Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-14, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. januar 2011síða 25

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Fríggjadagur 14. januar 2011 · Nr. 6 Sosialurin Kjak Høgni Hoydal Ikki er tað bert pínligt at hoyra Kaj Leo Johannesen, Jóannes Eidesgaard og Jørgin Niclasen nú spæla kettur, sum koma burturúr høvdatrogi í Eik-málinum. Nú skulu teir knappliga hava innlit og krevja fundir um avgerðirnar viðvíkjandi Eik. Tí tað er staðfest í útvarpinum, at ongin løg- frøðislig grundgeving var fyri ikki at loysa Eik-banka í Føroyum frá danska Eik- banka, men bert politiskar og fíggjarligar metingar fyri danska statskassan og danska fíggjarmarknaðin. (Hetta prógvar týdningin av kritiskum fjølmiðlum). At menn nú látast skelk- aðir, prógvar eisini, at stutt- skygdur politikkur, har bara verður runnið undan ábyrgd, eisini hevur sum fortreyt, at teir halda fólk vera stuttmint. Fleiri av landsstýrisfólkunum vóru enntá við róðrið, tá seinasta bankamálið fór fram, og nú endurtekur søgan seg. Próvfast er tað, at alt tað, sum nú kemur fram, er tað sum vit í Tjóðveldi hava víst á aftur og aftur og aftur.. (Ja, eg veit, at nógv keypa teir vanligu fordómarnar um, at vit bara grenja. Men neyðugt er at hyggja at veruleikanum og innihaldinum, og síðani gera sínar metingar). Bankapakkarnir og ábyrgd landsstýrisins Vit settu longu í oktober 2008 og aftur í januar 2009 fram broytingaruppskot til bankapakkarnar við tí kravi, at føroyski fíggjarmarkn- aðurin skuldi viðgerast sum ein fíggjarmarknaður fyri seg. At føroyskir myndugleikar skuldu hava fult innlit í alt viðvíkjandi føroysku banku- num og skuldu hava um- boð í Finansiel Stabilitet, tá avgerðir verða tiknar um føroyskar bankar. Og vit vístu á, at talan altíð eru um politiskar metingar, sum skulu røkja ávís áhugamál. Samgonguflokkarnir gjørdu gjøldur burturúr okkara uppskotum og feldu tey. Og gjørdu síðani gjøldur burturúr, at vit ikki vildu atkvøða fyri hesum pørtum av bankapakkunum, sum snúðu seg um Finansiel Stabilitet og heimildirnar hjá Fíggjareftirlitinum. Sann- leikin er, at landsstýrið als ikki hevði lisið innihaldið í banka- pakkunum og løgdu upp- skotini fyri tingið, sama dag, teir høvdu fingið tey høvdu úr Danmark. Teir kravdu frávík frá øllum tíðarfreistum og samtyktu málini uppá eitt hálvt samdøgur. Tíðarfreistir og politiskar avgerðir Tá krøvini til Eik komu fram, gjørdu vit bæði munnliga og skrivliga greitt mótvegis landsstýrinum, at tey skuldu taka fyrsta flúgvara til Dan- markar og krevja samráð- ingar við donsku stjórnina og als ikki góðtaka tíðarfreist- irnar og vantandi innlitið. Vit kravdu skjalprógvini á borðið fyri, at tað ikki bar til at skilja bankarnar sundur og fyri, hvør tók avgerðirnar og á hvørjum grundarlagi. Løgmaður kallaði hetta “teoretiskt snakk” og fíggjar- málaráðharrin segði, at undirritaði ikki dugdi “prag- matiskar loysnir”. Sein- astu orðini frá okkum til landsstýrið á fundi í Tinga- nesi tann 29. september, beint fyri at freistin rann út fyri Eik-banka, vóru, at um landsstýrið ikki tók hetta málið upp á hægsta politiska stig og fekk freistirnar útsettar, so fór eftirtíðin at fella ein grovan dóm yvir landsstýrið fyri ábyrgdarundanstøkking. Í kjaki í Sjónvarpinum kvøldið eftir niðurgjørdu teir framløguna av júst tí, sum nú er komið fram. Tosaðu um bilar, sum fóru á verkstað – og sum nú er vorðið eitt “bilvask” og ein “boning” hjá Kaj Leo Johannesen. Óteljandi høvir at síggja, hoyra og gera Danski ráðharrin varð beinanvegin kallaður í samráð á fólkatingi, har júst hesir spurningar og krøv um kanning vórðu settir fram. Síðani vóru ikki færri enn 35 spurningar settir honum – og longu 24. november svaraði hann júst hesum við meting- unum um, hvat varð bíligast fyri statskassan og at ongin løgfrøðislig forðing var. Hetta varð lagt fyri løg- mann og figgjarmálaráð- harran við fyrispurningum á løgtingi. Teir kveistraðu alt til viks. Søgdu seg hava gjørt eitt stórt arbeiði og fingið øll neyðug skjalprógv. Og til spurningin um at