fríggjadagur 14. januar 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 14. januar 2011 · Nr. 6
18
Sosialurin
Í Degi & Viku trettandakvøld, segði
Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður
við fíggjarmálum, at Javnaðarflokk
urin nú aftur var á rættari kós, tí hann
m.a. hevði bjargað húsarhaldinum og
strandfaraskipunum undan hækkandi
oljuavgjøldum.
Stuttíðarminnið
hjá
landsstýris
manninum má vera farið at bila, tí tað
var Jóannes sjálvur, sum við fíggjarlógar
uppskotinum skjeyt upp og tvíhelt um,
at húsarhaldini og strandfaraskipini
skuldu gjalda hægri oljuavgjøld.
Broytingar vórðu gjørdar
í Fíggjarnevndini
Fíggjarnevndin var hinvegin á einum
máli um, at javnaðarlandsstýrismað
urin var alt ov grammur at skriva út
rokningar til bæði húsarhald og vinnu,
soleiðis sum tíðirnar eru.
Tí skjeyt Fíggjarnevndin í sínum áliti
upp at gera nakrar broytingar, sum Løg
tingið tók undir við.
Broytingarnar vórðu framdar fyri
at forða formanni Javnaðarfloksins at
leggja uppaftur størri byrðar á framman
undan sperdu húsarhaldini, og fyri
at sleppa útjaðaranum undan hægri
ferðaseðlaprísum og lækkandi túratali
við strandfaraskipunum orsakað av
hægri oljuavgjøldum.
Broytingar vórðu m.a. eisini gjørdar í
játtanini til mjólkastuðul, fyri at sleppa
barnafamiljum
undan
hækkandi
mjólkaprísum.
Sólar sær í lántum fjaðrum
Jóannes sólar sær tí í læntum fjaðrum,
tá hann einans speglar sær sjálvum og
sínum egna flokki í broytingunum, sum
vórðu framdar í Fíggjarnevndini, tá
fíggjarlógaruppskotið var til viðgerðar.
Hann átti heldur at takka hinum
flokkunum á Løgtingi fyri at hava
bjargað
Javnaðarflokkinum
undan
einum stórum parti av sínum egna
uppskoti.
Jóannes sólar sær
í læntum fjaðrum
Bjørn Kalsø
løgtingsmaður
Við at fella síni egnu uppskot á Løgtingi,
er Javnaðarflokkurin, sambært Jóannesi
Eidesgaard, aftur á rættari kós
Annita á Fríðriksmørk hug
leiðir í fjølmiðlunum um
fólkaskúlareformin. Tað eru
serliga tvey hugtøk, ið eru
kjarnan í hugleiðingunum,
nevniliga sparingar og at
varðveita bygdamentanina.
Álvaratos, hvar er atlitið til
barnið og tey krøv, ið barnið
skal liva upp til, aftaná lokna
skúlagongd.
Barnið og læringin
í miðdepilin
Lat ongan ivast í, at eg eri
sannførd um, at fakliga undir
vísingin, ið børnini fáa í ein
um lítlum skúla, er eins góð
og á sama støði, sum í einum
stórum skúla. Soleiðis er í
dag, men ferð tað framvegis
at verða so. Lærarin hevur
higartil, fingið eina útbúgv
ing, sum hevur gjørt hann
førðan
fyri
at
undirvísa
í
nógvum
lærugreinum.
Henda skipanin hevur verið
við til at tryggja, at vit kundu
hava smáar skúlar, har børn
ini
fingu
eina
nøktandi
undirvísing. Trupulleikin er,
at soleiðis verður tað ikki í
framtíðini. Fyri at kunna liva
upp til øktu krøvini, og djúp
tøknari undirvísing í einstøku
lærugreinini, koma lærarnir, í
framtíðini, at hava færri fak,
ið teir kunnu undirvísa í, enn
í dag. Hetta ferð sum frálíður
at verða við til at máa støðið
undan smáu bygdaskúlunum.
Hesa gongd síggja vit í okkara
grannalondum, tí ber neyvan
til at sleppa undan henni í
Føroyum.
Hvat er og hvat skal vera
høvuðsuppgávan hjá skúla
num. Skal hann ikki seta
barnið í miðdepilin og skal
hann ikki geva okkara børn
um bestu møguleikar, at
klára seg í einum nútímans
samfelag, við alsamt vaksandi
krøvum til førleikar hins eins
taka. Børn eru, eins og vit
vaksnu, sosialar verður, ið
trívast og læra av at verða í
felagsskapi við onnur.
