fríggjadagur 14. januar 2011síða 24
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 14. januar 2011 · Nr. 6
24
Sosialurin
Kirkjugarður á Svínaryggi
Óli Jacobsen
olijacobsen@post.olivant.fo
M
arin Malena, kallað
Lena,
var
fødd
21.
februar 1885. Foreldur henn
ara vóru Elsebeth Susanne
Hammershøj, kallað Elsbe
sanna í Geilini (18551924)
og Daniel Thomsen (1852
1921). Bæði vóru úr Sumba
og giftust í Sumbiar kirkju
1. november 1875. Tey fingu
tilsamans 8 børn.
Samb. Poul F var Dánjal
ein tiltikin bjarga, búnaðar
og sjógarpur. Hann var sonur
tann í somu verkum gitna
Dánjal undir Hamri, sum varð
løntur við heiðursmedalju í
gulli fyri sítt mánaðarlanga
áhaldandi
strev
fyri
á
einhvørjan hátt at ganga
teimum sjúku til handa, tá ið
øll Sunnbiarbygd við sínum
28 húsum lá niðurfeld við
meslingum í 1847. Eitt tíðar
skeið var hann einans sjálvur
triði á fótum í allari bygdini.
Dánjal, pápi Lenu, doyði
sjálvur 70 ára gamal av
óhappi í bjørgunum.
Marin Malena giftist við
Johan Samuelsen av Liða í
Sumba f. 17. mai 1886.
Hon gjørdist ikki gomul og
doyði longu 3. desember 1914,
28 ára gomul á Sanatorinum
í Hoydølum. Sumba var langt
burtur, og tí er hon jarðað í
Havn. Men enn er hon ikki
gloymd, hetta vísir hennara
væl hildni gravsteinur.
Lena og Johan fingu
tvær døtur. Tann eldra var
Kristina (191173). Hon giftist
við Johannes Hentze (1905
1963) av Tvøroyri. Tey fingu
børnini Aina, Fanny, Knút,
Henning og Mary.
Kristina var tískil bert
trý ára gomul, tá ið hon
misti mammuna. Mamman
má hava ligið longri tíð í
Hoydølum, tí Kristina vitjaði
hana á Sanatoriinum.
Yngra dóttirin var Elsa
Súsanna (19121913). Hon var
fødd við breki og gjørdist
bert hálvt ára gomul.
Nógvir sorgarleikur
Ættarsøgan hjá Lenu hevur
nógvar aðrar sorgarleikir,
og skal nakað av søguni hjá
hennara systkin takast við í
hesi grein.
1914
hevur
verið
eitt
lagnuár hjá hesum systkjum.
Umframt Lenu ganga tveir
brøður burtur við Robert
Miller. Teir vóru Niels Jacob,
25 ára gamal, og Jacob, 34 ára
gamal. Hann var giftur við
Maren Malena Sofie Kjærbo
úr Gomlustovu í Sumba f.
1883. Tey áttu fimm børn, tað
yngsta var ikki ársgamalt.
Tað fórust 11 mans við
Robert Miller. Teir fóru 13.
mars út á Føroya Banka at
royna, og teir spurdust als
ikki aftur. Hildið var at teir
vóru farnir til Íslands og vóru
farnir í einum illveðri sum tá
var. Teir báðir brøðurnir vóru
bestamann og tiltiknir raskir.
Tað fóru seks sumbingar við
Robert Miller.
Elsta systirin, Susanne
Birgithe Marie, kallað Gitta
f. 1876 giftist við Hendrik
Mikal Jacobsen úr Søldar
firði. Hann kom sum nógvir
fiskimenn til Vágs og fekk
sær konu har í Sumba.
Hann kom at arbeiða sum
timburmaður. Hendrik var
abbabeiggi millum onnur
Eiler Jacobsen. Teir vóru
tríggir brøður, sum fluttu til
Suðuroyar. Hinir vóru Petur
Kristian og Sámal.
Hann druknaði í Bagl
hólmssundi 9. apríl 1918, bert
41 ára gamal. Poul F. greiðir
frá, at vágbingar skóru torv
í Hólmskorahaganum. Hend
an dagin fóru Hendrik, 16
ára gamli sonurin Dánjal
Petur, kallaður Petan, sam
an við tveimum øðrum við
báti eftir torvi. Veðrið var
av tí besta, og tí lá væl fyri
at
ferma
bátin.
Sunnan
fyri Víkabyrgisfjørð liggur
Baglhólmur.
