fríggjadagur 14. januar 2011síða 13
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 6 · 14. januar 2011
13
VIKUSKIFTI
Teldu
venjarin
Tíanverri havi eg ikki uppfunnið
nakað, ið fær teg í form, meðan tú
situr við telduna. Telduvenjarin
handlar meira um alt, tú kann gera á
telduni AFTANÁ venjingina.
Nike+
Nike+ er navnið
á einum forriti,
ið fyritøkurnar Nike
og Apple hava samstarvað
um. Tankin er, at tað skal bera til
at sameina tónleik og venjing. Við einum iPoddi
og einum lítlum tóli, ið verður lagt í skógvin, ber
til at lurta eftir tónleiki og samstundis fáa góð ráð og
uppmuntrandi orð við á vegnum. Eftirsum lítla tólið liggur
í skógvunum (tað eru serligir Nike skógvar til endamálið)
so metir tað, hvussu fetini eru, hvussu tú rennur og so alt tað
vanliga, sum at síggja, hvar ein hevur runnið, gera ritmyndir og
deila tað við vinir á internetinum.
AdidAs MiCoACh
MiCoach er svarið hjá Adidias,
tá kappingarneytin Nike kom
við sínum Nike+. Ístaðin
fyri at bara hava eitt tól
í skónum hevur MiCoach
eitt tól um bringuna, ið metir
pulsin, eitt á skógvunum, ið metur fetini
og eitt um armin, ið gevur góð ráð og
uppmuntran, og sum sigur nær tú kann
renna skjótari ella taka tað róligt. Áðrenn tú
fer út at renna, velur tú, hvussu tú vil renna,
og so heldur forritið teg til tað.
m við tøKnI