Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-14, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. januar 2011síða 5

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 6 · 14. januar 2011 5 VIKUSKIFTI Vangamynd Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo – Eg eri ikki borin á lógvum. Yvirhøvur ikki. Mítt treiska lyndi hevur lært meg, at tú skal ongantíð geva upp. Tú noyðist at stríðast fyri at vinna teg fram sum politikari. Tað kemur ikki av sær sjálvum. Tað er ongantíð stuttligt, tá fólk traðka á teg og finnast at tær í almenna kjakrúminum, men hevur tú hjartað á røttum stað, kanst tú røkka langt. Soleiðis tekur Annika Olsen til, tá hon verður biðin um at lýsa síni fyrstu ár sum landspolitikari og lands stýris­ kvinna. Trý ár eftir løgtingsvalið í 2008 er 35 ára gamla vágskvinnan mill um mest eyðsýndu politikarnar í Fólka­ flokk inum. Virðingin fyri hennara dirvi og politiska arbeiði er so stór, at hon verður av fleiri mett at verða næsti ovastin í flokkinum. Bersøgna vágskvinnan var bjartasta stjørnuskotið á politiska hválvinum, tá hon varð nummar fýra á listanum hjá Fólkaflokkinum á løgtingsvalinum í 2008. Ikki færri enn 521 atkvøður fullu í hennara lut. Hon fór langan umveg, tá hon steig fyrstu fetini inn í politiska heimin. Hóast hon er uppvaksin í Vági, bjóðaði hon seg fram í Suðurstreymoyar valdømi, tá Føroyar vórðu skipaðar í sjey politisk valdømi. Hon varð eykavald á valunum í 2002 og 2004, umframt at hon sat í býráðnum í Havn. Tá føroyingar settu sín kross á løgtingsvalinum í 2008, var undirtøka fyri henni so stór, at hon var eitt upplagt boð at fáa ein landsstýrisess. Sessin fekk hon í september sama ár. Tað hevur gingið við rúkandi ferð hjá Anniku Olsen. Hennara politiska yrkisleið hevur fingið luft undir veingirnar, men hon hevur ikki mist fótafestið. Hon er lítið sinna at gera nevnivert burtur úr sínum úrslitum. Lívið sum politikari er upp á lænta tíð, og eingin dugir at siga, hvussu dagurin í morgin fer at laga seg. – ‘Be nice to people on your way up, because you may meet them on your way down,’ sigur eitt enskt orðatak. Tað liggur mær nær. Tað tænir ongum endamáli at vera forelskað í valdinum. Eingin kann siga, um eg havi sama vald í morgin. Eg veit, at eg skal geva valdið víðari einaferð. Tú skal ongantíð gloyma, hvaðani tú kemur, tí tað er ein samanseting av óteljandi nógvum hendingum, sum førka teg hagar, tú fer. Eg royni at vera sami persónur, sama um eg havi vald ella ikki, sigur Annika Olsen. Væl mælt Tað var Óli Breckmann, táverandi for maður í tingbólkinum hjá Fólka­ flokk inum, sum ringdi til Anniku Olsen og spurdi, um hon hevði hug at bjóða seg fram til løgtingsvalið í 2002. Hon var á landsfundi hjá flokk inum, og konservativi ideologurin í Fólka­ flokkinum visti, at hon var útbúgvin og hevði góðan aldur til at royna seg fyri fyrstu ferð. Annika var tá 27 ár. Breckmann kennir fólkið, hon er av. Hann hevur samstarvað við pápan, Jákup Olsen, í nógv ár uttan­ og innan­ tings. Pápi Anniku sat í býráðnum í Vági í 20 ár, umframt at hann sat fýra ár á tingi fyri Kristliga Fólkaflokkin frá 1994 til 1998. Óli heldur, at tey eru bragdlig