fríggjadagur 14. januar 2011síða 17
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur 14. januar 2011 · Nr. 6
Sosialurin
M
yndin er tikin í Hetlandi. Hann hevur
lagt seg niður í grasið, men eyguni
skimast víða, sum var hann seyðamaður ella
skipari. Yvir honum er stillstøða og leitandi
fjarskygni. Á tí langliga andlitinum, sum
sambært Jørgen-Frantz Jacobsen var “fínliga
skapað”, sæst eitt ývið yvirskegg, sum helst,
um vit líta á sama Jørgen-Frantz, hevur borið
á reytt. Hann er í frakka, sum er kneptur upp
undir øsið, kanska hesum góða, men dýra
frakkanum, hann hevur keypt í Skotlandi, og
sum, nevnir hann í brævi til systur sína, dugir
í øllum veðri. Øll hansara persónsmenska,
krýnd í erva av eini kaskett við túti, bendir á
miðvísi, askesu, intellektuelt tamarhald. Ein
yrktur persónur, Sherlock Holmes, rennur
fram fyri ein. Báðir gittu gátur, tann fyrri
brotsmanna og brotsgerða loyndarmál, tann
seinni málfrøðinnar óloystu spurningar.
Í 2003 samtyktu hetlendskir og føroyskir
myndugleikar at fara undir eitt samstarv,
har tjóðirnar góvu burtur av kunnleika og
royndum hvør hjá øðrum, og sum skuldi fata
um mentan, undirvísing og gransking. Trý
ár seinni skipaðu Turið Sigurðardóttir, fyri
Fróðskaparsetrið og Brian Smith, frá the
Shetland Archives, fyri eini ráðstevnu, sum
varð hildin á the North Atlantic Fisheries
College í Scalloway. Har hildu granskarar
fyrilestrar um evnir, sum øll høvdu samband
við ta fjølstrongdu granskingina hjá Jakob
Jakobsen. Úrslitið, sum nú er til skjals, vísir,
at fyrilestrarnir fataðu um ævisøgu, málfrøði,
staðanøvn, fólkaminni og samfelag.
Ævisøgan, eftir Marionnu Debes Dahl, er
vælskrivað, hevur ein persónligan dám og
byggir á tað slagið av nærsøknum kunnleika,
sum spyrst burturúr, tá ein hevur lisið
brævasavnið hjá tí lýsta persóninum. Vit fáa
ikki lítið at vita, bæði um sjálvt avrikið hjá
Jákupi doktara og um gerandislig ting. Yvir
skrivingarlagnum er nakað opið og spyrjandi,
sum kveikir áhuga. Hvør var hesin persónur?
spyr ein seg sjálvan. Sum mongum kunnugt
fór Jakob Jakobsen undir at lesa franskt,
men broytti so hugsan og fór, eggjaður
av íslendinginum Boga Melsted, undir at
lesa norrøna málfrøði. Um hetta skrivar
Marianna:
Tann eydna tað var fyri okkara føroysku
pinkutjóð, at hesin ágrýtni føroyski
studenturin ikki valdi nakað so hvønn
dagsligt (“commonplace”) sum franskt,
men valdi norrøna málfrøði, haðani
hansara egna mál, føroyskt var ættað.
H
esi orð ljóða sum ein endurtøka av
onkrum, sum fyrr hevur verið sagt,
kanska fleiri ferðir, og ein hevur hug
at mótmæla. Hvør sigur, at franskt var
“hvønndagsligt”, og hvør sigur, at hesin
gávuríki unglingi, sum Marianna ímyndar
sær, kundið verið endaður sum ein “ókendur
og týdningslítil lærari” á onkrum donskum
studentaskúla. Er tað ikki áhugavert, at
hann las tað nýggja og djarva í fronskum
bókmentum og týddi sumt av tí til føroyskt?
Kundi ein ikki hugsað sær, at tann “franska”
leiðin, kanska flættað saman við áhuganum
fyri føroyskum, ikki bara hevði givið okkum
føringum fleiri týðingar, men eisini veitt
høvuðspersóninum eitt lív við breiðari
sosialari vídd, og tí eitt sálarliga heilsubetri
og longri lív?
Ikki bara í bókmentaligum smakki, men
eisini í málvísindum var Jakob Jakobsen
skilliga nýbrotsmaður. Vitnisburð um hetta
ber hansara ljóðtrúgva stavsetingaruppskot
frá 1889. Tvær av ritgerðunum í hesi bók
snúgva seg um hetta evni, og tað er ikki lítið
áhugavert, at tær umboða øvugt sjónarmið,
og at tann seinna vendir sær ímóti tí fyrru.