Í
sundinum
innanfyri rekur sera hart í
hørðum streymi. Teir løgdu
sum vant á sundið, men
streymurin var so harður, at
báturin fór skeivur. Báturin
setti inn móti hólminum og
stevnið brotnaði. Báturin fylt
ist, og allir fýra fóru í havið.
Dánjal Petur og ein av
hinum varð av streymi settur
móti einum skeri, har teir
sluppu upp.
Tað var ov langt at leypa
upp á land, men so kom eitt
brot, sum skolaði teir av skeri
num inn á land. Teirra fyrsta
hugsan var hinir felagarnir,
men tað sást einki til teirra.
So hesir báðir máttu ta
tungu gongd til Vágs við
hesum
feigdarboðum,
at
annar hevði mist sonin, og
hin hevði mist pápan.
Tveir mánaðir seinni var
Poul F saman við pápanum
á veg til útróðrar. Tá sigla
teir seg fram á eitt lík. Hetta
var undir hesa tíðina, at
heimsbardagin leikaði, so
teir hildu at hetta mundi vera
ein útlendingur av onkrum
søktum skipi. Men so sóu teir
á klæðunum, at hetta mátti
vera ein føroyingur. Teir tóku
so líkið til lands og fingu
staðfest við upplýsingum frá
konuni um klæðini, at hetta
var Hendrik.
Pápi Poul F hevði á máli,
hvussu merkiligt tað var, at
hann í mjørka burtur úr fleiri
bátum, skuldi stýra beint
á líkið av sínum besta vini
tveir mánaðir eftir, at hann
var farin.
So varð farið til Vágs við
líkinum, og Hendrik var undir
stórari samkenslu frá allari
bygdini og aðra staðni frá
jarðaður í Vágs kirkjugarði.
Poul skrivar eisini, at tað
hevði ikki verið løgið um
Dánjal Petur ikki fór á sjógv
aftur eftir hetta, sum honum
hevði verið fyri. Men hann
var av betri bergi brotin
enn so, bæði norðan og
sunnanfjørðs. Hann gjørd
ist ein av okkara bestu sjó
monnum og førdi í mong ár
skip hjá garðamonnum.
Tað kann hava áhuga, at
yngsta dóttirin f. 6. Januar
1918, Henrikka, giftist við Bill
Old, bretskum hermanni.
Hon fekk ein son í 1947, men
doyði í barsilssong, bert 29
ára gomul. Sonurin varð
sjálvsagt uppkallaður eftir
mammuni.
Tann yngsti beiggin var
Thomas Pauli f. 1899. Hann
var
giftur
við
Sunnevu
Katrinu Nielsen f. 1901.
Poul F. skrivar um Thomas
Paula, at hann hevur kunnað
staðið fremstu monnum við
lið, og at hann í sínum áralanga
virki sum sjómaður bæði við
slupp og trolara hevur verið
djarvur og lagaligur.
Hini systkini hjá Lenu
vóru:
Dánjal, giftur við Elin
Nielsen
Ebban, gift við Petur
Kjærbo
Sunneva Maria, gift við
Johannes Rudolf Hansen úr
Gásadali.
Johan, sum var giftur við
Lenu, giftist aftur við Onnu
Joensen, og fingu tey trý
børn. Johan gjørdist út móti
100 ára gamal.
Keldur annars:
Fanny Jacobsen
Heðin Samuelsen á Shell
Henrik Old
Maria Jacobsen
Poul F. Joensen
Maren Malena Thomsen:
Misti tveir beiggjar og doyði sjálv sama ár
Í kirkjugarðinum undir Svínaryggi eru nógv jarðað, sum eru av bygd. Stórur partur av teimum
er deyð á Sanatoriinum i Hoydølum. Teinurin til heimbygdina hevur verið ov langur, tí er
seinasta minni um tey í Havn. Ein av teimum er Marin Malena Thomsen úr Sumba
HER HVILER
MAREN MALENE
SAMUELSEN
FØDT THOMSEN
FØDT I SUMBØ
21. MARTS 1885
D. 3. DECEMBER 1914
ALTID I MODGANG
SAGTMODIG DU VAR
MODGANGENS DAGE
TAALMODIG DU BAR
DERFOR HERREN I
HIMLEN DIG LØNNE
DU FRYDES BLANDT
ENGLENE SKØNNE
Lena gjørdist
bert 28 ára
gomul
Sama ár, sum hon sjálv doyði í 1914, misti
Lena tveir brøður við Robert Miller
Sumba misti nógv í 1914
Í komandi parti
verður greitt frá Jens
Christian Guttesen,
forfaðir til nakrar av
bestu sangarum og
tónleikarum í Føroyum