mánadagur 17. januar 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 17. januar 2011 · Nr. 7
10
Sosialurin
Tað eru nýggju prestarnir í Hvalvík og
Fuglafirði, Bergtórur Bjarkhamar og Anne
Mette Greve Klemmentsen, sum byrja í
nýggjum størvum, ið vórðu vígdir.
Bergtórur Bjarkhamar er føroyingur,
meðan Anne Mette Klementsen er dani, gift
føroyinginum, Leif Hansen úr Nólsoy.
Anne Mette Klementsen er júst liðug við
útbúgvingina sum prestur, og hon flutti
heim til Føroya við familjuni í vikuni. Hon
er kortini ikki ókend við Føroyar, tí umframt
at vera gift føroyingi hevur hon gingið á
háskúlanum í Havn.
Í hesari vikuni eru Anne Mette og Leif flutt
inn í prestagarðin í Fuglafirði, og komandi
sunnudag heldur nýggi fuglfjarðarpresturin
sína fyrstu prædiku í prestagjaldinum.
Anne
Mette
Greve
Klementsen
og
maðurin Leif Hansen eiga tvey børn, Beintu
og Helga.
Anne Mette og
Bergtórur prestvígd
Sunnudagin vígdi bispur,
Jógvan Fríðriksson,
tveir nýggjar prestar í
Dómkirkjuni í Havn