Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. januar 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 6 · 14. januar 2011 6 VIKUSKIFTI partur av føroyska svimjilandsliðnum, sum stóð seg væl á Oyggjaleikum. Kristina Háfoss, fyrrverandi løg tings­ kvinna og landsstýriskvinna fyri Tjóð­ veldi, var eisini á svimjilandsliðnum hesi árini. Kristina vísir á, at hon og Annika vóru sera góðar vinkonur, hóast tær vóru kappingarneytar í hylinum. Kristina lýsir Anniku sum ídna, mál rættaða og arbeiðssama. Hon legði nógva tíð og orku í venjingina, og tók ítrótt in í stórum álvara. – Hon gjørdi meira enn tey flestu við svimjingina. Hon var í Danmark í eina tíð, har hon hevði góðar umstøður at venja. Úrslitini vóru góð, bæði í før­ oyskum høpi og á Oyggjaleikum. Hon hevði uttan iva rokkið longri, hevði hon hildið fram. Tað kann eg bara gita um. Eg vóni, at Annika gleðist um síni úrs­ lit, heldur enn harmast um tað, hon ikki rakk, sigur Kristina Háfoss. Annika flutti til Danmarkar 15 ára gomul. Hon gekk í studentaskúla í Odense. Annika treivst ikki serliga væl í danska snobbaumhvørvinum við forkel aðum yvirklassa børnum, sum vóru frá sær sjálvum, fingu tey ikki ein bil í føð ingardagsgávu frá foreldrunum. Henni longdist heim til Føroya, men tað vendist ikki aftur. Annika gavst at svimja í 1995, tá hon fór undir hægri lestur. Tíðin rakk ikki til at halda fram. Hon var cand. mag. í norðurlendskum bókmentum og mál um sum høvuðsgrein, og átrúnað sum síðu grein, tá hon fór heim aftur til Føroya í 2001. Kristina Háfoss fór, eins og Annika Olsen, upp í politikk. Hon letur ongan iva vera um, at eginleikarnir, tú ognar tær sum ítróttarfólk, kunnu brúkast aftur í tínum lívi og tíni yrkisleið. – Til dømis at seta sær mál, leggja ætlanir, arbeiða miðvíst fyri at røkka tí, eftirmeta og annað. Lívið sum elitu ítróttarfólk lærir teg nógv um teg sjálvan, og tú verður ein sterkari per­ són ur. Tað er nakað, sum kemur væl við í politikki og í lívinum annars. Annika er grund leggjandi tann sama í dag sum tá. So hvørt vit verða eldri, mennast vit sum menniskju. Annika hevur síð­ an hon svam, nomið sær útbúgving, størri samfelagsinnlit, stovnað familju og fingið fleiri lívsroyndir. Tað er alt nakað, sum ger hana betur føra fyri at røkja sítt starv, sigur Kristina Háfoss. Tað kom óvart á Elsu Mariu, at lítla­ systurin fór upp í politikk. Tey vuksu upp í einum politiskum heimi, men hon hevði ikki væntað, at Annika fór sama veg sum pápin. – Eg væntaði, at Martin Karl, bróður okkara, var tann, sum fór at lyfta polit­ iska arvin í familjuni. Hinvegin hevur Annika altíð verið væl umtókt, og tað er stórur eginleiki hjá einum politikara. Hon er sjarmerandi og løtt at tosa við. Sum smágenta fór hon at argumentera fyri sínum sjónarmiðum. Hon var altíð til reiðar at kjakast. Tað er kanska ikki so undarligt hóast alt, at Annika fór polit iska vegin, sigur stórasysturin. Heimsmeistarar í ósemjum Politikkur fekk stóra rúmd í barna heim­ inum hjá Anniku Olsen. Pápin, sum upp runaliga var tjóðveldismaður, gjørdi manngarð um liberalu sjónarmiðini við døgurðaborðið, og umhvørvið ávirkaði gentuna, sum