fríggjadagur 14. januar 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 14. januar 2011 · Nr. 6
6
Sosialurin
Randi Jacobsen
Farmaskipið Havfrakt var
júst farin úr Tórshøfn í Ís
landi og skuldi til Noregs við
fiskamjøli, tá ið hann rendi á
okkurt í sjónum. Helst hevur
tað verið ein bingja, sigur
Álvur Højgaard, reiðari.
Hann sigur hetta úr frá,
at buglan, sum skipið fekk í
botnin er tvørturum. Buglan
er ikki meira enn einar tveir
fermetrar.
Í lastini hjá Havfrakt
vóru 1200 tons av fiskamjøli,
og lastin verður løgd upp í
Íslandi. Hitt skipið hjá Frakt
& Sandi, Havsund er statt í
Noregi og fer væntandi yvir
eftir lastini.
Reiðaríið hevur ikki tikið
støðu til, um Havfrakt skal
umvælast í Føroyum ella í
Íslandi. Tað veldst um, nær
Havfrakt kann sleppa á
sleipistøð í Íslandi.
Skaðin er ikki líka stórur,
sum tá ið Havfrakt í oktober
rendi á eitt sker í Noregi.
Tað kemur illa við hjá
reiða rínum, at Havfrakt inn
an fyri so stutta tið tvær ferðir
skal hava verið fyri óhappi.
Skipið er væl tryggjað, men
tað verður kortini ein fíggjar
ligur missur, sigur Álvur Høj
gaard.
Randi Jacobsen
Umleið eitt ár er liðið,
síðan Tvøroyrar Klubbi
læt aftur, men gongur
sum
væntað,
letur
klubb in upp aftur um
mán aðar skiftið.
– Nú er bara eftir at
fáa dansi og skeinki
loyvi, sigur Jóhan Petur
Olgarsson, sum nú eigur
klubban.
Seinastu nógvu árini
eru ongar ábøtur gjørdar
á húsið, men tað er gjørt
nú. Niðasta hæddin er
øll gjørd av nýggjum, og
ymist er skift út sam
svarandi krøvunum frá
myndugleikunum. Elli
gamli klubbin var full
komiliga niðurslitin.
Klubbin verður eins
og áður vertshús, men
munurin verður, at nú
verða eingir limir. Øll
yvir 18 ár fara at hava
atgongd.
– Klubbatíðin er
farin, ásannar Jóhan
Pet ur Olgarsson.
Ætlan hansara er at
hava almennan dans um
vikuskiftini, og fótbóltur
fer at verða vístur á
stórskíggja.
Hóast
undanfarnu
eigarar ikki fingu klubb
an at bera til, hevur
Jóhan Petur Olgarsson
góðar vónir. Hann hev ur
sínar royndir sum for
maður í húsanevndini
duravørður
og
barr
vørður í TBhúsinum.
– Tað eigur at bera til,
sigur hann.
Navnið verður Klubb
in, tí sum Jóhan Petur
Olgarsson
sigur,
so
hvat navn hann hevði
givið húsinum, fara fólk
ongantíð at nevna tað
annað enn Klubbin.
Klubbin
letur
uppaftur
Um mánaðarskifti letur
klubbin á Tvøroyri upp
sum alment dansistað
Rendi á bingju
í sjónum
Óvist er, um farmaskipið Havfrakt, sum í hósdagin rendi á
okkurt í sjónum, kemur til Føroya at verða umvældur
Grønlendska blaðmodellið:
Eitt miðlahús – tvey bløð
Seinasta búskaparkreppan
hevur rakt fjølmiðlarnar í
Vesturheiminum meint. Eitt
av teimum londum, sum
kennir til sviðan av hesi
kreppuni, er okkara granni
fyri norðan, Grønland. Har
hava privatu miðlarnir sæð
eina munandi niðurgongd
í lýsingum, umframt at al
menni
útberingarstuðulin
herfyri varð tikin frá teimum
báðum
tíðindabløðunum,
Ser mitsiaq og AG Grøn lands
posten.
Bløðini hava tikið avleið
ingarnar av hesi óhepnu
gongd og hava verið tvungin
til at leggja saman, soleiðis
at tey í dag húsast undir
somu lon men kortini eru at
meta sum tvey óheft bløð við
egnum redaktiónum. Annars
hava tey felags umsiting og
røkja fleiri funktiónir í felag.
Tað er av alstórum týdn
ingi at forða fyri blað
mono poli í Grønlandi, og
royndirnar higartil við tveim
um ymiskum bløðum í sama
húsi hava verið væleydnaðar.
Kortini er langt á mál, tí ikki
minst tað almenna Grønland
ger gerandisdagin truplan
eitt nú við heldur at lýsa á
útlendskum
heimasíðum
enn í grønlendsku bløðunum.
Bløðini koma út eina ferð um
vikuna umframt at tey hava
eina felags netsíðu, sum
eisini er tann mest vitjaða í
Grønlandi, sermitsiaq.ag.gl.
Hvussu hevur so hilnast
eftir hetta fyrsta árið undir
sama taki! Tað hevur Jan
Müller frá Miðlahúsinum
í Vágs botni sett sær fyri
at frætta nærri um og
setti hann teimum báðum
blaðstjórunum, Poul Krarup
á Sermitsiaq og Inga Dora
Markussen á AG Grøn lands
posten stevnu í hugnaliga
miðlahúsinum í Nuuk.
Samrøðan við tey bæði
kemur í morgunsendingina
á Rás2 mánadagin klokkan
9.30.
Lars Emil endursendur
Rás2 fer eisini at endursenda
samrøðu úr Grønlandi nú
leygardagin
klokkan
11.
Tað er samrøða Jan Müller
hevði við grønlendska fólka
tings mannin og vinnu lívs
mannin Lars Emil Johan
sen í desember eitt nú um
manglandi samstarvið mill
um Føroyar og Grønland.
Samstarvið millum Sermitsiaq og AG Grønlandsposten
hetta fyrsta árið hevur riggað væl siga teir báðir
blaðstjórarnir Poul Krarup og Inga Dora Markussen
Mynd Jan Müller