol- og nótaframleiðarum við 10 deildum í Føroyum, Grønlandi og Kanada. Hjá Vónini starvast millum 110 –120 fólk. SØLUFÓLK til útflutningsmarknaðin Trol- og nótavirkið Vónin søkir eftir dugnaligum sølu- fólki til at røkja eitt sera spennandi og fjølbroytt starv, sum fevnir um allar tættir innan sølu av aliútgerð til útflutningsmarknaðin. Arbeiðsstaðurin verður á deild okkara á Norðskála, tó verður ferðing uttanlanda ein týðandi partur av arbeiðinum. Førleikar Vit vænta, at tú ert køn/ur í enskum í bæði skrift og talu, og tað er ein fyrimunur, um tú eisini dugir spanskt. Tú mást hava teldukunnleika á brúkarastøði, og eigur tú at vera før/ur fyri at leggja søluarbeiðið væl til rættis. Tað er umráðandi, at tú dugir at seta teg inn í nýggj viðurskifti, kanst loysa uppgávur sjálvstøðugt og hevur góð evnir til at samskifta við viðskiftafólk og starvs- felagar. Vit ímynda okkum at tú hevur kunnleika til alivinn- una, men hetta er tó ikki nakað krav. Starvstreytir Lønarviðurskifti og setanartreytir verða sambært avtalu við leiðsluna. Umsókn Vilt tú vita meiri um starvið ert tú vælkomin at ringja til Signar Poulsen á telefon 222026. Skrivlig umsókn við CV, prógvum og møgu- ligum viðmælum eigur at vera okkum í hendi í seinasta lagi 23. januar og skulu stílast til: Postboks 19 | Bakkavegur 22 | FO-530 Fuglafjørður www.vonin.com Faroe dive.fo