fríggjadagur 14. januar 2011síða 26
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 14. januar 2011 · Nr. 6
26
Sosialurin
Áki Bertholdsen
Tað vóru eini 80 fólk á borg
arafundi á Argjum í miku
kvøldið um ætlanina at
byggja nýggja Argja kirkju
á stykkinum ímillum Støðla
gøtu og Sandá.
– Tað var gleðiligt, at tað
var so nógv fólk á fundi, tí
líkindini vóru einki serlig,
sigur Bjartur Dalsgarð, for
maður í kirkjuráðnum.
Hann sigur, at yvirhøvur
lurtaðu fólk væl eftir og tóku
undir við ætlanini.
Tað eru nú fimm ár síðani,
at kirkjuráðið fór undir ar
beiðið
at
byggja
nýggja
kirkju á Argjum.
Kirkjuráðið hevur út veg
að sær grundstykki ímillum
Støðlagøtu og Sandá og
sjálvur heldur formaðurin
at kirkjan kann ikki standa
betri, enn akkurát har.
Kjartan Dalsgarð sigur, at
tað var býráðið, sum á sinni
mælti til at byggja nýggju
kirkjuna við Sandá.
Tað er ongin loyna, at
mótmæli hava verið ímóti at
byggja kirkjuna við Sandá.
Tað eru fólk, ið halda,
at tað er skeivt at byggja á
hesum stykkinum, sum er
frí lendi, har nógv fólk hava
fragd av at brúka til gongu
og tey stúra eisini fyri, at tað
fer at taka nakað frá Sandá,
sum er ein stór á í Havn.
Men formaðurin í Kirkju
ráðnum leggur staðiliga dent
á, at kirkjuráðið vil ikki birta
upp undir nakra illstøðu og
er vandi fyri, at Argir fer í
tvíningar, verður ikki farið
undir
nýggja
kirkju
við
Sandá.
– Hinvegin hava vit arbeitt
fram ímóti, at kirkjan verður
bygd, har býráðið skeyt upp
at byggja hana.
Men Kjartan Dalsgarð
sigur, at Kirkjuráðið hevur
onki størri ynski enn at koma
á tal við tey, ið hava mótmælt
í eini roynd at finna eina
semju, so at økið ikki verður
spilt á nakran hátt.
– Heldur enn at skaða, er
endamálið at prýða enn meira
um alt tað vakra, sum fólk
har í grannalafnum annars
hava lagt úr hondum.
Kapping
Formaðurin í Kirkjuráðnum
sigur, at tá ið loyvi vónandi
kemur um at byggja kirkj
una, verður bjóðað til arki
tektakapping um kirkjuna,
har nakrir arkitektar fáa
høvi at bjóða seg fram.
Samstundis verður søkt
um stuðul frá býráðnum og
mentamálaráðnum og sam
stundis er ætlanin at biðja
um staðbundnan kirkjuskatt
til ætlanina.
Einastu bindingar, sum
verða, er, at Kirkjan skal
hava flagtekju fyri at vera
í samsvari við tíðarandan í
sambandi við umhvørviskrøv.
Tað er eisini ætlanin, at ein
partur av kirkjuni skal vera
úr gróti fyri at heiðra niður
seturmenninar á Argj um,
sum vóru tiltiknir hegnis
menn og grótlaðarar.
Tað er eisini ætlanin, at
kirkjan skal kunna brúkast til
tónleik og tí verður tað eisini
eitt krav, at ljóðviðurskiftini í
henni vera fyrstafloks.
– Tað hevði verið frálíkt,
hevði tann nýggja kirkjan
verðið eitt hús, tónleikarar
og sangarar valfartaðu til við
yndisligum tónleiki og øðrum
tiltøkum,
sum
tó
mugu
liggja innanfyri karmarnar,
sum ein kirkja rúmar, sigur
Bjartur Dalsgarð.
Bjartur Dalsgarð vónar, at
nýggj kirkja á Argjum kann
vígast um fýra ár.
Áki Bertholdsen
Enn er púra óvist um Kirkju
ráðið á Argjum fær loyvi frá
býráðnum at byggja nýggju
kirkjuna á Argjum, har sum
ætlanin er at byggja hana.
Kirkjuráðið hevur útvegað
sær grundstykki til nýggja
kirkju á stykkinum ímillum
Støðlagøtu og Sandá, beint
við Eikina, men tað er alt
ann að enn semja í býráðnum
um hesa staðseting.
