Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-01-17, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. januar 2011síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 17. januar 2011 · Nr. 7 Sosialurin Vilmund Jacobsen Føroyar er einasta landið í sonevnda strandalanda­ sam starvinum um makr­ el, sum enn ikki hevur á sett, hvussu stór kvotan skal vera í hesum árinum. Fyrsta landið, sum tók seg úr samráðingunum, tá tað vísti seg, at ov lítið fór at koma burtur úr, var Ís land, sum ásetti sær 17% av eini heildarkvotu á 646.000 tons, ið er til ráð­ ing in hjá ICES. Stutt eftir ásettu ES og Noreg sær heili 90% av heild ar kvotuni. Føroyar, sum heldur ikki kundu semjast við ES og Noreg í sam ráð ing­ unum um avtaluna fyri 2010, tillutaðu sær 15% av heild ar kvotuni í fjør. Í løtuni er tað bara Før­ oyar, sum ikki hev ur ásett sær sína makrelkvotu fyri 2011. ­ Men tað verður gjørt heilt skjótt – og helst seinni í hesum mán aði­ num, sigur lands stýris­ maðurin í fiski vinnu mál­ um, Jacob Vestergaard. Spurdur, um tað kanska er taktikkur frá føroyskari síðu, at ásetingin bíðar til eft­ ir samráðingarnar um síná mill um fiski veiði­ av talu við Noreg, sigur landsstýrismaðurin, at tað er tað ikki. ­ Vit hava sum so ikki nak að serligt at skunda okk um til, tí mett verður, at besta tíðin til makrel í føroyskum sjógvi er ikki fyrr enn nakað er liðið av ári num. Jacob Vestergaard sig ur, at Fiskimálaráðið í kunngerð fer at áseta, hvussu stór kvotan verð­ ur í 2011, og hvussu kvot an skal lutast millum skipa­ bólkar. Støðan mýkjast Landsstýrismaðurin er sannførdur um, at støðan, sum hevur tikið seg upp í strandalanda­ samstarvinum, má mýkj­ ast, soleiðis at londini skjót ast gjørligt kunnu fin na semju um, hvussu být ið skal verða frameftir. ­ Tað kann ongantíð vera rætt, at umsitingin av hesum tilfeingi bara hong ur í leysum lofti. Tí er umráðandi, at støðan land anna millum verður mýkt. Jacob Vestergaard vís­ ir á, at kvoturnar, sum ES, Noreg og Ísland hava til­ lut a ð sær, eru omanfyri TAC’ið, ið ICES mælir til, og tað er sjálvandi hvørki skila gott ella haldbart í longd ini. vilmund@sosialurin.fo - Kvoturnar, sum ES, Noreg og Ísland hava tillutað sær, eru omanfyri TAC’ið, ið ICES mælir til, og tað er hvørki skilagott ella haldbart í longdini, sigur Jacob Vestergaard Fara nú at áseta kvotu Jacob Vestergaard ætlar sær seinni í hesum mánaðinum at áseta, hvussu stór føroyska makrelkvotan verður í hesum árinum Tað hevur verið frammi, at ES møguliga fer at seta tiltøk í verk móti íslendskum skipum. Hinvegin hevur einki ítøkiligt verið at hoyrt um, at ES ætlar sær at sekta Føroyar og føroysk skip úr ES sam ráð ingarnar slitnaðu. Tað einasta, vit hoyra, er tað, sum fjølmiðlarnir siga, og tá eru tað serliga skotsk áhuga mál, sum eru at síggja í miðlunum. Jacob Vestergaard sigur, at Fiskimálaráðið ongar frá­ boð an ir hevur fingið úr ES um, at felagsskapurin ætlar at sekta Føroyar ella føroysk skip fyri, at vit – eins og øll hi ni standalondini hava gjørt – fara at áseta okkara eg nu makrelkvotu fyri 2011. vilmund@sosialurin.fo Mangt bendir á, at tað fer at slitna millum reiðarar og manningarfeløgini í samráðingunum seinnapartin í dag. – Samráðingarnar hava ikki gingið væl væl, sigur Terji Sigurðsson, semingsmaður Terji Sigurðsson, semingsmaður, var ikki bjartskygdur, tá Sosialurin tosaði við hann beint fyri middag í dag