Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-14, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. januar 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 6 · 14. januar 2011 16 VIKUSKIFTI flúgving Uni Arge ua@sosialurin.fo Flúgving í Føroyum var alt annað enn vanlig í 1933, og tá ein lítil flúgv­ ari sást yvir Trongisvágsfirði miku­ dagin 23. august hetta árið, vóru øll í bygdini ovurspent, bæði tí so sjáld­ samt var at síggja flogfør, og tí mað­ urin umborð hevði verið heimsgitin í fleiri ár. Fólk høvdu frætt, at Charles Lindbergh skuldi koma til Tvøroyrar týsdagin 22. august, og tey høvdu bíðað eitt langt og sjey breið, men onki flogfar kom. Spurningurin var, um Lindbergh mundi vera farin til Hetlands og kortini ikki fór at millumlenda í Føroyum, men seinnapartin mikudagin kom fjarrit úr Reykjavík um, at Lindbergh hevði sett kós ímóti Føroyum. Tvøráfólk høvdu ikki meira enn lisið fjarritið, so hoyrdist dun av flogfari, og Charles Lindbergh kom flúgvandi inn eftir fjørðinum. Mikil rokan var av fólki, og tey flestu runnu oman á bryggjuna at forvitnast. Flogfarið setti seg mitt fyri bygdini og varð bundið í eina boyu. Tá báturin við Charles Lindbergh og konuni legði at landi, tók formaðurin í sóknar stýrinum, Herluf Thomsen, ímóti teimum og bað mannamúgvuna rópa eitt trífalt hurrá fyri gestunum. Haðani varð farið niðan til stjóran í A/S Niels Juel Mortensen, Gudmund Mortensen. Ein langur riðil av børnum fylgdi gestunum. Hetta var vorðið sum gestur at fáa í Føroyum í eini tíð, tá flúgving var so óvanlig. Blaðmenn høvdu sum vera man stóran áhuga fyri ferðini, og ein teirra var Jørgen­Frantz Jacobsen, ið var í Føroyum fyri Politiken. Hann hitti dagin eftir Charles Lindbergh, men flogskiparin var fáorðaður. Segði onki um ta farleið millum USA og Evropa, sum hann kannaði fyri Pan American Airways, men var fryntligur. Danskarar høvdu stóran áhuga fyri hesi farleið, so lesararnir hjá Politiken høvdu ivaleyst viljað frætt meiri frá Jørgen­Frantz Jacobsen, enn teir gjørdu, men tá Lindbergh onki vildi siga, varð tað so. Fleyg í 33 tímar Charles Lindbergh varð føddur 4. febr­ uar í 1902 í Detroit í USA. Hann vísti tíðliga, at hann hevði sera góð evnir at fáast við alt, sum var tøkniligt, og ser­ liga stóran áhuga hevði hann fyri flúgv­ ing. Í 1920 fór hann at lesa verkfrøði, men honum dámdi betur at eygleiða gongd ina í tí spírandi flogídnaðinum, og tvey ár seinni fór hann úr skúlanum, so hann kundi gerast flogskipari, ið framdi kynstur við flúgvisýningar. Í 1924 fór hann í amerikanska herin at fáa venj ing sum flogskipari, og í 1925 stóð hann royndina sum tann besti næm ingurin. Longu í 1919 hevði ein hotelleigari í New York, Raymond Orteig, kunngjørt, at tann flogskiparin, sum fyrstur megn­ aði at flúgva einsamallur úr USA til Evropa uttan steðg, skuldi fáa 25.000 dollarar fyri bragdið. Fleiri høvdu roynt, og summ ir vóru deyðir, so sera vandamikið var at royna. Í 1927 hevði framvegis ongin framt bragdið, men Charles Lind bergh helt, at hann var førur fyri at flúgva einsa mallur til Evropa. Hann bað ein handilsmann um fígging at byggja eitt heilt nýtt flogfar til ferðina. Flog farið varð bygt í San Diego og varð nevnt Spirit of St. Louis. Charles Lindbergh royndarfleyg 10. TAnn 23. august í 1933 setti eitt lítið flogfAr seg á Trongisvágsfjørð. Við flogfArinUm Vóru heimsgiTni flogskiparin, ChArles lindbergh, og kona hansara, Anne morrow. tey Vóru í ArbeiðsørindUm fyri pan american airways á Veg til KeypmAnnAhAvnAr. charles lindbergh Var tá ein sonn heimssTjørnA, tí hann sum tann fyrsti nAKrAnTíð heVði flogið einsamallur tVørtur um ATlAnTshAvið í 1927. eisini høVdu lindbergh og konan árið undan viTjAnini á tVøroyri misT ein son, ið Varð bUrTUrflUTTUr og dripin Heimsgitin flogskipari hvíldi seg á Tvøroyri Longu í 1919 hevði ein hotelleigari í New York, Raymond Orteig, kunngjørt, at tann flog skip­ arin, sum fyrstur megnaði at flúgva einsa mallur úr USA til Evropa uttan steðg, skuldi fáa 25.000 dollarar fyri bragdið. Fleiri høvdu roynt, og summ ir vóru deyðir Keldur: føroyar í flogsøguni, www.cHarleslindbergH.com, wikipedia