fríggjadagur 14. januar 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 6 · 14. januar 2011
14
VIKUSKIFTI
Foreldrini hjá Janu Ejdesgaard Thomsen
eru úr Oyndarfirði, men sjálv hevur hon
ongantíð búð í bygdini, har hennara røtur
eru. Hennara lív og gerandisdagur hevur verið
í høvuðsstaðarøkinum, har hon hevur fingist
við fitness í meiri enn eina fjórðingsøld.
Í dag eru hon og beiggi hennara, Hákun
Thomsen, sum er sjómaður, eigarar av nú
tímans fitnesssentrinum, Faroe Fitness í Djóna
í Geilsgøtu 5 í Havn, har tey leiga hølini hjá
pápanum, Joen Paula Ejdesgaard.
– Vit hava stovnað eitt nýtt partafelag og lótu
hølini uppaftur hin 1. september í 2010. Gólv
eru skift, og hølini eru málað og sett í stand.
Gomlu venjingaramboðini eru seld. Vit hava
gjørt íløgur í nýggj amboð og til ístandseting
fyri tilsamans tvær miljónir krónur.
Jana Ejdesgaard Thomsen sigur, at allar
maskinurnar eru italskar og av merkinum,
TechnoGym.
– Hetta eru sterk, góð, ljóðleys og sera væl
egnaði amboð til allar hugsandi venjingar.
Fragd & Fimi, sum virkaði í hesum hølum í
mong ár, hevði eisini italsk amboð frá somu
fyritøku. Hetta vóru dygdargóð amboð,
samstundis sum TechnoGym hevur eina góða
tænastu. Tí valdu vit at keypa venjingaramboð
frá somu fyritøku aftur, sigur hon.
Tá Sosialurin vitjaði Faroe Fitness mikudagin,
kom onkur nýggjur kundi á gátt. Fyrsta stigið
var at fara á eina vekt, sum umframt at máta
tyngd, eisini ger aðrar mátingar av kroppinum,
eitt nú, hvussu stórur partur er fiti, vøddar og
væta.
– Hetta er líka sum status, tá ein nýggjur
kundi byrjar at venja, og síðan kunnu út skrift
irnar fram eftir siga, hvørja ávirkan venj ing
arnar hava.
Jana sigur, at øll, sum hava hug at íðka hjá
Faroe Fitness, fáa ein ókeypis royndartíma,
og tá fólk síðan byrja at venja, eru feitttest og
venjingarskrá við í prísinum fyrstu ferð.
– Vit siga, at øll, sum ikki hava vant hjá
okkum áður, skulu hava ein royndartíma, har
vit læra fólk at innstilla amboðini rætt, bæði
fyri teirra egna besta – og fyri, at fólk skulu
læra at brúka amboðini rætt.
Hon leggur aftrat, at um fólk hava hug
at tekna hald eftir royndartíman, verður
spurt, hvat tey ynskja sær, og síðan verður
ein venjingarskrá løgd, sum svarar til teirra
ynskir.
Góðar umstøður
Meðan vit vitjaðu Faroe Fitness, vísti Jana okkum
øll tey nýggju og lekru venjingaramboðini, har
ikki færri enn níggju ymiskar súklur, skíð
maskinur, krossarar og stepparar og renni
maskinur hava stórar skíggjar. Her kanst tú
síggja fleiri sjónvarpskanalir ella lurta eftir
útvarpsstøðum, meðan vant verður.
– Um ikki so langa tíð verður eisini høvi
hjá okk ara viðskiftafólkum at fara út á netið,
eitt nú á Facebook, Portalin, lesa teldupost
ella hvør áhugin nú einaferð kann vera, sigur
hon.
Jana, sum í dag er 48 ára gomul, byrjaði
blaðung at fáast við fitness, og hetta hevur at
kalla øll árini síðan verið hennara lív.
Nú hon og Hákun eiga Faroe Fitness saman,
eru dagarnir hjá henni í Djóna í Geilsgøtu
mangan langir.
– Hetta er ein nýggj fyritøka, og vit hava gjørt
stórar íløgur. Tí vistu vit eisini frammanundan,
at dúgliga skal arbeiðast. Tá vit byrjaðu, settu
vit okkum nøkur mál, sum eru rokkin. Vit eru
nøgd við undirtøkuna higartil, og vit vóna, at
enn fleiri koma á gátt, sum tíðin gongur og
fólk gerast varug við, at okkara umstøður eru
so góðar sum ongantíð áður.
Faroe Fitness hevur opið frá mánadegi til
fríggjadag frá klokkan 06.30 til 21 á kvøldi.
Leygar dag er opið frá klokkan 0918 – og
sunnu dag frá klokkan 1418.
– Eg eri altíð til arbeiðis, men vikuskiftis
dag arnir eru ikki so langir sum dagarnir frá
mánadegi til fríggjadag. Umframt at vera
teimum, sum koma at venja, til vegleiðingar
og tænastu, geri eg eisini hølini rein sjálv. Hetta
merkir, at ein stórur partur av samdøgninum
hjá mær gongur fyri seg í Faroe Fitness – og
onkuntíð havi eg eisini sovið her yviri, leggur
hon brosandi aftrat.