Í síni grein greiðir Hjalmar P. Petersen væl
frá tí fonetiska skriftmálinum hjá Jákupi
doktara og lýsir til seinast við fáum orðum
tað høpisleysa mótuppskotið hjá Jóannesi
bónda. Tað undrar ein kortini, tá ein lesur
hesa ritgerð, at Hjalmar ikki ger meira burtur
úr tí, eisini námsfrøðiliga fatað, frálíku
millumloysn, sum fekk navnið broyting, og
lesarin fær næstan ta kenslu, at høvundurin
er trúgvandi fonetikari.
Júst hetta er fyndin í mótgreinini eftir
Michael Schulte, sum, í tí hann vísir til
nýggja gransking, førir fram, at umframt
ljóðvísindir, eiga m.a. søga, mentan, siðvenja
og formlæra eisini at verða tikin við, tá ið tú
metir um ella skapar eitt skriftmál. At seta
javnaðartekin millum ljóðeind (fonem) og
skrifteind (grafem) kann tykjast einfalt og
freistandi, men menniskjað er, sum Kant
tók til, gjørt úr “vindskum viði” (t.e. ikki bara
skilbundið), og tann grafiska myndin, sum
goymir í sær skaldsligar og mentanarligar
tilsipingar, orðanna ekkó, speglingar og
vakurleika, hevur eitt serligt virði.
Remco Knooihuizen tekur í síni grein upp
spurningin um, nær tað gamla hetlendska
málið Norn doyði og hvørjar orsakirnar
vóru til hetta. Evnið er áhugavert, næstan
traumatiskt, og er djúpast sæð ein spurningur
um tann máldeyða, sum er so áleikandi í dag,
og sum, alt meðan heimsins mál, eins og
Titanics kúgveygu, eitt fyri og annað eftir
hvørva undir vatnskorpuni, og so kámast og
slokna, evni fyri alsamt djúpari og ruddiligari
gransking.
Hetland og Føroyar hava her leiklutin
sum mótsett rollumodell. Høvundurin vísir
á, at skotar og bretar í so stórum tali fluttu til
Hetlands, at teir um 1600 umboðaðu slakan
triðing av fólkinum har. Teir umboðaðu
eina breiða sosiala veiftru, vóru prestar,
handilsmenn, handverkarar, útróðrarmenn,
bøndur. Millum grundirnar til hesa inn-
flyting kann verða nevnt, at so stuttur
teinur var frá Skotlandi til Hetlands, og at
Hetland hevði handilsfrælsi. Hyggja vit nú
at Føroyum, so tykist ein niðurstøða vera, at
tann kongaligi einahandilin, sum vit føringar
fingu í 1709, og sum vit í stórthundrað ár hava
gramt okkum so illa um, hevur verið við til
at bjargað okkum málsins festi, varðveitslu
og endurreisn.
Mangir aðrir áhugaverdir tekstir eru
í hesum savni, eftir m.a. Doreen Waugh,
Edit Bugge, Gillian Fellows-Jensen, Kristin
Magnussen og Bo Almquist. Marianna nevnir
í sínum áðurnevnda ævisøguliga inngangi, at
Jákup doktari, tá ið hann savnaði sagnir og
ævintýr, skrivaði søgurnar upp “neyvt sum
tær vóru fortaldar”. Men tá ið vit lesa greinina
eftir Eyðun Andreassen um Beintu-søgnina,
sæst, at eftir hesa neyvu uppskriving fóru
søgurnar ígjøgnum eina kreativa umforman.
Jákup doktari, sigur Eyðun, gav søgnum og
ævintýrum ein bókmentaligan klædning,
eyðkendan av slíkum hegni og slíkari ele-
gansu, at hann var, ella átti at verið, norm-
skapandi. Men viðgerðin hevði sín prís, og
fyri ósigri var, sum skilst av niðurstøðuni
hjá Eyðuni, tann vakra sorinskrivaradóttirin
Bente Kristina Broberg, kend sum Beinta:
Av tí at myndugleikin hjá tí skrivaða
orðinum altíð tykist bera av tí talaða
orðinum, er tann eintáttaða útgávan av
Beintusøgnunum, sum Jakobsen evnaði
til, endað sum tann sigrandi keldan til
kunnleika um Beintu. Tann sanna søgan
er um eina vakra unga gentu, sum tvær
ferðir var einkja, og sum í sínum triðja
hjúnalag fekk ein øran, óútrokniligan og
ráðaríkan mann. Kortini, og hóast hon var
løgd undir at vera ónd, fylgdi hon honum
– sær sjálvari til mikla óeydnu í lívinum
– í viðburði og mótburði (“for better or for
worse”), til deyðin skilti tey sundur.
