fríggjadagur 14. januar 2011síða 27
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Fríggjadagur 14. januar 2011 · Nr. 6
Sosialurin
Blaka
frá sær
– Vit hava arbeitt við
ætlanini
at
byggja
nýggja kirkju á Argjum
nú í fimm ár. Og nú
vilja vit hava eina av
gerð.
Bjartur Dalsgarð, for
maður í kirkjuráðnum
á Argjum, sigur, at nú
skal tað verða egg ella
ungi við ætlanini at
byggja nýggja kirkju á
Argjum.
Ætlanin er at byggja
kirkjuna
ímillum
Støðla gøtu og Sandá.
– Nú hava vit kravt,
at ein avgerð fellur í
málinum, sigur hann.
Hann leggur aft ur
at, at tað hevur kirkju
ráðið gjørt Tórshavnar
býráði púra greitt.
Eydnast tað ikki,
blakar kirkjuráðið frá
sær.
Og hann leggur dent
á, at loyvið skal umfata
at kirkjan verður bygd
á umrødda stykkinum
við Sandá.
– Fáa vit ikki loyvi til
tað, kastar kirkjuráðið
frá sær, tí eftir at hava
arbeitt við hesi ætl an
ini í fimm ár, fara vit
ikki at byrja aftur á
berum við eini aðrari
kirkju á einum øðrum
staði, sigur hann.
Hann
sigur,
at
kirkju ráðið er valt fyri
fýra ár.
– Men tað, sum er
eft ir av hesum valskeið
num, fara vit ikki at
verða annað enn ein
av greiðsluskrivstova,
sum tekur ímóti og
rindar rokningar, sigur
hann.
Sjálvur
er
hann
sannførur um, at hann
sigur seg seg frá sum
formaður.
– Eydnast hendan
ávísa
verkætlanin
ikki er mest sannlíkt,
at nýggj kirkja verður
ikki bygd á Argjum tey
næstu, nógvu árini,
sigur Bjartur Dalsgarð.
Áki Bertholdsen
– Býráðslimir eru alt ov
veikir!
Tað er niðurstøðan hjá
Jan Christiansen, býráðslimi,
nú Býráðið enn einaferð skal
viðgerða
spurningin
um,
kirkju ráðið á Argjum skal
sleppa at byggja nýggja
kirkju við Sandá.
Jan Christiansen vísir á, at
býráðslimir hava fleiri ferðir
samtykt, at kirkjan skal
byggjast millum Støðlagøtu
og Sandá og býráðið hevur
enntá samtykt at selja kirkju
ráðnum hetta ávísa stykkið
til endamálið.
– Málið hevur fingið eina
serstakliga løgna við gerð í
býráðnum, sigur býráðs lim
urin.
Fyrst hevur byggi og býar
skipanar nevndin
einmælt
samtykt at kirkjan skal
staðsetast við Sandá og at
broyta byggisamtyktina, so
at tað kann lata seg gera.
Hetta var síðani staðfest
av einum einmæltum bý
ráði.
Síðani
hevur
fíggjar
nevnd in einmælt samtykt
at selja kirkjuráðnum á Argj
um hetta ávísa stykki til at
byggja kirkju á.
Men tá ið talan er at selja
kommunala ogn, skal tað fyri
býráðið og tað kom hetta
málið eisini.
Og tá samtykti býráðið
enn einaferð einmælt at selja
kirkjáðnum stykkið.
Slingur í valsin
Men so kemur málið so fyri
bý ráðið einaferð afturat at
samtykkja, at broyta byggi
sam tyktina fyri hetta ávísa
stykki, so at kirkja kann
byggjast har.
– Og tá er tað, at slingur
kemur í valsin, tí á tí býráðs
fundinum møttu nøkur fólk,
sum vóru ímóti at staðseta
kirkjuna har.
– Og tá hendi tað løgna, at
býráðslimir reistu seg upp,
kropp av kroppi at mæla
frá at byggja kirkjuna har, tí
hesin grøni bletturin skuldi
varðveitast.
Tað er so endað við, at
biðið varð um at fáa mál ið
fyri aftur í byggi og býar
skipanarnevndini
og
har
liggur so málið nú.
Veikleikatekin
Jan Christiansen ivast ikki í,
at tað vóru hesi mót mælis
fólkini, sum fingu býráðslimir
at skifta meining.
Men hann heldur eis
ini avgjørt, at hetta er eitt
veikleikatekin hjá býráðs
limum, at teir ikki klára at
standa við sína støðu, hóast
ein ávís ónøgd tekur seg
upp.
Hann heldur enntá, at
hetta er eitt veikleikatekin
fyri fólkaræðið og ger tað
ótrygt at vera borgari í Havn,
tí býráðið er ikki altíð at líta
á.
Sjálvur heldur hann, at
ein kirkja er eitt hábærsligt
og stórfingið hús, sum er eitt
kennimerki fyri eitt pláss.
Og hann hevur altíð hildið,
at kirkjan stendur serstakliga
væl á stykkinum ímillum
Støðlagøtu og Sandá.
– Og tað haldi eg framvegis,
leggur hann afturat.
aki@sosialurin.fo
Býráðslimir eru ov veikir
KIRKJA Á ARGJUM Býráðslimir hava fleiri ferðir samtykt, at nýggj kirkja á
Argjum skal byggjast við Sandá, men mótmælisfólk hava fingið býráðslimir
at koppa á, sigur tann eini býráðslimurin, Jan Christiansen
Er vandi fyri, at Argir
fer í tvíningar, verður
ikki farið undir nýggja
kirkju við Sandá
Hetta modellið vísir, akkurát
hvar á Argjum ætlanin er
at byggja nýggja kirkju.
Kirkjan er einasta húsið við
reising. Beint høgrumegin
stendur møblasølan, Eikin,
tvørtur um Sandá.
Kirkjan stendur sostatt
á stykkinum ímillum
Støðlagøtu og Sandá.
At kirkjan hevur reising
á myndini, er bara fyri at
hon skal síggjast aftur,
tí tað er ongin sum helst
avgerð tikin um, hvussu
hon skal síggja út.
Fæst loyvi at seta hana
har, verður arkitektar
bjóðaðir at kappast um
at tekna kirkjuna og teir
fáa at kalla fríar teymar.
Einasta bindingin, er, at
kirkjuráðið vil hava, at
kirkjan skal hava flagtak
fyri at vera í samsvari við
tíðarinnar umhvørviskrøv.
Ein onnur binding er, at
ein partur av henni skal
vera úr gróti fyri at heiðra
niðurseturmenninar á
Argjum, sum bóru orð fyri at
vera hegnismenn og tiknir
úr leikum sum grótlaðarar.
Nú hava
vit kravt, at
ein avgerð
fellur