Ung í skúla
Jana Ejdesgaard Thomsen fór sum 18 ára gomul
niður til Danmarkar í skúla, og tað gingu sjey
ár, áðrenn hon vendi heimaftur til Føroya.
– Í Danmark lærdi eg til køksassistent
og síðan til økonomu. Eftir at eg var vorðin
útbúgvin, var eg við til at lata eitt pleygaheim
upp, og har arbeiddi eg í eini tvey ár. Ein av
mínum vinkonum í Danmark hevði saman við
manninum eitt fitnesssentur, og her fekk eg
longu í byrjanini av tíðini í Danmark áhuga fyri
hesum og hjálpti teimum í vikuskiftinum.
Tá Jana sum 24 ára gomul kom heimaftur til
Føroya í byrjanini av 1986, hevði Tummas Ørv
Form & Figur í Djóna í Geilsgøtu í Havn.
– Eg fór beint til Tummas og spurdi um
arbeiði. Um kvøldið ringdi hann aftur og
spurdi, um eg kundi byrja beinanvegin – og
so var leyst og liðugt, og eg fór at arbeiða í
Form & Figur.
Hon sigur, at Tummas Ørv skjótt broytti
navnið á venjingarstøðini til Fragd & Fimi, tí
tað var so dýrt bara at brúka navnið Form &
Figur, ið var eitt danskt ketunavn.
– Miðskeiðis í nítiárunum keypti pápi mín,
Joen Pauli, Fragd & Fimi, og tað er framvegis
hann, sum eigur bygningin, har Faroe Fitness
er.
Jana sigur, at tá pápi hennara keypti venj
ing ar miðstøðina, helt alt fram, sum framm
an undan, og viðskiftafólkini merktu einki til
eigara skiftið.
– Eg havi soleiðis arbeitt í hesum hølunum
heilt síðan 1986. Tey nógvu fyrstu árini vóru
tað mest mannfólk, sum komu at venja styrki
venjingar. Eg trúgvi, at eini 95% av viðskifta
fólkunum vóru mannfólk. Tá var ikki so vanligt,
at konufólk vandu, og hættaði tú tær at venja,
spurdu fólk kanska, um tú ætlaði tær at fáa
mann fólkakropp.
Men hóast Jana hevur fingist við fitness tað
mesta av 30 árum, og sjálv hevur vant nógv,
hevur hon ongan mannfólkakropp, men at
síggja til ein snøggan kvinnukropp.
Tá Jana hyggur aftur yvir og hugsar um
prísstøðið, ið var tá og tað støði, sum er í dag,
kostaði tað næstan líka nógv í krónum og
oyrum at venja fyri 20 árum síðan, sum tað
kostar í dag.
– Í dag eru umstøðurnar nógv betri, og
venjingaramboðini kunnu slett ikki saman
berast. Uppi í prísinum í dag er eisini møguleiki
til brúsubað. Tí fáa fólk so nógv meiri fyri
peningin í dag, enn tey gjørdu tá, leggur hon
aftrat.
Lítil steðgur
Stutt fyri ólavsøku í 2007 læt Fragd & Fimi aftur,
og í tíðarskeiðnum fram til 1. september í 2010,
tá hon og beiggi hennara lótu Faroe Fitness
upp, arbeiddi Jana eitt nú í klædnahandli í SMS,
eins og hon hevur selt vørur fyri LR í fleiri ár.
Í dag hevur hon LR vørurnar í hølunum, har
hon kortini er meginpartin av degnum – og til
langt út á kvøldarnar.
– Eg elski mítt arbeiði, og hóast dagarnir í
vikuni viðhvørt gerast einar 1516 tímar langir,
føli eg ikki, at mítt arbeiði er stressandi. Í viku
skiftinum eru arbeiðstímarnir nakrir færri,
sigur hon.
Aftrat sær til hjálpar í Faroe Fitness hevur
hon útbúnan instruktør til fitness og instruktør
at taka sær av sumba, ið er vorðið so aktuelt
í dag.
– Sjálv havi eg verið á óteljandi skeiðum
um fitness, eins og eg havi lisið ein hóp um
fysiologi og anatomi. Aftrat hesum eri eg
útbúgvin økonoma og kann hjálpa fólki við
vegleiðing um kost og leggja kostætlanir, sigur
Jana Ejdesgaard Thomsen.
Tá hon byrjaði, var hon blaðung. nú er hon 48 og hevur saman við bróðuri
sínum gjørt íløgur á 2 miljónir krónur í Faroe Fitness. – eg elski míTT
arbeiði, og hóasT dagarnir viðhvørT gerasT einar 15-16 tímar langir, føli
eg ikki, aT míTT arbeiði er stressandi, sigur jana ejdesgaard thomsen
Fitness er hennara lív
tIl arbeIðIs
lagt tIl rættIs: Vilmund jacobsen
Fakta
Navn: Jana Ejdesgaard Thomsen
Starv: Fitnesinstruktør
Besta við starvinum:
At møta nøgdum kundum
Ringasta við starvinum:
Mær dámar tað bara…
Starvstíð: September 2010
Starvsfólk: Eg, pluss hjálparfólk
Staður: Djóna í Geilsgøta 5
Leiðari: Jana Ejdesgaard Thomsen
mynd: jens krisTian vang