mánadagur 17. januar 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. januar 2011 · Nr. 7
6
Sosialurin
Leo Poulsen
Fríggjadagin var eitt mál fyri
í Føroya Rætti, har ein abbi
var ákærdur fyri at hava
verið ónærisligur móti einari
av abbadóttrum sínum.
Misbrotini eru farin fram í
tíðarskeiðinum 2004 til 2008,
tá gentan hevur verið millum
11 og 15 ár.
Meginparturin av ákær
unum myndaðu seg í, at
maðurin hevur følt gentuna
á bringuna, umframt aðrar
ákærur. Hesum noktaði mað
urin ikki fyri, men segði, at
hetta var hent í sambandi
við, at hann hevði róst abba
dóttrini fyri at hava eina
vakra bringu, og at hon átti
at verið modell.
Maðurin greiddi frá, at
hendan abbadótturin var
meira kelin enn hini abba
børnini,
og
mussaði
og
klemmaði meira.
Forholdið við abbabørnini
sum heild vóru góð og tað var
forholdið til mammu hesa
abbadóttrina eisini. Mað
urin játtaði eisini, at hann
hevur nomið við bróstini á
verdóttrini, og at hetta eisini
var gjørt í »besta forstáilsi«.
Sama var við abbadóttrini,
sum hann fleri ferðir hevði
klappa á bringuna og í endan.
Men hetta var altíð tikið við
einum smíli, vildi maðurin
vera við.
Maðurin segði seg tí ger
ast ovfarnan, tá sonurin kon
fronteraði hann við ákær
unum um siðamisbrot móti
abbadóttrini.
Hurðarnar afturlætnar
Maðurin segði, at alt hetta er
íkomið eftir at abbadótturin
hevði havt eina temaviku
um kynsligan ágang, og
abbin spekuleraði í, um
onkrar av vinkonunum í
skúlanum høvdu verið úti
fyri kynsligum ágangi, og
at hetta hevði sett okkurt í
gongd hjá gentuni.
Hetta málið skuldi verið
fyri í heyst í Føroya Rætti,
men táverandi verjin hjá
manninum
»flippaði
út«,
tá hann ikki fekk viðhald
í, at málið skuldi roynast
fyri afturlætnum hurðum,
og segði seg ikki vilja verja
mannin, vórðu hurðarnar
ikki afturlætnar.
Hann skjeyt eisini av
gerðina
hjá
dómaranum
um opnar hurðar inn fyri
landsrættin, men landsrætt
urin gav dómaranum rætt.
Kortini
noktaði
dómarin
ikki fyri, at hurðarnar vórðu
afturlætnar, tá gentan gav
sína vitnisfrágreiðing.
Hendan vitnisfrágreiðing
var so mikið sannførandi,
at dómarin valdi at døma
83 ára gamla mannin í tveir
mánaðar treytaða fongsuls
revsing.
83 ára gamal føldi
upp á abbadótrina
Føroya Rættur dømdi fríggjadagin ein nú 83 ára gamlan mann fyri at hava verið ónærisligur
móti eini abbadóttir síni. Maðurin fekk tveir mánaðir treytaða fongsulsrevsing
Leo Poulsen
Fríggjadagin seinnapart var
ein maður førdur í grund
lógaravhoyring, skuldsettur
fyri at selja rúsevni.
Maðurin varð tikin síðst
í oktober, tá hann royndi at
smugla 150 gramm av hassj
og fýra gramm av amfetamin
inn í landið, men hann varð
kortini leyslatin tá.
Hóskvøldið varð maður
in tikin undir einari húsa
rannsókn, har løgreglan fann
seks gramm av amfetamin
umframt
20
gramm
av
ymiskum rúsevni umframt
rohypnol, sum verður brúkt
til drugrape (gentur verða
doyvdar og neyðtiknar).
Maðurin er eisini undir
illgruna fyri at býta rúsevni
fyri sex til ungar gentur.
Ákærin vildi hava mannin
varðhaldsfongslaðan
í
14
dagar, meðan málið verður
kannað meira, og tað gekk
dómarin við til. Maðurin
verður varðhaldsfongslaður
í isolatión í 14 dagar.
Maðurin noktar seg sekan
og sigur, at rúsevnini bert
vóru ætlað honum sjálvum.
Rúsevnissølumaður
varðhaldsfongslaður
Fríggjadagin var ein maður fyrst í 5-unum
varðhaldsfongslaður í grundlógaravhoyring fyri
at hava rúsevni í varðveitslu, við sølu fyri eyga
Løgreglan hevur fingið eitt rímiliga stórt
mál at taka sær av. Heilir 12 bilar hava fingið
skaða sunnunáttina, tá gerningsmaður ella
gerningsmenn hava snarað speglini av
bilunum.
10 av bilunum stóðu parkeraðir á park
eringsøkinum á Bursatanga, og speglini
í báðum síðum vóru snarað av. Sambært
vakthavandi á løgreglustøðini kann eitt
slíkt dýrt spegl skjótt leypa upp í einar 3.000
krónur, og er talan um 24 spegl, er lætt at
rokna út, at tað gerst ein dýrur umgangur
fyri gerningsmenninar.
– Vit hava ikki nøkur spor at ganga eftir,
og tí heita vit á fólk, sum hava sæð nakað,
um at venda sær til løgregluna. Tað er ikki
neyðugt hjá fólki at uppgeva navn, so tað er
ikki at halda seg aftur, um nakar hevur sæð
nakað, sigur vakthavandi.
Í morgun kom ein fráboðan um, at onkur
hevði roynt at brotið inn í kioskina umborð
á Enniberg. Viðkomandi hevur brúkt brand
øksina at bróta hurðina inn við, men málið
er so feskt enn, at løgreglan ikki veit meiri
at siga.
Í gjárkvøldið varð boðað frá royki í
einum húsi, og løgregla og brandlið kom
skjótt á staðið. Tað vísti seg kortini, at tað
var oljufýringin, sum reyk.
Annars var lítið at boða frá. Eitt sindur
av húsaófriði, leysir hundar og full fólk
var tað, sum løgreglan annars tókst við um
vikuskiftið.
Herverk gjørt á 12 bilar
Løgreglan hevur fingið fráboðan um herverk, sum er
framt móti 12 bilum, 10 á Bursatanga í Havn og tveir
í Miðvági. Løgreglan hevur eingi spor at ganga eftir
Sambært løgregluni er maðurin gamal
kenningur, og róptur pushari og bakmaður
10 bilar á Bursatanga og tveir í
Miðvági hava fingið somu viðferð
– speglini eru snarað av
Mynd: Leo Poulsen
Tann nú 83 ára gamli
maðurin er dømdur
fyri at hava følt upp
á abbadóttur sína
Modellmynd