Sparingar
Fokusi við at umskipa fólka
skúlan, eigur ikki at verða
sparing í krónum og oyrum
her og nú, men røtt nýtsla av
hvørjari krónu í skipanina.
Hetta vil sjálvandi viðførða
sparingar og økta góðsku á
longri sikt, meðan bert at
kuta av játtanini, uttan at
umskipa skúlan, ikki gevur
ein betri skúla. Annita nevn
ir at tað eru 16 skúlar, ið hava
20 næmingar ella færri og at
hetta bert er ein sparing á 18
mió. kr. Í mínum hugaheimið
eru 18 mió. kr. nógvur pening
ur, ikki minst um tað vísir
seg, at til ber at fáa meira fyri
tær 18 mió. kr. við at nýta tær
ørðvísi, enn vit gera í dag.
Skúlaøkir ein byrjan
Við at skipa landið í skúla
økir, ber til at fara undir eina
tilgongd, har vit miðvíst
arbeiða eftir at umskipa alla
skúlaskipanina
í
økinum.
Hetta merkir at vit t.d í Norð
oyggjum hyggja at øllum skúl
um, lærarakreftur og peninga
játtan,
undir
einum.
Vit
viðgerða heildina útfrá spurn
inginum, ber til at umskipa
økið og hvussu vit brúka til
feingi, so hvørt einasta barn
fær bestu møguleikar at
læra og menna seg at møta
teimum avbjóðingunum, ið
lívið aftaná fólkaskúlan setur.
Hetta merkir ikki, at vit bert
hugsa um at minka talið av
bygningum, har undirvísing
ferð fram, men eisini, at hugt
verður eftir um lutfallið
millum tímar, ið verða játtaðir
til annað enn undirvísing,
stendur mát við tímarnar ið
verða nýttir til undirvísing,
ella um betur hevði verið at
endurskoða hetta.
Hetta er ein tilgongd ið
tekur ár, fyrsta stigið eigur
at verða at skipað skúlaøkini,
men hetta einsamalt gevur
ikki ein betur skúla.
Bygdamentanin
Skúlareformurin kemur at
máa støði undan bygdment
anini, sambært Annitu. Haldi,
at hetta við at varðveita eitt
fjølbroytt bústaðarmynstur,
er ein nógv meira umfatandi
spurningur, enn bert ein
spurningur um bygdaskúla
ella ei.
Hvussu
vit
varðveita
bygdamentanina, eigur ikki
at verða ein ábyrgd sum vit
leggja á børnini, men nakað
sum vit mugu taka støðu til,
hvat vit gera við, uttan at tað
skal setast upp ímóti bestu
umstøðum til undirvísing og
menning fyri okkara børn.
Tað eru børnini, ið skulu bera
samfelagi víðari. Tí eiga vit at
seta undirvísing og menning
av komandi ættarliðnum í
fremstu røð.
Kjak
Eyðgunn Samuelsen
løgtingskvinna
Bygdin ella børnini
Edmund Joensen førir í lesarabrævi í bløðunum
fram, at Kringvarpið og Tjóðveldi samskipa »enn eina
tíðindaherferð í Útvarpinum.«
Lat tað vera púra greitt, at innsløgini í útvarpinum
eru grundað á skjøl, sum Kringvarpið hevur fingið
innlit í frá avvarðandi myndugleikum, og ikki á nakað
samstarv við nakran politiskan flokk!
Skjølini vísa greitt, at tvinnar loysnir vórðu umrøddar
í Eik málinum. Onnur var at slíta móðurfelagsgarantiin
millum Eik í Føroyum og Eik í Danmark, og hin at lata
báðar bankarnar fara inn í Fíggjarligt Støðufesti. Báðar
loysnir lótu seg í prinsippinum gera.
Tá málið varð umrøtt í september í fjør var frammi,
at tað bar ikki til at slíta garantiin. Tí eru nýggju
upplýsingarnar sjálvsagt ein týdningarmikil søga at
fortelja.
Tíðindadeildin leggur stóran dent á óheftni í okkara
virki, og eg vil átala, at tú sum politikari roynir at
heingja politisk spjøldur á okkara journalistar.
Aftursvar til
Edmund Joensen
Beinta Løwe Jacobsen
Redaktiónsleiðari
Kringvarp Føroya