Tað eru nevniliga nakrir
býráðslimir, sum heldur vilja
finna okkurt annað stykki at
seta nýggja kirkju á.
Bogi Andreasen, sum er
formaður í byggi og býar
skipanarnevndini, sigur, at
hann dugir ikki at siga um
meiriluti er í býráðnum fyri
at geva loyvi til at byggja
nýggja kirkju akkurát har.
Men hann veit í øllum
førum, at nakrir býráðslimir
eru ímóti hesum, men um tað
er nóg mikið til at forkoma
ætlanin, veit hann ikki.
Sjálvur tekur Bogi Andrea
sen undir við, at nýggj Kirkja
verður bygt á stykkinum við
Sandá.
Hann heldur, at tað hevði
klætt økinum har um vegir
væl, at ein hábærslig kirkja
stóð har.
Tekur sína tíð
Hann sigur, at málið skal
fyri í byggi og býar skipanar
nevndini fyrst í februar
mán að og tá fæst at vita,
hvørja áskoðan teir ymsu
nevndarlimirnir hava.
Men undir øllum umstøð
um ivast hann ikki í, at onkur
av nevndarlimunum fer at
krevja, at málið verður lagt
fyri alt býráðið til viðgerðar,
áðrenn nakað verður gjørt.
Sostatt verður tað neyvan
fyrrenn eftir býráðsfundin
síðst í februar, at ein politisk
avgerð fellur um argjafólk
sleppa at byggja nýggja
kirkju við Sandá, ella ikki.
Men
skuldi
undirtøka
ver ið fyri tí, er framvegis
langur vegur eftir, tí so skal
byggisamtyktin broytast og
tað tekur sína tíð.
Fyrst skulu broytingarnar
gerast og samtykkjast í bý
ráð num. Síðani hava borg
ararnir eina kærufreist upp
á tríggjar mánaðir.
Tá ið tann tíðin er farin,
verður málið, saman við teim
um kærum, sum uttan iva
verða, sendar Innlendis mála
ráðnum, sum tekur endaliga
støðu til broytingina.
Og tað er ikki fyrrenn, at
Innlendismálaráðið
hevur
góðkent
broytingina,
at
Kirkju ráðið á Argjum kann
fara í holt við byggingina.
aki@sosialurin.fo
NÝGGJ KIRKJA Yvirhøvur tóku fólk væl undir við ætlanini at byggja
nýggja kirkju við Sandá, sigur Bjartur Dalsgarð, formaður í kirkjuráðnum
Eini 80 fólk á fundi um
nýggja kirkju á Argjum
í ár eru tað 37 ár síðani, at kirkjan á Argjum varð vígd.
Men tíðir broytast og Bjartur Dalsgarð heldur, at hon
nøktar ikki so væl tørvin longur.
Hann sigur, at í ein ávísan mun er húsið nakað slitið og
farið við aldrinum.
– Tí er tørvur á nýmótansgerð og umvælingum fyri at
fáa kirkjudám í húsið aftur og fyri at skapa tað sum eina
kirkju, ið fólkið tekur til sín.
Hann sigur, at húsið er kortini ikki verri farið enn so, enn
at tað við ávísum umvælinum og ábótum, er væl nýtiligt
til onnur endamál.
Annars heldur hann, at bygningurin er ikki so prýði ligur,
sum ein kirkja eigur at vera nú á døgum og hon hevur ikki
tað kirkjuligu tign, sum ein kirkja eigur at hava.
– Hølini eru ótíðarhóskandi til ymsu endamálini og nýggj
tiltøk í kirkjuni lata seg illa gera.
Samstundis er Argir vaksin rættuliga nógv og tað setir
krøv til ein størri bygning.
– Ferðslan er økt á økinum og eir mongu bilarnir, sum
standa parkeraðu, tá ið
tiltak er í kirkjuni, elva til trupulleikar í ferðsluni, sigur
Bjartur Dalsgarð.
Av øllum hesum orsøkum heldur Kirkjuráðið, at stundin
er komin at byggja kirkjufólkinum á Argjum eina nýggja
kirkju.
Ósemja í býráðnum um
nýggja kirkju á Argjum
KIRKJUBYGGING Tað er als ikki semja í býráðnum um,
hvar tann nýggja kirkjan á Argjum skal byggjast og
enn er óvist hvønn veg, tummulin fer at venda
37 ÁR
Tað er ótrygt at vera
borgari í Havn