Í
tí seinastu greinini í bókini, sum er elegant
skrivað og hevur komplekst innihald, loftar
Leyvoy Joensen við einum hópi av ymiskum
tættum, úr málfrøði, søgu, bókmentasøgu,
mentanarsøgu og landalæru og vísir á,
hvussu lagnan hjá Norn hevur verið brúkt,
m.a. sum ávaring og ræðumynd, tá ið Føroyar
blivu endurreistar politiskt, tjóðskapar- og
málsliga. Hon nemur við ymiskar mótsagnir,
eitt nú hetta at búskaparligur framvøkstur
og tjóðskaparlig menning ikki altíð eru
fylgisveinar.
Leyvoy vísir eisini á, at Jakob Jakobsen,
í føroyskari tjóðskaparligari mýtologi, bleiv
kreativt umformaður (næstan sum tær søg-
ur, hann sjálvur festi á blað), til hann hóskaði
til okkara endurreising. Gloymdur var
áhugin fyri franskari naturalismu, kámað
minni um hansara upprunaligu stavseting,
burturtroðkað á næstan freudskan hátt tað
ræðuliga klandrið í Føringafelag árini eftir
1889 – og so varð teppið rullað út, sum ein
føroyskur pínslarváttur, maðurin, sum setti
Nólsoyarpáll í gylta rammu, kundi trína inn
á. Merkilig og eisini hugtakandi er henda
søga, minnilig tey kvæðir, sum vórðu yrkt
til henda knáa granskara, ið, so tóktist, eins
og tann fyrimynd, hann gjørdi æviga, alt ov
ungur var fyri hetjudeyða. Mest grípandi í
síni bæði bygdasligu og sakralu einfeldi er
tann stutta yrkingin eftir Haldane Burgess:
O hvor er nu den danske mand,
der tog paa landet ud.
Slet ingen fulgte hen med ham.
Ingen undtagen Gud.
Tá ið tú lesur hesa áhugaverdu bók, tykist
greitt, at so mangir spurningar, her verða
viðgjørdir ella dýptir, líka so mangir eru
ósvaraðir, teirra millum ikki minst spurn-
ingurin um menniskjað og persónsmenskuna
Jakob Jakobsen. Eitt nú kunnu vit bera
saman tað, at Leyvoy brúkar orðið “mild-
mannered” (spakførur) um medferðina hjá
Jakob Jakobsen, við tað, sum aðrir hava sagt
um hann, menn, sum hava kent hann. J.H.O.
Djurhuus sigur, at “J. var eldur”, og Jørgen-
Frantz skrivar soleiðis um hann:
Tey, sum kendu hann væl, skiltu, at undir
sinniligum yvirflata búði logandi eldur. Á
sínum øki var hann ein øðimikil víkingur,
ein landtøkumaður, sum læt ongan
meinbogan forða sær.
Æ
visøguskriving, sum í dag er eitt
virt tekstslag, kann, væl handfarin
av granskarum við fjøltáttaðari vitan og
gávum at skriva, vera ein glæsilig grind til
kunnleika um fortíðina. Meðan vit bíða eftir
einum dygdarverki um Jakob Jakobsen,
menniskjað, granskaran, tíðina, hann virkaði
í, kunnu vit royna at gita, hví hann í 1914
var fyri ógvisligari nervasjúku, og hví hann
bara livdi stív fýra ár eftir hetta. Kann tað
hugsast, at svarið er at finna í gloppinum
millum tamarhald og øði, spakføri og log-
andi innaneld? Sherlock Holmes hevði løtur,
tá ið hann læsti seg inni við opiumspípuni og
violinini. Kanska trutu Jákupi doktara tey
sálarligu smog og teir terapeutisku linnar,
sum gera granskarans einsligu, bæði strongu
og trongu, tilveru møguliga.
Jakob Jakobsen in Shetland and the Faroes.
Edited by Turið Sigurðardóttir and Brian
Smith. Shetland Amenity Trust and the
University of the Faroe Islands. Lerwick 2010.
225 kr.
Ummæli
Hanus Kamban
Neistar úr Heklu gosi
Áhugavert greinasavn varpar ljós á tann fjølbroytta og
eldhugða føroyska granskaran Jakob Jakobsen