mánadagur 17. januar 2011síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 17. januar 2011 · Nr. 7
Sosialurin
LærLingur
Søkt verður eftir HVS Lærlingi til
Box 182 · FO-110 Tórshavn
Vit vænta at tú ert raskur/røsk og
Fyrikomandi. Koyrikort er Eitt krav.
Ert tú tann rætti persónurin, ert tú vælkomin at
senda eina umsókn. Til ap@mp.fo
Umsóknin skal vera okkum í hendi innan 14.02.2011
P/F Maria Poulsen
Smyrilsvegur 8
Postboks 182
FO 110 Tórshavn
Meiri fæst at vita við at ringja til Arthur Poulsen
á tlf. 312 000 Ella send ein mail á ap@mp.fo
P/F Maria Poulsen er størsta HVS virkið í Føroyum við handli,verkstaði og
búnýti. Í dag starvast um 35 fólk í fyritøkuni. Alt innan heilsølu og smásølu.
Arrestin má flyta
Í verandi støðu er bara rúm fyri fýra fangum, og tað er ov
lítið. Arrestin hevur funnið nøkur møgulig hús at leiga,
men ovasta leiðslan í Danmark skal góðkenna leigumálið
Randi Jacobsen
Eftir at blámusoppur varð
staðfestur á politistøðini í
Havn og í varðhaldinum, sum
er bygt fast í politistøðina,
var greitt, at bæði politi og
varðhald vórðu noydd at
finna sær onnur høli at vera,
meðan soppafongdu hølini
verða umvæld.
Bent Jákup Hansen, leið-
ari í arresthúsinum ótolnast
eftri svari frá ovastu leiðsl-
uni, sum skal góðkenna eitt
leigumál.
Arrestin
hevur
funn ið nøkur hús, sum eru
egnað.
Sjálvt um góðkenningin
kemur frysta dagin, ganga
kortini fleiri vikur, til ar-
rest in kann flyta. Neyðugt
verð ur við umbygging, og
standa húsini í bygdum øki,
verður helst neyðugt við
grannahoyring.
Alt arresthúsið er ikki
fongt við soppi. Fýra klivar
kunnu framvegis brúkast.
Tá ið teir eru so fáir, eru allar
innsetingar útsettar langa
tíð fram. Bara tey, sum verða
tikin og varðhaldfongslað,
sita nú.
– Starvsfólkini sita fram-
vegis í soppafongdum hølum,
sigur Bent Jákup Hansen.
Útflutningurin
nú størri enn
innflutningurin
Nýggjastu hagtølini frá Hagstovuni vísa, at bæði
inn- og utflutningurin veksur, men útflutningurin
veksur meira enn innflutningurin.
Leo Poulsen
Yvirlit, sum Hagstovan hevur
gjørt fyri inn- og útflutning
januar til november 2010
vísir, at innflutningurin er
vaksin við 82 milliónum
krónum, úr 3.959 milliónum
upp í 4.040 milliónir krónur
fyrstu 11 mánaðarnar í fjør.
Tað er serliga virðið á
brenni evni, sum er økt mun-
andi, úr 608 milliónum krón-
um upp í 890 milliónir krónur,
sum er ein øking á 46%.
Ein annar bólkur, sum er
vaksin munandi, er rávøra
til fiskavirking, sum er farin
úr 93 milliónum upp í 149
milliónir, og tað svarar til 59%.
Og so er bilainnflutningurin
eisini vaksin munandi, úr 88
milliónum upp í 119 milliónir
krónur. Tað svarar til 32%
vøkstur.
Samlaði innflutningurin
er vaksin 2%
Útflutningurin er í sama tíð-
arskeiði vaksin við 9%, úr
3.795 upp í 4.123 milliónir
krónur. Hetta merkir, at út-
flutningsvirðið nú er størri
enn innflutningurin.
Størsti vøksturin í útflutn-
inginum er at vinna í bólki-
num uppisjóvarfiskur, har
virðið er vaksið úr 426 milli-
ónum upp í 668 milliónir
krónur, svarandi til 57%.
Eisini virðið á botnfiski er
økt, úr 1.168 upp í 1.336 milli-
ónir krónur, tað er 14%.
Bólkurin Annar fiskur og
fiskaúrdráttir er vaksin úr
240 upp í 263 milliónir krónur,
sum svarar til 10%.
Virðið á útflutta alifiski-
num er minkað við 3%, men
nøgdin av útfluttum alifiski
er heili 28% minni, og tað
merkir ein munandi prís-
vøkst ur á alifiski.
Tað skrivar Hagstova Før-
oya á heimasíðu sínari.
Hóast nøgdin av laksi,
sum er útflutt januar til
november 2010 er heili 28%
minni enn sama tíðarskeið
í 2009, er útflutningsvirðið
bert trý prosent minni
Bara fýra klivar eru tøkir nú