gera eina óhefta kanning, var svarið, at kanningar vóru óneyðugar tí undanfarna bankanning bara hevði givið tað úrslit, at undirritaði varð valdur á ting. Síðani hava eitt nú undir- ritaði og Bjørt Samuelsen havt drúgvar greinar um gongdina í Eik-málinum, har vit júst hava víst á samanhangin, sum nú kemur fram. (Tey, ið vilja síggja øll skjalprógv, uppskot, svar og tilmæli, kunnu leita tey fram á www.tjodveldi.fo og www. dnag.dk og bara leita eftir orðinum Eik). Ikki ein spurningur um at lasta Danmark Støðan er sostatt hon, at landsstýrisflokkarnir ikki hava viljað sæð, ikki viljað hoyrt og ikki viljað sagt nakað um hetta málið, hóast alt hevur verið reist rættstundis. Ístaðin hava teir roynt at gera hetta til eitt mál um at “steina danir” ella at dyrka “nasjonalar vinklar”, og “seta býttar spurningar á fólka- tingi” sum teir málbera seg. Men hetta mál snýr seg als ikki um, at lasta Danmark ella teirra áhugamálum. Hetta snýr seg bert um, hvørt vit vilja taka ábyrgd sjálv og arbeiða fyri føroyskum áhugamálum. Ella vit vilja hava politikarar, sum halda seg fáa ein politiskan vinning í at kasta alla ábyrgd frá sær, onki gera yvirhøvur – og sum billa fólki inn, at teir við at lata onnur taka avgerðirnar fyri okkum, hava framt eitt kappabragd. Og síðani látast skelkaðir, tá veruleikin kemur undan kavi. Tað einasta rætta at gera nú, er at landsstýrið viðgongur sínar (vantandi) gerðir, krevur samráðingar við donsku stjórnina við kravi um, at føroyskir myndugleikar skulu hava politiskan avgerðarætt um framtíðina hjá Eik, og at ein óheft kanning av øllum málinum samstundis verður sett í verk. EI SÍGGJA – EI HOYRA – EI SIGA – EIK... Landsstýrið hevur ikki bert forsømt at røkja føroysk áhugamál og hevur slept føroyska fíggjarmarknaðinum og túsundtals íleggjarum uppá fjall. Tað hevur eisini niðurgjørt og afturvíst øll tilmæli, uppskot, skjalprógv og krøv, sum rættstundis hava verið sett fram um Eik-málið Havi ongantíð skilt, hví landsstýrismaðurin í heilsu- málum, Aksel V. Johanne- sen, er so altráður eftir at niðurleggja føðideildina á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Men nú hann í grein og miðlum annars, er farin at nýta yvirorðaðar rætningslinjur í einum riti frá Danska Heilsustýrinum í eini roynd at verja sína ivasomu avgerð, er hann eftir míni meting farin heilt av leið. Skulu leiðreglurnar hjá Heilsustýrinum, sum landsstýrismaðurin vísir til, fylgjast í verki, má føðideildin á Suðuroyar Sjúkrahúsi niðurleggjast í stundini, og tað er eisini ivasamt, um umstøðurnar á Landssjúkrahúsinum eru nøktandi. Sostatt skulu barnakon- ur av landinum at eiga, um leiðreglurnar hjá Heilsu- stýrinum skulu fylgjast. Hetta ber sjálvsagt ikki til. Mønustingurin fyri smærru sjúkrahúsini At Hans Pauli Strøm (HPS), fyrrverandi landsstýris- maður, hevur havt stóra ávirkan á førda politikk- in í heilsumálaráðnum síðan Aksel gjørdist lands- stýrismaður, hevur neyvan verið til frama fyri smærru sjúkrahúsini. Men nú Danska Heilsustýrið eftir øllum at døma skal gera av, hvussu vit skipa uppgávur- nar millum sjúkrahúsini í Føroyum, verður tað mønu- stingurin fyri smærru sjúkrahúsini. Lítið avgjørdur um urologiina Samgongan arbeiðir við at skipa ávísar heimtøku- verkætlanir, sum varandi sergreinar í Føroyum. Eitt nú hava eg sjálvur og aðrir samgongulimir strongt á landsstýrismannin um at skipa urologi sum nýggja permanenta sergrein á Klaksvikar Sjúkrahúsi beinanveg. Tað var tí sera skuffandi at hoyra landsstýrismannin í Útvarpinum í vikuni siga, at hann ikki enn hevði tikið støðu til á hvørjum sjúkrahúsi urologiin fer at verða staðsett. Vónandi hava HPS og Heilsustýrið ikki ein fingur við í hesari avgerðini eisini. Urologiin hevur í longri tíð virkað sum heim- tøkuverkætlan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Læknarnir, sum koma uttanífrá, kenna umstøðurnar, og starvs- fólkini á sjúkrahúsinum kenna viðgerðirnar. Tað er tí púra natúrligt, at sergreinin verður staðsett har. Tak teg saman Aksel! Landsstýrismaðurin í heilsumálum má taka seg saman Bjørn Kalsø løgtingsmaður