fólk, væl mælt og duga at føra seg fram. Tað kemur væl við, tá tað ræður um at fáa undirtøku og atkvøður. – Sum formaður í tingbólkinum strídd ist eg nógv við at finna skikkað valevni. Tað lá, og kanska liggur, serligt trýst á Fólkaflokkinum at fáa kvinnur at stilla upp. Tá ein kvinna kemur á landsfund, hevur hon stóran áhuga fyri floksins lívsvirðum, og at tann føroyski búskapurin veksur, so hann framleiðir meira vælferð vinnuliga, privat og alment. Hvør Tummas og Hanus kann fara upp á ein pall at rópa um loysing, javnað og samband. Til tess krevst hvørki politiskt vit ella skil, men bara kenslur. Hvør Samulina og Trina kann rættvísgera sínar politisku albogar við at flagga alment við sínum ‘móður­teresu’ kompleksi. Men til at fata, hvørjar siðbundnar og politiskar grundreglur gera Føroyar til eina kapitalistiska smør kullu sammett við heimsins mongu sosialist isku pesthol krevur frílynt fólk við sterkum hjarta og vanligum viti og skili, sigur Óli Breckmann og vísir á, at hansara roynd at fáa Anniku at stilla upp gav flokkinum sum fyrsta úrslit, at tað eydnaðist henni at koma inn í Tórshavnar býráð. Elitusvimjari Lítli svimjihylurin í skúlanum í Vági var fyri tað mesta karmur um ungdómsárini hjá Anniku. Umframt at spæla fiól, var hon millum fremstu svimjararnar í land inum í sínum árgangi. Hon fór mál rættað og einsamøll í kalda hylin klokkan fimm hvønn morgun at venja fyri skúlatíð. Svimjifelagið kundi ikki útvega henni ein venjara, og tí ráddi hon yvir sær sjálvari. Hon vandi eisini seinna part og aftur um kvøldið. Hon svam gott og væl fimm tímar hvønn dag. Stórasysturin Elsa Maria Holm Olsen, stjóri í Rúsuni, er 10 ár eldri enn Annika. Hon vísir á, at lítlasysturin røkkur altíð sínum málum. – Annika hevur fingið nógv gott heimanifrá. Hennara kappingarlyndi er genetiskt og sosialt, og tað er ment og styrkt við árunum. Hon er uppald við at vera málrættað, sjálvstøðug og hava høgar ambitiónir. Ikki við atliti at status, men høgum morali, fram burðs­ sinni og fakligheit. Hon er perfektio nist. Tekur hon eina uppgávu á seg, greiðir hon avbjóðingina til lýtar. Hon er fokuserað og málrættað og fer ongan­ tíð, har garðurin er lægstur, sigur Elsa Maria Holm Olsen. Lívið hjá Anniku hevur altíð ver ið skipað og sett í tímatalvu. Hon við­ gongur, at tað eru fyrimunir og vansar við ikki at hava fríar teymar. Vinkon­ urnar vóru stundum skúgvaðar til viks, tí hon skuldi venja og fyrireika seg til næsta skúladagin. Hinvegin lærdi hon at venja fram móti einum máli, sum er fleiri ár burtur, og halda fram við at hava fokus. Tað er ein rúgva av roynd­ um og lærdómi, sum hon kann brúka í dag. Torføra kabalin at fáa áhugamálini at hanga saman sum ein eind, gekk nøkun lunda. Annika strembaði eftir oddinum og tað gav úrslit. Frá 1988 til 1995 var hon Hon er snarsint, treisk og ræðist ikki at tala at við stórUm bókstavum. Árini sum elitUsvimJari koma Henni til góðar í politiska starvinUm. Hon treivst illa í danska snobbaUmHvørvinUm, og Heldur at sambandsHUgsanin er beinleiðis skaðilig fyri føroyska samfelagið. sosialurin fer aftUrUm kvinnuliga stJørnUskotið í fólkaflokkinum, annikU olsen eg eri treisk