mánadagur 17. januar 2011síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 17. januar 2011 · Nr. 7
Sosialurin
40.000 krónur upp
í royk um mánaðin
NÆRVERKIÐ Hvønn einasta mánaða rindar Nærverkið 40.000 krónur í leigu til eini
hús, sum als ikki verða brúkt og tað skal Nærverkið gera í hálvtannað ár afturat.
Áki Bertholdsen
Er tað nakar almennur stovn
ur, sum er við hokna undan
sparingum á fíggjarlógini, er
tað Nærverkið.
Hetta er samstundis tann
stovnur, har sparingar raka
teir veikastu samfelagsbólk
arnar, allar harðast, bæði fólk
við breki, menningartarni,
gomul fólk, sum hava brúk
fyri heimahjálp og so fram
eftir.
Og vit hoyra dag og dagliga
um avleiðingar, sparingar
í Nærverkinum hava fyri
hesar samfelagsbólkar.
Tí tykist tað at vera í and
skræmiligari andsøgn við
fíggjarligu støðuna hjá Nær
verkinum, at stovnurin brúk
ar 40.000 krónur í leigu til
eitt hús, sum als ikki verða
brúkt.
Nærverkið leigar nevniliga
húsið á Argjaboðagøtu 7 á
Argjum og rindar 40.000
krónur um mánaðin í leigu.
Húsið skuldi brúkast til
ymiskt virksemi undir Nær
verkinum, eitt nú Stuðuls
fólkaskipanina, skrivstovu
og annað.
Tilsamans er talan um
trý leigumál í sama húsið.
Eitt leigumál kostar 10.592
krónur um mánaðin, eitt
annað kostar 18.700 krónur
um mánaðin og tað triðja
kostar 10.342 krónur um
mánaðin.
Tilsamans er sostatt tal
an um eina útreiðslu upp á
39.634 krónur til leigu um
mánaðin fyri eini hús, sum
ikki verða brúkt.
Leigan svarar til ein prís
upp á ímillum 775 og 850
krónur fyri fermeturin.
Tveir av leigusátmálunum
vórðu undirskrivaðir tíðliga
í 2008 og tann triði varð
undirskrivaður beint fyri jól
í 2009, so teir eru rættiliga
nýggir.
Virksemið flutt
Men Nærverkið brúkar ikki
húsið, tí í heyst varð alt
virksemið, stovnurin hevði í
teimum, flutt niðan í húsið,
har Dimmalætting helt til.
Har er ymiskt virksemi
hjá Nærverkinum savnað á
einum staði.
Eftir leigusáttmálunum,
sum Sosialurin hevur fingið
innlit í, kunnu teir ikki sigast
upp fyrrenn 1. juni í 2012
og eru sostatt galdandi í
hálvtannað ár afturat.
Í ringasta føri sleppur
Nærverkið sostatt ikki burtur
úr sáttmálanum fyrrenn um
hálvtannað ár.
Vit ætlaðu at spyrja Mary
í Garði, stjóra í Nærverkinum,
hvussu tey eru komin í ta
støðu, at tey betala 40.000
krónur um mánaðin í leigu
fyri eitt hús, tey ikki brúka
og, hvussu hon kann forsvara
tað, tá ið hugsað verður um
allar sparingarnar, sum eru
settar í verk í Nærverkinum.
Men hon hevur ikki verið
at hitta í dag.
Landsstýriskvinnan í Al
mannamálum, Rósa Samuel
sen, hevur heldur ikki verið
at hitta.
aki@sosialurin.fo
Leita eftir
nýggjum
leigara
Rasmus Magnussen, sum eigur húsið á Argjabogagøtu
7, hevur ikki nógvar viðmerkingar til málið.
Men hann sigur, at roynt verður nú at finna nýggjar
leigarar til húsið.
Eydnast tað, verður Nærverkið loyst úr sáttmálanum.
Eydnast tað ikki, er Nærverkið hinvegin bundið
av sáttmálanum og sleppur ikki burtur úr honum
fyrrenn 1. juli í 2012.
ALMENT OYÐSL
Hvønn mánaða rindar
niðurpínda Nærverkið
40.000 krónur í leigu
fyri eitt hús, sum tey
slett ikki brúka