skjótt var við í politiska kjak inum. Annika leggur doyin á, at hóast libe­ rala útgangsstøðið, er ikki sagt, at hon er ikki sosial. Hon er sannførd um, at samfelagið skal hava ábyrgd av teim­ um, sum koma illa fyri, og øll, høg sum lág, hava sama virði. Sosiala medvitið endurspeglast í hennara hugsan um sam kynd, fólk við øðrum etniskum uppruna, brekað og øðrum. Fyri Anniku er umráðandi at vísa minnilutabólkum virðing og tolsemi og vísa í verki, at okk ara samfelag hvílir á frælsi hins einstaka. Tá tað snýr seg um vinnulívið er ein treyt at geva vinnulívinum fríar karm ar at virka og kappast undir, og ikki minst er grundhugsjónin hjá henni, at Føroyar skulu verða sjálvstøðugar. Annika heldur, at sambandskósin ber brá av einum oyggjasamfelag, sum billar sær inn, at eingin dugir nakað sum helst. Tað er beinleiðis skaðiligt, um tú verður uppald við hugburðinum, at tú kann ikki standa á egnum beinum. Spurningurin um ríkisfelagsskapin er hinvegin ein meinbogi fyri at reka skilagóðan politikk. Besta dømið er, sambært henni, føroyski leikluturin á danska fólkatingi. Tjóðveldi og Sam­ bands flokkurin umboða politisku ósemj una í Føroyum, heldur hon. – Vit eru heimsmeistarar í at fara í tvín ingar. Tað er torført at taka polit­ iskar avgerðir, tá tað oftast eru eins nógv fyri sum ímóti. Úrslitið er drúgt kegl og eingin niðurstøða. Føroyskir politik arar draga sjáldan eina línu, og tú veitst ikki, hvørja kós, vit skulu halda, sigur Annika. Landsstýriskvinnan heldur eisini, at tað er inngrógvið í føroyinginum, at tú hugs ar ikki longri enn ein dag í senn. Hon saknar visjónirnar, sum høvdu lyft føroyskan politikk á eitt hægri stig. Hon ger seg ikki til tals kvinnu fyri stórar verkætlanir, men hon roynir at seta sær langtíðar mál. Dømi er veður­ lags politikkurin, sum snýr seg um at minka út látið av vakstrarhúsgassi. Hon heldur, tað var hugaligt, at landsstýrið og løg tingið tóku undir og settu sær lang tíðar mál á økinum. Óli Breckmann vísir á, at Annika loysti á ein hátt hann av á tingi. Í so máta riggaði fyrsta uppringingin, sum hon skuldi. Tí hava tey ikki sam starvað nóg mikið til, at hann kann geva eina neyva lýsing av hennara politiska ar­ beiðslagi. Men okkurt liggur tó fast, sigur Óli. – Annika hevur góðar fyritreytir. Hon er gløgg, ágrýtin, málvís, myndug, myndalig, ung av aldri og útbúgving til at fara undir eina politiska starvsleið. Hon hevur mann, børn og ein tryggan heimafront. Tað telur nógv. Hon ber orð fyri at melda aftur, tá hon hevur fingið eina áheitan frá veljara at kanna eitt mál ella arbeiða fyri tí. Tíðindafólk eru enn góð við hana, so hon tykist sterk í miðlunum og klárar at skapa álit mill­ um manna. Men hon er ung og kanska ótolin. Tá skal tað jú ganga skjótt. Hon er stundum skjótari úti alment við síni politisku hugsan og ætlan, enn ein tak­ tiskt telvandi flokkur tolir. Tað er altíð tungt, men neyðugt, at fáa øll sjónar mið sjóvað saman, sigur Óli Breckmann. Tað er ført fram, at Annika Olsen fær ikki stórvegis undirtøku í flokkinum fyri sínum liberalu sjónarmiðum. Tað eru gitingar, sum hon tekur frástøðu frá. Ósemjurnar í Fólkaflokkinum eru ikki