Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-14, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. januar 2011síða 17

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 6 · 14. januar 2011 17 VIKUSKIFTI og 11. mai í 1927 flogfarið úr San Diego til New York. Flogferðin tók 20 tím ar og 21 minuttir og var longsta flog ferð tvørtur um amerikanska megin landið nakr antíð. Tann 20. mai var hann til reiðar at seta kós ímóti Evropa. Spirit of St. Louis lætti sær á úr New York kl. 7.52 hendan morgunin, og góðar 33 tímar seinni setti Charles Lindbergh sítt heimsmet og gjørdist fyrsti maðurin, ið einsamallur fleyg tvørtur um Atlantshavið. Hann vann upp land á einum flogvølli beint uttan fyri París í Fraklandi, har túsundtals fólk fagn­ aðu honum. Sonurin rændur Charles Lindbergh gjørdist orsakað av bragdinum ein av kendastu monnunum í heiminum. Hann fekk virðislønir í hópa tali og varð heiðraður á samkomum og skrúðgongum. Amerikanski forsetin, Calvin Coolidge, gav honum eisini serligt heiðursmerki fyri bragdið. Eftir ferð ina fór Lindbergh at samstarva við rík mannin, Harry Guggenheim, um at menna flogídnaðin. Teir báðir gjørdu av, at Lindbergh skuldi fara eina rundferð kring USA í tríggjar mánaðir, ið skuldi skunda undir gransking innan flúgving. Lind bergh var í 49 statum, vitjaði 92 býir og helt 147 røður. Allastaðni varð hann stór liga fagnaður. Í 1929 hitti hann Anne Morrow, ið hann giftist við. Hon var dóttir ameri kanska sendiharran í Meksiko. Lindbergh lærdi hana at flúgva, og tey fóru mangar ferðir kring knøttin. Tann 1. mars í 1932 vóru tey bæði tó fyri teirri vanlagnu, at 20 mánaðar gamli sonur teirra, Charles, varð rændur úr heiminum í New Jersey. Góðar 10 vikur seinni varð drongurin funn in deyður. Fjølmiðlarnir vóru á trem ur við søgum um burturflytingina, og trýstið á hjúnini var øgiligt, meðan leitað varð eftir dronginum. Tá so deyðsboðini frætt ust, elvdu tey til mikla sorg. Eftir burturflytingina hildu Charles Lindbergh og Anne Morrow tó fram at flúgva, og í august 1933 fóru tey á eina kanningarferð fyri Pan American Airways úr USA til Evropa. Hann fleyg, og hon var fjarritari. Flogfarið setti seg í Reykjavík, og ætlanin var, at tað síðan skuldi millumlenda í Føroyum á veg til Keyp mannahavnar. Tann 23. august í 1933 komu tey bæði so til Tvøroyrar. Gudmund Mortensen var ovfarin av, at tey bæði, sum vóru við, vóru kona og maður. Hann hevði reitt upp til fjarrit aran í einum øðrum kamari, enn Charles Lindbergh skuldi sova í. Fingu sær døgurða Á Tvøroyri vóru fólk sjálvandi sera errin av at hava fingið so forkunnugan gest, og sóknarstýrið hevði tí fyrireikað stóra veitslu fyri Charles Lindbergh, men hjún ini bóru seg undan. Tey høvdu ikki hug til veitslu so stutt eftir stóra sorgarleikin við soninum. Í staðin beyð Gudmund Mortensen nøkrum gestum heim við sær at eta døgurða saman við Lindbergh og kon uni. Tey bæði gistu bara eina nátt á Tvøroyri. Longu á middegi dagin eftir løgdu tey frá landi aftur. Anne Morrow hevði føvningin fullan av blómum, tá tey fóru, og fleiri myndir vórðu tiknar. Nakrir bátar komu so nær, tá Charles Lindbergh skuldi fara upp í flogfarið, at hann mátti biðja teir sleppa sær burt­ ur. So var vitjanin at enda komin. Eftir áheitan gjørdu tey bæði eitt legg inn yvir Vágs bygd, áðrenn leiðin varð løgd ímóti Hetlandi. Tá alt hetta hendi, var púra óvist, hvør hevði rænt og drip­ ið lítla Charles í 1932, men í 1934 varð timbur maðurin, Bruno Richard Hauptman, hand tikin og ákærdur fyri morðið. Í 1936 varð hann dømdur fyri brotsgerðina og avrættaður. Charles Lindbergh helt eftir hetta fram við sín um arbeiði í flogídnaðinum, og aftur í 1938 fekk hann eitt heiðurs­ merki fyri sítt arbeiði. Hendan viður­ kenn ingin var tó umstrídd. Í 1938 høvdu fronsku og týsku stjórn irnar boðið honum at skoða flog ídnaðin í londunum báðum, og Lindbergh var serstakliga hugtikin av framkomnu útgerðini hjá týskarum. Á ferðini í Týsklandi fekk Lindbergh serligt heiðursmerki frá sjálvum Hermann Göring. Tá seinni heimsbardagi brast á í 1939, kravdu fleiri amerikanarar, at Lind bergh segði heiðursmerkið frá sær, men tað gjørdi hann ikki. Tvørturímóti var hann ímóti, at USA fór upp í kríggið, men broytti støðu, tá japanarar 7. desember í 1941 lupu á Pearl Harbour. Jarðaður á Hawaii Undir krígnum var Charles Lindbergh tekn iskur ráðgevi hjá Ford og United Aircraft Corporation, og í 1944 gjørdist hann ráðgevi í Kyrrahavinum hjá ameri kanska herinum. Hóast hann var í Kyrra havinum sum sivilur, var hann við á 50 bumbuferðum. Við síni stóru tøkniligu vitan menti hann eisini amerikonsku stríðsflogførini. Eftir kríggið tók hann seg aftur av almenna pallinum og gjørd ist ráðgevi hjá US Air Force. Dwight D. Eisenhower, forseti, gav honum í 1954 høgt starv í US Air Force, og Pan American World Airways brúkti hann eis ini sum ráðgeva, m.a. í sambandi við at menna jetflogfør. Charles Lindbergh ferðaðist víða og fekk stóran áhuga fyri øðrum mentanum, m.a. í Afrika. Í 1969 tók hann aftur orðið alment og mælti frá, at jetflogfør vórðu hópframleidd at flúgva millum lond, tí hann óttaðaist fyri, at tey kundu skaða atmos feruna. Á hesum øki var hann so statt eisini framsíggin. Charles Lind bergh doyði 26. august í 1974 í heimi sín um á Hawaii av krabbameini. Tá vóru liðin júst 41 ár, síðan hann vitjaði á Tvør oyri. Hann varð jarðaður á Hawaii. Eftir deyða hans ara kom undan kavi, at hann átti seks børn við trimum ymiskum týskum kvinn um aftrat teimum seks børn­ unum á lívi, sum hann átti við Anne Morrow. Á Tvøroyri vóru tey sjálvandi sera errin av at hava fingið so forkunnugan gest, og sóknarstýrið hevði tí fyrireikað stóra veitslu fyri Charles Lindbergh, men hjún ini bóru seg undan. Tey høvdu ikki hug til veitslu so stutt eftir stóra sorgarleikin við soninum Anne Morrow og Charles Lindbergh á Tvøroyri Gudmund Mortensen og Charles Lindbergh Spirit of St. Louis Flogfarið á Trongisvágsfirði Lindbergh og Spirit of St. Louis