Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-14, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. januar 2011síða 23

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 6 · 14. januar 2011 23 VIKUSKIFTI Tað hendir ... lagT TIl ræTTIs: Eyðun Klakstein ApukAttAr í biogrAfi Menninir í Jackass eru nakað fyri seg. teir royna ørar avbjóðingar, sum vanliga kiksað, útseta seg sjálvar fyri pínu og pínligheit og leggja fellur fyri seg sjálvar og onnur fólk. Jackass var ein sjónvarpsrøð, sum eisini endaði í biografum. nú er upprunaliga manningin til reiðar við einum nýggjum filmi – Jackass 3d – sum varð frumsýndur í gjárkvøldið Jackass 3D biograffilmur frá hósdegnum 13/1- russiskA kollveltingin Myrka tíðin er góð til at lesa eina góða, tjúkka bók. erik kulavig hevur skrivað ein framúr góða bók um russisku kollveltingina í 1917. hetta var ein dramatisk tíð í heimssøguni, tá ið russiska samfelagið varð kollvelt tvær ferðir eftir stuttari tíð. hetta var byrjanin til meira enn 70 ára langt einræði í russlandi. Erik kulavig den russiska revolution 1917 gyldendal trettAndAkvøld í skálAvík leygarkvøldið halda tey trettandakvøld í skálavík. har skipa tey fyri borðhaldi, føroyskum dansi og gamlamannadansi. bussar koyra í sandoynni í sambandi við tiltakið. tað eru dansifeløgini í oynni, sum skipa fyri kvøldinum. TrETTanDakvølD skálavík leygarkvøldið 15/1 kl. 19.00 LoKaLbraK í ongLandI Liverpool hevur fingið nýggjan venjara, og sunnudagin skal Kenny dalglish veruliga prógva, at hann kann venda skeivu gongdini hjá felagnum. Tá skal Liverpool spæla á heimavølli ímóti grannunum í Everton, og lagt er upp til eitt brak av einum lokaldysti. bæði feløgini stríðast við at vinna upp eftir stigatalvuni, og dysturin millum hesi feløg er eitt stríð uttan sín líka. LiverpooL-everton Premier League Sunnudagin 16/1 kl. 15.05 leygarkvøldið verður minniskonsertin imagine lennon í norðurlandahúsinum í havn. konsertin var fyrstu ferð í klaksvík í oktober og hevur eisini verið hildin aðrastaðni. ein tónleikabólkur við rana nolsøe á odda spælir lennon sangir, og solistarnir karl Martin samuelsen, hanus g. Johansen og Jón Jacobsen tulka nakrar sangir. imaginE lEnnon norðurlandahúsið leygarkvøldið 15/1 kl. 19.30 lennon í hAvn náttArdokuMentAr ein tann kendasta og mest virda dokumentarsendingin í altjóða sjónvarpi, er amerikanska 60 Minutes, sum Cbs framleiðir. í sendingini eru nøkur gjøgnumarbeidd, áhugaverd, upplýsandi ella undirhaldandi innsløg, sum eru gjørd av nøkrum av bestu og mest royndu amerikansku sjónvarpsjournalistum. tv2 sendir dokumentarsendingina, men tíðin er ikki júst prime-time mánanátt. 60 minuTEs tv2 Mánadagin 17/1 kl. 02.45