størri enn í øðrum flokkum, sigur hon. Kann koma langt Tað var rok í Fólkaflokkinum í vetur, tá Poul Michelsen veittraði flokkinum, hann umboðaði í gott og væl 40 ár, farvæl. Hann helt, at grundvirðini vórðu ikki vird í flokkinum longur. Annika Olsen, sum saman við Poul Michelsen verður mett at hoyra til libe rala vongin í Fólkaflokkinum, vísti eis ini alment á sína ónøgd við kósina hjá Fólkaflokkinum. Hon helt fyri á landsfundinum, at flokkurin skal finna sín liberala samleika aftur. Bersøgna útsøgnin reisti spurningin, um hon er før fyri at klintra heilt upp á tindin í Fólkaflokkinum. Men álitis­ váttanin er ikki nakað, hon hugsar stór­ vegis um. – Nei, als ikki. Eg hugsi bara um røkja mítt verandi arbeiði so væl sum til ber. Men sjálvsagt, ynskir Jørgen Niclasen ikki at halda fram sum for­ mað ur, og tað verður heitt á meg at stilla upp, so hugsi eg um tað, sigur hon, og leggur afturat, at hon hevur hvørki hugsað um ella fingið boðið pláss í ein um møgu ligum flokki, sum leysa søgur siga, Poul Michelsen fer at stovna. Óli Breckmann vísir á, at spælir Annika síni kort væl, hevur hon fleiri for treytir at røkka formansessinum í Fólka flokkinum. Men so má hon sjálv vilja tað og ofra seg. Hon hevur verið uppi í politikki í 10 ár, og sostatt eitt polit iskt ættarlið og tvey ella trý valskeið yngri enn Jørgen Niclasen, men hon tykist hava eginleikan at savna nógv ar at kvøður í Havn og kring landið. – Men fyri at røkka langt má ein politikari skapa álit innan­ sum uttan­ floks, vera viðeirilig og søkja semjur, vísa virðing fyri øðrum hugs anum enn sínum egnu. Politiskt virk semi gevur royndir og búnaskap. Politiskt støðufesti og persónligt álit, um framt tann íborna og við búnaskapi »rætt­ vísandi kumpassin«, eru treytir fyri, at ein flokkur og samgonga, stuðlar og savnast um ein persón sum leiðara. Annika hevur bjørt útlit, og tað hevði verið ein gleði, um hon hevur tol, treysti og serliga vísdóm til at spæla síni góðu kort so væl, at hon røkkur longst hugsandi í politikki. Flokkurin gav henni sera góða rúmd í valstríðnum 2008. Tað eydnaðist. Hon varð vald. Tað fegnist eg um, hóast hon tók mín sess í Suður streymi. Í politikki er tað ofta »beauty before age«, og ikki øvugt. Lívsins gongd. Eg ynski Anniku góða eydnu í strembanini »fram­ og uppeftir«, sigur Óli Breckmann. • Annika Olsen • Fødd 13. mars í 1975 og uppvaksin í Vági • Annika er gift við Jacob Horn, og tey eiga børnini Markus Horn Olsen og Bjarni Horn Olsen • Foreldrini eru Marna og Jákup Olsen • Hon var lærari á Føroya Handisskúla frá 2001 til 2007. Árini 2007 og 2008 var hon lærari á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði, og lærari á Føroya Læraraskúla • Hon er cand. mag. í norðurlendskum bókmentum og málum sum høvuðs grein, og átrúna sum síðugrein • Hon varð vald inn í Tórshavnar býráð í 2004 • Hon varð vald í løgtingið í 2008 • Fekk landstýrissessin í innlendis málum í september sama ár • Fyrrverandi elitusvimjari, umframt at hava spælt fiól. Hon hevur stóran listarligan og mentanarligan áhuga • Hon er limur í Trivnaðarnevndini og Landsstýrismálanevndini Fakta: mynd: Jens Kristian Vang