Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-14, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. januar 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 14. januar 2011 · Nr. 6 14 Sosialurin Fleiri enn 100.000 sløg av vørum Blika er ein handilsfyritøka við sera breiðum vøruúrvali. Vit selja alt frá pappíri, vaskiútgerð, skrivstovuútgerð, leikum, undirvísingartilfari og heilsurøktarvørum til innrætting av stovnum, skúlum, serstovum og skrivstovum, sigur Beinir Kristiansen stjóri í Blika Magnus Gunnarsson Ein av kendu handilsfyritøkunum í Føroyum við stórum vøruúrvali og væl útbygdari tænastu er Blika. Fyri tøkan varð stovnað sum ein heilsøla í 1992 av Jákupi Jacobsen og Beinir Kristiansen og fekk navn­ ið JB Trade. Byrjað varð í Jónas Broncksgøtu, og síðan varð flutt í leigaði hølir í Akranesgøtu 3. Seinni var flutt í egnan bygning í Akranes­ gøtu 9, har fyritøkan húsast á 500 fermetrum við goymslu, móttøku, handilshøli og stórari framsýning av innbúgvi. Frá byrjan av hevði fyritøkan fleiri ymisk umboð upp á t.d. vaski­ evni og pappír og aðrar nýtsluvørur. Í 2002 skifti fyritøkan navn til Blika, og í 2005 keypti dansk/grønlendska fyritøkan Arctic Import seg inn í fyritøkuna. Vøruúrvalið hjá Blika er rættiliga umfatandi. Fyritøkan selur innbúgv og aðra útgerð til skúlar, arkitektar og kommunur, sum verður nýtt til t.d. innrætting av stovnum og skriv stovum. Eisini útgerð og allar nýtslu vørur til eldraøkið, sjúkrahús, kommunulæknar, tannlæknar v.m. Til barnaansingarøkið hevur Blika eisini eina umfatandi vøruskrá. Blika hevur, saman við góðum veitarum, ment seg sera nógv inn an virkisreinføri, smáverutøkni, rein­ føris eftirlit og vaskiskipanir og er í dag at rokna sum ein av fremstu veitar um á hesum øki. Blika umboðar nógv kend merki sum t.d. Katrin, Nilfisk, Abena, Electro lux, Novadan, Kansas, Plum, Kompan, Leika, AV Form, Wencon, DIT International, Pro Ren, Vikan, Micro System, Food Des, Lyreco og Hejco – fyri bert at nevna nøkur. Í fjør fekk Blika eisini umboð upp á Berner, sum er ein av størstu handilsfyritøkum í Evropa við fleiri enn 5.000 søluráðgevum í 20 lond­ um. Í hesum sambandi eru tveir sølu ráðgevar settir í starv, sum selja til bilvinnuna, smiðjur og byggi­ vinnuna. Berner, sum hev ur verið umboðað í Føroyum í yvir 30 ár, er kent fyri høga góðsku og kapp­ ingarførar prísir. Blika umboðar langt yvir hundrað túsund ymisk sløg av vørum. Vit royna altíð at betra um tæn astuna til kundan, so hann fær røttu vøruna á rætt stað til rætta tíð, sigur Beinir Kristiansen stjóri á Blika. maggi@sosialurin.fo Malan Poulsen og Reidar Jacobsen í móttøkuni Starvsfólkini hjá Blika f.v.: Malan Poulsen, Danvør Zachariassen, Jastrid Brekkstein, Beinir Kristiansen, Jónfinn Petursson, Annika Jacobsen, Gisli Poulsen, Rúni Nielsen, Petur Mørkøre, Jógvan Nielsen, Regin Bláhamar og Reidar Jacobsen Myndir: Álvur Haraldsen Reinføri Lýsingartilfar