Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-14, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 14. januar 2011síða 19

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 6 · 14. januar 2011 19 VIKUSKIFTI Umhvørvið Tá ið tú koyrir niðan eftir Sundsvegnum, snarar tú til vinstru við Mylnuna inn í Berjabrekku og síðani aftur til vinstru. Økið er alt liðugt gjørt – snøgt og snotiligt. Við síðuna av er parkeringspláss, og stutt er oman í býin við øllum hugsandi møguleikum og tænastum. Húsini standa í friðarligum og veðurgóðum umhvørvi við blindan veg. Berjarekka er sera "attraktivt" stað fyri bæði ung sum eldri við einum vælvirkandi eigarafelag, ið m.a. skipar fyri felags sjálvbodnum virksemi nakrar ferðir árliga. Eisini er eitt bakarí / handil beint við eins og sera gott busssamband, og annars er stutt til gongu oman í Gundadal og miðbýin. Har er barnavinaligt við spæliplássi og øllum hentleikum so at siga beint uttan fyri hurðina, og gøtur eru millum býlingarnar. Nakað av útsýni er oman gjøgnum Villingadal. Uttanfyri Húsini eru dagførd og umvæld, so tey eru sum nýggj. Frammanfyri húsini er túnið lagt við brotflísum, og beint við hurðina er snøgt úthús / amboðsrúm. Hinumegin húsini er ein stoypt terassa og eitt fitt stykki, ið kann gerast til urtagarð. Góður sólargangur er hesumegin, og um summarið er sól frá tíðliga á morgni til seint á kvøldi. Innanfyri Komin inn varnast tú straks, at her er talan um dygd. Vindeyguni eru stór, so tú fært nógv ljós inn. Út frá stovuni kanst tú fara út á terassuna, so tú kanst njóta útilívið á útigólvinum. Rúmini eru snøgg og ljós, hugnalig og fjálg, og húsini eru alt í alt sera livilig. Tað er ein fragd at seta innbúgvið inn í slíkar karmar, og tær nýtist einki at gera. Alt er sum tað eigur at vera. Gott pláss er á ovasta lofti við tøttum tróðri at goyma ymiskt. Betonveggir eru millum íbúðirnar og betondekk er millum hæddirnar, so ikki hoyrist millum. Húsini er sera væl hildin og so væl viðfarin, at tey at kalla eru sum nýggj. Innrætting Í niðaru hæddini er durur, gongd við flísum og hita í gólvinum og trappu uppá loft, baðirúm (gjørt av nýggjum í 2010), køkur og stova í einum (gjørt av nýggjum í 2005) við hurð út á terassuna / garðin, bryggers og hjallur. Í ovaru hædd er gongd, baðirúm, 2 kømur, harav annað kamarið hevur klædnarúm við spegilsdragihurðum. Frá gongini í erva er lemmur við trappu uppá eitt gott ovasta loft. Múraðir veggir eru í durinum, í gongdunum og í baðirúmunum. Fakta Bústaður: ...........Berjabrekka 143, Tórshavn Byggiár: ..............1987 Hæddir: ...............2 Gólvvídd: .............uml. 107 m2 Grundøki: ............112 m2 Prísuppskot: ......kr. 1.950.000 Frálíkt raðhús í Berjabrekku Sí fleiri hús á inni.fo PF INNI Niels Finsensgøta 37 Postboks 364 FO-110 Tórshavn Telefon 35 42 00 inni@inni.fo – trygt og ómakaleyst til hús Vil tú búgva væl og ómakaleyst í góðum umhvørvi, so er sera hugnaliga, snøgga og væl hildna raðhúsið í Berjabrekku ein góður møguleiki.